mánadagur 12. desember 2016síða 54
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016
30
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
J
ólini nærkast, og hesar myrku
seinnapartarnar fram ímóti stytsta
degi hava vit hug at tendra livandi ljós,
samstundis sum jólatónleikur streymar úr
hátalarunum.
Men, tað eru ikki øll, sum gleða seg til jólar.
Hjá børnum við autismu og foreldrum teirra
kunnu jólini stundum kennast trupul, tí børn
við autismu kunnu skjótt kenna jólastrongd.
Berith Reinholt Høstrup, sum rekur
ráðgevingarfyritøkuna Sundt Selskab, plagar
at halda fyrilestrar um jólastrongd millum
autistar.
Hon sigur, at børn við autismu lætt kunnu
gerast strongd í desember og fram ímóti jólum,
tá gerandisdagurin ofta verður so nógv øðrvísi
enn vanligt.
- Børnini eru ógvuliga ymisk, og tí eru
avbjóðingarnar um jólini eisini ógvuliga
ymiskar, sigur Berith Reinholt Høstrup.
Tað óvæntaða
Pedagogiski ráðgevin á miðstøðini, Center for
Autisme, Vibe Neidhardt, sigur, at nógv ymisk
tekin kunnu vera um strongd hjá børnum við
autismu, og ofta er tað soleiðis, at vanligu
tekini gerast sterkari, tá børnini gerast strongd.
- Meðan flottar jólagávur, pakkaðar inn í
skyggjandi pappír og stórar og reyðar sloyfur
eru hæddarpunktið hjá flestu børnum, so hava
børn við autismu trupult við at handfara sjálvt
tað smáa og óvæntaða. Tey kunnu reagera
nógv ógvusligari enn onnur børn í sama aldri
við at skríggja ella blaka gávuna frá sær.
Hon vísir á, at børn við autismu gjarna vilja
hava eina tilveru sum er væntandi - og ikki sum
er óvæntandi.
- Tí kann tað vera trupult at fáa gávur, sum
eru pakkaðar inn, og tey ikki vita, hvat er í
pakkanum.
At kenna gávuna
Berith Reinholt Høstrup heldur, at tað saktans
ber til at pakka gávur til børn við autismu inn
við klárum plastiki, soleiðis at barnið sær, hvat
er í pakkanum.
- Ein annar møguleiki er at seta eina mynd á
pakkan, sum lýsir, hvat er í honum - og ein triði
er at taka barnið við, tá gávan verður keypt og
pappað inn.
Jólaaftan er hin stóri dagurin hjá flestu
børnum, men tað er ikki vist, at øll stákanin við
mati, gávum og jólatræi passar so væl til eitt
barn við autismu.
- Tað kann vera eitt gott hugskot, at øll vita,
hvussu og nær gávurnar verða býttar út. Barnið
skal helst vita, um dansað verður um jólatræið,
áðrenn tey fáa pakkarnar - ella, um gávurnar
verða býttar út fyrst. Barnið skal helst eisini
vita, um gávur verða býttar út mitt um dagin.
Berith Reinholt Høstrup sigur, at tað, sum
ræður um, er, at allir smálutir eru greiðir
frammanundan.
Í fastari skipan
Pedagogiski ráðgevin á miðstøðini, Center
for Autisme, Vibe Neidhardt, heldur eisini, at
flestu børn við autismu hava brúk fyri einari
fastari rútmu, soleiðis at tey ikki skulu brúka
orku upp á nakað óvæntað.
Hon heldur, at tað í nógvum førum ber til
at leggja tingini soleiðis tilrættis, at eingin
jólastrongd verður.
- Børn við autismu hava sum heild brúk fyri
einari skipan, fyrireiking og at vita um tað, sum
fer at henda.
Tað kann eisini henda, at barnið kanska ikki
luttekur jólaaftan á sama hátt sum restin av
familjuni.
Vibe Neidhardt vísir á, at nøkur foreldur
halda tað vera synd fyri familjuna annars, um
barnið við autismu situr á sínum egna kamari,
meðan øll hini dansa um jólatræið.
- Men, foreldrini mugu góðtaka, at nøkur
børn ynskja at skerma seg - eisini jólaaftan,
sigur pedagogiski ráðgevin.
Ræðast jólamannin
Berith Reinholt Høstrup vísir á, at nøkur børn
við autismu ræðast jólamannin og gerast
strongd yvir alt resið, sum er jólaaftan.
- Tí kunnu jólini kennast sum ein marra fyri
nøkur børn við autismu, sum bara gleða seg
til vanliga gerandisdagin aftur, sigur kvinnan
aftan fyri ráðgevingarfyritøkuna, Sundt
Selskab.
– Meðan flottar jólagávur, pakkaðar inn í
skyggjandi pappír eru hæddarpunktið hjá
flestu børnum, so hava børn við autismu
ofta trupult við at handfara tað óvæntaða.
Tí kunnu jólini eisini gerast ein trupul tíð
hjá teimum, sigur pedagogiski ráðgevin
á miðstøðini, Center for Autisme, Vibe
Neidhardt
Jólini hjá børnum
við autismu
Berith Reinholt Høstrup rekur
ráðgevingarfyritøkuna, Sundt Selskab
Vibe Neidhardt, pedagogiskur ráðgevi
á miðstøðini, Center for Autisme