mánadagur 12. desember 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Tvey ting standa eftir í huganum aftaná farna
vikuskiftið. Eitt úr heimligu hondbóltskappingini,
og eitt úr danska superligafelagnum Horsens. Í
Vestmanna var ungi og evnaríki H71-spælarin,
Hilmar Leon Jakobsen offur fyri eitt menniskja
ligt mistak, har liðleiðararnir høvdu yvirsæð at
skriva navn hansara á dómaraseðilin. Hilmar
Leon Jakobsen mátti hugtungur fara av vøllinum,
tá bert seks minuttir vóru farnir. Lógliga var
talan um eina rætta avgerð, tí allir leikararnir
mugu standa á dómaraseðilinum í seinasta lagi
30 minuttir áðrenn ein hondbóltsdystur byrjar.
So tey, sum sótu við dómaraborðið í Vestmanna,
og dómaraparið hava einki skeivt gjørt, tvørt
urímóti. Men her má skipast fyri einari manna
gongd, og einum "checksystemið", so slíkt ikki
endurtekur seg, so teir fremstu og bestu verða
sýttir at sleppa at royna seg, tí eitt menniskjaligt
mistak er hent. Um tað verður gjørt við, at
nøvnini verða gjøgnumgingin av liðleiðarunum
og umboðum fyri dómararnar ella umboðum
fyri dómaraborðið ella á ein annan hátt er ikki
tað týdningarmesta. Tað týdningarmesta er,
at Hilmar Leon Jakobsen skal helst verða tann
seinasti, sum sleppur at fáa hasu súru, persónligu
upplivingina aftur. Vit krossa fingrar fyri, at
eingin annar í bestu hondbóltsdeildini sleppur at
uppliva slíkt aftur.
Liðið hjá føroyska landsliðsmiðvallaranum, Hall
Hanssyni, AC Horsens er farið í vetrarfrí. Á in.fo
og Sosialinum hava vit saman við nógvum fót
bóltshugaðum føroyingum kunnað frøtt okkum
um at hava møguleikan at leggja góð videobrot
út á in.fo, har Hallur Hansson hevur skotið vøkur
mál, ella hevur lagt upp til mál fyri AC Horsens.
Hallur Hansson hevur verið sera eyðsýndur
hjá AC Horsens. Ikki síðani góðu dagarnar hjá
Toda hava vit kunnað fylgt donsku superliguni
so væl, sum tá nú Hallur Hansson í AC Horsens,
og Jóan Símun Edmundsson í OB hava veruliga
gjørt vart við seg í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Brandur Henriksson hevur í glottum í Randers
FC eisini víst sítt virðið. Tí var tað eisini framúr
hugaligt og stuttligt at hoyra Hall Hansson
greiða frá í samrøðu við Trónd Arge á Rás2, at
høvuðsvenjarin hjá AC Horsens, Bo Henriksen
hevði kallað hann inn til ein evalueringsfund,
har Bo Henriksen kløkkaði Hall Hansson við at
siga, at hann var ikki heilt nøgdur við avrikið hjá
Halli. - Jú tú hevur gjørt tað gott, sum so, men eg
hevði ætlað, at tú skuldi verða millum tríggjar
teir bestu í superliguni, segði Bo Henriksen. Jú
tann lívligi og impulsivi Bo Henriksen kom við
einum ynski, sum vit mugu vóna - uttan at leggja
nakað óneyðugt trýst á Hall Hansson - kann fara
í uppfylling. Í kvøld endar Jóan Símun Edmunds
son tað "føroyska" kappingarárið í Danmark, tá
OB spælir í Viborg. Um vit skulu hava ein danskan
landsliðsvenjara aftur, aftaná Lars Olsen einaferð
hevur takkað fyri seg, so er Bo Henriksen ikki eitt
vánaligt boð. Ein venjari í sær so stórt í einum
føroyskum spælara eigur avgjørt at umhugsast.
Men tann tíð tann gleði. Eisini gleðiligt, at Lars
Arne Nilsen heldur fram, sum høvuðsvenjari hjá
Gilla Rólantssyni og hinum í Brann Bergen. Lars
Arne Nilsen hevur trúð uppá Gilla frá fyrsta degi,
og tað boðar frá góðum nú Gilli fer at spæla við
Brann Bergen frá kappingarbyrjan.
Menniskjaliga mis
takið í Vestmanna
og forvæntning
arnir í Horsens
KLUMMAN
Heri sigur sína hugsan...
Danjal av Rana
Molde Fotballklubb, sum varð
stovnað í 1911, hevur sein
astu árini ment seg til eitt av
størstu feløgunum í Noregi.
Undir leiðslu av Manchester
United-legenduni
vann
Molde sítt fyrsta meistara
heitið í norskum fótbólti í
2011 og vardi tað í 2012. Í 2013
gjørdist liðið ov stutt, men
vann
steypakappingina
í
staðin við einum 4-2 sigri
móti Rosenborg í finaluni. Ole
Gunnar Solskjær skifti í 2014
til Cardiff í Wales, men Tor
Ole Skullerud førdi felagið
víðari og vann The Double,
altso bæði landskappingina
og steypakappingina, í 2014.
