Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 183 - 25. september 2004 Nr. 183 - 25. september 2004 7 Hóast bæði skatta- lættin og einskiljing eru viðkvom evni hjá Javnaðarflokkinum, ætlar formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, at umrøða bæði økini í síni formansfrá- greiðing á lands- stevnu Javnaðarfloks- ins um vikuskiftið. LANDSSTEVNA JAVNAÐARFLOKSINS Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð síðan 1994 kann Javnaðarflokkurin um vikuskiftið halda lands- stevnu sum stjórnarflokkur. Eftir eina oyðimarkargongd í andstøðu í góð sjey ár, eydnaðist Javnaðarflokk- inum aftur at koma í sam- gongu eftir løgtingsvalið 20. januar. Støðan sum stjórnar- flokkur fer sambært for- manni floksins, Jóannes Eidesgaard, at seta sín dám á landsstevnuna um viku- skiftið. Breiða mynd Jóannes Eidesgaard greiðir frá, at hann í formansrøðu síni ætlar geva eina breiða mynd av støðuni í føroyska samfelagnum í løtuni. Løg- maður sigur, at hann ætlar at tríva í fleiri tættir úr løgmansrøðuni á ólavsøku í ár. Millum málini, sum løgmaður ætlar at umrøða í formansfrágreiðingini, verða einskiljing, ES og sjálvsstýrismálið – Einskiljing hevur leingi verið eitt heitt epli hjá Javnaðarflokkinum, og ætl- anin hjá mær er at siga mína hugsan um spurn- ingin. Spurdur, um nógv um- røddi skattalættin hjá ABC- samgongan verður partur av kjakinum á landsstevn- uni hjá Javnaðarflokkinum, svarar Jóannes Eidesgaard, at hann eisini hevur ætlanir at umrøða tann spurningin – Eg ætli mær at royna at snara spurningin um skatta- lættan á. Vit hava dugað ov illa at gjørt vart við, at við skattalættanum kemur eis- ini ein umskipan av pen- sjónini, sum í nógv ár hevur verið eitt hjartamál hjá Javnaðarflokkinum. Polit- iski prísurin fyri at fáa umskipað pensjónsøkið er skattalættin, og tað mugu vit taka við, greiðir Jóannes Eidesgaard frá. Áheitan Kommunuval stendur fyri durum, og formaðurin í Javnaðarflokkinum ætlar at koma við eini áheitan á landsfundinum til allar veljararnar um at standa saman um flokkin. – Vit mugu royna á kommunuvalinum at gera okkum dælt av støðuni sum stjórnarflokkur, og vit eiga leggja nógv fyri, so Javn- aðarflokkurin megnar at vinna nakrar týðandi borg- arstjórasessir og fáa meiri- lutan í kommununum kring landið. Eg havi leingi fýlst á, at vit ikki standa okkum sterkari í eitt nú Havn, tí sammeta vit okkum vi Javnaðarflokkarnar í hinum Norðanlondum, eru Javn- aðarflokkarnir vanliga rætt- iliga sterkir í høvuðsstaðar- kommununi, vísir Jóannes Eidesgaard á. Húsameklarafelagi ð INNI hevur týs- dagin opið hús, har fólk fáa kunning um ætlaðu bygg- ingina av íbúðum á Boðaneshamri BYGGING Tíðindaskriv Týsdagin 28. september ber til at fáa alt at vita um ætlaðu byggingina av íbúðum á Boðanes- hamri í Havn. Tá bjóðar húsameklarafelagið INNI til opið hús í høvuðssætinum hjá Føroya Sparikassa í Havn. Tiltakið er kunnandi, og t.d. fara umboð fyri arkitektarnar og byggi- harran aftan fyri byggi- ætlanina at greiða frá um íbúðirnar á Boða- neshamri. Eisini seljarin verður til staðar og greiðir frá sínum leik- luti. ONV Arkitekter hava teknað teir nýggju og serliga snøggu íbúða- bygningarnar við tí góða útsýninum. MT Højgaard er byggiharri, og P/F INNI er seljari. Ráðgevarar frá Før- oya Sparikassa verða eisini við í opna hús- inum, og tí ber eisini til at fáa hópin at vita um møguleikarnar at fáa fígging. Tiltakið byrjar Yviri við Strond 2 seinna- partin týsdagin 28. sep- tember kl. 17.00. Tá verður byggiætlanin løgd fram, og framløgan verður endurtikin kl. 19.00. Allar tímarnar frá kl. 17.00 til 22.00 er møguleiki at hitta og skifta orð við luttakarar- nar, og møguligir keyp- arar og onnur áhuga eru vælkomin við spurning- um og ynskjum í sam- bandi við verkætlanina. Við í framløguni týsdagin eru m.a.: • Model av íbúðabygningunum • Projekttekningar við nøkrum av innkomnu broytingar- uppskotunum • Lýsingar og royndir av tilfari • Myndir av bygningunum innan • Myndir av líknandi bygningum í Danmark Øll áhugað eru hjarta- liga vælkomin til opið hús, har Húsameklara- felagið INNI eisini bjóðar okkurt gott undir tonnina. Kunning um íbúðir Skattalætti og einskiljing á breddan Í morgin, leygardag- in, skal landsstevnan hjá Javnaðarflokk- inum kjósa nýggja starvsnevnd - og fyri fyrstu ferð í 10 ár er ein løgmaður formansuppskot LANDSSTEVNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Javnaðarflokkurin hevur landsstevnu hetta vikuskift- ið, og tað er fyrstu ferð í meira enn 10 ár, at flokk- urin hevur løgmann - og harvið er tað eisini fyrstu ferð hesi árini, at flokkurin kann kjósa sær løgmann til floksformann. Síðani nýggja landsstýrið tók við í februarmánaði, er ein veljarakanning al- mannakunngjørd, har spurt hevur verið um undirtøk- una hjá løgmanni. Tað var hon, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri útvarpið fyrr í mánaðinum. Sambært teirri kann- ingini hevði Javnaðarflokk- urin stóra framgongd, 2,8% og hevði hann verið lands- ins størsti flokkur. Ta støðuna hevur Javnaðar- flokkurin havt so mangan, men tað er langt síðani seinast – hann hevur ikki verið størsti flokk- ur síðani løgtings- valið í november í 1990. Í veljarakann- ingini hjá Gallup og Útvarpinum fekk Jóannes E i d e s g a a r d størstu undirtøk- una sum løgmaður, 34%. Hann fór harvið fram um Anfinn Kallsberg, sum í sínari tíð sum løgmaður altíð hevði størstu undir- tøku sum løgmaður í øllum kanningum. Hann fekk í hesi kanningini 30%. Smyril Line fer í næstum í samráð- ingar um eina nýggja avtalu við útlendsku bankarnar, sum fíggja Norrönu. Smyril Line hevur biðið bankar- nar um lægri avdrátt- ir í trý ár, og miðjað verður eftir, at ein nýggj avtala kemur í gildi 1. desember 2004 TÍÐINDASKRIV SMYRIL LINE – Oktober og november skulu brúkast til at fáa í lag nýggja avtalu við útlendsku bankarnar, sum fíggja Norrönu. Talan er um týsku bankarnar, Kreditanstalt für Wiederaufbau og HSH Nordbank, og hollendska bankan, ING Bank. Hesum boðar Smyril Line frá í tíðindaskrivi í dag. Bankarnir eru til reiðar at samráðast um eina nýggja avtalu við Smyril Line, sum ætlandi skal koma í gildi 1. desember, men fyrst vilja teir hava fleiri upplýsingar og fíggjarætlanir fyri 2005- 2007. Smyril Line skal brúka oktober-mánað at útvega bankunum tilfarið, teir hava biðið um, og síðani verða samráðingar í november, sum skulu miðja eftir, at ein nýggj avtala kemur í gildi 1. desember 2004. Smyril Line skal sambært galdandi avtalu rinda útlendsku bankunum tilsamans 60 milliónir krónur í rentum og