leygardagur 25. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 183 - 25. september 2004
Nr. 183 - 25. september 2004
15
Forelskaður
sjónleikari
í Århus
Leygarkvøldið 2.
oktober verða
Forelskaður sjón-
leikari og allir
hinir fittu og fúlu
sangirnir at hoyra
í Århus
TÌÐINDASKRIV
Føroyingafelagið í
Århus
Leygarkvøldið 2. ok-
tober verður tann ár-
liga pisuveitslan fyri-
skipað í Århus. Tað er
Føroyingafelagið í bý-
num sum á hvørjum
ári heldur hesa veitslu.
Veitslan er ætlað sum
eitt tiltak fyri at bjóða
nýggjum fólki væl-
komnum til býin og
hjá yngri og eldri før-
oyingum í Århus at
hittast. Men í ár verður
nakað serligt gjørt
burturúr. Tað hevur
eydnast føroyingafe-
lagnum at fáa Finn
Jen-sen, forsangara í
Páll Finnur Páll, at
koma til Århus at
spæla. Leygarkvøldið
2. oktober fer hann at
spæla
saman
við
Ronni Poulsen og Jóan
Petur á Stongunum.
Teir koma allir tríggir
úr Føroyum til Dan-
markar í hesum ørind-
unum. Teir tríggir hava
drúgvar
royndir
at
spæla saman ymstaðni
í Føroyum, men hetta
er fyrstu ferð, at For-
elskaður sjónleikari og
hinir sangirnir eru at
hoyra uttan fyri Før-
oyar.
– Vit ætla okkum at
spæla Páll Finnur Páll
tilfar - fitt sum fúlt - og
so nøkur góð løg aft-
urat, sigur Finnur Jen-
sen.
Hølini hjá føroying-
unum í næststørsta
danska býnum eru ikki
tey størstu, og tískil er
avmarkað,
hvussu
nógv fólk sleppa inn.
Atgongumerki fáast til
keyps í hølunum hjá
føroyingafelagnum.
Fyri limir og pisur er
kostnaðurin 100 krón-
ur fyri borðhald og
tónleik aftaná. At-
gongumerki bert til
tónleikin kunnu keyp-
ast við dyrnar eftir
borðhaldið.
Føroyingafelagið í
Århus heldur til í Vest-
ergade 48d. Heima-
síða: www.aarstova.dk
Stuðlað tiltakinum
hava Atlantic Airways
og Føroya Sparikassi.
Barnaansingarstovnu
rin í Vági eitur Eiki-
lund. Hetta varð
avdúkað á lítlari
samkomu týsdagin.
34 uppskot komu inn
í navnakappingini og
nummar eitt, tvey og
trý fingu heiðursgávu
NØVN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Barnaansingarstovnurin í
Vági hevur virkað í umleið
eitt ár. Har er vøggustova
og barnagarður. Men navn
hevði stovnurin ikki og tí
varð skipað fyri lítlari
hugskotskapping. Týsdagin
varð lítil samkoma, har
Ásgerð Stenberg frá ment-
anarnevndini í Vágs Býráð
avdúkaðu navnið á stovn-
inum.
Hon fegnaðist um, at um-
mælini, ið stovnurin fær
eftir eitt ára virksemi, eru
sera góð. Hon segði, at 34
uppskot komu inn, so
áhugin var stórur, og fleiri
vøkur nøvn vóru at velja í.
Men semja var í býráðnum
um at nevna stovnin Eiki-
lund.
Og síðani endurgav hon
úr yrkingini hjá H.A. Djur-
huus: Drívur døgg um
døkka grund, dimmist mill-
um fanna, omanfyri eiki-
lund, hongur silvurkanna.
Uppskotini, sum gjørdust
nummar tvey og trý vóru
ávikavist Várspógvin og
Sóldøgg.
