mánadagur 12. desember 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143
Broyttar byggisamtyktir
Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir
og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar
býráð á fundi 16. november 2016 samtykti uppskot til broyting í
almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini soleiðis, at B1
havnaøki á Sundi verður víðkað uml. 450 m eystureftir og uml. 100 m
út á sjógv.
Tilfar, sum lýsir uppskotið til broyting av almennu byggisamtyktini
fyri Tórshavnar kommunu, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá
9. desember til og við 30. desember 2016, frá mánadegi til hósdag frá
kl. 9.00 til 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til 15.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 20. januar 2017.
torshavn.fo
Søkt verður eftir maskinmeistara at byrja
skjótast gjørligt.
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og
sjálvstøðugt arbeiði, í avbjóðandi umhvørvi.
Felagið stendur fyri at skula gera stórar
útbyggingar í Havnini, og fer at leggja um til
meira varandi orku, so talan er um eitt framsøki
og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran.
Førleikakrøv:
Tað er ein treyt av tú hevur fulla
maskinmeistara útbúgving. Ein fyrimunur er um
tú ert elektrikari, men tó ongin treyt.
Vit leggja dent á at tú hevur góð
samstarvsevni, ert arbeiðssamur, nærlagdur,
hevur góðan kunnleika til edv, autocad o.a.
Arbeiðsuppgávur:
Umframt vanligar rakstraruppgávur og
vaktarskipan, fevnir starvið um planlegging
av viðlíkahaldi av netinum, eftirliti við
útbyggingum, kundatænastur, o.a.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við
avvarðandi felag.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum,
viðmælum o.ø. skal sendast til
Fjarhitafelagið P/F
Stiðjagøta 6
Postrúm 3215
110 Tórshavn
Ella sum teldupostur: fjarhiti@fjarhiti.fo
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 16. desember 2016.
Nærri fast at vita um starvið við at venda sær
til Hans Chr. Dam, stjóra, á telefon 319559
ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í
trúnaði.
Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á
heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo
Maskinmeistari til
P/F Fjarhitafelagið
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f
Via, Aggusteinsvegur
5, 188 Hoyvík, skrás.
nr. 4593, sks.nr.
3-103/2016, verður
einhvør, ið hevur krøv
biðin um, skrivliga
at venda sær til
bústjóra, advokat
Petur Even Djurhuus,
Advokatfelagið,
Yviri við Strond 4,
100 Tórshavn, j.nr.
8801016, innan 4
vikur eftir at hetta
er kunngjørt, og
boða frá hesum
krøvum, uppgjørd við
møguligum rentum á
trotadegnum tann 15.
november 2016.
Skjalprógvan
fyri krøvunum
og makaskjal av
fráboðanini skulu
sendast við.
Tað verður innkallað til
skiftifund mikudagin
tann 25. januar
2017, kl. 09.15, í
skiftirættunum,
C. Pløyensgøta 1,
Tórshavn, at royna
fráboðaði krøv og
møgulig onnur
krøv. Ein listi við
krøvunum og við
tilmælum bústjórans
og fráboðanum
liggja til eftirskoðan í
skiftirættinum 2 vikur
innan skiftifundin.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 1. DESEMBER 2016.
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Rakstrarfólk til KT-deildina/Landssjúkrahúsið
Umsóknarfreist 12. desember 2016
Starvsfólk til Bráðdepilin/Leiðbeining
Umsóknarfreist 14. desember 2016
Sálarfrøðingur til Psykiatriska
depilin/Vaksin psykiatriin
Umsóknarfreist 15. desember 2016
Ergoterapeutur til Medisinska depilin/
Ergoterapideildina
Umsóknarfreist 15. desember 2016
Radiografur til Diagnostiska
depilin/Røntgen deildina
Umsóknarfreist 1. januar 2017
Sjúkrarøktarfrøðingur til Medisinska depilin/B6
Umsóknarfreist 1. januar 2017
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Martin
Benadikt Sofus Hansen,
Stoffalág 84, Tórshavn,
føddur tann 23. august
1942, deyður tann 28.
oktober 2016, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Yviri við Strond
4, postboks 359, 110
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
334/2016, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru
grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 6. desember 2016.
eblaðið
sos.fo
www.gevidblod.fo
VILT TÚ
GEVA BLÓÐ?
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.
Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum