Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hallur av Rana Fleiri fólk eru stødd á gamla hotellinum á Eiði leygardagin 3. desember. Enn ein arbeiðsdagur er liðugur í hølunum, ið eftir ætla skulu húsa viðgerðarstovnurin Frælsi. Tað hava verið nógvir av teimum hetta síðsta hálva árið, men í dag kunnu arbeiðsfólkini fegnast yvir, at tað síðsta inn­ búgvið er sett upp á pláss. Fysisku karmarnir eru nú klárir til, at fyrsti viðgerðarstovnurin til ung millum 18 og 21 ár, ið hava rús­evnis­ trupulleikar kann lata upp. Hjá einum av teimum er talan um eina heilt serliga løtu. 48 ára gamli Marin Kúrberg, ið til dagliga starvast sum leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum er stjóri í viðgerðarstovninum og ein av stig­takarunum til nýggja við­ gerðarstovnin. Hjá honum er tað ein gamal dreymur, ið er nú eitt stig nærri at gerast veruleiki. Ein dreymur, ið liggur stig­ takaranum nær at hjarta, tí sjálvur kennir hann alt ov væl á egna lívi, hvussu oyðandi eitt lív í misnýtslu kann vera fyri ein sjálvan, eins familju og eins nærumhvørvi. Tung byrjan á lívið Martin Kúrberg varð borin í heim í Havnini fyri 48 árum síðan. Mamman var einans ein ung genta, 16 ár gomul, meðan pápin var nøkur ár eldri. – Foreldur míni elskaðu meg av øllum hjarta. Tað er einki at snakka um, tey eru teir persónarnir, ið hava elskað meg mest. Men tey vóru ikki klár at fáa meg. Mamma var øgiliga ung, og tey megnaðu ikki serliga væl hendan nýggja leiklutin sum foreldur, sigur Martin Kúrberg um foreldur síni. Martin Kúrberg vaks upp sam­ an við foreldrunum, men lærdi kensluna av svik, tá hann sum smá­drongur eitt skifti búði á Barnaheiminum í høvuðsstaðnum. Tá hann búði heima, var har sjáldan friður leingi at gangin. – Tað gekk t.d. yvir skúlan, tí heima valdaði friðurin sjáldan leingi, so tað var torført at gera skúlating. So tá eg kom í skúla bleiv eg skeldaður av læraranum, tí eg ikki gjørdi skúlatingini, sigur Martin Kúrberg, ið hevur tosað uttan íhald, men brádliga steðgar á, áðrenn hann álvarsamur á máli lýsir sín uppvøkstur við tungu orðunum. – Tað handlaði meira um at yvirliva enn at liva. Eitt ræðuligt val Lívið hjá Martin Kúrberg gjørdist ikki lættari, tá hann stóð á gáttini til vaksnamannalívið. Sum fjúrtan ára gamal lat hann sum so nógv onnur ung seg konfirmera, men tíðarskeiðið er ikki eitt, ið hann hevur nøkur góð minnir á. Í staðin er tað tengt at eini avgerð, ið for­ eldrini tóku um tað mundið. – Tá lótu tey seg skilja og fóru frá hvørjum øðrum. Tey høvdu havt eina avtalu um, at tey skuldu vera saman til eg bleiv konfirmeraður, men so var tað tað, greiðir Martin Kúrberg frá. Stutt eftir hetta varð ungi Mart­in Kúrberg biðin um at taka eina avgerð, ið fór at hava grund­ leggjandi avleiðingarnar fyri rest­ ina av hansara lívi. – Eg varð tikin inn í eina stovu, har eg fekk at vita, at nú skuldi eg velja hvørji av mínum foreldrum eg vildi búgva hjá. Mammu mína, ið flutti til Danmarkar, ella pápa mín, ið varð verðandi. Pápi var um hetta mundi øgiliga einsamallur, so eg valdi hann. Men