Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Tað var ein roynd at ræða vestmenningar, tá H71 gjørdu eina fintu á dómaraseðlinum undan toppdystinum móti VÍF. Tað endaði við, at Hilmar Leon Jacobsen ikki stóð á dómaraseðlinum. - Vit valdu at skriva Peter Krogh á dómaraseðilin í eini roynd at ræða vestmenningar, sigur Sonni Larsen, sum tekur fulla ábyrgd fyri kiksaðu fintuna. Vónsvikin av vøllinum Tað vóru farnir fýra og ein hálvur minuttur av odda­brakinum í FTZ- deildini ímillum VÍF og H71, tá ið 19 ára gamli hoyvíkingurin, Hilmar Leon Jakobsen, við góðum skoti legði H71 á odda 2-0. Helst hevði evnaríki bakspælarin væntað sær ein stóran leiklut í dystinum í gjár, tí H71 var framvegis profilar sínar, Peter Krogh og Jónas Djurhuus, fyriuttan á vøllinum. Gleðin um skoraða málið var tó stokkut fyri Hilmar Leon, tí hansara dystur endaði, tá ið málið varð skorað. Tá varnaðust tey við dómaraborðið, at hann rætt og slætt ikki var skrivaður á dóm­ araseðilin. Reglurnar eru greiðar og ikki til at boyggja, og harvið mátti Hilmar Leon Jakobsen fara vónsvikin av vøllinum. Tó bleiv málið hjá honum viðurkent, tí at spælið helt áfram í nøkur sekund eftir málið. Hevði spælið ikki verið sett ígongd aftur, áðrenn dóm­ ararnir vistu, hvat var áfatt, so hevði málið, sum í einum tøttum dysti kann hava rættiliga stóran týdning, ikki verið viðurkent. Í skipaðum fótbólti er øllum greitt, at spælir eitt lið við einum manni, sum ikki stendur á dómaraseðlinum, so verður hetta liðið dømt at tapa, um kært verður um hetta. At síggja til eru reglurnar ikki líka strangar í hondbólti, tí avleiðingin fyri hoyvíkingar var ikki verri enn so, at venjarin, Sonni Larsen, fekk eitt gult kort samstundis sum Hilmar Leon Jakobsen fór av vølli­num.  Vanliga er Hilmar Leon Jakob­ sen ímillum teir føstu hjá H71, og tí tykist tað sera løgið, hvussu hann kundi verða gloymdur á dómara­ seðlinum. Sonni tekur ábyrgdina Hilmar Leon Jakobsen fór vón­ svikin av vøllinum, og onki er at siga til, at hann harmast um støðuna, sum hann kom í. – Hetta er øgiliga keðiligt. Hetta er ein oddadystur í á útivølli Vestmanna. Ein slíkur býttur feilur kann koma fyri, men hann skal helst ikki koma fyri. Tað er øgiliga keðiligt, tá ið slíkt kemur fyri, sigur Hilmar Leon Jakobsen. Venjarin hjá hoyvík­ing­um, Sonni Larsen, sigur, at ábyrgdin er hansara. Hann leggur tó dent á, at eftir dystin fyllir hendingin ikki nakað serligt hjá H71. –  Eg havi høvuðsábyrgd av dómaraseðlinum. Vit valdu at skriva Peter Krogh á dómaraseðilin í eini roynd at ræða vest­menn­ ingarnar eitt sindur. Sjálvandi plaga vit altíð at hyggja dóm­ara­ seðilin ígjøgnum, men samanum­ tikið fyllir hendan hendingin ikki serliga nógv hjá okkum eftir dystin. Vit høvdu skulað talt betur eftir, longri er søgan ikki. Tó havi eg ongantíð upplivað nakað líknandi áður, sigur Sonni Larsen. Peter Krogh breyt tum­milin fyri fýra vikum síðani. Tá segði hann í samrøðu við in.fo, at hann ikki spældi við í seks vikur. Hóast Peter Krogh hitaði upp við lið­feløgunum undan dystinum í gjár, so er hann helst ikki komin somikið fyri seg, at hann er spæliførur. Hóast dysturin gjørdist sera javnur, so kom danski stórskjúttin hjá H71  ongantíð á vøllin. Dysturin Undan dystinum vóru VÍF og H71 ájøvn oddalið við 19 stigum. VÍF átti tó fremsta plássið undan dystinum, tí vestmenningar høvdu betri málúrtøku. Tó skal havast í huga, at vestmenningar hava spælt ein dyst fleiri enn hoyvíkingar. Tað darvaði ikki H71 stórvegis, at Hilmar Leon Jakobsen fall frá, tí serliga í seinnu helvt av fyrra hálv­ leiki kom ferð á maskinaríið hjá hoyvíkingum, ið fóru til hálvleiks á odda 15-11.  – Tað fer altíð at vera soleiðis, at eitt lið má spæla eftir fortreytunum í einari givnari støðu. Í gjár blivu fortreytirnar broyttar, tá ið vit ikki sluppu at brúka Hilmar Leon meir, men so var bara at seta aðrar mans inn, sigur Sonni Larsen. Í seinna hálvleiki komu vest­ menningar tó sterkt afturíaftur. Stigvíst bleiv leiðslan hjá H71 etin upp, og hetta úrslitaði í, at VÍF javnaði til 21-21 eftir 46 minuttir.  Tað var tó H71, sum fekk seinasta orðið og endurvann oddasessin, ið hoyvíkingar hava havt so at siga alt kappingarárið. VÍF megnaði ong­ antíð at leggja seg á odda, og ístaðin fór H71 avstað við sigrinum og vann 29-27. - Tað vísir mentala styrki, at vit kortini megna at vinna dystin. Leikararnir avrika framúr væl og loysa uppgávurnar væl. Verjan hjá okkum stendur væl og í álopinum megnaðu vit at finna røttu loysnirnar í okkara spælætlan. Í Hoyvík hava vit ein breiðan hóp við leikarum, ið hava áræði og nógva spæligleði, sigur Sonni Larsen. Úrslitið merkir, at H71 nú er einsamalt oddalið í FTZ-deildini við 21 stigum. Eftir átta dystir á rað uttan tap má sigast, at alt bendir á, at H71 eisini fer at spæla FM-finalu í hesum kappingarárinum. Neistin aftur á beint Mikukvøldið stóð illa til hjá neistamonnum, ið lótu heili 40 mál inn í tapi ímóti VÍF. Longu leygardagin skuldu neistamenn royna at vaska hetta tapið av sær, tá ið enn ein trupul útidystur var á skránni - hesaferð ímóti KÍF í Kollafirði.  Neistamenn løgdu út við buldri og braki og løgdu seg á odda heili 8-1 tíðliga í dystinum. Kollfirðingar fingu tó fótað sær og skapt eitt sindur av spenningi undan hálv­ leikssteðginum. Liðini fóru til hálv­ leiks við støðuni 15-11 til Neistan. Heilt spennandi bleiv dysturin tó ongantíð, tí Neistin megnaði allan dystin á tamb at hava eina leiðslu upp á minst trý mál. Endin bleiv tann, at Neistin vann dystin 25-21. Sonni Larsen, venjari hjá H71, tekur fulla ábyrgd fyri, at Hilmar Leon Jacobsen ikki stóð skrivaður á dómaraseðlinum til oddabrakið móti VÍF. Fintan á dómaraseðlinum kiksaði SONNI TEKUR FULLA ÁBYRGD MANSHONDBÓLTUR VÍF-H71 27-29 (11-15) VÍF: Filip Jojic 8, Rúni Joensen 6, Sjúrður Olsen 3, Julian Olsen 3, Bjarti Hansen 2, Høgni Zachariassen 2, Jugoslav Djumic 2 og Ingi Olsen 1. H71: Dánjal Tórgarð 7, Bogi Gaard Davidsen 5, Niklas Hanusarson 5, Pætur Thomsen 4, Rúni Vest Højgaard 3, Helgi Hoydal 2, Ári Dam 1, Vilhelm Poulsen 1 og Hilmar Leon Jacobsen 1. KÍF-Neistin 21-25 (11-15) KÍF: Fríði Veyhe 9, Andrias Nielsen 4, Rúni Joensen 3, Frederik Sørensen 2, Tony Weyhe 1, Jákup Trygvason 1, Vilhelm Magnussen 1 Neistin: Rói Berg Hansen 8, Kristoffer Moe 7, Frank Askildsen 3, John í Innistovu 2, Pál Niclasen 2, Herbjørn Lava 1, Torstein Balle 1, Pætur Mikkjalsson 1 Dystir komandi vikuna: Týsdagin 13. desember klokkan 20: KÍF-StÍF Mikudagin 14. desember klokkan 20: Kyndil-Neistin og H71-Team Klaksvík Leygardagin 17. desember klokkan 16: StÍF-H71 og Team Klaksvík-VÍF Leygardagin 17. desember klokkan 18: KÍF-Kyndil FINTAN Á DÓMARASEÐLLINUM KIKSAÐI Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munu r Stig 1 H71 13 353 293 60 21 2 VÍF 14 422 360 62 19 3 Kyndil 14 373 349 24 17 4 KÍF 13 336 320 16 16 5 Neistin 14 345 364 -19 12 6 StÍF 14 387 394 -7 10 7 Team Klaksvík 14 292 428 -136 1 Hilmar Leon Jacobsen í samrøðu við Rás2