Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 25. september 2004 11 VIÐMERKINGAR Superstjóri í ÚF og SvF Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2 Samanlegging sæð við Rás 2'sa eygum Eg havi hugt eitt sindur eftir, hvussu ÚF hevur tikið ímóti Rás 2 síðani hon byrjaði í des. 99. Tann fyrsta úttalan í pressuni frá útvarpsstjóran- um var, at hann ætlaði at fylgja væl við, so Rásin kom at gjalda tað sama í avgjøldum sum ÚF - tann fyrsta hóttanin. Hetta hevur ein almennur stjóri onki við at gera, hann átti heldur at ynskt okkum vælkomnum. Eitt smápartafelag hjá einum av fyrstu eigarunum av Rás 2 var í 2000 við til at skipa fyri eini konsert við Dubliners í Føroyum. Tá varð frá leiðsluni í ÚF sent mail til starvsfólkini um ikki at siga nakað um hesa konsert. Grundin var, at tað ikki skuldi reklamerast fyri einum, sum arbeiddi hjá »kappingar-neytanum« - onnur beistagerðin. Vit eru ikki og skulu heldur ikki vera kappingarneytar, vit eiga at samarbeiða til gagns fyri alt Føroya fólk. Í 2002 vendi Birgar Jo- hannesen sær til okkara um saman við Djóna at hava eina leygarkvøldsending við gomlum poppi. Vit játtaðu og fingu eftir mínum tykki eina góða sending í lag, sum vit eisini høvdu stuðlar til, so Birgar og Djóni kundu fáa eina samsýning. Hetta gekk væl í nakrar mánaðir, men so knappliga ein dagin kom mail frá Birgari um, at hann noyddist at gevast við sendingini eftir boðum frá leiðsluni í ÚF, tí teir vildu ikki, at hann arbeiddi fyri Rás 2. - triðja beistagerðin. Birgar arbeiðir hjá Smyr- il Line og var bert freelance á Rás 2. Stutt eftir var send- ingin í ÚF, men undir øðr- um navni. Ein dagin í 2003 ringir ein, sum hevur sendingar á Rás 2, til ÚF og biður um eina kunngerð fyri Rás 2. Áðrenn hesin fær møgu- leika at siga innihaldið í kunngerðini, sigur daman í ÚF skrøpp: »Vit lýsa ikki fyri Rás 2«. Persónurin frá Rás 2 forklárar, at tað bert skal kunngerast hvønn tosað verður við í sendingini hjá sær, og at rokningin skuldi sendast til sín. »Bíða við«, tað gekk ein løta, so kemur daman aftur til hornið og spyr um tekstin, tað gekk við neyð og deyð. Til Summarfestivalin 2004 í Klaksvík var ætlanin, at Rás 2 skuldi senda bein- leiðis. Tað var ein partur av eini lýsingaravtalu, sum vit høvdu við fyriskipararnar (les Pegasus). Stutt fyri at festivalurin skuldi byrja, fingu vit at vita, at Jógvan Jespersen ikki vildi, at Rás 2 skuldi fáa ljóðsignal frá pallinum, tað skuldu bara teir hava. Ein so ljót gerð sum hetta kann bert ein beistaktigur persónur finna uppá - fjórða beistagerðin. Studio Pegasus er í so stórari skuld, at tað sindrið, sum fæst frá ÚF í samsýning fyri sendingarnar, tey gera, er meir enn nóg mikið til, at ÚF totalt stýrir Pegasus (og Summarfestivalinum). Tá nýggi bygningurin hjá Kelduni í Skálabotni var tikin í brúk herfyri, var øll pressan boðin við, og vóru umboð fyri flestu teirra eisini til tíðindafundin, tó ikki ÚF. Grundgevingin var, at hatta hevði ikki nóg nógv uppá seg til teirra tíð- indasending, men ger tann samkyndi felagskapurin við nøkrum og tíggju limum eitt ella annað, hevur tað tíðindavirði. Ella kanska at Rás 2 skuldi senda bein- leiðis frá tiltakinum hevur fornermað ÚF, og so straffa teir Kelduna afturfyri, nei ikki veit eg. At leiðarar á stovnum