Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143 – Hetta er størsta einstaka verkætlanin, sum Fugla­ fjarðar kommuna nakrantíð hevur gjørt. Tað segði ein errin borg­ arstjóri, Sonni á Horni, tá partalagsavtalan um nýggj­ an barnaskúla í Fuglafirði varð undirskrivað á sam­ komu fríggjadagin hin 9. desember. Á býráðsfundi 29. no­ vember samtykti Fugla­fjarð­ ar býráð einmælt parta­lags­ avtalu við SP/F Heildarverk í Fuglafirði um bygging av nýggjum barnaskúla í Fugla­ firði. – Partalagið fevnir um Fuglafjarðar kommunu, SP/F Heildarverk og ráðgev­ ingarfyritøkurnar, Map arki­ tektar, SMJ og LBF. Í Fuglafjarðar kommunu vita tey at siga, at nú verður farið undir sonevndu fasu 1, har verkætlanin verður gjøgnumgingin, og endaligi byggikostnaðurin verður ásettur. Ætlandi verður farið víð­ ari í fasu 2 og arbeiðstøku­ sátt­mála í fyrsta ársfjórðingi 2017. Nýggi skúlin verður meira enn ein vanligur skúli og fer eitt nú at rúma musikk­skúla, kvøldskúla, bókasavn og øðrum. Um­ framt at leggja herðslu á náttúrulærugreinarnar, sum verða innrættaðar á ein nýggjan og kveikjandi hátt, har dentur verður lagdur á læring við royndum, verða umstøðurnar hjá fjølbroytta frítíðarvirkseminum tiknar við í skúlabyggingina. Fuglafjørður fær sostatt ein nýskapandi skúla, har andarúmið fer at bera dám av lærdómi og trivnaði. Eisini formaðurin í menta­málanevndini hjá Fugla­fjarðar kommunu, Eyð­ un á Lakjuni, fegnaðist um avtaluna. – Býráðið og fyrisitingin hava lagt stóra orku í at framtíðartryggja skúlan og geva ríka mentanarlívinum í býnum enn betri fyritreytir, segði ein fegin, Eyðun á Lakj­ uni. Vilmund Jacobsen Flestu partrolarapør eru til fiskiskap og skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Fiski­ skapurin er fyri tað mesta smáligur. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir djúp­ vatnstrolararnir liggja við bryggju, og soleiðis hevur verið seinastu tíðina. Fríggjadagin vóru trígg­ ir trolbátar til fiskiskap. Tveir fiska havtasku, og ein fiskar tosk og hýsu og fær eisini nakað av øðrum fiskasløgum. – Vit vænta, at allir trol­ bátarnir koma inn at landa í dag. Fríggjadagin vóru tvey garnaskip til fiskiskap eftir svartkalva. Annað av hesum skipum kemur inn at landa í dag, og hitt kemur helst seinast í vikuni. – Fiskiskapurin hjá garna­skipunum, sum fiska svartkalva, er brúkiligur, men veiðan eftir havtasku er meira smálig, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Tveir hava fiskað havtasku, og ein hevur fiskað tosk og hýsu Nólsoyingar venja Fuglakvæðið í samband við upptøkur hjá Sjónvarpi Føroya. Upptøkurnar skulu gerast í januar, og tað er Leo Poulsen (ytst til høgru) sum skipar Skráseta ikki - Í eini roynd at tálma ferðini á serliga útsettum vegastrekkjum hevur Klaksvíkar kommuna nú keypt tveir flytbarar ferðmátarar at seta upp fram við vegjaðaranum. Tað er Steinbjørn O. Jacobsen, sum er formaður í ferðslunevndini og teknisku nevnd Klaksvíkar býráðs. Hann sigur, at henda fyrsta royndin við ferðmátarum í Klaksvík verður á ringvegastrekkinum undir Fossum/ Oman Eið, sum tað verður rópt. - Vit ætla seinni eisini at seta ferðmátarar upp aðrastaðni í kommununi, og eg vóni, at hetta átak verður við til at bøta um ferðslutrygdina. Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at ferðmátarin vísir ferðina og varskógvar við blunki, um koyrt verður skjótari, enn loyvda hámarksferðin er. Tað er Reklamuprent í Norðragøtu, sum Marne Berg eigur og rekur, ið hevur selt Klaksvíkar kommunu flytbaru ferðmátararnar. - Vit levera vegaskelti til kommunur, og hetta eru skelti, sum vit gera og dekorera her á okkara verkstaði. Tað er í hesum sambandi, at vit eru komin í samband við danskan veitara, ið selur flytbara ferðmátaran. Marne Berg sigur, at danska fyritøkan, sum framleiðir vognarnar, arbeiðir í neyvum samstarvi við danska Vejdirektoratet, og teir bæði seta upp og umsita útgerð fyri danska stovnin. - Hesin flytbari ferðmátarin hevur eisini eitt innbygt sim-kort, sum ger, at til ber at fylgja ferðsluni og ferðini umvegis eina teldu. Men, sim-kortið goymir bara teknisk data um ferð, tal av bilum og klokkutíðir. Tað er ikki soleiðis, at nakar bilur ella bilførari verður skrásettur ella eyðmerktur, tí tað er slett ikki loyvt í slíkari skipan, sigur Marni Berg. vilmund@sosialurin.fo vilmund@sosialur Trolbátar landa í dag Partalagsavtala er nú undirskrivað um nýggjan barnaskúla í Fuglafirði Nýggi skúlin er eitt stig nærri Myndin er tikin, tá partalagsavtala um nýggjan barnaskúla í Fuglafirði varð undirskrivað Mikukvøldið 14. desember klokkan 19 verður fyrilestur í Vektarbúðini í Vestmanna, har Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, fer at halda fyrilestur um jólahald fyrr í tíðini