avdráttum um árið í 14 ár. Smyril Line hevur skotið upp fyri bankunum, at bert rentan á 12 milliónir krónur verður goldin afturat í ár, og at avdráttirnir verða lægri í trý ár frá 2005 til 2007. Um bankarnir góðtaka uppskotið hjá Smyril Line, skal felagið rinda 30 milliónir krónur næsta ár og 38 milliónir krónur árliga í 2006 og 2007 í rentum og avdráttum. Smyril Line rindaði útlendsku bankunum 30 milliónir krónur í vár og skuldi eftir avtaluni gjalda 30 milliónir krónur 7. oktober, men nú samráðst verður um nýggja avtalu, skal felagið onki gjalda, fyrr enn nýggja avtalan er undirskrivað og komin í gildi 1. desember. Smyril Line hevði 35 milliónir krónur í halli í fjør, men fyribils metingar vísa, at tað nú gongur betur. Felagið seldi í vár gomlu Norrönu fyri 27 milliónir krónur, og farma- og ferðafólkaflutningurin hevur hilnast betur í ár enn í fjør. Nýggj láni-avtala fyri árslok Javnaðarfólk skulu viga løgmann Fakta: Kanning Gallup Føroyar fyri Útvarp Føroya: Hvør av fylgjandi metur tú, er best egnaður sum løgmaður í Føroyum? Jóannes Eidesgaard: 34% Anfinn Kallsberg: 30% Høgni Hoydal: 14% Veit ikki: 8% Eingin av hesum: 7% Kaj Leo Johannesen 5% Kári P. Højgaard: 1% Jenis av Rana: 1% Formaður Tjóðveldis- floksins, Høgni Hoydal, sigur seg ikki hava sagt ósatt í mál- inum um skrásett parlag. Ósemjan mill- um seg og Tórbjørn Jacobsen verður við- gjørd innahýsis og ikki í fjølmiðlunum, sigur Høgni Hoydal ÓSEMJA Í TJÓÐ- VELDISFLOKKINUM Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo „Vónandi er hann skeivt endurgivin. Um ikki, so er hetta heimsmetið í mani- pulatión og tann størsta lygnin, sum higartil dags er serverað føroyingum”. Tað var ikki hissini, sum løgtingslimurin hjá Tjóð- veldisflokkinum, Tórbjørn Jacobsen, legði floksfor- mannin, Høgna Hoydal, undir í lesarabrævi í Sosial- inum hósdagin. Formaður Tjóðveldis- floksins, Høgni Hoydal, ynskir ikki at gera stórvegis viðmerkingar til persónliga álopið frá eysturoyarting- manninum, Tórbirni Jacob- sen. – Øll í flokkinum hava sjálvsagt rætt til at hava sína erligu meining um mín persón og málið, men tá, tú verður ákærdur fyri at siga ósatt, verður talan um ein øðrvísi trupulleika, sigur hann Høgni Hoydal leggur dent á, at persónligu viður- skiftini millum seg og Tórbjørn verða viðgjørd innanhýsis og ikki í fjøl- miðlunum, og tí hevur hann onga viðmerking til málið. – Hetta verður viðgjørt mann til mann, sigur hann Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum vil, hvørki siga nær flokkurin fer at viðgera støðuna ella um lesara- brævið fer at fáa avleið- ingar fyri Tórbjørn Jacob- sen í flokkinum. Spurdur, um útsøgnin hevur skatt umdømið hjá flokkinum, svarar Høgni Hoydal, at tað mugu fólk sjálvi gera sær eina meting um. Sigur satt Høgni Hoydal tvíheldur um, at hann ikki hevur sagt ósatt í málinum um skrá- setta parlagið. Hann mælir fjølmiðlunum til at eftirkanna málið. – Talan var um eina yvir- tøku, og ikki eina dagføring av eini danskari lóg, og parturin við skrásetta par- lagnum var við í pakka- num. Samráðingarnar við danir vóru eisini lidnar, og frágreiðingin til aðalorða- skiftið var eisini á trappuni, sigur Høgni Hoydal. Formaðurin vísir tí aftur útsøgnini hjá Tórbjørn Jacobsen um, at hann ætlaði at dagføra donsku