Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SVIMJING 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Aritra Nandy úr milliónabýnum Kalkutta í India hevur starvast sum føroyskur landsliðsvenjari í badminton í tveimum umførum. Fyrru ferðina mátti hann fara heim av persónligum orsøkum, men honum og familjuni longdist aftur til Føroya, her tey nú búgva og stórtrívast. - Tú kanst kalla meg indara, men ikki børnini hjá mær, tí tey síggja seg sjálvi sum føroyingar, sigur hann ARITRA NANDY: LONGDIST AFT TIL FØROYA Pætur Albinus Aritra Nandy er føddur og uppvaksin í Kalkutta í India, sum er ein risa stór­ur býur við umleið 14 milli­ónum íbúgvum. Eftir eina yrkis­ leið sum fulltíðar bad­min­ ton­spælari, har hann eitt nú spældi við indiska lands­lið­ num og hevur luttikið í stór­ um kappingum sum All Eng­ land, hevur hann kastað seg út í eitt ævintýr sum venjari. Lívið sum venjari hevur ført hann í mangar krókar av heim­inum, men allarlongsta tíð­arskeiðið hevur hann ver­ið har, sum hann er nú – nevn­iliga í Føroyum. Her stór­trívist hann saman við fam­iljuni, og tað eru ongar ábend­ingar um, at hann fer av aftur landinum í bræði. Spælari 49 ára gamli lágvaksni og virð­is­metti Aritra Nandy stav­ar úr einari stórari ind­ iskari familju. Hann er upp­ vaksin í milliónabýnum Kal­kutta. Í India er nógvur stætt­ar­munur, og Aritra vaks upp í miðalklassanum. Hann hevur fimm beiggjar og eina systir. Tveir av eldru beiggj­um hansara spældu bad­min­ton, men teir løgdu ikki líka nógv í ítróttin, sum Aritra gjørdi. Teir valdu at rað­festa lesn­aðin, og í dag eru teir báðir læknar. Evnini hjá Aritra at spæla bad­minton vóru eyðsædd, og sum 15 ára gamal tók hann av álvara dik á seg. Hann varð úttikin til liðið hjá landsparti hans­ara, Vestur Bengal, og seinni varð hann eisini út­ tikin til indiska landsliðið. - Vit vóru á nógvum lands­liðs­legum. Frá eg var 15 ára gamal og eini tíggju ár fram var eg fyri tað mesta heima­ífrá. Vit vóru á fýra- fimm vikur langum venj­ing­ ar­legum á National Institute of Sports í Bangalore, har umstøðurnar vóru framúr. Tað var eitt 5000 fermetrar stórt ítróttarøki við eitt nú badminton, hockey og borðtennis, greiðir Aritra frá. Badminton er risastórt í India og nógv eru um boðið at sleppa á landsliðið, so tað kravdi av Aritra, at hann vandi tvær ferðir um dagin seks ferðir um vikuna. Tá í tíðini, í 1980-unum, var ikki eins vanligt at ferð­ ast so nógv kring heimin at kappast, soleiðis sum tað er í dag. Tó hevur Aritra lut­tikið í fleiri SuperSeries- kapp­ingum og einaferð í All Eng­land. Tá spældi hann seg ígjøg­num kvalifikatiónina og var ein av 32, sum sluppu at lut­taka í høvuðskappingini. Hann tapti tó í fyrsta umfari. Umframt hetta, so hevur Aritra Nandy verið indiskur meistari tvær ferðir og vunnið silvur tvær ferðir. Hann hevur eisini vunnið bronsu í U18-útgávuni av Asian Championships. - Í 1985 tapti eg kvart­fin­ aluna ímóti Bark Sung Bae úr Suðurkorea, sum árið eftir vann OL-gull heima í Seoul, nevnir Aritra til stuttleikar. Aritra Nandy varð settur í starv hjá Indian Railways, sum er ein av heimsins størstu fyritøkum við 1,3 millión starvsfólkum. Hóast hann stóð til at arbeiða har fulla tíð, so var hansara ein­ asta uppgáva at spæla bad­ minton fyri landspartin Vestur Bengal. Tað var teirra máti at stuðla honum og øðrum badmintonspælarum uppá. Seinni fór Aritra at arb­ eiða á einum kontóri