leygardagur 25. september 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 183 - 25. september 2004
Nr. 183 - 25. september 2004
5
Anfinn var noyddur at steðga
tjóðveldisflokkinum
–Tjóðveldisflokkurin
ætlaði at kollvelta
eina skipan, sum ikki
so frægt sum hevði
fingið fótafestið og
tað vildi eg ikki góð-
taka, sigur Annfinn
Kallsberg
MIÐFYRISITINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sparingarnar, sum nú eru
gjørdar í miðfyrisitingini
hesuferð, eru ikki fyrstu
royndirnar at minka um
hendan partin av almenna
virkseminum.
Eisini undanfarna sam-
gongan gjørdi eina roynd
at endurskoða miðfyrisit-
ingina.
Men tann royndin fór fyri
ein stóran part í vaskið.
Og tað hevði Anfinn
Kallsberg, sum tá var løg-
maður, skyldina av, segði
Karsten Hansen í Sosial-
inum í gjár.
Karsten Hansen, sum tá
var
landsstýrismaður
í
fíggjarmálum, segði, at í
1998, kom tað í samgongu-
skjalið, at miðfyrisitingin
skuldi endurskoðast.
– Vit ætlaðu at hava tað
meiri tvørgangandi, men
tað var nógv mótistøða
móti tí í samgonguni, og
løgmaður vildi ikki gjøgn-
umføra tað, segði Karsten
Hansen.
Hann segði, at hann
gjørdi eina ætlan, men hann
fekk at vita frá løgmanni,
at hann skuldi halda fingr-
arnar burtur.
Kundi ikki góðtaka
kollvelting
Hetta er bæði rætt og ikki,
sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur at tað er rætt,
at undanfarna samgonga
avtalaði at endurskoða mið-
fyrisitingina við tí fyri eyga
at gera hana bíligari.
– Men, tað, sum tjóðveld-
isflokkurin borðreiddi við,
var onki minni enn ein ætl-
an um at kollvelta alla mið-
fyrisitingina.
– Og tað kundi eg ikki
góðtaka
– Vit høvdu akkurát
fingið nýggja stýrisskipan
og miðfyrisitingin var ikki
liðugt útbygt til tað nýggju
stýrisskipanina.
– Tí vildi eg heldur ikki
góðtaka, at fyrisitingin varð
fullkomiliga
umskipað,
longu áðrenn hon varð
fingin at virka eftir ætlan í
sambandi við nýggju stýr-
isskipanina.
Anfinn Kallsberg helt so-
statt ikki, at miðfyrisitingin
longu tá var búgvin til so
stóra kollvelting, longu áðr-
enn hon var liðugt útbygt.
Styrkja seg
Anfinn Kallsberg sigur, at
tað sum tjóðveldisflokkurin
ætlaði, var at seta allar
fíggjarfrøðingarnar
hjá
landinum í Fíggjarmála-
ráðið og allar løgfrøðingar-
nar í Løgmálaráðið.
– Hetta vóru tey málsøk-
ini, sum tjóðveldisflokkur-
in sjálvur umsat. Sostatt
skuldi teir hava allar ser-
frøðingarnar undir sær,
Anfinn Kallsberg sigur,
at tað hevði fullkomiliga
máað støðið undan mið-
fyrisitingini
Hann heldur eisini, at tað
hevði broytt javnvágina í
landsstýrinum munandi og
hevði flutt alt ov stórt vald
yvir til tjóðveldisflokkin.
– So kundu øll hini bara
farið til hús, sigur hann.
Anfinn Kallsberg sigur,
at hann uppfataði hetta eis-
ini sum eina roynd hjá tjóð-
veldisflokkurin at styrkja
sína egnu støðu í lands-
stýrinum og at gera øll hini
landstýrisfólkini veikari.
Tað var eisini ein orsøk
til at hann steðgaði ætlan-
ini, tí tað kundi hann sjálv-
sagt ikki góðtaka og tí
steðgaði hann ætlanini.
– Vit kunnu ikki bara
skerja miðfyrisiting-
ina og so seta okkum
hendur í favn. Tá ið
sparingarnar eru
gjørdar, er tann
størsta avbjóðingin
eftir, sigur Anfinn
Kallsberg, formaður í
fíggjarnevndini
MIÐFYRISITINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Sum støðan er nú, er
miðfyrisitingin hjá lands-
stýrinum ikki yvirmannað.
Tað heldur Anfinn Kalls-
berg, formaður í fíggja-
nevndini.
Nógv kjak hevur verið
um miðfyrisitingina síðani
landsstýrið gjørdi av at
skerja hana 10% yvir ein
kamb.
Men Anfinn Kallsberg
ávarar ímóti at lata hesar spa-
ringar standa einsamallar.
– Vit kunnu ikki skerja
miðfyrisitingina og so seta
okum hendur í favn. Tá ið
skerjingarnar eru gjørdar, er
nevniliga tann størsta av-
bjóðingin eftir. Og tað er at
laga føroyskt lógarsmíð til
føroysk viðurskifti, so tað
ber til hjá fyrisitingini at
virka.
Anfinn Kallsberg sigur,
at tað er onki løgið í at mið-
fyrisitingin er nógv vaksin,
nú vit eru farin yvir til eina
ráðharraskipan
– Men fyri tað um eg ikki
góðtók ætlanina hjá tjóð-
veldisflokkinum, havi eg
onki havt ímóti, at sparing-
inar verða gjørdar í fyrisit-
ingini, eitt nú at fáa dup-
ultfunktiónir burtur. Og í
nøkur ár er spart á játtanini
til miðfyrisitingina.
Samstundis vórðu tveir
serfrøðingar í rationaliser-
ing settur í starv at finna
sparingarmøguleikar, eitt
nú við at leggja funktiónir
saman.
Anfinn Kallsberg vísur
tó á, at tað, sum er hent við
miðfyrisitingini er ikki
annað, enn at hon er mink-
að í vavi.
– Tað fer aftur at seta enn
størri krøv til effektiviser-
ingar, eitt nú at leggja
funktiónir saman.
Nú kemur stóra
avbjóðingin
Anfinn Kallsberg heldur
annars ikki, at miðfyri-
sitingin er ov stór, soleiðis
sum støðan er nú.
– Og hann heldur avgjørt,
at tær sparingarnar, sum
eru gjørdar, kunnu ikki
standa einsamallar.
– Tá ið sparingar verða
gjørdar, er tann heilt stóra
avbjóðingin eftir og tað er
at laga lógarverkið til før-
oysk viðurskifti.
– Sostatt verður tað neyð-
ugt at gera lóggávuna ein-
faldari, Men higartil hava
vit ongantíð havt okkum
fyri eygað at gera lógir, sum
eru hóskandi hjá einum
lítlum samfelagi at umsita.
– Vit hava altíð havt til
vana at týða danskar lógir
til Føroyskt og seta tær í
gildi her, uttan at hugsa um,
at tær eru gjørdar til eitt
samfelag, sum er 100 ferðir
størri enn okkara. Ella hava
vit beinleiðis sett danskar
lógir í gildi í Føroyum.
– Sostatt eru lógir, sum
krevja eina velduga fyri-
siting, settar í gildi í einum
landi við lítlari fyrisiting.
– Tí verður tað tann stóra
avbjóðingin hjá okkum at
laga lógarverkið til føroysk
viðurskifti, so at tær eru til
at umsita hjá einum lítlum
samfelagi.
– Tá ið vit hava gjørt lóg-
gávu í Føroyum, hava vit
ongantíð hugsað um at gera
tær nóg einfaldar og lættar
at umsita hjá eini lítlari
fyrisiting.
– Koma vit ikki hesum til
lívs, kemur fyrisitingin í
stórar trupulleikar, tí hon
fer ikki at megna at umsita
eftir lógini.
Hann nevnir dømi um
fiskivinnulóggávuna, sum
ætlanin nú er at endurskoð
við tí í hyggju at gera lóg-
ina einfaldari og lættari at
umsita.
Hann nevnir eisini, at í
1993 varð avtala gjørd við
donsku stjórnina um at
landsstýrið skuldi dagføra
sosiallóggávuna.
– Hóast peningur er
settur av til hetta endamál
hvørt ár síðani, hava vit enn
ikki megnað at halda hesa
avtaluna, hóast heili 11 ár
eru farin.
– Samstundis fyrisita vit
á økjum, har vit kanska ikki
eiga at fyrisita.
Hann vil tó ikki nevna
dømi.
– Vit kunnu ikki steðga
við tær sparingar, sum eru
gjørdar.
Tað
verður
avgerandi neyðugt at fara
víðari og laga lóggávuna til
føroysk viðurskifti.
– Og tað fer at krevja sera
stóra orku, sigur Anfinn
Kallsberg.
– Ætlanin hjá tjóðveldis-
flokkinum hevði flutt alt vald
yvir til tey málsøki, sum
hann sjálvur umsat og tað
kundi eg als ikki góðtaka,
sigur Anfinn Kallsberg
Nú kemur tann stóra avbjóðingin
– Sum støðan er nú, er miðfyrisitingin ikki ov stór. Verður
hon minkað, mugu eisini onnur tiltøk setast í verk fyri at hon
kann virka, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini
C
M
Y
K
5
4