Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÚTISETAR Neli Heldarskarð Tá ið botndysturin í dag ímillum Viborg og OB, ið hevur føroyska Jóan Símun Edmundsson á liðnum, er avgreiddur, fer danska Superligan í vetrarsteðg. Serligt við Superliguni í ár er, at deildin hevur fingið eina nýggja kappingarskipan, har 26 umfør verða spæld í einum grundspæli, áðrenn tey 14 liðini í kappingini verða uppbýtt í tríggjar bólkar, har seks tey fremstu fara í ein meistarabólk, meðan átta tey niðastu fara í hvør sín bólk. Fyri bólkarnar hjá teimum niðaru liðunum er galdandi, at tey í besta føri kunnu vinna sær evropeiskt pláss, meðan tey í ringasta føri kunnu flyta niður. Fyrstu 21 umførini í grunds­ pælinum eru um at vera avgreidd Í Superliguni, sum er deildin, har tríggir, føroyskir landsliðsleikarar sína dagligu gongd. Teir eru Hallur Hansson hjá AC Horsens, Jóan Símun Edmundsson hjá OB og Brandur Hendriksson Olsen hjá Randers FC.  Vit taka samanum fyrru hálvu av kappingarárinum hjá føroysku fótbóltsútisetunum í bestu fótbóltsdeildini í Danmark. Hallur Hansson Dystir: 19 Minuttir: 1645  Mál: 3 Upplegg: 1 Kort: 4 gul Hallur Hansson tók enn eitt fet rætta vegin á fótbóltsleiðini, tá ið hann í summar skifti frá Vend­ syssel í næstbestu deildini til AC Horsens, sum í ár er uppflytari í Superliguni. Hetta er aðru ferð, at Hallur Hansson spælir í Super­ liguni. Talan hevur verið um eitt sera væleydnað skiftið hjá Halli Hanssoni, ið beinanvegin vann sær fast pláss á vinstra vongi hjá AC Horsens. Hetta er ikki vanliga plássið hjá Halli Hanssoni, sum altíð hevur verið sentralur mið­ vallari, men tað hevur als ikki darvað avrikini hjá orkuríka før­ oyinginum. Frá sínum plássi á vinstra vongi hevur Hallur Hansson skorað trý mál ímóti ávíkavist OB, FC Midt­ jylland og Viborg. Fyrsta Super­ ligumálið skoraði Hallur Hansson í  august í føroyingauppgerð ímóti Jóan Símuni Edmundsson, tá ið AC Horsens vann 1-0 ímóti OB. Felags fyri hini bæði málini, sum Hallur Hansson hevur skorað er, at tey eru í skorað dystum, sum AC Horsens hevur tapt. Føroyski stríðsmaðurin er kend­ ur fyri sínari nógvu rennimegi, og hevur danski fótbóltsheimurin eisini varnast. Í oktober vístu hagtøl hjá superliga.dk, at bert átta leikarar í Superliguni runnu meira enn Hallur Hansson. Fyrivarni skal takast fyri, at góður møguleiki er fyri, at tølini eru broytt síðani, men tá ið hagtølini vórðu kunngjørd rann Hallur Hansson heili 11,6 kilometrar í hvørjum dysti. Tað hevur eisini gingið væl hjá AC Horsens, sum er nummar sjey og bert hevur trý stig upp til eitt sæti í meistarabólkinum. Saman­ umtikið telist Hallur Hansson ímillum profilarnar hjá AC Horsens, og hann kan loyva sær at vera væl nøgdur við fyrsta hálvár sítt í AC Horsens, hóast føroyingurin sjálvur heldur, at ymiskt kann blíva betur.  