Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bárður Skorheim Guttesen Um vikuskiftið hava fimm før­ oyskir svimjarar luttikið í HM í Kanada. Tríggir undir føroyskum flaggi og tveir undir donskum flaggi. Í mun til tá Pál Vitalis Joensen toppaði, so eru tíðirnar ikki tær somu. Talan bleiv ikki um heiðursmerki, hóast vónin var har. Ein av teimum, sum kemur vónbrotin heim er Óli Mortensen. Hann bleiv nummar 31 í 1.500 metrum við tíðini 15:24.57. Tað var ikki heilt eftir ætlan. Nú sigur Óli Mortensen frá HM kappingini, lívinum á jólum sum svimjari og hvat hann heldur restar í, at Føroyar fáa fleiri góðar svimjarar. Nýggir venjarar Óli Mortensen er føddur og upp­ vaksin í Tórshavn, har hann eisini byrjaði at svimja. Hann hevur klárað seg væl í sínum ungu árum, og hevur hevur nýliga flutt bústað til Keypmannahavnar, fyri at supplera evnafrøði og síðani at lesa hægri lesnað í summar. Tí hevur verið neyðugt hjá honum at skifta felag. Hann svimur nú við Hovedstadens Svømmeklub í Keypmannahavn. Her hevur hann klára seg væl og hevur millum annað fingið góð úrslit í eini kapping í Svøríki, til DM í Esbjerg og so vann hann enntá innanhýsis kappingina í felagnum her fyri. – Eg havi nýggjar venjarar og hetta er fyrstu ferð, at teir hava við mína niðurtrapping at gera. Tað er eitt sindur so sum so við mínari niðurtrapping um hon riggar ella ei. Tað tekur sjálvsagt tíð hjá teimum at læra meg at kenna. Eg vænti tó ikki at eg havi toppa ov tíðliga, men vænti bara at eg hevði eina góða viku í Svøríki, sigur Óli Mortensen. Góðar vónir Av tí at gongdin hjá Óla Mortensen hevur verið góð í seinastuni, so vóru vónirnar eisini góðar til HM í Kanada. - Eg hevði góðar vónir og væntaði at betra meg nógv. Eg havi vant væl og klárað meg væl til kappingar í allan vetur. Nú hevði eg stigvíst minkað um venjingina, fyri at hava yvirskot til hesa kappingina. Tí væntaði eg at svimja væl skjótari enn eg gjørdi, sigur Óli Mortensen vónbrotin á málinum. Kappingin er als ikki fari til spillis, tí ungi havnarmaðurin hevur fingið góðar royndir av at fylgja Páli V. Joensen. – Eg havi lært nógv av hesi kappingini. Serliga tí eg havi havt møguleika, at fylgja Páli Joensen heilt nær og lært hvussu ein skal fyrireika seg til eina stóra kapping. Tað komi eg heilt sikkurt at kunna brúka, sigur Óli Mortensen. Einsemi og venjing á jólum Óli Mortensen hevur nú bert eina kapping fyri lið í Danmark eftir, áðrenn hann skal til Føroya at halda jól. – Eg havi ikki orduliga tíð at halda frí um jólini. Onkur einkultur frídagur verður, men eftir nýggjár fari eg aftur undir harða venjing, staðfestur Óli Mortensen. Svimjara-tilveran er ikki altíð líka løtt. Hørð venjing og einsemi er ein partur av gerandisdegnum, og tá er týdningarmikið at hava eitthvørt at halda motivatiónini uppi. – Eg valdi svimjing, tí tað var tað eg var bestur til. Eg havi ein dreym um at sleppa at svimja til OL og hetta er tað sum fær meg at halda á - sjálvt um tað er tungt til tíðir. Serliga dámar mær væl, at tað er ein einstaklinga ítróttur. Sjálvsagt verður tað eitt sindur einsamalt til tíðir, men mær dámar serliga væl at tað er ein sjálvur, ið skal arbeiða hart fyri sínum úrslitum, sigur Óli Mortensen og leggur afturat: – Tú kann siga, at eg havi mist nógv av ungdómslívinum vegna svimjing. Tá hugsi eg serliga um ball, námsferð og annað slíkt, har tú hevði ynskt at kunna verið við. Hinvegin haldi eg ikki, at eg havi mist so nógv, tí eg havi jú fingið nógvar góðar upplivingar við svimjingini, sum onnur ikki hava, sigur Óli Mortensen. Eitt tað týdningarmesta am­ boðið hjá einum svimjara er sjálv­ sagt góðar umstøður, sum góðir hyljar og venjarar. – Eg haldi at umstøðurnar í Føroyum eru alt ov vánaligar í mun til aðrastaðni. Serliga mangla vit 50 metra hyljar, tí tað er á 50 metrum, at OL verður svomið. Um tú av álvara miðar eftir tí stóra pallinum, so er neyðugt at hava tilsvarandi umstøður. Hetta er møguliga ein orsøk at so fáir svimjarar eru eftir í føroyskari svimjing, sigur Óli Mortensen. Meðan um støðurnar ikki standa mát við altjóða svimjing, so stendur betri til við venjarum. – Tá tað kemur til venjarar haldi eg, at tað stendur betur til. Serliga tí vit hava nógvar venjarar, sum koma aðrasteðs frá og hava nógvar royndir. Hóast umstøðurnar hava vit nógvar lovandi svimjarar, og so mugu vit bert vóna at tað heldur, sigur Óli Mortensen at enda. sosialurin@sosialurin.fo Tað gekk ikki sum væntað, tá Óli Mortensen svam 1.500 metrar til HM í Kanada. Málið var koma undir 15 minuttir, men tað endaði við vónbrotið, tí tíðin bleiv 15:24.57. – Eg hevði góðar vónir og væntaði at betra meg nógv, sigur Óli Mortensen, sum er í nýggjum svimjiumhvørvi í Danmark ÓLI VÓNBROTIN SVIMJING HM Í KANADA