mánadagur 12. desember 2016síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016
26
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
J
ólini hava sínar traditiónir við sær, og
soleiðis er eisini, tá ræður um góðgæti.
Í Føroyum eru vit ikki so røsk at gera
spurnarkannigar og ein spurnarkanning um,
hvussu nógv og hvat góðgæti vit eta um jólini,
liggur okkum neyvan fremst í huganum.
Men, fyri tveimum árum síðan gjørdu danir
eina slíka kanning, har 1.994 fólk kring landið
vórðu spurd.
- Kanningin bygdi á kyn, regiónir, útbúgving
og aldur, og ein slík kanning kann tí takast sum
umboðandi danska fólkið, sigur Cloetta, sum
stóð fyri kanningini.
Serliga tey ungu
Kanningin vísir, at meira enn annar hvør dani
etur meira góðgæti í desember enn annars, og
tað er sonevnda jólagóðgætið, sum verður etið,
eitt nú marsipanbreyð, lakrisskonfekt, nøtur og
rosinur við sjokulátu.
Stearinljós, nissuhúgvur, jólakalendarar - og
ein stór skál við jólagóðgæti er eftir øllum at
døma tað, sum skal til fyri at skapa jólahugna í
donskum heimum.
Í øllum førum verður eyka nógv etið av tí
søta í desember.
59 prosent av dønum siga í kanningini,
at tey undan jólum eta meira góðgæti enn
annars, og tað er serliga millum tey ungu, at
nógv verður etið í desember í mun til restina av
árinum.
Heili 63 prosent av teimum, sum eru 18 til
35 ár, siga seg eta meira góðgæti í desember.
Og tá tey, sum eru millum 56 og 75 ár,
verða spurd, siga 53 prosent, at tey feiðra
jólahøgtíðina við at eta meira góðgæti enn
annars.
Tað er ein partur av hugnanum og
traditiónunum í jólamánaðinum, at vit forkela
okkum sjálvi við góðum mati og søtmeti. Hetta
sæst eisini aftur í sølutølunum fyri ymiskt
søtmeti, sum vit knýta at jólunum.
Hvat verður etið?
Í Danmark er mest populera jólagæti
marsipanbreyð. Heili 41 prosent siga, at
marsipanbreyð er millum teirra yndisgóðgæti.
Á øðrum plássi er myrk sjokuláta, sum 30
prosent siga er teirra yndisgóðgæti. Á triðja
plássi við 27 prosentum eru nøtur og rosinur,
klæddar við sjokulátu - og á fjórða plássi
lakrisskonfekt við 26 prosentum.
Tey ungu og tey eldru fella tó ikki fyri tí
sama, tá ræður um søtmeti í desember og um
jólini.
Eitt nú vilja 34 prosent av teimum, sum
er millum 56 og 75 ár, í fyrsta lagi hava
lakrisskonfekt. Hyggja vit eftir, hvat tey, sum
eru millum 18 og 35 ár, siga, eru tað bert 14
prosent, sum vilja hava lakrisskonfekt.
Av teimum yngru vilja 21 prosent hava tað,
sum danir rópa “jólaskúm”, men millum tey,
sum eru millum 56 og 75 ár, ynskja bara fimm
prosent sær skúmgóðgæti.
Kvinnur og menn
Tað er eisini munur á, hvat kvinnur og menn
eta av góðgæti um jólini. Serliga, tá ræður
um jólaskúm, eru meiningarnar ymiskar
millum kynini. 20 prosent av kvinnunum hava
jólaskúm, sum part av sínum yndisgóðgæti,
men tað eru bert níggju prosent av monnunum,
ið vísa á “skúm” sum jólagóðgæti. Tað eru
hinvegin fleiri menn enn kvinnur, sum vilja
hava myrka sjokulátu, marsipanbreyð og
lakrisskonfekt enn kvinnur.
Tað er ikki bara munur á, hvat kvinnur og
menn vilja hava, og tað er heldur ikki bara
munur á, hvat fólk í ymiskum aldri vilja hava.
Danir, sum búgva ymsastaðni í landinum,
ynskja sær eisini ymiskt jólagóðgæti.
38 prosent av fólkinum í Vesturjútlandi
vilja hava lakrisskonfekt, og hetta ger, at
Vesturjútland er tann landslutur í Danmark, har
flestu velja lakriss.
Í Eysturjútlandi og á Fjóni er tað serliga
marsipanbreyð, sum fólk vilja hava.
Skúmgóðgæti er populert í Norðurjútland,
og 19 prosent av teimum spurdu nevna
jólaskúm sum teirra yndisgóðgæti. Hetta er
meira enn í øðrum regiónum í Danmark.
Myrka sjokulátan er best umtókn í
Suðurjútlandi, har 34 prosent siga, at hon
hoyrir við til jólagóðgæti.
Í Danmark er mest populera jólagæti marsipanbreyð. Heili 41 prosent siga, at marsipanbreyð
er millum teirra yndisgóðgæti. Men, tað er ymiskt, hvat kvinnur og menn vilja hava, og tað er
eisini ymiskt, hvat ymiskir aldursbólkar og landslutir vilja hava
Nógv góðgæti verður
etið um jólahøgtíðina
Í Danmark er mest populera jólagæti
marsipanbreyð. Heili 41 prosent siga,
at marsipanbreyð er millum teirra
yndisgóðgæti í desember og um jólini
Tá ræður um jólaskúm, eru meiningarnar
ymiskar millum kynini. 20 prosent
av kvinnunum hava jólaskúm, sum
part av sínum yndisgóðgæti, men
bert níggju prosent av monnunum