fremja maktmisbrúk hevði fingið fylgjur alla aðra- staðni, men helst ikki í Før- oyum. Eg kundi komi við fleiri dømum, men hesi eru lætt- ast at prógva. Norðurlandahúsið, ja, har situr kona Jógvan Jespersen sum leiðari. Hóast fleiri áheitanir um eina lýsingar- avtalu er einki at heinta hjá Rás 2. Vit fáa ikki so frægt sum eitt svar, hóast tað hevði verið ein sjálvfylgja, tá vit í tónleikinum bera ein so stóran part av tilfarinum víðari, sum eitt norður- lendskt mentanarhús stend- ur fyri. Hevur Jógvan Jesp- ersen nakað við hetta at gera? Vit kunnu bert gita. Vit kunnu t.d. taka Smyril Line, sum helst brúkar fleiri hundrað túsund um ikki milliónir til handilslýsingar í ÚF og SvF. Fara hesir miðlar at koma við kritiskum, bor- andi atfinningum um hesa fyritøku og kanska vænta, at lýsingainntøkurnar verða stoppaðar? Nei vell? Eg haldi, tað var áðrenn síðsta løgtingsval at tosa varð alment um, hvør vítt almennu miðlarnir skuldu senda handilslýsingar ella ikki. Tá var Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, frammi í almennu miðlunum og segði, at alt skuldi vera sum tað var. Undrar tað nakran? ÚF & SvF eru helst ein- astu almennu miðlar í heiminum, sum eru 100 prosent handilsligir, sam- stundis sum teir við lóg kunnu krevja eitt risagjald frá hvørjum húsarhaldi í landinum. Tað kundi verið vert at fingið kanna, um hetta er heilt lógligt, men kappingaravlagandi, tað er tað so heilt víst. Mær vitandi koyra bæði tey stóru bløðini - Dimma- lætting og Sosialurin - við stórum undirskoti. Al- mennu miðlarnir fara við lýsingainntøkunum. Fylgj- urnar verða helst, at bløð- ini, fyri ikki at gevast, fáa almennan útberingarstuðul ella detta burtur saman við Rás 2, og so er aftur mono- pol, sum ein maður stýrir. At avtaka loftmiðla- monopolið og samtíðis gera karmarnar so ringar at virka undir er at líkna við, at rækjuflotin fær loyvi til stórhvalaveiðu á Toftavatni. So í framtíðini verða tað kanska Jógvan Jespersen fyri almenna miðlagigant- in, og Oggjatíðindi við Dan Klein fyri fríu pressuna, sum mær vitandi er einasti miðil, sum ikki er serliga bundin av lýsingainntøkum ella felagskapum og kann skriva tað, hann vil. ÚF hevur í fleiri ár havt millum 10 og 15 milliónir á bankabók. Tað er umleið 30 prosent av umsetninginum. Hetta eru ov nógv kravdur peningur frá Føroya fólki. Sammett við sjúkrahús- verkið, skuldi tað samla sær einar 300 milliónir at staði ímóti við til møgulig- ar ringar tíðir, og allir aðrir almennir stovnar eisini. Hyggja vit at sendingun- um hjá ÚF, er lítil nýhugsan, mest kopi. Barometrið er einki annað enn kopi av Dream Team hjá Atlantic Radio í sínari tíð við Tróndi Vatnhamar og Jens Tummas Ness, sanniliga við pørtum av somu manning eisini. Hesar sendingar vóru hildn- ar at hava ringan moral og lágt mentanarvirði, og inni- haldi, tað er so ikki broytt nakað, tá ein g-strongur skal vera temaðið í eitt heilt summar og fáa so stóra um- talu í almenna miðlinum, men ongin talar at. Helst er onki sum fær okkum at kløkkast av, hvat ÚF kann finna uppá, og so tá SvF í Degi og viku endaði send- ingina, var alt fullkomið. Vit fingu høvi at síggja hesar góðu menn standa mitt í Havn í G-strongi og einum stórum fansi stingandi fram- úr. Hatta var júst tað, sum tey smáu høvdu brúk fyri