Vegna mentanarnevndina
takkaði Ásgerð Stenberg
fyri gott samstarv og síðani
avdúkaði hon eisini, at
heiðursgávur vóru til vinn-
andi hugskotini. Vinnandi
hugskotið átti Dagfinn Ol-
sen og nummar tvey og trý
átti Ásgerð Ásgerðdóttir
(Aggi). Tey fingu prýðiliga
vatnkaraflu við silvuri á,
har graverað var í, hvat
gávan var latin fyri.
Børnini sungu nakrar
sangir og so fingu øll ein
drekkamunn, við kaku og
kaffi. Ein grøn slangukøka
til børnini og ein lagkøka
við áskriftini Eikilund til
tey vaksnu.
Sostatt ganga børnini í
barnaansingarstovninum í
Vági ikki bert í barnagarð
ella í vøggustovu, tey
ganga nú í Eikilund, sum
snotuliga navnaskeltið á
stovninum eisini boðar frá.
Skeltið hava starvsfólk á
varda verkstaðnum á Bakka
evnað til.
Stovnurin eitur Eikilund
Danski prædiku-
maðurin Hans Bernt-
sen og konan Inge
vitja í Føroyum 27. -
29. september
VITJAN
Tíðindaskriv
Í komandi viku verða Hans
& Inge Berntsen í Føroy-
um, har tey fara at tosa - og
biðja fyri sjúkum. Hesuferð
verða tey í Suðuroynni og í
Eysturoynni.
Fyrsta tiltakið verður
mánakvøldið 27. september
kl. 20.00 í Stóra Pakkhúsi í
Vági. Týskvøldið 28. sep-
tember kl. 20.00 verða
Hans og Inge í Skúlahøllini
í Trongisvági. Og miku-
kvøldið 29. september í
nýggja bygninginum hjá
Kelduni í Skálabotni kl.
20.00.
Hans & Inge Berntsen
ferðast regluliga kring Dan-
mark, og bæði har og uttan-
landa síggja tey fólk verða
grødd og stór undur henda.
Seinasta árið hava tey eisini
verið við at hjálpt og stuðl-
að í Ukraina, har tey hava
biðið fyri sjúklingum og
stuðlað við at fíggja nýggja
útgerð til eitt sjúkrahús. Og
á ferð í Filipsoyggjunum
eru tey komin í samband
við eina av minstu sam-
komunum í verðini, og ætla
at gera túr aftur hagar fyrst
í komandi ári.
Hans & Inge vóru í Før-
oyum í juli mánaði seinasta
ár, har tey vitjaðu í Havn og
á Glyvrum, og nógv fólk
løgdu leiðina framvið fyri
at lurta og ikki minst at
síggja. Stílurin hjá Hans &
Inge er sum altíð, ógvuliga
lættur og óformellur.
Hevur tú hug at uppliva
Hans Berntsen hesar dagar-
nar, so ert tú vælkomin til
eitt ella fleiri av tiltøkun-
um. Hans Berntsen leggur
stóran dent á at kunna biðja
persónliga fyri fólki, so
eisini
hesuferð
verður
møguleiki fyri persónligari
forbøn fyri teimum, sum
ynskja tað.
Fyri tiltøkunum stendur
Café One Way á Tvøroyri,
og um onkur ynskir at
koma í samband við tey
bæði, ber til at ringja á tlf.
22 26 94.
Skrá fyri tiltøkini:
Mánadagin 27. september
kl. 20.00 í Stóra
Pakkhúsi í Vági
Týsdagin 28. september
kl. 20.00 í Skúlahøllini í
Trongisvági
Mikudagin 29. september
kl. 20.00 í Kelduni í
Skálabotni
Grøðingar- & prædikumaður vitjar í Føroyum
Ásgerð Stenberg, býráðslimur, avdúkaði vegna mentanarnevninda navnið á
barnaansingarstovninum í Vági
Børnini í Eikilund sungu so lystiliga
Nýggi klædnahandil-
in Preeti Payal lat
seinasta leygardag
upp í miðbýnum í
Havn. Tað eru systr-
arnar Jutta Helga-
dóttir og Sarina Aug-
ustinussen, ið hava
handilin
NÝGGJUR HANDIL
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Fyri tveimum árum síðani
lótu systrarnar Jutta og Sar-
ina upp ein handil við
klæðum og brúkstingum í
Vági. Tað hevur gingið sum
eftir ánni, og tí gjørdu tær
av, eisini at royna seg í
Havn.
