mánadagur 12. desember 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143
VIRÐISLØNIR
AFTUR HESAFERÐ FEKK
ANDRIAS GEYTAN
Eirikur Lindenskov
Nú eigur hann tveir Geytar, 28
ára gamli filmsmaðurin, Andrias
Høgenni úr Havn.
Eins og í fjør, tá hann vann
Geytan
fyri
stuttfilmin
Stina
Karina, var tað hann, sum fór við
sigrinum í Norðurlandahúsinum í
gjárkvøldið, tá ársins Geyti skuldi
latast besta føroyska stuttfilminum
í 2016.
Hetta er fimta árið, at besti
føroyski spælifilmur verður heiðr
aður – og hóast ikki eins nógvir
filmar vórðu sendir inn til kapp
ingina hesaferð, so kann enn eina
ferð staðfestast, at føroysk films
framleiðsla hevur veruliga fingið
vind í seglini seg seinastu árini.
»Tað er kalt, nátt og vetur. Tað
sæst á andlitunum á høvuðsleik
arunum, sum eins og onnur hava
eitt arbeiði, sum tey við lív og sál
ganga uppí. Sjálvt hin minsta smá
lut í arbeiðinum hava tey lagt til
rættis.«
Soleiðis sigur Geytadómsnevnd
in í grundgevingini fyri at geva
Andriasi
Høgenni
Geytavirðis
lønina 2016. Nevndin sigur víðari:
»Men so hendur nakað, ið
skeiklar
menninskjansligu
ætl
anina. Tað almenna, øvrigheitin,
grípur inn og ber eini boð.
Men arbeiðið, og karmurin um
alla ta lýstu tilveruna hjá teimum
báðum
høvuðsleikarunum,
er
ólógligt.
Løgreglan,
ørindi
og
boð hennara verða mótparturin
í hesi hugvekjandi søgu um eina
tvístøðu, har hvørt sekund, hvørt
svar, hvør upplýsingur og hvør
gerð, er eitt lívshættisligt svar,
eisini tá svarið ikki verður givið, og
høvuðsleikararnir bara yppa øksl.
Bygnaðurin í søguni er eins
greiður og leikaraavrikini. Plottið
nemur við flestu tættir í einum
góðum stuttfilmi og heldur tær
sum áskoðara bundnum heilt til
endan.
Geytavirðirslønin í 2016 fer
til Andrias Høgenni fyri at hava
leikstjórnað eksistentiella filmin
og umbýtisleikin ”Et knæk”.«
Hesaferð vóru áskoðarar og
geytadómsnevndin
samd
um,
at rætti vinnarin er Andrias
Høgenni, sum eisini eisini fekk
áskoðaravirðislønina.
Tað var Helena Dam á Neystabø,
forkvinna
í
mentamálanevnd
Tórshavnar býráðs, sum handaði
áskoðaravirðislønina, og hon helt
fyri, at tað altíð er spennandi at
síggja nýggjastu føroysku film
arnar.
– Tað er fantastiskt, at tað er
vorðin ein traditión, at vit kunnu
handa árliga geytavirðislønina á
hvørjum ári. Hvør skuldi trúð tí, at
føroyskur filmur eftir so stuttari
tíð hevur ment seg so nógv, at vit
á hvørjum ári sita sum á nálum
og bíða eftir, hvør hevur fingið
ársins Geyta, segði Helena Dam á
Neystabø millum annað, tá hon
handaði
Andrias Høgenni fór við øllum í gjárkvøldið, tá hann vann Geytavirðislønina 2016
og áskoðaravirðislønina til filmskappingina í Norðurlandahúsinum
Føroyskur filmur tyktist sum luftkastellir
Eirikur Lindenskov
Andrias
Høgenni
var
sjónliga
ovurfegin um heiðurin, hann fekk í
Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið,
tá hann bæði vann eigurin Ársins
Geyta 2016 og áksoðaravirðislønina.
Hann greiddi frá, at hugskotið til
filmin, »Et knæk«, kom fyri nøkrum
árum síðani.
– Tá var bara talan um ein
stuttan film upp á fimm minuttir.
Hann snúði seg um ein innbrotstjóv
og ein løgreglumann, sum bankar á
dyrnar at fortelja, at sonurin var
var deyður.
– Sum tíðin leið havi eg sagt
ymsum fólkum søguna, sum síðani
er vorðin longri og longri, greiddi
Andrias Høgenni frá.
– Ein empirisk kanning um,
hvussu ringt kunnu vit gera tað fyri
hesi fólkini, segði hann.
Filmurin snýr seg um eitt
brotsmannalið, sum brýtir inn
í hús í danska høvuðsstaðnum,
Keypmannahavn. Trý fólk fara við
bili út í sethúsaøki at bróta inn í
eini sethús.
Meðan ein bíðar í bilinum, fara
hini bæði inn í húsini at stjala. Best
sum tey eru í gongd, og hava funnið
pengaskápið, manglar teimum eitt
ávíst amboð, sum kvinnan fer út í
bilin at heinta.
Men í túninum møtir hon
tveimum løgreglumonnum. Hon
verður kløkk, og fara stamað »ja«,
tá teir spyrja, um hon er Mona.
Hon fatar, at tað eru húsfólkunum,
teir spyrja eftir. Sonur teirra hevur
verið fyri eini ferðsluvanlukku, og
støðan er álvarsom.
Tey fara so bæði við løgreglu
monnunum á sjúkrahúsið, har
»sonurin« um 19 ára aldur, liggur í
respirator, heiladeyður.
Tey verða biðin um at skriva
undir,
at
respiratorurin
kann
sløkkjast.
Hetta gevur sum vera man
tjóvunum høvuðbrýggj.
Andrias Høgenni segði, at hann
tók ímóti virðislønini saman við
starvsfeløgum á filmsskúlanum,
sum hava produserað og skrivað
handritið saman við honum.
Hann
fegnaðist
eisini
um
framgongdina
í
føroyskari
filmsvinnu.
– Vit mugu ongantíð gloyma,
hvar føroyskur filmur var fyri 15
árum síðani, og at tað tyktist sum
luftkastellir, at vit í heila tikið
skuldu hugsa um at hava eina
filmsvinnu í Føroyum – og ikki
minni ein føroyskt framleiddan
spælifilm. Tí er tað so ótrúliga
deiligt at síggja ein teasara til
nýggja filmin hjá Sakaris Stóra
og at vita, at hetta er ikki tann
einasti, men at fleiri eru á veg, segði
Andrias Høgenni.
– Eg eri eg so spentur upp á at
síggja, hvar føroyskur filmur er
um 15 ár. Túsund takk Klippfisk,
túsund takk Geytanevndin, og
túsund
takk
Felagið
Føroysk
Filmsfólk og túsund takk tit øll,
segði
ovurfegni
Geytavinnarin,
Arndiras Høgenni.
Umframt Geytan, so fekk hann
eisini eina gávu upp á 25.000
krónur
frá
Tryggingarfelagum
Føroyar, sum Mortan Poulsen,
stjóri, handaði, og 15.000 krónur frá
– Vit mugu ongantíð gloyma, hvar føroyskur filmur var fyri 15 árum síðan, og eg gleði meg at síggja,
hvar føroyskur filmur er um 15 ár, segði Andrias Høgenni, sum aftur í ár vann ársins Geyta