Hann bleiv tó uppsagdur í
2015 og tá kom Ole Gunnar
Solskjær, sum ikki vardi
so leingi í Cardiff, aftur til
Molde, har hann er enn. Ein
astu norsku liðini, sum hava
luttikið
í
bólkaspælinum
í Champions League eru
Molde og RBK.
Molde spælir sínar heima
dystir á Aker Stadion. Leik
vøllurin kostaði 176 milliónir
krónur at byggja í 1998. Tað
er norski ríkmaðurin Kjell
Inge Røkke, sum hevur spýtt
pening í felagið.
Ein av orsøkunum til,
at Molde FK hevur leitað
eftir
einum
verjuleikara,
er at Vegard Forren, sum
hevur verið fastur maður
á liðnum seinnu árini, er á
veg úr felagnum. Sáttmálin
gongur út í næstum, og tað
hevur gingið sera striltið hjá
felagnum og honum at koma
ásamt um ein nýggjan sátt
mála. Rosenborg BK hevur
í longri tíð ligið framvið at
tryggja sær verjuleikaran,
men sjálvur kundi hann helst
hugsað sær at roynt eydnuna
uttanlands. Hann var eitt
stutt skifti í Southampton og
tá hoyrdist eisini, at Liverpool
vóru áhugaðir í honum. Hann
slapp tó ongantíð á vøllin
fyri Southampton tað hálva
árið hann var í felagnum á
heysti 2012. Líkamikið hvar
Vegard Forren so endar, so
hevur Molde nú funnið sær
ein avloysara í Sonna Ragnar
Nattestad.
Føroyski landsliðsleikarin Sonni Ragnar Nattestad hevur
skrivað undir ein trý ára sáttmála við norska felagið Molde FK,
sum hevur navnframa Ole Gunnar Solskjær sum venjara
SONNI RAGNAR
SELDUR TIL MOLDE
Terji Nielsen
Norska felagið Molde FK,
sum seinasta kappingarár
endaði nummar fimm í
fremstu norsku kappingini,
hevur keypt føroyska lands
liðsleikaran Sonna Ragnar
Nattestad frá íslendska fel
agnum FH Hafnarfjørður.
Keyptur til at spæla
Føroyska A-landsliðið var
í farna mánað í Sveits, har
teir leiktu seinasta HM-und
ankappingardystin í ár, og tá
var navnframi venjarin hjá
Molde, Ole Gunnar Solskjær,
millum áskoðararnar. Og
leikarin, sum Solskjær var og
hugdi eftir, var Sonni Ragnar
Nattestad.
Eftir
øllum
at
døma
hevur norska Manchester
United-legendan dámt tað,
sum hann sá í Sveits, tí stutt
eftir landsdystin var Sonni
Ragnar Nattestad á vitjan
í Molde, har hann hitti Ole
Gunnar Solskjær og annars
hugdi eftir umstøðunum.
Samráðingar hava síðani
verið millum Molde FK og
FH Hafnarfjørður um sam
sýningina, sum íslendska
felagið skuldi hava fyri før
oyska
landsliðsleikaran,
sum hevði eitt ár eftir av
sáttmálanum við íslendska
felagið, og tað er so komið
undir land.
Í gjár gekk leiðin hjá
unga miðvinginum aftur til
Noregs, og í dag varð und
irskrift so sett á sáttmálan,
sum bindur føroyska verju
leikaran við norska felagið
næstu trý árini.
Eitt stórt stig fram
Sjálvur er Sonni Ragnar
Nattestad
ovurfegin
um
skiftið til norskan fótbólt.
Hetta er eitt stórt stig
fram í mun til í Íslandi. Teir
hava
veruliga
víst
mær
áhuga í eina tíð og bjóðaðu
mær til Molde á vitjan, eftir
at Ole Gunnar hevði verið
og hugt í Sveits. Tá ið eg
so hevði verið í Molde og
tosað við Ole Gunnar og
hini í felagnum, var eg ikki
í iva, greiðir Sonni Ragnar
Nattestad frá í telefonini av
flogvøllinum í Molde, har
hann og umboðsmaðurin
Jákup í Stórustovu, sótu og
bíðaðu eftir at sleppa heim
aftur til Føroya, tá vit fingu
orðið á hann á miðdegi.
Í morgun var hann til
læknakanning og síðani bleiv
sáttmálin undirskrivaður.
- Eg eri ótrúliga spentur
uppá hetta. Tú kemur at
spæla, hevur Ole Gunnar
Solskjær sagt við meg, men
sjálvandi
skal
eg
eisini
avrika, sigur Sonni Ragnar
Nattestad, sum heldur, at
norskur
fótbóltur
passar
væl til hansara spælistíl, og
tí sær hetta sum eitt høvi at
menna seg enn meiri sum
fótbóltsspælara.