á ítrótt­ ar­deildini í fyritøkuni, tó einans frá kl. 10.00 til kl. 12.30. Seinnapartarnar var hann venjari hjá Vestur Ben­gal. Venjari Aritra gavst við at spæla bad­minton tá ið hann var um 30 ára aldur. Hann er útbúgvin innan hand­il, men við tveimum venjara­ út­búgv­ingum í badminton í skjáttuni leitaði hann sær út um landoddarnar, og eftir at hava starvast fyri altjóða badmintonsambandið í londum sum Suðurafrika og Guyana, fekk hann ein fyrispurning úr Føroyum í 2001. Tað var Heðin Joensen, táverandi formaður í Bad­ min­tonssambandi Føroya, sum var áhugaður í at fáa hann til Føroya sum lands­ liðsvenjari. - Eg minnist, at tað fyrsta, ið eg spurdi, var “hvar eru Føroyar?”, sigur Aritra, sum tó var ógvuliga vanur við at ferðast bæði nógv og langt, og valdi at taka av møgu­leik­ anum sum før­oysk­ur lands­ liðsvenjari. Við sær til Føroya hevði hann unnustuna, Srikanya, og tey fyrstu árini í Føroyum fingu tey tvey børn. Sonin Ari, sum er føddur í 2002, og dóttrina Adhya, sum er fødd í 2004. Í desembur 2004 valdu Aritra og Srikanya at fara heimaftur til India. Hann sigur, at tað var av per­són­lig­ um orsøkum, tí hann hevði ymiskt at taka sær av har heima. - Umframt tað, so høvdu vit onga familju í Føroyum, og børnini vóru heilt lítil, leggur hann afturat. Hann gjørdist U15-lands­ liðsvenjari hjá India. Sum ár­ini gingu leitaði hann sær tó aftur til Evropa, og í 2007 varð hann settur í venj­arastarv hjá danska fel­ ag­num Aalborg og fyri ein part eisini GOG, har eitt nú danski Peter Gade hevur fingið sína uppaling. Árið eftir, t.e. í 2008, var Aritra Nandy boðin til Føroya at hava eina venj­ing­ arlegu, og tað var á hesari venj­ingarleguni, at hann fekk tilboðið um at koma aft­ ur til Føroya at starvast sum landsliðsvenjari. - Meðan vit vóru í India, funnu vit útav, at vit sakn­ aðu Føroyar. Tað var jú her, ið børnini hjá okkum vórðu fødd, og her er so friðarligt at vera og fólk eru fitt, heldur Aritra, sum tískil valdi at koma aftur til Føroya. - Grundin til at vit valdu at vera eitt ár í Danmark, var fyri at fáa royndir í einum heimsins bestu bad­min­ton­ londum, leggur hann afturat. Trívast Meðan vit sita og práta, hev­ur kettan hjá familjuni Nandy hug at blanda seg upp í. - Hon eitur Simba, og hon er eitt hálvt ár. Hon kemur úr Klaksvík, men hon skilir indiskt, flennur Aritra og for­telur, at kettan dugir at hoppa upp á úthurðslásið og lata úthurðina upp, soleiðis at hon fer út tá ið hon hevur hug. Tað er rokaligt í húsi teirra í vesturbýnum í Havn. Kon­an stákast og skal onkur ørindi, og eisini ring­ir tele­ fon­in hjá Aritra. Tað er onk­ ur, sum ynskir at fáa nýggjar streing­ir á ketsjaran. - Vit trívast sera væl her. Bad­min­ton í Føroyum er sum ein stóra familja, og kær­leik­in og virðingin, sum eg fái, motiverar meg. Eg eri altíð blivin væl viðfarin, og tað var tað, sum fekk meg at koma aftur higar. Eingin kann peika ein einasta fing­ ur at mær, og eiheldur eg at nøkrum øðrum, tí eg havi gott samband við øll, sigur Aritra, sum arbeiðir við at menna badminton í øllum Før­oyum. - Hvønn dag fari eg til ymisk feløg, og tað er eitt fastlagt skema. Giljanes, Komandi vikur­- nar fer Ítróttar­ sosial­urin at varpa ljós á útlendingar í før­oyskum ítrótti Í 1985 tapti eg kvart­fin­ aluna ímóti Bark Sung Bae úr Suðurkorea, sum árið eftir vann OL-gull heima í Seoul VANGAMYND Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143