at síggja frá mentanarberunum hjá tí almenna, og so í einari tíðindasending í prime time. Ja, hetta kemur helst undir Public Service! Ynskiløtan hjá Rás 2 er kopierað til fyrrapartar hjá ÚF. Nær kundi tú ókeypis fáa nakað ynski uppfylt frá ÚF fyrr? Og so fáa tey at lesa eina tóma heilsan Ja, tað er bert at takka Rás 2 fyri. ÚF er blivið meiri popul- istiskt enn Atlantic Radio nakrantíð var, fáar ment- anarsendingar - tær flestu úr Pegasus, nógvur tónleik- ur og nógvar tómar skemti- sendingar. Tað er eingin meining í, at ÚF leggur seg meir og meir eftir at líkjast Rás 2. Vit skulu hava eitt seriøst alment útvarp, sum vit eru tvingað at gjalda nógvar pengar fyri, og so kunnu hinar rásinar vera meiri lættisoppakendar, alt eftir sum pengar eru til. So leingi sum teir al- mennu miðlarnir eru bundnir av lýsingainntøk- um, fáa vit ikki eina ob- jektiva tíðindatænastu, og at ÚF og SvF fáa somu leiðslu, ger støðuna heilt farliga fyri tíðindaflutning- in, tak til dømis tað, sum Óli Jacobsen skrivar um, at mál, sum ikki hóva leiðsl- uni, verða útifryst frá miðl- unum. Hetta er heilt ræð- andi og fer bara at versna. At vit fáa Jógvan Jesper- sen til superstjóra er ein vanlukka fyri føroyska pressu og alt Føroya fólk. Hann er langt frá uppgáv- una vaksin. At verða róstur upp til skýggja fyri gott útvarp tá tú hevur einar 30- 40 milliónir at brúka um árið, skilji eg ikki. Hvat nýtt er komið fram í ÚF, síðan Jógvan Jespersen tók við? EG kann ikki koma í tankar um nakað. Vit senda umleið sama tímatal um vikuna fyri gott 2 milliónir, munurin á tón- leikatímum er heldur ikki so stórur, ÚF umleið 50-60 prosent og Rás 2 umleið 70- 80 prosent. Uppundir næstseinasta løgtingsval var Jógvan á Lakjuni av ÚF skírdur fyri at gera lobbyarbeiði fyri Rás 2, tá uppskot var um, at Rásin skuldi fáa part av útvarpsgjaldinum, men við tí, sum landstýrismaðurin nú er í ferð við at gera, er alt tað øvuta við at henda. Hann avhøvdar alla ta óalmennu pressuna, tað verður sum í teimum mest tilafturskomnu londunum, vinna og handilslívið hevur eina alt ov stóra ávirkan á hvat, ið sigast skal ella ikki, av teimum almennu miðl- unum. Um landstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni ikki skal koma í søguna sum tann ringasti fíggindin hjá fríari pressu í landinum, skyldar hann Føroya fólki, at starvið verður boðið út, so væl kvalifiseraðir umsøkjarar eisini hava møguleikan at søkja. Eg helt, at tað var eitt krav, at tíðandi størv hjá tí almenna skuldu bjóðast út. Eg eri ikki kvalifiseraður og søki ikki starvi. Tað kann tykjast sum eg leggi eftir Jógvan Jespersen sum privatpersóni, men so er ikki, bert sum almennur miðlastjóri. Hann er helst av fittastu monnum, tó ger tað hann ikki egnaðan til super- stjóra eftir mínari áskoðan. Alt, sum her er skrivað, er mín egna ábyrgd, eg havi ongan tosað við ella spurt um loyvi at skriva tað, sum eg havi skriva. Annika W. Joensen forkvinna í Javnstøðunevndini Javnstøðulógin ásetur, at eitt javnt kynjabýti skal verða í almennum nevndum, ráðum v.m. sum fyrisitingarvaldið útnevnir. Kynið verður tó ikki tikið framum førleikan í almennum nevndum, ráðum v.m. og nevndir hjá almenn- um partafeløgum eru ikki umfataðar av §8 í javn- støðulógini. Í kronikkini "Other Peo- ples Money", 21. septem- ber 