leygardagur 25. september 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 183 - 25. september 2004
Nr. 183 - 25. september 2004
13
Sunnudagin 26. september
kl. 15 – 18 letur Amariel
Norðoy upp listaframsýn-
ing í Glarsmiðjuni í Bø-
gøtu 16 í Havn.
Mikladalur og tað skift-
andi ljósið er tema fyri hesi
framsýning.
Opið verður soleiðis:
Mánadag frá kl. 13-17.30,
týsdag-hósdag frá kl. 10-
17.30, fríggjadag frá kl.
10-18.00, og leygardag frá
kl. 10-12.30
Framsýningin
verður
opin til 2. oktober.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
4. august fingu
Beinta
Ejdesgaard
Bech, Lopra, og
Anthon
Borgardal,
Sandvík, ein
son. Hann var
55 cm langur og
vigaði 3750 gr.
13. september fingu Elin Thomassen og Tróndur G.
Joensen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 54 cm
long og vigaði 4040 gr.
15. september fingu Rósmari Hellisdal og Jonvard
Poulsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og
vigaði 4150 gr.
16. september fingu Barbara Jákupsdóttir, Tórshavn, og
Jón Gærdbo, Nes, Vági, eina dóttur. Hon var 54 cm long
og vigaði 3850 gr.
16. september fingu Barbara og Oddmar á Høgabóli,
Miðvági, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 3100
gr.
16. september fingu Mariann Poulsen og Trygvi H.
Poulsen, Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm langur og
vigaði 3050 gr.
17. september fingu Óluva og Andrias Poulsen, Klaks-
vík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4250 gr.
17. september fingu Kristina og Jákup Tausen, Tórs-
havn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4404 gr.
Hann eitur Eyðun Jákupsson Tausen.
17. september fingu Karen Johansen og Ronny L. Olsen,
Rituvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3600
gr.
18. september fingu Sigrun og Ingolf Joensen, Klaksvík,
ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3850 gr.
18. september fingu Sowali og Jacob M. Jacobsen,
Strondum, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3250 gr.
18. september fingu Ragnhild Olsen og John Johannes-
sen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði
3175 gr.
18. september fingu Oluffa L. Hansen og Páll Lam-
hauge, Nesi, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4850 gr.
20. september fingu Eydna og Dávur Johannesen,
Klaksvík, ein dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4600
gr.
20. september fingu Vivian L. Guðmundsson og Magn-
us Wilhelm Dam Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var
54 cm langur og vigaði 4200 gr.
20. september fingu Sunrid í Gong, Tórshavn, og Jesper
Ullum Sundien, Vejle, ein son. Hann var 51 cm langur
og vigaði 3000 gr.
22. september fingu Gunnvør Ey. Mohr og Hanus Iver-
sen, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði
5000 gr.
22. september fingu Gunnhild Helmsdal og Benjamin
Gaasedal, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 3550 gr.
22. september fingu Aðalbjørg Linklett og Mortan
Jacobsen, Haraldsund, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 4300 gr.
23. september fingu Súsanna og Joel undir Leitinum,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
4175 gr.
Týsmorgunin 21. september andað-
ist Justinus Hansen úr Runavík 88
ára gamal. Ydde, sum hann vanliga
var rópur, flutti saman við familj-
uni av Toftum inn í Runavík í 1949.
Har hevði hann bygt sær hús, og
har kom hann at vera alt lívið, til
hann nú andaðist sum ein aldrandi
maður.
Av teimum, sum tá í tíðini fluttu
í grannalagið í fyrstu røð út móti
vegnum, eru ikki nógvir eftir, og nú
fór so Ydde.
Hann fór annars sum ungur
drongur til skips og var á sjónum í
fleiri ár, m.a. sigldi hann við
Expedit, Mjóvanes og Atlantsfarin-
um.
Men eftir at hann flutti inn í
Runavíkina, hevur hann havt sína
dagligu gongd í Lynfrost, har hann
hevur skorið flak síðani 1953, -
fyrst við hond og seinnu árini
staðið við flakamaskinurnar, og
annars gjørt alt fyrifallandi fiska-
arbeiði, heilt til hann gavst væl
uppi í sjeytiárunum.
Hann treivst væl í arbeiðinum, og
var hann altíð í góðari tíð um morg-
unin, so hann kundi byrja arbeiðið
stundisliga.
Eftir at hann var givin á Lynfrost,
var hann mest heima við hús, har
hann tókst við okkurt fyrifallandi,
eins og hann hugnaði um seg og
síni.
Ein vanlig bygdarmynd var at
síggja Ydda á súkklu, har hann var
á veg at gera onkur ørindi, ella
hann, hellandi niður á súkkluna,
tók sær stundir til eitt prát.
Ydde var giftur við Ellu, og áttu
tey 8 børn: Jóhannus, Hilmar,
Ragnhard, Sólrun, Ruth, Hanna,
Julianna og Fríðbjørg.
Ella doyði fyri nøkrum árum
síðani, og nú doyði so Ydde, og við
teimum báðum, er ein kend
bygdarmynd ikki millum okkum
meira.
