Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MUGU HUGSA ØÐRVÍSI Í FÓLKASKÚLANUM Sólvit E. Nolsø PISA kanningin bleiv løgd fram í vikuni á Mentamálaráðnum. Rig­ mor Dam, landsstýriskvinna fekk niður­støðuna, kanningina og til­ mælini handað frá Inga Højsted, ið var í føroyska arbeiðsbólkinum fyri PISA kanningina. Niðurstøðan er sum heild góð. Hon vísir, at vit ganga fram í øllum økjum, sum verða kannaði: lesing, støddfrøði og náttúruvísind. Serliga lesing hevur stóra framgond, hóast støddfrøði enn er tað økið, ið fær flest stig í kanningini. Í bæði les­ing og støddfrøði nærkast vit hin­um norðurlondunum og eisini miðal­ talinum, ið OECD londini liggja á. Eftir tað fyrstu PISA kanningina í 2006 vórðu átøk framd, ið nú síggjast aftur, tí tey, ið vórðu kann­ aði í 2015 gingu øll í fyrsta flokki í 2006. Tí sær mann nú úrslitið av tí, ið tá bleiv gjørt. Náttúruvísind er meir ella minnið stagnera. Tað er betur enn í 2006, men úrslitið í 2015 er meir ella minnið tað sama sum tvær tær undanfarnu kanningarnar. Kann­ ingin vísir, at tað er serliga hátta­ sløg og ástøði innan náttúruvísind, at okkara næmingar ikki eru nóg væl fyri. Vit liggja lutfalsliga langt frá miðal innan økið og tað skulu gerast átøk fyri at fáa okkum upp­ eftir. Tilmælini í PISA kanningini siga millum annað, at námsætlaninar skulu endurskoðast og gjøgnum­ førast. Eisini skal størri dentur leggjast á endurútbúgving av lær­ arum so teir hald seg dagførdar og verða útgjørdir betur at halda undir­vísingina viðkomandi. Manglar í tilmælunum Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin og fyrstilærari í farloyvi, hevur lisið niðurstøðuna og tilmælini í PISA kanningini. Hann sigur, at í tí stóra heila kann hann taka undir við tilmælunum, men hann sigur eisini, at har er ein trupulleiki, ið er yvirsæddur í PISA kanningini. – Tað er longu lagt inn í náms­ ætlanina, at okkara næmingar skulu læra ástøði og háttasløg. Spurningurin er so, hví eru vit so langt aftanfyri? Eg meti at ein orsøk er at finna inni í flokshølunum, sigur Jónleif Johannesen. Jónleif Johannesen sipar til, at ofta er tað ein avbjóðing, at hava arbeiðsfrið flokhølunum og tískil hætta lærarar sær møguliga ikki at fara undir at fara í holt við ástøði og háttasløg í undirvísingini, tí tað krevur oftast ein praktiskan part. – Um tú ikki hevur arbeiðsfrið tá tú undirvísir á talvuni, so tímir tú neyvan at fara undir at blanda kemisk evnir saman ella fara út at kanna okkurt náttúrligt fyribrigdi, hóast tað er tað, ið skal til fyri at læra ástøði og háttasløg, sigur Jón­ leif Johannesen. Mugu hava fleiri tilboð handan markið Jónleif Johannesen mælir til, at tað verða eitt meira fjølbroytt til­boð snikkað til, soleiðis, at lærarin fær umstøður at geva barn­inum tað, ið krevst í til døm­is náttúruvísindaligu læru­grein­un­ um. – Tað hevur víst seg at rigga væl at býta flokkin sundur, í eitt tíðarskeið ella í onkrari lærugrein. Tað vil siga, at um ein flokkur ella lærari ikki hevur arbeiðsfrið, so kunnu teir næmingar, ið ikki megna at halda rúmligar avtalur, ið eru grundarlagið undir góðum arbeiðslagi í einum flokki, fáa ann­að tilboð í hóskar til teirra av­ bjóðingar. Hetta tillagaða tilboðið má vera uttan fyri flokshølið, men avgerandi er, at allir næmingar skulu hava møguleikan at taka lut í floksundirvísingini, um teir megna tað. Treytin er, at lærarar og næmingar finna fram til avtalur, ið halda og sum tryggja arbeiðsfriðin í flokkinum. Á tann hátt fæst gott grundarlag fyri fjølbroyttari undirvísing, har neyðuga álitið er millum lærarar og næmingar, sigur Jónleif Johannesen. Tað eru skúlar, sum í stytri tíðar­ skeið, hava roynt líknandi skipan og hevur tað víst seg at rigga væl. Jónleif Johannesen mælir til at onkur skúli átti at sloppið at roynd­ar­koyrt slíka skipan undir skip­aðum viðurskiftum. So kundi skúla­mynduleikin endurmett um hetta er ein gongd leið. Sjálvur er Jónleif Johannesen rættiliga vísur í, at møguleikin at seta rúmligar karmar, ið byggja á greiðar avtalur, kring floksundirvísingina er eitt neyðugt amboð fyri at náa einari gevandi fjølbroyttari undirvísing. Tí undirvísing, sum eigur at tryggja, at okkrara næmingar læra um ástøði og háttaløg á fulgóðan hátt. – Tað er ikki alt avgerandi at seta meira pengar av fyri at fáa skip­ anina at virka, men tað krevst ein umraðfesting av orkuni í skip­anini, sigur Jónleif Johanne­sen. solvit@sosialurin.fo Jónleif Johannesen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur, at tað skal meir til enn bert at broyta námsætlanina, um mentamálaráðið vil fremja veruligar betringar innan náttúruvísind SKÚLIN Jónleif Johannesen, tingmaður og lærari, heldur, at ein nýhugsan eigur at koma inn í skúlar, fyri at skapa arbeiðsfrið hjá lærarum og næmingum