– Vit hava eitt danskt de-
signmerki, nevnt Ducal De-
sign, sum vit eru einaum-
boð fyri í Føroyum. Eisini
selja vit kenda merkið Miss
Sixty, sum ein handil í
Runavík eisini selur. At
enda hava vit eisini nøkur
fá indisk brúksting, so sum
stakar, krukkur og tílíkt,
sigur Jutta Helgadóttir frá.
Ducal Design
Miss Sixty er eitt somikið
kent merki, at tað neyvan
nýtist at fáa nakra størri
presentatión.
Øðrvísi er við merkinum
Ducal Design, sum ikki er
serliga vælkent her heima.
– Ducal Design byrjaði
við, at hon, sum stendur
aftanfyri merkið, byrjaði at
gera og selja taskur. Tær
gingu sum heitt breyð, og tí
fór hon eisini undir at de-
signa klædnavørur. Í dag
hevur hon eitt stórt virki
undir sær og 17 seymikon-
ur. Klæðini hjá henni verða
seld til 40 ymiskar handlar.
Men hóast tað, verða
pløggini ikki hópframleidd,
greiðir Jutta frá.
Hon sigur víðari, at með-
an klæðini enn eru á tekni-
borðinum, verður avgjørt
hvussu nógv eintøk skulu
gerast.
– Hon bestemmar seg til
dømis fyri at gera 100 jakk-
ar av einum ávísum mod-
ellið. Síðani verða teir
hundrað jakkarnir býttir
ímillum 40 handlar, so tað
sigur seg sjálvt, at møgu-
leikin at møta onkrum í
einum jakka av sama slagi
er rættiliga lítil, sigur Jutta.
Tá hon bíleggur, plagar
hon at biðja um eitt eintak í
hvørjari stødd. So hon fær
ongantíð meiri enn eini fýra
pløgg, sum eru eins.
Klæðini frá Ducal De-
sign eru mest í jørðlitum,
brúnt, beige og myrka-
grønt, við stuttligum og
spennandi detaljum. Tú
fært bæði buksur, niður-
deilar, blusur, troyggjur og
jakkar av merkinum.
– Eitt, sum kanska er
kennimerkið er, at hon nýtir
ymiskt forkunnugt til detalj-
urnar. Bæði kanin- og kópa-
skinn, rugskin av hjørti,
knarvar av horni og beini og
eisini ymiskt bundið. Tað
ger tað spennandi og øðr-
vísið, greiðir Jutta frá.
Serligi stílurin gongur
eisini aftur ígjøgnum allar
kollektiónirnar, so pløggini
kunnu nýtast saman, óan-
sæð um tað gongur long tíð
ímillum keypini.
– Tey leggja dent á, at tú
ikki skalt noyðast at skifta
alla garderobuna út, hvørja-
ferð ein nýggj kollektión
kemur. Tá kanst tú bara
keypa tær okkurt einkult
plagg afturat, tí tað er alt de-
signað í sama stíli, sigur
Jutta.
Preeti Payal
– Handilin í Havn eitur eftir
handlinum í Vági. Tað er
kanska eitt óvanligt navn,
men tað er ikki tilvildarligt,
at handlarnir eita júst so-
leiðis, greiðir Jutta frá.
Hon sigur, at eftirsum tær
fóru undir at selja indisk
ting, vildu tær hava eitt ind-
iskt navn til handilin. Tær
kenna tvær indiskar systrar
har suðuri frá, onnur eitur
Preeti og hin eitur Payal.
