mánadagur 12. desember 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143
MISBRÚK
ting, men tað segði mær ikki tað
stóra. Men eg mátti gera tað fyri
at sløkkja fyri mær sjálvum, sigur
Martin Kúrberg.
Eftir at tey høvdu verið saman
í nøkur ár, og átt tvey børn, orkaði
daman tað ikki longur og rýmdi frá
Martini Kúrberg.
– Eg fekk ein ógvusligan nið
urtúr tá, ið vardi í fleiri mánaðir. Eg
hevði roynt at fari til avvenjingar
fleiri ferðir, men einki hjálpti.
Hvørki Blái Krossur ella Heilbrigdið
kláraðu at møta mær, og eg sat
antin í Bispagarðinum og drakk, ella
var eg innlagdur á sjúkrahúsinum,
greiðir Martin Kúrberg frá.
Men tá alt sá myrkast út,
gjørdist eitt upplatið vindeyga á
havnargøtum byrjanina til endur
reisnina hjá unga manninum.
Eg kom gangandi eftir gøtuni
og hoyrdi út gjøgnum eitt vindeyga
eina kvinnuliga útvarpsrødd. Hon
spurdi, um tað ikki hevði verið
ræðuligt, um man bað 1000 ferðir
uttan bønarsvar, fyri síðan at
gevast, tá tað er 1001 ferðina, at
tað eydnast. Eg var beiskur á Gud
og lívið, men tá avgjørdi eg, at fara
aftur til bønina, ið omma mín hevði
lært meg, sigur Martin Kúrberg.
Heimsins endi
Dagin eftir søkti Martin Kúrberg
Bláa Kross um hjálp, og fekk pláss
á Blákrossheiminum. Meðan hann
var har, søkti hann arbeiði hjá B71
sum ungdómsvenjari.
– Ein vinmaður var við mær,
tá eg ringdi til suður. Eg segði við
hann sum var, at teir vóru áhugaðir,
men fyri ein havnarmann, so var
Sandoyggin heimsins endi.
Martin Kúrberg fekk eisini
arbeiðið hjá B71 og eitt fríggja
kvøld takkaði hann fyri seg á Blá
krossheiminum, og legði leiðina
suðureftir.
– Eg fór suður við tveimum
posum av klæðum og einum goml
um Opel Kadett. Tað var alt, eg átti
her í verðini, sigur Martin Kúrberg.
Á Sandoynni gjørdist hann venj
ari hjá unglingum og kvinnum, og
hóast hann treivst væl í arbeið
inum, so var tað til tíðir trupult.
– Eg veit ikki hvussu mangan
eg havi staðið í brekkuni omanfyri
Skopun og sagt, at eg taki ein túr
aftrat og so rými eg, og hvussu
mangan eg hava sitið í Søltuvík
og gráti yvir mína støðu. Men har
møtti eg nøkrum góðum vinum, ið
gjørdu at hetta gjørdist besta tíðin í
mínum lívi, greiðir Martin Kúrberg
frá
Vegamótið
Hóast tað gekk væl á Sandoynni,
so megnaði Martin Kúrberg ikki
at halda seg frá rúsdrekka. Ør
kymlaður
yvir,
at
hann
ikki
megnaði heilt at gevast, stóð
havnarmaðurin nú við eitt vegamót
í lívinum.
– Antin gavst eg at drekka ella
gavst eg at liva. Tá hevði eg tvær
ferðir roynt at gjørt av við meg
sjálvan. So eg ringdi til læknan
og fekk hann at leggja meg inn á
stongdu deild. Eg tímdi ikki at liva
hetta lívið við misbrúki longur,
minnist Martin Kúrberg aftur á.
Gjøgnum hesa tíðina var tað
serliga ein innara rødd, ið hann
hoyrdi fyri seg, ið fekk hann at
halda fram í strembanin eftir at
gerast fríur frá misnýtsluni.
– Tað var røddin hjá dóttur
mínari Jóhannu, ið segði, at hon
altíð fór at vera ein babbadidda. Tað
breyt mítt hjarta, at hetta var tað, ið
eg gav henni. So tað var fyri hana,
at eg helt á, sigur Martin Kúrberg.
