Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 25. september 2004 9 Ilt er komið í Postfelagið: Bergur hóttir egin starvsfólk Sunleif Højgaard, for- maður í Postfelagn- um, er alt annað enn nøgdur við framferð- arháttin hjá post- verksstjóranum í samband við sparing- arnar. – Starvsfólkið livir undir støðugum uppsagnarhóttanum, og tað kann ikki góð- takast, sigur hann POSTVERKIÐ Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Tað, sum serliga øsir okk- um upp, er viðferðin, sum hetta málið hevur fingið. Tað hevur verið viðgjørt í øllum miðlunum, áðrenn starvsfólkið hevur fingið nakað sum helst at vita, greiðir Sunleif Højgaard frá. Rúkandi ósamd við stjóran Fyrstuferð, at starvsfólkið hjá Postverkinum frætti nakað um sparingar og nið- urleggingar av smáu deildunum kring landið, var ígjøgnum miðlarnar. – Eg haldi tað vera for- kastiligt, at limirnir hjá okkum skulu lesa í bløðun- um um sína egnu uppsøgn. Tey hava verið undir eini støðugari arbeiðsloysishótt- an seinastu tíðina, og hava ikki vitað um tey eru keypt ella seld. Tað líkist veruliga ongum, staðfestir Sunleif Højgaard. Hann sigur seg eisini vera ósamdan við post- verksstjóran, tá hesin í miðlunum hevur sagt, at Postverkið saktans kann spara, til dømis við at nið- urleggja nakrar deildir á bygd. – Hann fær tað at ljóða, sum tað eru alt ov nógv fólk til arbeiðis, og at tað tí ikki kemur at merkjast um nøkur teirra hvørva. Við øðrum orðum, at tað eru fleiri av starvsfólkunum, sum gera eitt nyttuleyst arbeiði. Hetta er ikki rætt, heldur Sunleif Højgaard. Hann sigur, at tað longu er rættiliga nógv spart, og at tað als ikki eru ov nógv fólk til arbeiðis á Postverk- inum. – Sjálvsagt kann hann rationalisera onkustaðni, men tað er heilt víst, at tað kemur at merkjast aftur, staðfestir Sunleif Højgaard Politikararnir taka støðu Sunleif metir, at Postverkið er ein tænasta til landsins borgarar á sama hátt, sum til dømis Strandferðslan er tað. Tí heldur hann tað vera púra burturvið, at Postverk- ið ongan stuðul skal fáa. – Um vit ikki fáa nakran stuðul, so má tað sjálvandi sparast onkustaðni. Eg dugi bara ikki at síggja hvar tað skal vera. Postarbeiðið er eitt týdningarmikið arbeiði, sum skal gerast, og sum alt annað, so kostar tað pengar, sigur Sunleif. Hann sigur, at hetta er ein politiskur spurningur. Um eingin játtan verður givin, mugu politikararnir gera sær greitt, hvat teir vilja við postfelagnum. – Nú verður tosað um at gera tað til eitt partafelag. Men so mugu politikararnir eisini gera sær greitt, at við tí frásiga teir sær rættin til at ávirka avgerðirnar, sum verða tiknar. Verður Post- felagið umskipað, fer tað ikki at verða møguligt hjá teimum at ávirka lokalpol- itiskt, staðfestir Sunleif. Hann sigur, at Post- felagið hevði gott samstarv við undanfarnu samgongu, men at núverandi sam- gonga ikki hevur latið frættað frá sær. – Vit høvdu góðar sam- ráðingar um, hvussu alt skuldi tillagast. Spariætlan- irnar skuldu útførast so lagaliga sum gjørligt, so tað ikki kom sum eitt stórt skrædl. Men nú fáa vit bert fráboðanir í pressuni, um at so og so nógv fólk missa starvið. Tað kennist, sum vit verða hótt, sigur hann. Hann heldur eisini, at so leingi sum stuðul ikki verð- ur latin, fer trupulleikin bert at verða fluttur runt á ymisku deildirnar á Post- verkinum. – Nú bygdaavgreiðslur- nar eru blivnar friðaðar av lokalpolitikarunum, verður trupulleikin bert sendur víðari til miðstaðarøkið. Og tað er heilt víst, at