mánadagur 12. desember 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD TÍÐINDI
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Adrian Cieslewicz gjørdi eitt
framúr comeback hjá wal
isiska The New Saints, tá
ið hann í gjár skeyt eitt mál
í 3-1-sigrinum ímóti Card
iff
Met.
Vegna
drúgvan
skaðasteðg var hetta var
fyrstuferð í fleiri mánaðir,
at hann spældi við, og hann
skeyt málið til 3-1. The New
Saints fær so at siga onga
kapping í walisisku deildini,
har teir eru 18 stig framm
anfyri nummar tvey. Teir
hava vunnið allar 17 dystirnar
í kappingarárinum, og málúr
tøkan er 63-10.
Við 1-0-sigri ímóti West Brom
wich heldur Chelsea fast um
oddasessin í Premier League,
somuleiðis
sum
Arsenal
heldur fast um 2. plássið við
3-1-sigri ímóti Stoke. Verri
gekst hjá nummar trý og fýra,
Manchester City og Liver
pool. City tapti 4-2 ímóti Lei
cester, meðan Liverpool fekk
2-2 ímóti West Ham. Størsti
vinnarin var nummar seks,
Manchester United, sum við
1-0-sigri á nummar fimm,
Tottenham, hevur otað seg
eitt vet nærri oddinum.
Í sponsku La Liga var FC
Barcelona
um
reppið
at
vinna seg nøkur stig inn á
oddaliðið Real Madrid hetta
vikuskiftið.
FC
Barcelona
vann greitt 3-0 á útivølli ímóti
botnproppinum
Osasuna,
og hóast Real Madrid uttan
Ronaldo, Bale og Benzema
var í stórum trupulleikum
ímóti Deportivo La Coruna,
so megnaði Sergio Ramos at
syrgja fyri einum 3-2-sigri
til Real Madrid í sjálvari
yvirtíðini, soleiðis at høv
uðsstaðarfelagið framvegis
er seks stig frammanfyri
FC Barcelona. Á triðja plássi
er Sevilla, einans eitt stig
aftanfyri FC Barcelona.
RB Leipzig hevur í ár tikið
øll á bóli við at vera oddalið
í týsku Bundesliguni, men
um vikuskiftið máttu teir
lata oddasessin frá sær, tá
ið hetta liðið, sum einans
hevur
spælarar
fyrst
í
20-árunum, púra óvæntað
tapti ímóti Ingolstadt. Hetta
var fyrsta tap í hesum kapp
ingarárinum, nú 14 dystir eru
spældir og Bayern München
aftur er oddalið, tó við sama
stigatali sum RB Leipzig.
Frá kappingarárinum 2018 og
framyvir verða Champions
League-dystir ikki spældir
kl.19.45, sum higartil hevur
verið vanligt. UEFA kunnger,
at avgerð er tikin um, at tveir
dystir verða spældir kl.18.00
og restin kl.20.00. Hetta eru
tíðspunkt, sum vit í dag
kenna frá Europa League.
UEFA kunnger harafturat,
at avgerð nú er tikin um
hvar finalurnar í Champions
League og Europa League
verða spældar í 2018. Finalan
í Champions League verður
spæld í Kiev í Ukreina, meðan
finalan í Europa League verð
ur spæld í franska býnum
Lyon.
FLOGBÓLTUR
Steypakappingar í flogbólti
hava verið um vikuskiftið.
Hetta var eitt gott vikuskifti
hjá Ternuni á Toftum, sum
hjá kvinnunum vunnu 3-2
ímóti Fleyr og menninir
3-0 ímóti Mjølnir. Har hava
menninir hjá Ternuni longu
tryggjað sær víðari luttøku.