2004 í Sosialinum og Dimmalætting, viðgerð Óli Samró m.a. føroyskar nevndir og umrøður § 8 í javnstøðulógini. Seinast í brotinum við yvirskriftini ‘Lønmóttak- aramentan’ stendur fylgj- andi: (citat byrjað) "Heilt galið blívur tað, tá almenn- ar nevndir verða útvaldar eftir, at tað skulu vera eins nógv av hvørjum kyni! Hetta er beinleiðis ræðu- ligt! Vit hava so fáar skikk- aðar kandidatar til at taka á seg at vera professionellir nevndarlimir. Javnstøðu- lógin er her ein háðan móti kvinnu og manni" (citat liðugt). Fyri lesaran kann tað sýnast sum, at kynið verður tikið framum førleikan í al- mennum nevndum, ráðum v.m. og at javnstøðulógin heimilar hesum, og at nevndir hjá almennum partafeløgum eru umfatað- ar av §8 í javnstøðulógini. So er ikki. Dømi: Ein nevnd við fimm limum skal setast. Seks fólk eru funnin, sum hava førleikan. Fýra kvinn- ur og tveir menn. Tríggjar kvinnur og ein maður verða vald. Ein maður og ein kvinna eru nú eftir, sum hava sama førleika. Lands- stýrisfólkið velur mannin frammum kvinnuna við til- vísing til §8 í javnstøðu- lógini, og fær javnasta møguliga kynjabýtið. Um ein maður og ein kvinna í uppskoti hava sama førleika, kann lands- stýrismaðurin also t.d. velja mannin, fyri at fáa eitt javnt kynjabýti. Ein persónur, sum ikki hevur kravda før- leikan, kann ikki við tilvís- ing til javnstøðulógina velj- ast í eina nevnd. Um tað ikki er møguligt at fáa eitt javnt kynjabýti í einari nevnd, kann søkjast um undantaksloyvi frá Javnstøðunevndini. Javnstøðulógin ásetur: §8. Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið út- nevnir, skulu vera sett sam- an soleðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kyn- um eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð umboð og líknandi, sum løgtingið og bý- og bygdaráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera løgtings- ella bý/bygdaráðslimir. Stk. 2. Tá ið serligar grundir eru fyri tí, kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær. Viðmerking til kronikkina "Other Peoples Money" 11 10 Nr. 183 - 25. september 2004 Vit hava sett granskingina í fokus á Tinghelluni í Viku- skiftissosialinum hesuferð. Tað er, sum ein høvundunum skrivar "semja í altjóðasamfelagnum um, at skal vælferðin mennast í einum landi, so er neyðugt at brúkt vera umleið 3% av BTÚ í grundgransking, endamáls- gransking og til menningarætlanir." Ein annar høvundur vísir á, at vit ikki hava nøktandi gransking í Føroyum samanborið við grannalond okkara. Í uppgerð frá OECD fyri 2002 sæst, at Svøríki brúkar 4%, Finland 3,5% og Danmark 2,5% av BTÚ til gransking . Um vit leysliga siga, at føroyska BTÚ er 10 mia., skuldu Føroyar brúkt 400 mio. til gransking fyri at brúka lutfallsliga líka nógv til gransking sum Svøríki. Upplýst verður samstundis, at vit nýta undir 1% av BTÙ til gransking. Í hesum sambandi verður tó mint á, at vit hóast hesi lágu tøl, veruliga hava gransking á høgum støði, við tað at vit eiga úrmælingar, sum eisini vekja al- tjóða ans við teirra gransking. Hetta er gott, og her er nakað at byggja víðari á. Tað er eisini áhugavert, at tað hóast alt verður rikin ein almennur granskingarpolitikkur, og at tann peningur, sum er tøkur til gransking, menning og nýskapan, kemur frá tí almenna. Veikleikin er, at