Fríggjadagin spældi AC Horsens sín seinasta dyst hesumegin 2017, tá ið dysturin ímóti AAB varð vunnin heili 3-0. Hallur Hansson spældi ikki við vegna leikbann. Jóan Símun Edmundsson Dystir: 18 Minuttir: 1383 Mál: 4 Upplegg: 2 Kort: 4 gul Júst sum Hallur Hansson, so tók Jóan Símun Edmundsson eisini eitt stig rætta vegin á yrkisleiðini, tá ið hann fyri einum ári síðani skifti Vejle í næstbestu deildini út við OB í Superliguni. Spælitíðin var ikki tann heilt nógva í farna kapp­ ingarári, men í hesum kappingar­ árinum hevur tað eydnast toftamanninum at fingið eitt slag av einum gjøgnumbroti í OB, har hann er vorðin fastur maður. Eitt annað, sum Jóan Símun Edmundsson eisini hevur til felags við Hall Hansson er, at í felagi sínum spælir hann eiheldur á sama plássi, sum hann ger á føroyska landsliðnum. Føroyingar kenna Jóan Símun Edmundsson sum fremsta áleyparan, men í OB eru danir vanir við at síggja Jóan Símun sum fastan fús á høgra vongi. Frá vonginum liggur tó eisini væl fyri at skjóta mál, og tey hevur Jóan Símun Edmundsson skorað fýra av í hesum kappingarárinum. Tvey ímóti AAB, eitt ímóti Lyngby og eitt ímóti Esbjerg.  Hesi fýra málini eru nóg mikið til at vera toppskjútti í felagnum, og eisini er tað meira enn ein fjórðingur av teimum málum, sum OB hevur skorað alt kappingarárið. Felagið úr Fyn hevur nevniliga havt eitt sera ringt kappingarár og hevur bert skorað 15 mál í Superliguni. Undan botndystinum í dag ímóti Viborg er OB næstaftast við 17 stigum fyri 20 dystir. Toppskjúttin hjá felagnum er tó føroyskur og samanumtikið kann Jóan Símun Edmundsson gleðast um, at hann byrjar inni so at siga hvørjaferð hjá felagi í bestu, donsku deildini. Brandur Hendriksson Olsen Dystir: 5 Minuttir: 120 Mál: 1 Upplegg: 0 Kort: 0 Í fyrru hálvu av 2016 royndi var Brandur Hendriksson seg sum leigusvein í Vendsyssel í næstbestu deildini. Í summar takkaði skálvíkingurin síðani fyri seg í  høvuðsstaðarfelagnum FCK, tá ið hann skifti til eittt annað Superligulið, Randers FC. Tað hevur tó ikki gingið eftir vild hjá føroyska miðvallaranum við frálíka bóltførleikanum. Spælitíðin hevur verið sera avmarkað, og hetta sæst aftur í, at Brandur Hendriksson bert hevur fingið 120 minuttir av Superligufótbólti í hesum kappingarárinum. Vert er tó at nevna, at Brandur Hendriksson kortini hevur megnað at skorað mál hóast avmarkaðu leiktíðina. Hetta hendi 5. november, tá ið Brandur Hendriksson eftir bert 15 minuttir á vøllinum skoraði avgerandi málið til 2-1, tá ið Randers vann heimasigur ímóti FC Nordsjælland. Ofta verður tikið til, at tað kann vera striltið hjá leikarum at vinna sær pláss á liðum, har tað gongur væl. Higartil hevur Randers havt eitt sera gott kappingarár, tí liðið fer í vetrarsteðg sum nummar fýra við 32 stigum - fimm meira enn AC Horsens hjá Halli Hansson.  Eftir er bert at vóna, at ungi Brandur Hendriksson kann vinna sær pláss á liðnum hjá Randers, sum í løtuni er ímillum tey betru í Superliguni. Vit taka samanum fyrru helvt av kappingarárinum hjá útisetunum í Superliguni. Tað hevur gingið væl hjá Halli Hansson og Jóan Símuni Edmundsson, meðan tað hevur verið heldur misjavnt hjá Brandi Hendriksson Olsen HALLUR OG JÓAN SÍMUN ÍMILLUM TEIR GÓÐU RUNDANUM SUPERLIGUNA