leygardagur 25. september 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 183 - 25. september 2004
Nr. 183 - 25. september 2004
3
Toyota SeaCruiser legði at í Vágsbotni
Tey flestu kenna nokk
Toyota LandCruiser,
men í gjár sóu fólk á
Argjum, og tey sum
gingu sær ein túr í
Vágsbotni, ein Toyota
SeaCruiser sigla á
sjónum
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fíggjamorginum vóru nógv
fólk savnaði við bátahylin á
Argjum, fyri at síggja ein
Toyota SeaCruiser koyra á
sjógv og sigla yvir í Vágs-
botn.
Bilurin er gjørdur sum
liður í útbúgvingini hjá bil-
mekanikarunum á Tekniska
Skúla í Havn, í fakinum
"yrkislærugreinar", ið fevn-
ir um motorar, transmissi-
ónir, el, róðurgreiðir, karos-
sarí, sveising, hydraulik og
bremsur.
Næmingarnir, sum ganga
á fyrsta skúlaári, hava
sjálvir konstruerað bilin og
Beinir Hansen, lærari á bil-
deildini, hevur staðið fyri
verkætlanini.
Umleið hálvan tíma eftir
at bilurin var flotaður í
bátahylinum á Argjum,
legði hann at í Vágsbotni.
Tveir mans vóru í bilinum,
og túrurin gekk av tí allar
besta.
Tilsamans hevur bilurin
tríggjar motorar, umframt
dieselmotorin
frammam
hevur SeaCruisarin tveir
Ford Fiesta bensinmotorar
við hvør sínari skrúvu og
róðrum aftan. Eisini hevur
hann tvey paralell róður.
Hetta er ikki bara til stutt-
leika. Tað liggja nøkur dis-
iplin í hesum, sigur Egon
Øregaard,
skúlastjóri
á
Tekniska Skúla í Havn.
Hann sigur, at tey hava
fylgt lesiætlan og kunn-
gerðum, men hava bara
gjørt tað upp á ein øðrvísi
máta, og næmingarnir hava
verið ótrúliga motiveraðir
fyri hesi uppgávuni.
Toyota SeaCruiser í báta-
hylinum á Argjum. Út-
stoytini koma upp gjøgnum
motorhjálmin og ein snella er
í vinstru síðu ella í bakborði.
Túrurin yvir í Vágsbotn gekk
av tí allar besta
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2