Og tí bleiv navnið á handl-
inum Preeti Payal.
Jutta og Sarina hava ikki
gjørt so nógv við hølini í
Havn, síðani tær fluttu inn
við Preeti Payal, men hava
hildið gamla, hugnaliga
stílin.
Handilin er í Niels Fin-
sensgøtu, har sum hatta-
handilin hjá Minnu fyrr
plagdi at vera.
Jutta sigur, at tað longu
hava verið nógv fólk inni á
gólvinum.
– Tað er altíð stuttligt at
lata ein handil upp, tí tað
kemur altíð so nógv fólk
inn at forvitnast. Høvdu tey
bara blivið við at komið
aftur, so hevði tað verið
deiligt, sigur hon flennandi.
Alla ta fyrstu vikuna hevur
Preeti Payal havt nøkur
upplatingartilboð, sum vera
galdandi til og við leygar-
dagin.
LANDSSTEVNA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað vera ikki einans heim-
ligir spurningar, sum fara at
verða viðgjørdir á lands-
fundinum hjá Javnaðar-
flokkinum hetta vikuskift-
ið. Fokus verður eisini sett
á Europa og tað europeiska
samarbeiði og her ikki
minst á EU. Í hesum sam-
bandi er formaðurin í Eur-
opanevndini hjá Fólkating-
inum, Claus Larsen-Jensen
komin til Føroya at halda
fyrilestur.
Claus Larsen-Jensen sig-
ur við Sosialin, at hann fer
at tosa um Europa í dag og
í framtíðini. Hann vísir á, at
uttan mun til um lond eru
limir í EU ella ikki, so fer
útviklingurin í EU at hava
stóra ávirkan á framtíðar
útviklingin í øllum londun-
um, og tí eru allir evropear-
ar noyddir til at fyrihalda
seg til gongdina innan EU
so ella so.
– Eg eri fegin at vera boð-
in til Føroya at tosa um øll
hesi viðurskiftini, og fari eg
tí eisini at geva eina mynd
av, hvar fer at henda í tí
nýggja Europa. Frá at vera
ein felagsskapur, sum mest
hevur
samstarvað
um
handilslig áhugamál, verður
framtíðar EU meira ein pol-
itiskur felagsskapur. Claus
Larsen-Jensen sigur víðari,
at tað er ein sannroynd, at
tað tjóðskaparliga telur
meira og meira í nógvum av
londunum, og tí verður tað
uppgávan hjá EU at sameina
tað tjóðskaparliga við felags
áhugamálini hjá øllum lond-
unum. Claus Larsen-Jensen
fer so eisini at viðgera
Norrøna samstarvið, hvønn
týdning tað hevur sæð í EU-
høpi. Hann fer eisini at
nema við, hvussu verður við
viðurskiftunum
millum
Danmark og Føroyar í
framtíðar Europa. Eisini fer
hann longur út í heim og fer
at seta Europa í relatión til
restina av heiminum.
Claus Larsen-Jensen fer at
vera
við
á
øllum
landsfundinum
hjá
Javnaðarflokkinum, sum
verður í Læraraskúlahøllini
fríggjakvøld og leygardag.
Nýggjur handil í Havn:
Danskt design og Miss Sixty
Fokus á Europa á javnaðarstevnu
Jutta Helgadóttir, sum sam-
an við systrini Sarinu Aug-
ustinussen eigur handilin
Preeti Payal, sæst her í buks-
um frá Miss Sixty og einum
av øðrvísi jakkunum frá
Ducal Design
Mynd: Jens Kr.Vang
Claus Larsen-Jensen, fólkatingsmaður og formaður í Europanevndini hjá fólkatinginum kom til Føroyar í gjár saman við
konuni. Hetta er fyrsta vitjan teirra her og hittu tey nakrar av tingmonnum javnaðarfloksins og løgmanni uttan fyri Hafnia í
gjár
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
15
14