Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1. Tað er hørð kapping um at sleppa í FM-finalurnar í hond­ bólti. Hvussu sært tú møgu­ leik­arnar hjá tykk­um í Kyndli fyri at røkkan finaluni? - Vit eru sum nú er 2 stig frá einum finaluplássi, so møguleikin er til staðar. Vit hava havt sera nógvar skaðar at dragast við fyri jól, so vit eru bara heilt nøgdir við ta støðu vit standa í nú. Vit hava ein sera smalan hóp, sum hevur víst fyri­ mynd­arligan hugburð - klára vit at halda á og allatíð blíva betur og betur, so hava vit ein realistiskan kjans at røkka finaluplássinum. 2. Hvat lið metir tú sum favoritt at koma í finalunar? - H71 og VÍF. Heilt stutt tí at hesi bæði liðini hava verið í finaluni sein­ astu tvey árini, hava gott lið, sterkar útlendingar og eitt gott kon­sept. Vit og onnur lið verða noydd at bróta ísin millum okkum og tey fyri at sleppa uppí finalu-part. 3. Hví valdi tú at blíva venjari á so ungum árum? - Tí eg føldi at eg kundi geva meira íkast uttan fyri vøllin enn inni á vøll­inum. Eg haldi sjálvur, at eg kenni mínar styrkir og mínar veik­ leik­ar - ein eginleiki sum eg eri glað­ ur fyri. 4. Nú er skjótt jól – ert tú jólaligur - Hoyri nógv frá damuni um, at eg eri ov lítið jólaligur - sannleikin er tann, at eg eri sera jólaligur, tá eg skal vera jólaligur, frá 24 des til 26 des. Mær dámar øgiliga væl jólini, tí tað er ein sera hugnalig tíð, men eg komi ikki í jólastemning í november mánað. 5. Hvussu fert tú at halda jól? - Tað er ein føst rutina sum koyrir ár um ár. Dagurin byrjar altíð við 1,5 tíma av innandura fótbolti saman við vinnmonnunum. Tær seinastu gáv­urnar verða sum oftast koyrdar runt tann dagin, har høvið er at heilsa uppá tey fólk, ið man ikki sær so nógv til í dagligdegnum. Jóla­aftan er øll familjan samlað, og tað plagar at vera ein hugnalig løta. Havi hoyrt okkurt um at NFL fót­ bolt­ur er á skránni í ár seint 24'inda, so tað er líka við at mann fer at tak­ að tað við eisini. Vikan ið fór Føroyski altjóða dómarin, Alex Troleis, dømir saman við føroyskum hjálpardómarum dystin í UEFA Youth League millum Manchester City og Celtic Eftir eitt ár uttan fótbólt verður fyrrverandi landsliðsleikarin Levi Hanssen aftur at síggja á vøllinum. Hann ger nevnliga sáttmála við HB. Sára Nysted setir nýtt føroyskt juniormet til HM í stuttgeil i Kanada, tá iðh hon svimur 57,43 í 100 metrum frí. ÍF ger sáttmála við Niels Paula Danielsen, sum síðsta kappingarár spældi við KÍ. Á viðurkendu hondbóltssíðuni Handball Planet verður danski Mikkel Hansen valdur til heimsins besta hondbóltsspælara 2016. Stjørnan vinnur sín fyrsta dyst í Hvonn-kappingini hetta kappingarárið, tá ið tær ógvuliga óvæntað vinna á VÍF í Vestmanna. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Kringvarp Føroya er í vetur farið undir at senda beinleiðis á netinum frá hondbólti og eis­ini flogbólti. Í gjár var sent bein­ leiðis frá oddadystinum í FTZ- kappingini í Vestmanna millum VÍF og H71. Í summar sendi Kring­ varpið eisini beinleiðis frá fleiri fót­bóltsdystum. Tað er gleðiligt, at Kringvarpið er farið at senda beinleiðis frá vet­ rarítróttinum eisini, og at man ikki bara ger tað, tá ið talan er um steypafinalur og aðrar altav­ gerandi dystir. Í Føroyum hava vit í nógv ár bara verið von við, at tað hevur verið útvarpað frá ítróttar­kapp­ ingum annaðhvørt í Kring­varp­ inum ella á Rás 2. Bein­leiðis sjónvarping hevur verið bara verið í sambandi við lands­dystir, steypafinalur í hond­bólti og flog­ bólti og til føroya­meist­ara­kapp­ ing í svimjing umframt onkra aðra serstaka hending. Gleðir mong At eitt nú hondbóltsdystir verða stroymaðir beinleiðis á netinum gleðir uttan iva eina rúgvu av fólki. Tí tað eru ikki øll, sum hava møguleika fyri at fara til dyst, hóast tey fegin vilja síggja dystin, og ikki minst so er tað ein ørgrynna av útisetum, sum eisini fylgja væl við í eitt nú føroyskum hondbólti. Góðskan á stroymingini er sum heild eisini góð. Myndirnar eru góðar, men tað er sjálvsagt ikki optimalt, at man bert hevur eitt myndatól til ein slíkan dyst, hóast tað er væl skiljandi, tí at tað gerst beinanvegin væl meiri kost­ naðarmikið, um man skal hava fleiri myndafólk og harvið eisini ein framleiðara. Tí er tað eisini ein fín byrjan, at man er farið undir at senda beinleiðis frá dystum, og vit sum hyggj­arar kunnu fegnast um henda møguleika. Í gjár var Leivur Frederiksen frá­søgu­fólk til beinleiðis stroym­ ingina frá spennandi dystinum í Vestmanna, og tað kom Leivur bara heilt væl frá. Men tað er ein rættiliga stórur munur á sjónvarpsfrásøgn og út­ varps­frásøgn. Tað er væl lættari at gera eina útvarpsfrásøgn spenn­ andi í mun til eina sjónvarps­frá­ søgn, har tú hevur myndirnar til. Tí fært tú ikki sama spenning í sjónvarpsfrásøgnina, sum tú fært í útvarpsfrásøgnina. Tað er tó einki at taka seg aftur í, at stroymingin hjá Kring­varp­ inum er eitt gott átak, sum nógv gleð­ast um, men KVF má leggja stór­an dent á, at man kemur runt landið og sendir dystir, og at man ikki bara velur toppdystirnar burt­ur­úr. Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ Fimm skjótir spurningartil føroysk ítróttarfólk... Navn: Julian Johansen Aldur: 26 Starv: Elektrikari og venjari hjá Kyndli Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1. Vitalis, 2. Malan Vitalis Joensen, 3. 2008, 4. 26, 5. 2007, 6. 400 metrum frí og 4 ferðir 100 metrar frí, 7. Eyðbjørn Joensen, 8. 26 STROYMING AV HONDBÓLTI: Ein góð byrjan ÍTRÓTTAR UMMÆLI 1 Pál Joensen er giftur, og í hesum sambandi fekk hann sær millumnavnið hjá konuni. Hvat er tað? 2 Hvussu eitur kona Pál Joensen? 3 Altjóða gjøgnumbrotið hjá Pál Joensen var, tá ið hann í vann trý gullheiðursmerki til EM fyri juniorar á ávíkavíst 400, 800 og 1.500 metrum í Beograd. Hvat ár var tað? 4 Pál Joensen hevði føðingardag leygardagin – hvussu nógv ár fylti hann? 5 Hvat ár luttók Pál Joensen á fyrsta sinni á Oyggjaleikunum? 6 Til OL í London í 2012 luttók Pál Joensen í trimum ymsum kappingum. 1.500 metrar frí var sjálvsagt ein av teimum trimum, men hvørjar vóru hinar tríggjar? 7 Pál Joensen hevur ein lítlabeiggja, sum eisini hevur gjørt um seg í føroyskari svimjing. Hvussu eitur hann? 8 Hvussu nógv gullheiðursmerki hevur Pál Joensen vunnið tilsamans í oyggjaleikahøpi? (16, 21 ella 26)