mánadagur 12. desember 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
14
OYGGJALEIKIR
Heri Simonsen
Í grannalandi okkara fyri
sunnan,
Orknoyggjum
vilja tey á fyrsta sinni hýsa
oyggjaleikunum. Eftir ætlan
vilja
Orknoyggjar
hýsa
oyggjaleikunum á sumri í
2023. Talan er um júst somu
oyggjaleikir, sum ÍSF ætlar,
at
Føroyar
skulu
hýsa.
Robbie
Fraser,
formaður
í oyggjaleikanevndini hjá
Orknoyggjunum greiddi frá,
tá Sosialurin hitti hann í
Kirkwall seinast í september,
at í Kirkwall er ein ítróttar
miðstøð, sum nevnist The
Pickaquoy Centre. Hendan
ítróttarmiðstøðin
saman
við øðrum ítróttarvøllum
á høvuðsoynni Mainland,
og í hinum størra býnum á
Mainland, Stromness ger tað
møguligt hjá Orknoyggjum
at hýsa 12 ella 13 ítróttar
greinum.
Ætla ikki útum
høvuðsoynna
Robbie Fraser staðfesti, at
tey ætla ikki at ferðast útum
høvuðsoynna, Mainland við
leikunum. Hansara upplegg
er, at flogbóltskappingin og
møguliga onkur onnur kapp
ing verður í Stromness, sum
er býurin har ferjan úr Scrab
ster leggur at. Tað tekur 25
minuttir at koyra úr Strom
ness til Kirkwall. Í Kirkwall
skulu so flestu kapping
arnar fara fram, burtursæð
frá fótbóltskappingini, sum
fer at verða spæld á vøllum
kring alt Mainland. Hetta
er vanligt á oyggjaleikum,
at fótbóltskappingin liggur
spjødd kring alla vertsoynna.
Robbie Fraser slóð fast, at
tey ætla at gera tað soleið
is, at tey íðkandi skulu hava
minst møguligt av ferðing
á oyggjaleikunum á Orkn
oyggjum.
Hava tveir golfvøllir
Robbie Fraser greiddi okkum
frá, at Orknoyggjar hava
tveir golfvøllir, sum eru nóg
góðir til oyggjaleikir. Tað er
so meir enn Føroyar í verandi
stund kunnu bjóða. Robbie
Fraser viðgongur, at tað,
sum í Føroyum ikki er nóg
mikið av gistingarhúsum á
Orknoyggjum, men hann
vónar, at eins og á oyggja
leikunum á Bermuda í 2013,
at tey í Orknoyggjum eisini
kunnu bjóða ítróttarfólkum
at búgva á skúlum meðan
leikirnir eru. Robbie Fraser,
sum eisini er journalistur hjá
BBC Orkney hevði vónað, at
grannaoyggjarnar, Hetland,
Suðuroyggjar (Hebridurnar)
og Føroyar vildu stuðla um
sóknini hjá Orknoyggjum at
hýsa oyggjaleikunum í 2023.
Robbie Fraser vísti eisini á,
at um leikirnir verða í Ork
noyggjum í 2023, so fara før
oyingar eisini at hava eina
stutta leið til oyggjaleikirnar.
Tá kann t.d. verða flogið til
Wick í Norðurskotlandi, og
hagani kann verða koyrt til
Scrabster, har tað tekur tveir
tímar við ferju at sigla til
Stromness á Orknoyggjum.
Fyrimunirnir
Føroyar hava
Í mun til at kappast við
Føroyar um at sleppa at
hýsa oyggjaleikunum í 2023
hava
Orknoyggjar
bæði
fyrimunir og vansar. Tá
tað kemur til undirstøði
kervi,
internetssamband,
og hallir og vøllir við nógv
um áskoðaraplássum eru
Føroyar væl betur fyri enn
Orknoyggjar. Robbie Fraser
vónar og væntar tó, at
Orknoyggjar fáa eitt nógv
betri
internetssamband
komandi árini, og at tað
eisini fer at verða bøtt um
undirstøðukervi.
Føroyar
hava eisini tann fyrimun, at
fótbólturin,
hondbólturin,
flogbólturin,
fimleikurin,
talv og aðrar ítróttargreinir
hava nógvar og drúgvar
royndir at skipa fyri altjóða
og millumtjóða kappingum.
Orknoyggjar hava ikki sæð
nógv til slíkar kappingar.
Fyrimunirnir
Orknoyggjar hava
Í mun til Føroyar hava
Orknoyggjar tó nakrar fyri
munir, tá tað kemur til at
vinna rættin at hýsa oyggja
leikunum í 2023. Orknoyggj
ar hava ikki havt nakað
prestisjutap, har tey hava
boðið sær til at hýst oyggja
leikunum, fyri síðani at
boða frá, at tey ikki kunnu
hýsa teimum kortini. Hetta
prestisjutapið hava Føroyar
liðið, og tað hevur kostað í
umdømi. Orknoyggjar eru
ein bretskur oyggjabólkur,
og meirilutin av oyggjunum,
ið kappast á oyggjaleikunum
hoyra til Bretland ella til
bretsku
krúnuna.
Tí
er
givið, at Orknoyggjar hava
ein fyrimun har. Nógvar
oyggjar vilja, og næstan
krevja, at golf verður bjóðað
á
oyggjaleikunum.
Har
kunnu Orknoyggjar bjóða
tveir golfvøllir, meðan vit
hava bara ein golfvøll, sum
ikki hevði verið góðkendur
til oyggjaleikir í núverandi
líki. The Pickaquoy Centre
ger heldur ikki umsóknina
hjá Orknoyggjum veikari.
Har hava tey hallir, svimjihyl
og breyt til frælsan ítrótt
á einum og sami staði. Tað
kann gerast tungt hoyggj hjá
ÍSF at sigra á Orknoyggjum
í kappingini um at sleppa
at hýsa oyggjaleikunum í
2023. Í Sosialinum komandi
mánadag fara vit at hyggja
nærri eftir ynskinum hjá
ÍSF at sleppa at hýsa oyggja
leikunum í 2023.
ORKNOYGGJAR EGNA
VIÐ ÍTRÓTTARMIÐDEPLI
OG GOLFVØLLUM
Á Orknoyggjum vóna tey fyri fyrstu ferð í søguni at kunna hýsa oyggjaleikunum.
Tey ætla eins og ÍSF at hýsa oyggjaleikunum í 2023. So lagt er upp til grannastríð
Orknoyggjar hava tveir golfvallir
Robbie Fraser er formaður í
oyggjaleikanevndini á Orknoyggjum
Svimjihylurin í The Pickaquoy Centre í Kirkwall