lóggávuna, sum framman- undan var galdandi á økinum. Viðgerast mann til mann Tórbjørn Jacobsen kendi seg noyddan at tríva í pennin fyri at steðga floksfor- manninum, Høgni Hoydal, sum áhaldandi fer í sjálvdrátti út til fjøl- miðlarnar at siga sína persónliga hugsan um skrásett parlag uttan, at hann tekur atlit til sjónar- miðini í flokkinum ÓSEMJA Í TJÓÐ- VELDISFLOKKINUM Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo –Høgni Hoydal koyrir áhaldandi solo í málinum um skrásetta parlagið, hóast stór ósemja er um málið í flokkinum. Flokk- urin hevur fleiri ferðir átalað framferðarháttin hjá honum, men tað rínur ikki við. Tá hann ikki vil lurta eftir, var eg noyddur at siga mína hugsan á annan hátt, og tí varð lesara- brævið skrivað. Løgtingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum av Glyvrum, Tórbjørn Jacob- sen, hevur gjørt tað enn einaferð. Uttan mun, um tað er løgmaður ella floks- formaður, ið standa honum í vegin, fýrir buldrutti tingmaðurin ikki fyri at siga sína persónligu hugsan alment. Seinasta dømið er málið um skrásett parlag. Í hvassorðaðum lesara- brævi leggur hann floks- formannin Høgna Hoydal undir at seta heimsmet í manipulatión og føra fram størstu lygnina, sum higar- til er serverað føroyingum í málinum um skrásett parlag, sum hann málber seg. Orsøkin til, at Tórbjørn setti seg við telduna, og legði formannin undir at siga ósatt er hon, at Høgni Hoydal áhaldandi fer í sjálvdrátti út til fjølmiðlar- nar at siga sína persónliga hugsan um málið uttan, at hann tekur atlit til sjónar- miðini í flokkinum. –Hvørja ferð hann út- talar seg alment, dettur hansara persónliga mein- ing hjá honum aftur á flokkin, og tað er ikki rætt, tá fleiri flokslimir eru rúk- andi ósamdir við hansara sjónarmiðum, sigur Tór- bjørn Jacobsen Ongar avleiðingar Spurdur, um hann hevur fingið ákoyringar frá floksfeløgum fyri at al- ment leggja eftir formann- inum, svarar Tórbjørn, at hann hevur einki hoyrt enn. – Eg havi ikki gjørt annað enn at siga mína meining, og eg eri líka- glaður við, hvat hini í flokkinum halda, sigur hann Hví hevur tú ikki neyð- ugu floksdisciplina, og heldur ósemjuna innan- floks ? Í hesum førum er tað ikki eg, sum ikki haldi floksdisciplina. Hóast vit hava tosað saman fleiri ferðir, koyrir Høgni kortini solo. Tað er floksdisciplinin hjá Høgna sum haltar, sigur Tórbjørn Jacobsen. Avgerðin tikin Í Degi og viku hóskvøldið kom undan kavi, at Tór- bjørn Jacobsen bæði hevur tikið seg aftur sum næst- formaður í starvsnevndini og í tingbólkinum. Eystur- oyartingmaðurin leggur dent á, at avgerðin at taka seg aftur sum næstfor- maður varð tikin áðrenn lesarabrævið varð skrivað, og hevur einki við málið um skrásett parlag at gera. Tórbjørn Jacobsen vil ikki greiða nærmari frá, hví hann hevur tikið seg aftur, men sigur í stuttari viðmerking, at avgerðin er tikin av persónligum áð- um. Hoydal koyrir solo Jóannes Dalsgarð er aðal- stjórnarformaður í Tjóð- veldisflokkinum, og hann vil ikki gera nakra við- merking til persónliga álopið hjá Tórbjørn Jacob- sen á floksformannin Høgna Hoydal. – Málið er somikið nýtt, at eg verið noyddur at seta meg inn í málið, áðrenn eg kann gera nakra viðmerk- ing til málið, sigur Jóannes Dalsgarð. -páll Fáorðað aðalstjórn C M Y K 7 6