játtanin er alt ov lítil, og at privata vinnulívið als einki letur hesi trý økini. Tað má tí ásannast, at skulu Føroyar fáa gagn av granskingarlokomotivinum, so mugu vit upp á tey 3 prosentini av BTÚ til økini gransking, menning og nýskapan. Her mugu bæði tað almenna og tað privata broyta kós og viðurkenna týdningin av gransking, menning og nýskapan. Ein av greinskrivarunum er sera atfinningarsamur mótvegis vinnuliga bygnaðinum í Føroyum, sum hann samanber við tann norðurkoreanska. Tað er tíverri nakað um hetta. Men hví ikki venda tí við og siga, at tá tað almenna nú eigur dastið av "tí privata" vinnulívinum, hví so ikki nýta hetta til at leiða ein part av vinningsbýt- inum til gransking? Hví eru t.d. allar milliónirnar, sum landið hevur fingið sum vinningsbýti úr Føroya Banka bert farnar í landskassan? Hví hevur eingin hugsað um at leiða ein part av hesum peningi yvir í økið, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan? Vit hava óteljandi dømi um lond, ið hava ment seg úr kreppum við at satsa sterkt uppá gransking. Latum okkum læra av hesum londum t.d. av Finlandi og fara til verka her og nú. Landsstýrissamgongan hevur í samgonguskjalinum boðað frá, at ein vil samskipa alla føroyska gransking. Granskingarráðið hevur kunngjørt sínar visiónir. Hetta er alt bæði skilagott og áhugavert. Men hetta krevur ein greiðan og miðvísan gransk- ingarpolitikk við greiðum málum fyri økið gransking, menning og nýskipan, grundleggjandi bygnaðarbroyt- ingar og nógv størri játtanir. Spurningurin er tí: nær síggja vit nøkur ítøkilig úrslit av hesum máli, sum er sett út í kortið við samgonguskjalinum. Í Tinghelluni- kronikkini í dag er eisini áhugavert at hoyra, hvat for- maðurin í Granskingarráðnum sigur og heldur um støðuna á økinum. DAGSINS MEINING Sosialurin Gransking, menning og nýskapan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Góða mamma tað var ikki eg! Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna Tjóðveldisfloksins Í stuttum sigur Jógvan við Keldu í svari til undirritaða í Sosialinum og í Dimmu ávíkavist 21. og 22. september 2004, at: • tað er ikki Jógvan við Keldu, men danska fólka- tingið, sum er upprunin til óskili, sum fer fram við útvísingunum av útlending- um úr Føroyum fyri tíðina, • tað er ikki Jógvan við Keldu, men Høgni Hoydal sum hevur sett galdandi mannagongd í verk, • tað er ikki Jógvan við Keldu, sum ger nakað gal- ið, men fjølmiðlarnir, sum viðgera málini ábyrgdar- leyst og óvirðiligt. Soleiðis megnar lands- stýrismaðurin á trimum frontum í einum og sama lesarabrævi, at frásiga sær alla ábyrgd av tí, sum fer fram á útlendingaøkinum. Innlendismálaráðið tilmælir Men er tað ikki innlendis- málaráðið, sum í hvørjum einstøkum føri ger tilmæli til danska útlendingastýrið, sum síðani tekur avgerð. Og hevur danska útlend- ingastýrið noktað at fylgt tilmælinum frá innlendis- málaráðnum? Og um tað ikki er polit- ikkurin hjá Jógvani við Keldu, sum er orsøkin til hesar útvísingarnar, hví var hann so settur undir um- siting av sínum egnu sam- gongufeløgum her fyri? Danska Fólkatingið og Tjóðveldis- flokkurin skylduna JvK gevur donsku lóg- gávuni skylduna fyri tað, sum nú fer fram í Føroyum. Við hesum fær hann tað at ljóða, sum um, at tað eru tær herdu broytingarnar, sum