Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Havn, Kambsdal, Klaksvík og Vest­manna, remsar Ari­ tra upp fyri okkum og legg­ ur aftur­at, at fleiri viku­skifti eis­ini fara við venj­ing­ar­leg­ um. Aritra hevur vánalig knø, so hann heldur seg mest møguligt aftur við at spæla, men inn ímillum vísir hann hvussu sløgini skulu ger­ast, og tað plagar at dáma leik­ar­ u­num væl. - Okkurt foreldur hevur spurt meg hvussu eg geri, tí at tá ið eg sigi, at nú samlast vit, so er púrasta tøgn. Tey høvdu ynskt, at tey lurtaðu eins væl eftir har heima, sigur Aritra og flennur. Tað lættir um hjá húsk­ inum Nandy, at tey kenna onnur indisk fólk í Før­oy­ um. Beiggi Aritra og son­ur hansara búgva eisini her, og av teimum starvast tann yngri sum lækni á Lands­ sjúk­rahúsinum. - Natúrliga plaga vit ind­ isku at hittast, eftirsum vit eru so fá. Tað ganga vit høgt upp í í India. Tey eru sum okkara eldru systkin, sigur Aritra. Familjan Nandy er í dag farin heim til India at halda jól. Hetta er fyrstuferð í átta ár, at tey eru heima á jólum. Tey eru hindu, men Aritra sigur, at hindu ímillum tey er ein avslappaður átrúnaður. - Børnini fylgja átrúnað­ inum í Føroyum, og tá ið tey vera 18 ár, sleppa tey sjálvi at ráða yvir hvørjum tey ætla at fylgja, sigur Aritra. Aritra og Ari hava nógvar vinir her og trívast sera væl í Føroyum. - Tú kanst kalla meg ein indara, men ikki børnini hjá mær, tí tey síggja seg sjálvi sum føroyingar. Tey tosa flót­andi føroyskt og klára seg eisini væl í skúlanum, sigur Aritra. Aritra og konan skilja tað mesta av føroyskum, men tey tosa enskt við føroying­ ar. Konan, Srikanya, starvast sum kokkur, men við síðuna av lesur hon eisini føroyskt og danskt. Heiður Aritra er sum nevnt far­ in til India í dag, men hann kundi verið farin fyrr, tí leygardagurin var nevni­ liga ein serligur dagur í lívi hansara. Tá fekk hann nevn­iliga handað ein so­kall­ aðan lívlangan heið­ur frá landspartinum Vestur Ben­ gal sum tøkk fyri hansara íkast til badminton í India. Ein heiður, sum ítróttarfólk, tón­leikarar, sjónleikarar og onn­ur kunnu fáa. Hann varð uppringdur úr heimlandinum og fekk bjóð­að ferðaseðilin goldnan, men hann valdi at verða ver­andi her og fara heim ætlaða tíðspunktið saman við familjuni. Hann fekk ein av eldru beiggjunum at taka ímóti heiðurinum fyri seg. Soleiðis sum prátið gongur og fellur inn á mun­ in ímillum føroyingar og ind­arar, so er tað heldur merk­isvert, at Aritra ikki heldur tað vera stóran mun á føroyingum og indarum. - Tað eru tvey framkomin samfeløg, har mentalitetur og hugsanir eru so at siga tær somu. Í báðum londunum verður raðfest at børnini fáa sær eina góða útbúgving, sigur Aritra og leggur aftur­ at, at hann sær mun á tí øki­ num frá fyrstuferð hann kom higar í 2001 og so í dag, tí hann metir, at føroyingar í dag í enn størri mun hugsa um at hava góða útbúgving. Talent Sum spælari var Aritra ein lágvaksin og kvikur spælari við álopskendum spælistíli. Hetta gongur aftur í hansara frálæru í dag, og tó. - Eg leggi meg nógv eftir at læra spælararnar tann rætta teknikkin og at hava gott kontrol í spælinum. Uttan gott kontrol kanst tú vinna okkurt flott stig, men tað nyttar lítið, um tú so tapur tvey aftaná. Tað snýr seg um at gera tey einføldu tingini perfekt, soleiðis at tú ikki kiksar so ofta, sigur Aritra. - Í hesum partinum av heiminum eru spælararnir ofta hægri og sterkari enn teir í Asia, men sannleikin er, at ein klænur spælari kann sláa akkurát líka hart sum ein sterkur spælari. Eisini her er teknikkurin svarið, og teknikkur er grundleggjandi gongda leiðin til eina góða menning, sigur hann. Føroyingar hava fingið góð úrslit í kappingum utt­ an­lands síðstu tíðina, eitt nú í Denmark Open, har Adhya vann gull í sterkasta bólk­ inum í U11 umframt at aðrir føroyingar eisini vunnu nakrar bólkar á næsthægsta støðinum. Aritra sigur seg fegnast um, at badminton í Føroyum eigur nógv góð talentir. Ser­ liga gentur í 12-15 ára ald­ri­ num, har einar sjey-átta gera seg galdandi. Hann sær fyri sær, at tað verður hørð kapp­ ing um at sleppa á kvinnu­ landsliðið um fá ár. Sera nógvir spælarar eru lagstir afturat í føroyskum badminton seinasta árið, og tað metir Aritra vera ein vinn­ingur við góðu úrslit­ unum. - Tey síggja spælarar fara utt­anlands og vinna. Tað hev­ur eina ávirkan. Tá ið ein ítróttur ger tað gott, so koma natúrliga fleiri børn til, heldur hann. Ungdómslandsliðið hev­ ur eisini luttikið í ungdóms- HM, og har megnaðu Føroyar at lyfta seg frá 56. plássi upp á eitt 44. pláss í liðkappingini. Har er kappingin sera hørð - tað eru fleiri tap enn sigrar, men eisini hetta er ein lær­dómur. - Fyrst av øllum sigi eg við leikararnar, at teir altíð kunnu siga, at teir hava lut­ tikið í HM. Tað kunnu teir siga restina av lívinum. Summ­ir leikarar fella kanska í fátt og hugsa “hvat geri eg her”, men teir skulu bara vera positivir, tí teir taka seg fram og koma at merkja, at teir skulu arbeiða hart fyri at koma allan vegin, sigur Aritra. Nógv spennandi er fyri framman hjá føroyskum bad­minton, eitt nú Reykjavík Int­ernational í januar og Januar Yonex Cup í Berlin á páskum. Næsta summar eru oyggjaleikir í Gotlandi, og har plaga Føroyar at gera seg galdandi. - Vit vunnu fyrstuferð gull í liðkappingini í 2009, og Rannvá D. Carlsson vann gull í einmansleiki sein­ast. Ein dag ætla vit at vinna allar kappingarnar á oyggja­ leik­unum, og inntil ta tíð er málið at vit skulu blíva betri og betri, sigur Aritra Nandy at enda. ALBINUS@SOSIALURIN.FO UR Tú kanst kalla meg ein indara, men ikki børnini hjá mær, tí tey síggja seg sjálvi sum føroyingar