Í sama bólki hjá kvinnunum
dystaðust eisini KÍF og Drátt
ur. Her vann KÍF dystin 3-2, og
eru øll liðini í bólkinum tískil
komin á stigatalvuna og
hava møguleika at spæla seg
víðari. Í hinum bólkinum hjá
kvinnum hevði SÍ vitjan av
Mjølnir, har tær vunnu tep
urt 3-2, meðan TB vann greitt
3-0 á heimavølli ímóti ÍF. SÍ
hevur tryggjað sær víðari lut
tøku, meðan TB og ÍF kappast
um at fáa 2. plássið.
Í steypakappingini hjá monn
um hava verið tveir dystir
hetta vikuskiftið. Umframt
3-0-sigurin hjá Ternuni ímóti
Mjølnir, so hevur SÍ eisini
vunnið 3-0. Tað var í Trong
isvági leygardagin, har TB
tók ímóti. Ein dystur er eftir
at spæla í bólkinum, og hann
verður komandi sunnudag
í Gundadalshøllini, har TB
kemur á vitjan hjá Fleyr. Har
krevst ein 3-0-sigur til TB, um
teir skulu gera sær far um at
spæla seg víðari í kappingini.
Gundadalshøllin, Høllin á
Hálsi og Hoyvíkshøllin var
leygardagin karmur um eina
FK Kapping við metstórari
luttøku. Ikki færri enn 138 lið
vóru tilmeldað við tilsamans
900 leikarum. Umleið 475
dystir vórðu avgreiddir. Flog
bóltssambandið skrivar á
heimasínu sínari, at tað hevur
verið stórt trýst á at fáa allar
dystirnar avgreiddar, men at
tað gekk væl og kappingin
endaði
leygarkvøldið
um
19-tíðina. Christina Nolsøe,
fyrireikari frá Fleyr, sigur seg
gleðast um framgongdina
í tilmeldaðum liðum, og at
støðið er hækkandi.
HONDBÓLTUR
Mansliðið hjá ÍF Føroyum
spældi í gjár sín seinasta
dyst áðrenn jól, tá ið teir
taptu tepurt 24-23 ímóti TIK
Taastrup eftir at hava verið
aftanfyri 13-11 í hálvleiks
steðginum. ÍF Føroyar er í
løtuni á 9. plássi í 2. division
øst, har tað eru 13 lið við.
Føroysku útisetarnir hava
fingið níggju stig fyri 13 dyst
ir.
Tað var oddabrak í millum
spælinum, tá ið Danmark og
Noreg í gjár dystaðust í EM-
endaspælinum hjá kvinnum.
Bæði liðini høvdu fingið fult
stigatal í fyrstu dystinum,
men í norðurlendsku granna
uppgerðini
í
gjár
vóru
evropameistararnir omaná
og vunnu 22-20 eftir at hava
verið á odda 14-9 í hálv
leikssteðginum.
Noreg
er
so gott sum tryggjað pláss
í hálvfinaluni, meðan Dan
mark helst skal vinna ímóti
OL-vinnarunum úr Russlandi
í annaðkvøld fyri at spæla seg
víðari.
Meðan Noreg, Danmark og
Rumenia hava hug at fara frá
hinum í millumsspælsbólki
tvey, so er spenningurin
stórur í millumspælsbólki
eitt, har Týskland, Frakland
og Holland øll eru á odda
við fýra stigum. Svøríki og
Serbia eru beint í hølunum á
teimum við trimum stigum í
part, meðan Spania er aftast
við ongum stigi. Fjórða umfar
í hesum millumspælsbólk
inum verður spælt í dag og í
kvøld.
RÓGVING
Sarita Kristina Hansen úr
Miðvági luttók í gjár í Brit
ish Indoor Rowing Champ
ionships, og har hepnaðist
tað bara heilt væl. Hon vann
nevniliga gull á 2000m-tein
inum, og á 500m-teininum,
har hon eisini luttók, gjørdist
hon nummar seks.
SARITA VANN
GULL Í ONGLANDI
Sarita K. Hansen úr Miðvági hevur vunnið gull í stórari enskari kapping í inniróðri. Umframt
eitt legg út í heim, so snúgva tey stuttsøgdu seg eisini um føroyskan flogbólt og hondbólt