Vit minnast tey við virðing.
Skyldmaður
Minningarorð um
Justinus Hansen
Amariel í Glarsmiðjuni
Frá sunnudegnum 26. september til 2. oktober hevur Amariel Norðoy listaframsýning í
Glarsmiðjuni í Bøgøtu 16 í Havn
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
80 ár
Sunnudagin 26. septembur verður Kaj í Bartalstovu,
Syðrugøtu, 80 ár. Dagurin verður hildin heima frá
kl. 15.00.
Prógv
Astrid Marnersdóttir Hansen úr Klaksvík, býr í
Teglvænge 3, 6622 Bække, Jylland, varð 30. sept.
liðug sum mediegrafikari. Hon hevur lært hjá P.E.
Offsett og Reklame í Varde.
Tann 17. sept. tók Jens Petur Eilifsson Weihe, Sør-
vági, prógv sum cand. merc. aud á Handilsháskúlan-
um í Keypmannahavn. 1. oktober byrjar hann í
starvi hjá KPMG í Keypmannahavn innan fyri KT-
revisión.
Jari í Hjøllum, Toftir, hevur 13. september á Lærda
Háskúlanum í Keypmannahavn lokið prógv sum
cant.scient. í alisfrøði.
Brúdleyp
Hósdagin, 23. september, giftust í Runavík, Hansa
Sivertsen úr Klaksvík og Hardi Hansen úr Norðra-
gøtu. Tey eru búsitandi í Norðragøtu og eiga tveir
synir, sum eita Rani og Tóri.
Í dag, 25. september, giftast Dóra Dagbjartsdóttir
Johansen og Jan Gaard Joensen, bæði úr Tórshavn.
Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 15.00 og veitsla
fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 19.00.
Í dag, 25. september, kl. 13.00 giftast í Kvívíkar
kirkju Áki Gaardbo Olsen, Vestmanna og Sóllind á
Sondum Estbú, Sandur. Dagurin verður hildin í mið-
høllini í Vestmanna skúla frá kl. 15.00 til kl. 19.00,
har øll eru hjartaliga vælkomin.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum mongu,
sum mintust til mín og gleddu meg
á 80 ára føðingardegnum 22. august.
Jens Jacob í Hjøllum
Toftir
Í august hevði Dánjal Vang,
lærari, starvast í 40 ár í
Fuglafjarðar skúla.
Dánjal Vang er føddur
21. februar 1940 á Tvør-
oyri. Hann er sonur Paula
Eliesar Vang av Hamri í
Froðba og Onnu Kathrinu f.
Jacobsen
úr
Sandvík.
Dánjal misti mammu sína
av sjúku longu sum 2 ára
gamal, og pápin datt oman
sum 57 ára gamal. Dánjal
er giftur við Kathrinu f.
Olsen úr Klaksvík. Tey eiga
trý børn: Joan, Palla og
Árna.
Eftir at hava tikið real-
prógv á Tvøroyri í 1956
starvaðist
Dánjal
sum
krambakallur hjá Nordafar
í
Føroyingahavnini
tað
summarið. Heimafturkom-
in hevði hann fyrifallandi
arbeiði, til hann í januar
1957 fór við íslendska trol-
aranum »Skúla Magnus-
syni« til Reykjavíkar í Ís-
landi. Dánjal royndi seg
eisini sum egnara fyri bátin
»Fylkir« á Akranesi. Út á
summarið í 1957 fór hann
við garnabátinum »Skipa-
skaga«, og royndu teir fyri
tað mesta undir Jøklinum.
Seinni var hann eisini við
trolaranum »Torkel Mána«
úr Reykjavík. Teir royndu í
Vesturgrønlandi og gjørdu
eisini ein ísfiskatúr á
Halanum við Ísland.
Seint á heysti í 1957 byrj-
aði skúlagongdin hjá Dánj-
ali á Krabbesholm Háskúla
í Skive í Danmark, har
hann í juni 1958 stóð upp-
tøkuroyndina til at koma á
Skive Seminarium, har
hann tók læraraprógv í juni
1962.
Skúlaárið 1962/63 var
Dánjal lærari í skúlanum í
Hee, sum liggur stutt norð-
an fyri Ringkøbing. Skúla-
árið 1963/64 var hann lær-
ari í skúlanum í Hvide
Sande. Frá 1. august 1964
varð Dánjal Vang settur
sum lærari í Fuglafjarðar
skúla, og her hevur hann
arbeitt uttan slit í 40 ár.
Dánjal hevur ofta tikið
til, at árini í Danmark vóru
stak góð. Hann lærdi ein
hóp av teirra mentan, sum
hann kundi brúka aftur í
Føroyum. Hann smæðist
ikki fyri at verja Danmark
og danir, tá ið onkur óvit-
andi og órættvíst hevur hug
at finnast at teimum og
teirra samfelagi. Ofta hoyr-
ir tú hann eggja til at skipa
føroyska samfelagið betur,
m.a. við at læra av, hvat
aðrir í Norðurlondum hava
gjørt.
Dánjal hevur verið skúl-
anum ein góður og dugna-
ligur lærari. Trúliga hevur
hann undirvíst í serliga
donskum og støddfrøði.
Seinnu árini hevur hann
eisini alsamt tikið sær av
fleiri tímum í serundirvís-
ing. Tað eyðkennir Dánjal,
at hann er nærlagdur. Hann
fer grundiga til verka og
byggir upp so líðandi, so
børnini kunnu fylgja við og
læra tað, tey skulu. Hann
tekur børnini til sín og er
góður við tey.
Sum lærari og seinni sum
skúlastjóri havi eg nógv at
takka Dánjali fyri. Hann er
ein álítandi og góður
starvsfelagi, og hann er
skjótur við eini hjálpandi
hond, tá ið tørvur er á tí.
Hann sigur sína meining
týðuliga og greitt, og hann
ber ikki agg, um tú ikki ert
samdur við honum. Ofta
dugir hann at síggja møgu-
leikarnar, heldur enn forð-
ingarnar. Hann hevur eitt
lætt og positivt sinnalag. –
Ofta hoyrist góður og lív-
gevandi látur runga frá
honum.
Dánjal er fallin væl til í
Fuglafirði. Skjótt gjørdist
hann ein partur av bygda-
samfelagnum. Á Bóka-
savninum starvaðist hann í
árunum 1966-75. Hoyrdi
Sverra Egholm, sála, sum
tá var landsbókavørður,
siga, at av bygdabókasøvn-
unum í Føroyum var tað í
Fuglafirði eina fremst, ikki
minst Dánjali fyri at takka.
Dánjal var eisini kassa-
meistari hjá ÍF í árunum
1970-74, og eisini her vísti
hann skil og hegni. Inntøk-
ur og útreiðslur skuldu
fylgjast, og hann legði stór-
an dent á at fáa roknskap-
irnar grannskoðaðar av
statsautoriseraðum fólki,
sum ikki var so vanligt tá.
Í ógvuliga mong ár sat
Dánjal sum nevndarlimur í
FK í Fuglafirði. Har byrj-
aði hann í 1966, og røkti
hetta starv til fyri stuttum.
Í barnaverndarnevndini
hevur Dánjal verið limur í
árunum 1988-92.
Í skúlanevndini hevur
Dánjal verið limur í árun-
um
1970-76,
1984-92,
1977-2000 og síðan 2000 í
skúlastýrinum sum umboð
fyri Fuglafjarðar komm-
unu.
Síðan 1. Januar 1997
hevur Dánjal verið bý-
ráðslimur í Fuglafirði.
Góði Dánjal! Ein so virk-
in maður stendur sjáldan
einsamallur. Kathrina, kona
tín, hevur trúliga staðið tær
við lið í øll hesi ár. Saman
við børnum tykkara hava tit
nógv at fegnast um til eina
hátíðarløtu sum hesa. Skúl-
ans vegna fari eg at siga tær
hjartaliga takk fyri trúgva
og drúgva tænastu við
skúlan. Stóra takk fyri gott
samstarv hesi mongu árini.
Hjartaliga
tillukku
við
starvsdegnum við ynskjum
um Guðs ríku signing fyri
teg og tíni.
Súni Hjøllum,
skúlastjóri
40 ára starvsdagur
Dánjal Vang, lærari í Fuglafjarðar
skúla 1964–2004
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp,
tá mín høgt elskaða mamma, vermóðir, omma
og systir okkara
Elin Petersen
vanliga nevnd Elin í Puntabyrgi
Tvøroyri
doyði og varð jarðað.
Takk til prestar, sangarar og berarar.
Takk fyri kransar, blómur og til tykkum, sum sendu
peningagávu til Føroya felag móti krabbameini.
At enda vilja vit takka tykkum øllum, sum fylgdu
Elini til hennara seinasta hvíldarstað her á foldum.
Familjunnar vegna
Dagmar, Heri, Hjørleif, Páll og Kristin
Dagurin
25. september. Kleofas. Annar av lærusveinunum, sum
á veg til Emmaus hittu hin upprisna (Luk. 24. 13-35).
26. september. Adolf, deyður umleið 824. Sonur
muslimskan pápa og kristna móður í Sevilla. Flutti til
Cordoba í vón um at hava kristnu trúgv sína í friði, men
varð klagaður og tikin av døgum.
Týskt navn ið merkir aðalborin, úlvur.
27. september. Kosmus (eisini skrivaður Cosmas),
deyður umleið ár 300. Tikin av døgum undir
Diocletianus keisara.
Andlát
15. september
Torleif Hovgaard, nevndur Venne, Vági, bús. í Allerød,
77 ár
17. september
Símun Karl Mikkelsen, úti í Grønlandi, Tórshavn, 78
ár.
Bjørghild Jørgensen, fødd Poulsen, úr Havn, 76 ár.
19. september
Oluf Skaalum, í Hvalba, 80 ár.
20. september
Sigrid Jacobsen, í Klaksvík, vanliga nevnd Sigrid í
Búðunum, 92 ár.
21. september
Jústenes Hansen, Runavík, vanliga nevndur Yddi, 88 ár.
C
M
Y
K
13
12