komu í gildi í Dan- mark eftir at Bertel Haarder tók við sum ráðharri, sum nú eisini eru galdandi fyri Føroyar. Men so er ikki. Hesar herdu broytingar eru ikki galdandi í Føroy- um. Tað er framvegis tann gamla danska lóggávan, sum er galdandi her, - við ávísum tillagingum og und- antøkum fyri serlig føroysk viðurskifti. Og fyri alt tað, so hevur danska samfelagið heilt aðrar trupulleikar at dragast við á útlendingaøkinum – bæði viðvíkjandi integrati- ón, flóttafólkum, innflytar- um og familjusamanføring- um. Trupulleikar, sum á ongan hátt kunnu saman- berast við føroysk viður- skifti. Og tí nýtist ongum herheima at spæla Bertel Haarder. Avtalan var komin undir land Og so sigur Jógvan við Keldu seg sláa fast, at: "Undanfarna landdstýri, sum Tjóðveldisflokkurin var partur av, var samt við donsku myndugleikarnar, at sivenjan sum var í Føroyum fram til á heysti í 2003, var farin av lagi, og at vit máttu koma aftur á beint." Men hví verður onki í svarinum sagt um, at HH longu hevði fingið ta av- taluna á beint, og at semja varð gjørd við Bertel Haarder um, hvussu farast skuldi fram. Avgjørt var jú, at avtalan skuldi undirskrivast 5. des- ember av Høgna Hoydal og Bertel Haarder, men bleiv av ongum tí landsstýris- manning Tjóðveldisfloks- ins fekk uttan ávaring fótin dagin fyri avtala_a undir- skrivingardagin. Vit fingu nemliga fótin hin 4. des- ember. Men tá ið ein landsstýris- maður byggir á herðarnar á undanfarna, átti hann eisini at kunna undirskrivað eina so góða og greiða avtalu sum hana sum var komin undir land, og sum er almenn. Men tað ger Jógvan við Keldu ikki! Vandin er jú, at so fer Høgni Hoydal, sum gjørdi alt arbeiðið, avstað við æruni! Ístaðin fyri hevur hann valt at vavt alt upp í ein elli- bita, so ongin eftirhondini veit, hvat er galdandi á útlendingaøkinum. Ruddast mátti upp í ólógligum uppi- haldum: Høvuðsarbeiðið, hjá undanfarnu samgongu, við at fáa skil á útlendingaøkið í Føroyum gekk annars út uppá at samla alt tað, sum hevði við arbeiðs- og uppi- haldsloyvi og við familju- samanføringar at gera, undir løgmálaráðið við m.ø. tí endamálið at fáa alt økið, sum tað er samlað og yvirtikið á føroyskar hendur. Men hetta steðgaði upp, tá ið Tjóðveldisflokkin varð koyrdur úr samgong- uni. Síðani veit ongin, hvat vendir niður og hvat vendir upp, landsstýrismaðurin frásigur sær alla ábyrgd og yvirtøkuætlanin er steðgað. Tann siðvenjan, sum sip- að verður til, sum var farin av lagi, og sum fór fram til á heysti 2003, hevur onki at gera við tað, sum hesi mál- ini snúgva seg um. Kortini vísir JvK í hesum sambandi m.a. á, at ávaring var komin frá fútanum um, at hann var við at missa tamarhaldið á støðuni, um verandi gongd helt fram. Men tað sum onki verður sagt um, er, at tað sum var farið út av lagi, og sum arbeitt var við at fáa á beint, var illgrunin um ólóglig uppihald, sum vóru ymsastaðni í landinum. Uppihald, hvørs útlend- ingar eftir føroyskum for- holdum fingu ómenniskj- ansliga viðferð. At Jógvan við Keldu vel- ur at draga hetta inn í verju sína av útinnandi arbeiðin- um av arbeiðs- og uppi- haldsloyvum, vísir hvussu trupult tað er at legitimera tað, sum í veruleikanum fer fram í løtuni. Men annars vil eg siga túsund takk fyri svarið, sum sigur nokkso nógv um støðuna! C M Y K 10