tey í Havn heldur ikki verða feg- in um at fáa uppsagnarhótt- anina yvir seg, staðfestir hann. Góða tænastu Postverkið hevur veruliga verið í andglettinum hesa seinastu tíðina, og er millum annað blivið skuldsett fyri ikki at megna at fylgja við nýggju tíðini. Tænastur, sum Postverkið áður hevði einarætt uppá, eru nú mestum heilt yvir- tiknar av privatum feløgum, og tað hevur í stóran mun verið at sæð aftur í pen- ingakassanum. Høgu takst- irnir hjá Postverkinum hava fingið stóran part av skuld- ini. Spurdur um hesar mongu ákoyringarnar, millum ann- að um dýra útbering, svarar Sunleif, at tað hevur sína góðu grund. – Vit hava vaksið fólk í arbeiði, sum eru álítandi og gera sítt arbeiði til lítar, og vit kunnu ikki lata tey arbeiða til undirprís. Hesi nýggju útberarafeløgini hava bert børn og hálv- vaksin í arbeiði. Tey hava nógv lægri lønarútreiðslur, og tí kann tað ikki saman- berast, heldur hann. Hann sigur, at Postverkið altíð hevur veitt eina góða tænastu, men nú stóru sparingarnar verða framdar, fer tað allarhelst at merkjast á starvsfólkatalinum, og harvið eisini á tænastuni. – Eg eri greiður yvir, at nakrir av okkara limum nokk missa arbeiðið. So leingi, sum eingin stuðul verður latin okkum, er einki at gera við tað. Vit halda bara, at hesin fram- ferðarhátturin má halda uppat nú. Tað gongur ikki, at hvørjaferð vit skeita í eitt blað, ella tendra út- og sjónvarpið, at vit so skulu hoyra hesar uppsagnarhótt- anirnar, uttan at vita nakað um tað frammanundan, sig- ur Sunleif. Víðari sigur hann, at tað enn ikki hevur verið nakar fundur við postverksstjóran um hetta málið. – Tey flestu arbeiðspláss høvdu havt ein fund við arbeiðsfólkið, áðrenn tað bleiv farið út til pressuna at tosa um uppsagnir. Fyri líkasum at fingið eina smidligari gongd í málin- um. Tað vóna vit, at stjórin framyvir fer at gera, sigur Sunleif Højgaard at enda. Sunleif Højgaard, formaður í Postfelagnum, er ógvuliga ónøgdur við framferðarháttin hjá Bergi í Garði, postverksstjóra. – Tað líkist ongum, at starvsfólkini hjá Postverkinum skulu frætta um sínar egnu uppsagnir í miðlunum, sigur hann. Sunleif Højgaard dugir heldur ikki at síggja hvar starvsfólk kunnu sparast, uttan at tað kemur at merkjast á tænastuni framyvir Mynd: Jens Kr. Vang Stórt torg- tiltak við Mentanar- húsið í Fuglafirði Í dag 25. sept. verður stórt torgtiltak við Mentanar- húsið í Fuglafirði við eitt nú bilaframsýning, tom- bola, matsølu, meksik- anskari uppboðssølu, ponyríðing og el-bilum Í sambandi við at tað er langur leygardagur í Fuglafirði í dag, og handlarnir hava opið til kl. 17.00, skipa ÍF, ÍF- stuðlar og Fuglafjarðar Svimjifelag fyri stórum torgtiltakið við Mentan- arhúsið í Fuglafirði. Til- takið byrjar kl. 10.00 og endar kl. 16.30. Í gomlu Toystovuni verð- ur matsøla og fiski- brunnur. Café, tombola og søla av ballónum verður í Mentanarhúsinum, meðan go-cart og smáir el-bilar verða uttan fyri Mentan- arhúsið. Svimjifelagið hevur eisini ponyríðing verður niðan fyri Tasjuna. Eisini fer Reyni Service, sum er ein av høvuðs- stuðlunum hjá 1. deildar- liðnum hjá ÍF, at hava bilaframsýning á torgin- um uttan fyri Mentanar- húsið. Har fara teir at vísa fram nýggjastu sniðini, og hava vitjandi eisini møguleika at royndar- koyra onkrar av nýggju bilunum hjá Reyni Ser- vice. Kl 15.00 skipar Svimji- felagið fyri stórari meks- ikanskari seyðasølu uttan fyri Mentanarhúsið. Allan dagin fer Haraldsen at bjóða ókeypis smakki- royndir. Um