mánadagur 12. desember 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KVINNUHONDBÓLTUR
Neli Heldarskarð
Seinastu árini hava úrslitini hjá
stolta kvinnuhondbóltsfelagnum í
Klaksvík, Stjørnuni, ikki verið
nakað at reypa av. Gongdin er ikki
blivin betur í ár, tí eftir níggju
umfør hevði Stjørnan bert vunnið
sær eittans stig. Men í gjár fingu
klaksvíkskvinnur loksins ein sigur
at frøðast um.
Nýggjur útlendingur
gjørdi mun
Fyri
besta
kvinnuliðnum
hjá
vestmenningum hevur talan verið
um eitt sera strævið kappingarár.
Undan kappingarárinum hevði VÍF
stórar ætlanir og ætlaði at spæla
við í stríðnum um føroyameista
raheitið, sum VÍF á kvinnusíðuni
ikki hevur vunnið síðani 2002.
Tveir av teimum heilt góður
leikarunum í Hvonndeildini, Turið
Arge Samuelsen og Marianna
Geirsdóttir Eystberg, komu til
Vestmanna úr Kyndli, og eisini varð
roknað
við
Marionnu
Holm
Jacobsen,
sum
í
fjør
bleiv
toppskjútti í Hvonndeildini. Í dag
er støðan tó tann, at Turið Arge
Samuelsen er farin aftur til Kyndil,
samstundis sum bæði Marianna
Geirsdóttir Eystberg og Marianna
Holm Jacobsen eru langtíðar
skaddar. Harafturat manglar VÍF
eisini eina røð av øðrum leikarum
av ymsum orsøkum, og tískil
stendur VÍF eftir við einum nógv
veikari liði enn tað, ið byrjaði
kappingina.
Sum ein avleiðing av stóra
mannfallinum er VÍF farið út um
landoddarnar eftir nýggjum styrki.
Nýggi útlendingurin hjá VÍF eitur
Ema Bezanovic, sum er úr Serbia og
spælir á vinstra bakki.
Ema Beza
novic gjørdi góðan mun ímóti
Stjørnuni, men kortini gjørdist VÍF
fyrsta liðið, sum tapti ímóti Stjør
nuni í hesum kappingarárinum.
Stjørnan hevði munin í fyrra
hálvleiki og fór til hálvleiks á odda
15-10. Í seinna hálvleiki var ongin
serligur ivi um, at nú var dagurin
komin, har Stjørnan fór at vinna, tí
at eitt skifti í seinna hálvleiki vóru
heili sjey mál á muni, tá ið Stjørnan
kom á odda 23-16. At enda bleiv tó
ongantíð nakað veruligt skrædl,
men Stjørnan vann tryggan sigur:
29-24.
Toppskjútti hjá VÍF gjørdist
áðurnevnda Ema Bezanovic, sum
skoraði átta mál. Hjá Stjørnuni var
tað bert 17 ára gamla Tóra Eliasen,
ið gekk á odda við málskjótingini.
Hon skoraði somuleiðis átta mál.
Øll liðini í Hvonndeildini hava
nú spælt 10 dystir. Stjørnan er
framvegis aftast saman við StÍF,
meðan ongin ivi er um, at tað
verður ikki í hesum kappingar
árinum, at kvinnurnar hjá VÍF fara
at stríðast um nakað meistaraheiti.
VÍF er miðskeiðis í deildini við átta
stigum og hevur nú tapt heili fýra
dystir á rað.
Neistin staðfesti
oddastøðuna
Meðan Hvonndeildin hevur ligið
still í tríggjar vikur orsakað av HM-
undankappingini, sum var í Før
oyum seinasta vikuskiftið, hava
oddaliðini bæði, Neistin og Kyndil,
verið ájøvn í stigum. Tó høvdu
neistakvinnur ein dyst í hondini,
sum varð spældur í gjár, tá ið VB
vitjaði í høllini á Hálsi.
VB var botnlið í farna kapp
ingarári, men liðið hevur tikið seg
nógv fram í hesum kappingar
árinum og er nú fremsti biðilin til
at spæla við í stríðnum um
finaluplássini í Hvonndeildini, har
høvuðsstaðarfeløgini hava verið
einaráðandi seinastu árini.
Í gjár
var tó ongin ivi, tí VB var sent suður
aftur til Vágs við trivaligum tapi.
Við sigri áljóðandi 28-21 er Neistin
nú einsamalt oddalið í Hvonn
deildini.
Mikukvøldið fær Kyndil tó enn
ein møguleika at koma ájavnt við
bláu grannarnar í stigum, tá ið júst
Neistin
og
Kyndil
hittast
til
oddadyst.
VÍF hevði nýggjan útlending á liðnum, men kortini eydnaðist
tað Stjørnuni at vinna sín fyrsta dyst hetta kappingarárið
SIGURIN KOM Í
TÍGGINDU ROYNDINI
Dystir komandi vikuna:
Mikudagin 14. desember klokkan 18.30: Kyndil-Neistin Leygardagin
17. desember klokkan 14.30: StÍF-Stjørnan Leygardagin 17.
desember klokkan 15: VB-Kyndil
VÍF-Stjørnan 24-29 (10-15)
VÍF: Ema Bezanovic 8, Daniella Joensen 5, Tóra Seloy 5, Randi
Virgarsdóttir 2, Ronja Johannesen 2, Kathe Frederiksen 1 og Lív
Ingdorsdóttir 1.
Stjørnan: Tóra Eliasen 8, Jansy Jacobsen 5, Hervør Olsen 4, Durita
Ljósstein 4, Sonja Lava Sirdal 3, Jórun B. Nielsen 2, Ella Petersen 2 og
Una Váðklett 1.
Neistin-VB 28-21 (16-13)
Neistin: Brynja Høj 6, Eir Berg 5, Fríða á Dunga 4, Bára Hansen 4, Lilja
Mohr 4, Birita Ingolfsdóttir 2, Súsanna Pálsdóttir Nólsoy 2 og Jaclin
Durhuus 1.
VB: Daniela Mistric 8, Gurið K. Augustinussen 5, Rúna M. Jacobsen
3, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Bára K. Mortensen 1 og Rannvá
Johannesen 1.
Við sínum átta málum gjørdist blaðunga Tóra
Eliasen toppskjút hjá Stjørnuni
Nummar
Lið
Dystir
V.m.
T.m.
Munu
r
Stig
1
Neistin
10
278
195
83
18
2
Kyndil
10
252
203
49
16
3
VB
10
261
258
3
12
4
VÍF
10
245
265
-20
8
5
StÍF
10
185
231
-46
3
6
Stjørnan
10
207
276
-69
3
SO VANN STJØRNAN