Turrlagdur
Í dag eru tað nítjan ár síðan, at
Martin Kúrberg drakk sína síðstu
øl. Tíðin á stongdu deild virkaði, og
skjótt broyttist lívið hjá fyrrverandi
alkoholikaranum.
– Eg varð turrlagdur og føldi, at
Harrin var við mær. Eg fór aftur
til Sands har eg arbeiddi í fýra ár
aftrat. Eg ringdi til mammuna at
mínum børnum, og bað um ein
kjans aftrat. Hon gav mær hann, og
vit vórðu gift í 2000, greiðir Martin
Kúrberg frá.
Lívið hevur ikki altíð verið
lætt síðan Martin Kúrberg gavst
at drekka, men fyrrverandi alko
holikarin hevur lært av sínum
feilum. Tá lívið er hart, so nyttar
tað ikki at søkja friðskjól í fløskuni.
– Elsta dóttur mín Jóhanna
doyði fyri trimum árum síðan. Tað
var eitt ræðuligt slag, men eg havi
aldrin havt hug at rúsa meg aftur.
Hvørki tá ella nakra aðrar ferðir,
sigur Martin Kúrberg.
Vil hjálpa
Eftir at Martin Kúrberg megnaði
at bróta úr sínum egna misbrúki
hevur hann halgað sítt lív til at
hjálpa øðrum.
– Eg havi tikið eina útbúgving
innan økið, og hjálpi nú fólkum
at sleppa úr misbrúki. Eg havi
mangan spurt meg sjálvan, hví eg
skuldi gjøgnum alt hatta, men í dag
eri eg glaður fyri, at eg kann brúka
mínar royndir og vitan til at hjálpa
øðrum í somu støðu, sigur Martin
Kúrberg.
Sum støðan er í dag, so er
einki tilboð til ung, ið stríðast við
rúsevnismisnýtslu.
Viðgerðar
stovnurin Frælsi verður tískil tann
fyrsti av sínum slag í Føroyum, og
er samstundis ein gamal dreymur
hjá Martini Kúrberg, ið nú er um at
gerast veruleiki.
– Tað eru ov nógv ung í Føroy
um í dag, ið stríðast við hesar
trupulleikarnar, men hvørki tey
ella teirra familja fáa neyðuga
hjálpina. Tað ynskja vit at broyta
fyri ein kostnað, ið er tann sami,
ið tað kostar at senda tvey ella trý
ung til avvenjingar í Danmark. Á
viðgerðarstovninum er pláss til
átta fólk, vísir Martin Kúrberg á.
Óviss lagna
Hóast fysisku karmarnir á við
gerðarstovninum eru klárir, so lata
dyrnar ikki upp fyribils. Heimið
hevur nevniliga enn ikki fingið
nakra játtan, so farast kann undir
arbeiðið.
Í
løtuni
arbeiðir
løgtingið
við fíggjarjáttanini fyri næsta
ár, og Martin Kúrberg vónar, at
løgtingsfólk finna pening til nýggja
tilboðið, so tað kann latast upp
skjótast gjørligt.
– Sum nú er, so verða ung í
Føroyum send til viðgerðar við
fólkum, ið eru tíggju ella tjúgu ár
eldri enn tey. Tey hava einki til
felags, so hvat gera tey har, spyr
Martin Kúrberg, ið heldur fram.
– Við hesum nýggja stovninum
fáa tey eitt stað, har tey fáa eina
hjálp, ið er sniðgevin at hjálpa
teimum.
Tað
er
eisini
týdn
ingarmikið, at tey fáa hjálpina
meðan tey enn eru ung, so tey
kunnu koma út aftur í samfelagið
skjótast gjørligt, heldur enn at
spilla fleiri ár í misnýtslu.
Martin Kúrberg dylur tó ikki
fyri, at tað er trupult at mugu bíða
eftir at lata dyrnar upp.
– Tað er keðiligt at standa og
bíða eftir politisku skipanini, með
an man hoyrir neyðarrópini frá
ungum, ið man ikki kann hjálpa.
Tað pínir, tá man býr í einum
samfelag, ið sigur seg vilja hjálpa
teimum veikastu, sigur Martin
Kúrberg.
hallur@sosialurin.fo
Tað er keðiligt at standa
og bíða eftir politisku
skipanini, meðan man hoyrir
neyðarrópini frá ungum, ið
man ikki kann hjálpa
Martin Kúrberg