at skulu velja eitt foreldur frá og annað til, tað var ræðuligt. Tað var síðsti dagur eg var saman við báðum foreldrunum, sigur Martin Kúrberg. Sostatt varð Martin Kúrberg ver­andi í Føroyum við pápa sín­um, meðan mamman flutti av land­ inum. Flýddi undan Martini Hóast Martin Kúrberg harvið á ungum árum hevði upplivað fleiri tyngri løtur enn flestu av hansara javnaldrum, so var tað serliga ein hending nakrar mánaðar seinni, ið setti djúpast spor. – Eg varð kynsliga misnýttur og tað fullkomiliga knústi mína tilveru. Harfrá gekk tað bara stutt tíð til eg ein dagin sat saman við einum vinmanni á Kongaminni og fekk mín fyrsta rús av alkohol, greiðir Martin Kúrberg frá. Fyri unglingin var tað júst tann flýggjanin frá veruleikanum, ið hann hevði brúk fyri. Lívið var vorði ov tungt, og endiliga føldi hann, at hann kundi hála stikkið úr. Um so bara fyri eina løtu. – Eg føldi, at eg hevði møtt nøkrum fantastiskum. Eg flýddi undan Martini, tí tað var rættiliga tíðliga, at mær ikki dámdi meg sjálvan. Fyri onnur tyktist, at mítt sjálvsálit var øgiliga høgt, men mítt sjálvvirði var ógvuliga vánaligt, greiðir Martin Kúrberg frá og held­ ur fram. – Allar hendingarnar í mínum uppvøkstri tyngdu meg, og um bara ein lærari hevði spurt meg, um hvussu eg hevði tað, so hevði eg sloppið av við byrðuna. Men eingin spurdi meg. So rúsurin gjørdist mín útvegur, tí alkoholi doyvdi mínar kenslur. Fann kærleikan Hóast Martin Kúrberg ikki hevði tað serliga gott gjøgnum ung­dóms­ árini, so megnaði hann at yvirliva og hava ein vanligan gerandisdag. Um tjúgu ára aldrinum møtti hann eina gentu, ið hann gjørdist væl við og fingu tey skjótt fleiri børn saman. Men tilveran hekk kortini ikki heilt saman, tí minnini frá upp­ vøkstrinum heimsøktu unga mann­ in. – Eg orkaði ikki fyri tí, ið eg sjálvur var. Tað gekk út yvir mína familju, men mátin, ið eg fór við teimum uppá, var ikki tí, at eg ikki var góður við tey. Men tá tú ikki elskar teg sjálvan, so kanst tú ikki elskar nakran annan, greiðir Martin Kúrberg frá. Parlagið teirra millum var eyðkent av, at Martin Kúrberg ikki megnaði at tálma sína rús­drekka­ nýtslu. – Tað gekk bara ikki. Eg kundi fara til handils at keypa eplir sunnudag, men kom ikki heim aftur fyrr enn mikudag. Daman helt meg út nógv longri enn hon átti, greiðir Martin Kúrberg frá. Misnýtslan vindur uppá seg Tað var eisini um hetta mundi, at Martin Kúrberg byrjaði at royna aðrar mátar at doyva kenslurnar uppá. – Nú toldi eg so væl alkohol, at eg mátti royna onnur ting fyri at flýggja frá mær sjálvum, so eg byrjaði at taka heilivág og roykja hassj. Eg royndi eisini onnur – Antin gavst eg at drekka ella gavst eg at liva. Tá hevði eg tvær ferðir roynt at gjørt av við meg sjálvan. So eg ringdi til læknan og fekk hann at leggja meg inn á stongdu deild. Eg tímdi ikki at liva hetta lívið við misbrúki longur. Tað sigur Martin Kúrberg, stjóri á Frælsi, ið er nær við at lata dyrnar upp til fyrsta føroyska viðgerðartilboðið til ung, ið eru bundin at rúsevnum Martin Kúrberg: Á GÁTTINI TIL DREYMIN MISBRÚK