veðrið ikki er til vildar leygardagin, verð- ur tiltakið í Mentanarhús- inum. Familjutiltak við ganda- kallinum MR. Mox Kl. 17.00 leygardagin skipa ÍF-stuðlar fyri for- vitnisligum familjutiltak- ið við danska gandakall- inum MR. Mox. Mr. Mox hevur seinastu 10 árini ikki gjørt annað, enn at undirhildið ymsastaðni í Danmark, og við sínum serligu evnum at undir- halda við gandi bæði fyri børn og vaksin og skemti hevur hann havt sýningar í Danmark fyri fullum húsi. Atgongumerki á 60,- fáast hjá Haraldsen og í FK í Fuglafirði, og annars við dyrnar hálvan tíma áðrenn sýning. ÍF-stuðlar heilsar øllum vælkomnum til Fugla- firðar í dag. 9 8 Nr. 183 - 25. september 2004 Løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, sum var vertur við morgun- matarborðið fríggja- morgunin, sigur, at Ben Bradshaw var ógvuliga áhugaður í øllum, sum hevur við Føroyar at gera VITJAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Tað var í allar besta veðri, at bretski fiskimálaráðharr- in og tey fýra embætis- fólkini, sum eru við honum á ferðini í Føroyum, fríggjamorgunin møttu úti í Tinganesi til morgunmatar- borð saman við Jóannesi Ejdesgaard, løgmanni og hansara fólkum. Til borðs í Skansapakk- húsinum saman við Jóannesi Ejdesgaard og bretska fiskimálaráðharra- num, Ben Bradshaw, sótu eitt nú Bjørn Kalsø, fiski- málaráðharri, Herálvur Joensen, aðalstjóri í Fiski- málaráðnum, John Rajani, sendimaður Føroya í Bret- landi, Kate Sanderson og ríkisumboðsmaðurin, Birgit Kleis. Hugtikin maður Í túninum í Tinganesi tóku vit í hondina á Ben Brad- shaw og spurdu, hvørja fatan hann hevur fingið av Føroyum á higartil stuttu vitjanini? - Eg havi ikki verið í Før- oyum áður, men eg havi longu heft meg við, at tit hava eitt ógvuliga vakurt land. Landslagið og vøkru litirnir fella í eyguni, og eg eri ógvuliga hugtikin av tí, eg higartil havi sæð. Ben segði seg eisini hava heft seg við, at í Føroyum sært tú bæði tað nýggja og tað gamla. - Eg eri hugtikin av gomlu bygningunum, eg havi sæð her úti í morgun, segði Ben Bradshaw, sum annars segði seg vera spentan uppá vitjanina í Klaksvík, haðani leiðin bar úr Havn við Brimli. Tað var okkara heimligi fiskimálaráðharri, Bjørn Kalsø, sum fylgdi bretska starvsbróðrinum heimeftir bryggjuni og yvir á eystaru vág, har Brimil lá. Bussur stóð til reiðar at koyra tey, sum skuldu við Brimli, út á bryggjuna, men her avgjørdu fiskimálaráð- harrarnir báðir heldur at ganga yvir um vánna. Stutt prát Løgmaður, Jóannes Ejdes- gaard, sum var vertur við mongunmatarborðið, sigur, at Ben Bradshaw var ógvu- liga áhugaður í øllum, sum hevur við Føroyar at gera. - Hann helt, at føroyskir fiskimenn hava eina góða fiskiveiðiskipan og helt eisini, at myndugleikar og vinna standa nærri hvørjum øðrum í Føroyum enn eitt nú í Bretlandi, har langt kann tykjast vera millum partarnar. Jóannes sigur, at tey frá føroyskari síðu greiddu bretska fiskimálaráðharr- anum frá, hvussu nógv fiskivinnan fyllir í okkara samfelag í mun til í øðrum londum, og hvussu stóran týdning hon hevur. - Ben segði, at fiskimenn í Bretlandi og øðrum ES- londum fýlast á, at fiski- vinnan verður stýrd so sentralt. Teir halda, at neyð- ugt verður í størri mun at desentralisera stýringina. Løgmaður sigur, at hann vísti á, at tað nevniliga er sentraliseringin av stýring- ini, sum eitt nú føroyingar, norðmenn, íslendingar og grønlendingar ræðast mest við ES. - Vit stúra nevniliga fyri suverenitetinum á fiskivi- nnuøkinum, um vit leggja okkum nærri at ES, segði Jóannes Ejdesgaad á stutta morgunfundinum í Tinga- nesi fríggjamorgunin. Vitjan í Klaksvík Umborð á Brimli á veg til Klaksvikar skuldu starvs- brøðurnir úr Bretlandi og Føroyum, Ben og Bjørn, tosa um fiskiveiðiskipanina við Føroyar, sum útlend- ingar hava víst stóran áhuga. Tá ið Brimil kom til Klaksvíkar, varð vitjað á Kósini og hjá JFK-Trol, har kunnað varð um virksemið. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, var vertur við eina máltíð í býráðshøllini, og klokkan 15.15 var tíð- indafundur í Klaksvík, har báðir fiskimálaráðharrarnir vóru við. Eftir fundin gekk leiðin aftur til Havnar við Brimli, og á ferðini suður greiddi Bogi Hansen frá um veður- lagsbroytingar í Norður- høvum. Í gjárkvøldið var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vertur fyri einum døgurða í Listaskálanum. Hugtikin fiskimálaráðharri - Búskaparliga vitan- in í fyrisitingini skal gagnýtast betur, og tí verða Landsbanki Føroya og Hagstova Føroya løgd saman í ein sterkan felags stovn, sigur Bárður Nielsen, landsstýris- maður SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í tíðindaskrivi, sigur Bárður Nielsen, fíggjar- málaráðharri, at landsstýrið hevur sett sær fyri at savna spjaddar fyrisitingarligar eindir í størri eindir og at gagnnýta vitanina, sum mangan er spjadd í fyri- sitingini, betur enn nú. - Í hesum sambandi er semja um at leggja saman Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya í ein nýggjan og sterkari felags stovn, sigur hann. Bárður vísir á, at hetta stig verður tikið samsvar- andi hugsanini hjá lands- stýrinum um, at okkara fyrisiting – í mun til støddina av samfelagnum – er skift ov nógv sundur í ov smáar fyrisitingarligar eindir. - Í høvuðsheitum hava fylgjandi stovnar hjá land- inum búskaparfrøðingar í starvi, sum fáast við makrobúskap: Landsbanki Føroya, Hagstova Føroya, Búskaparráð Føroya og Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya. Bárður sigur, at lands- stýrið vil gagnnýta tøku búskaparligu vitanina bet- ur, og tí er semja í lands- stýri og samgongu um, at Landsbankin og Hagstovan leggja saman í ein stovn. - Ein onnur orsøk til at leggja hesar stovnar saman er, at í Føroyum vanta hagtøl í stóran mun. Fíggjarmálaráðharrin vísir á, at øll framkomin lond hava t.d. ein tjóðar- roknskap í føstum prísum, men Føroyar hava ongan. Hagtalsgrundarlagið er eisini í aðrar mátar óvist og byggir fyri stóran part á metingar. - Henda støða er ikki nøktandi, men endamálið er, at tann nýggi og fakliga sterki stovnurin, ið spyrst burtur úr samanleggingini av Landsbankanum og Hagstovuni, skal fáa hesi viðurskifti í rættlag. Bárður sigur, at í sam- band við samanleggingina skulu ymsar uppgávur loysast og ein stýrisbólkur, mannaður við leiðandi embætisfólkum, skal standa fyri samanlegg- ingararbeiðnum. H a n n heldur hóskandi vera, at aðalstjórin í Fíggjarmála- ráðnum saman við stjór- unum í Landsbankanum, Hagstovuni og Gjald- stovuni manna stýrisbólkin. - Í arbeiðnum at leggja Landsbankan og Hagstov- una saman, skal støða eitt nú takast til reglur fyri nýggja stovnin, leiðsluvið- urskifti og setan av nevnd ella ráði oman fyri stovnin. Arbeiðsuppgávur skulu býtast millum starvsfólk á nýggja stovninum, og hølisviðurskiftini skulu eisini umrøðast, sigur Bárður Nielsen, fíggjar- málaráðharri í tíðinda- skrivi. Bjørn Kalsø, Jóannes Eidesgaard og Ben Bradshaw Landsbankin og Hagstovan: Leggjast saman í ein stovn C M Y K 8