leygardagur 15. juli 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 134 - 15. juli 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Frælsur tíðinda-
flutningur
Í seinastuni hevur verið tosað um, at bæði
stóru bløðini í Føroyum hava verið ímóti sam-
gonguni í m. a. fullveldismálinum.
Tað er sera týdningarmikið, at eitt mál verður
lýst frá fleiri síðum, og tað má vera fremsta
uppgávan hjá fjølmiðlum. At onkur hevur skotið
upp, at »fullveldisvongurin« skal fáa nakrar
síður í hvørjum blað fyri at tryggja óheftan
tíðindaflutining er eitt útsagn , ið ikki ber til, og
er ikki sørt niðurlátandi yvir fyri fjølmiðlunum.
Tað má vera soleiðis, at tíðindaflutningur og
politikkur er atskiltur, so tað er meiningsleyst
at ein ávísur vongur skal bera tíðindi, ið so pr
definitión ikki eru óheft. Ein og hvør kann senda
greinar inn, men tað kemur undir viðmerkingar
og ikki undir tíðindaflutning.
Bløð kunnu gjøgnum redaktiónina seta fram
spurningar og verða kritisk, men slíkt verður
ført fram á hesum stað. Tað er ein grov undir-
meting av einum blað sum Sosialinum, tá fólk
siga, at tíðindaflutingur verður littur og sigur
ikki so lítið um hugsunarháttin hjá atfinnaru-
num.
Tað er eitt sindur meira erkvisni at hóma, nú
fullveldisætlanin ikki gongur heilt sum sam-
gongan hevði ætlað. Tað, ið tykist heldur løgið,
tá hugsað verður um fullveldisfortalarar er, at
spurningar verða ikki settir til sjálva ætlanina
ella fyrireikingina av henni, men harafturímóti
verða atfinningar havdar á lofti móti teimum,
ið hava sett spurningar til gongdina.
Vit hava roynt at viðgjørt eitt nú Hvítubók við
at endurgeva ymisk sjónarmið og hava roynt
at dekka samráðingarnar við danir so væl,
sum vit kunna. Vit hava so eisini sett fram
spurningar í mannagongdini. Millum annað
vístu vit á tað ivasama við at senda ein faldara
í hvørt hús, ið skuldi eitast at vera kunning frá
landsstýrinum, men var undirskrivaður vegna
Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýris-
flokkin. Slíkt átti ivaleyst at komið undir politiska
upplýsing, og flokkar fáa stuðul til slíkt, so ikki
er tørvur á, at Føroya Landsstýri stendur sum
avsendari av slíkum. Spurningurin er, um ikki
tað kann tulkast, sum at vandi er á ferð við-
víkjandi óheftari upplýsing, tá ein politisk ætlan
verður send út sum »kunning«, og fólk byrja
at tosa um, at ávísir politiskir bólkar skulu fáa
síðir í bløðunum settar av fyri at tryggja óheftan
tíðindaflutning.
Sum vit hava nevnt áður so er neyvan sæð
fyrr, at so nógvir pengar hava verið brúktir til
at kunna ella reklamera, um tað ber til at siga
so, fyri einari ávísari politiskari ætlan sum
fullveldisætlanini. Vit hava sæð heimasíður,
faldarar, framløgur kring landið o.s.fr. Um borg-
arin ikki er samdur, so er tað neyvan tí hann
ikki verður nóg væl kunnaður ella tí, at fjøl-
miðlarnir ikki dekka málið nóg væl. At siga
tað, er tað sama sum at siga, at sokallaðu
upplýsingarpengarnir eru burturspiltir. Er tað
kanska hugsandi, at ein mótreaktión til mass-
ivu lýsingina av málinum frá almennari síðu
ger seg galdandi?
Á hvørjum sumri heldur Út-
norðurráðið ráðstevnu.
Ráðstevnan í ár, har evnið
er mentan, verður hildin í
Qaqortoq í Suðurgrønlandi,
í døgunum 13.- 14. juli
2000.
Umleið 60 luttakarar hitt-
ast á ráðstevnuni, bæði pol-
itikarar frá Útnorðurráðnum
og Norðurlandaráðnum eins
og umboð frá eini røð av
norðurlendskum mentanar-
stovnum. Harafturat verða
mentamálaráðharrarnir í Út-
norðurráðnum við: fyri Ís-
land Björn Bjarnason, fyri
Føroyar Högni Hoydal og
fyri Grønland Lise Skifte
Lennert. Tann danski ment-
amálaráðharrin, Elsebeth
Mentanarráðstevna í Grønlandi
Gerner Nielsen, som eisini
er formaður fyri teir norð-
urlendsku mentamálaráð-
harrarnar í ráðharraráð
Norðurlandaráðsins, verður
eisini við á ráðstevnuni.
Endamálið við hesi ment-
anarráðstevnuni
er
við
framløgum og orðaskifti at
geva íblástur til at meta um
og menna mentanarliga
samstarvið í Útnorði, og í
hesum sambandi leggja
høvuðsdentin á støðu Út-
norðurráðsins í norður-
lendska mentanarsamstarv-
inum. Ráðstevnan skal sum
liður í hesum virka sum í-
blástur við at orða tilráð-
ingar í sambandi við kom-
andi ársfund.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum við
gávum, blómum, telegrammum og á annan
hátt mintust okkum á diamantbrúdleypsdeg-
num 30. mai 2000.
Bestu heilsanir
Berlina og Erik Mørkøre,
Klaksvík
Ráðstevnan hevur 3 høv-
uðsevni: „Mentanararvur í
Útnorði“, „Útnorður sum
partur av norðurlendska
mentanarsamstarvinum“ og
„Mentanarsamstarvið í Út-
norði nú og frameftir“. Fólk
frá londunum í Útnorði við
tilknýti til mentan og ment-
anarpolitikk fara at halda
fyrilestur um hesi 3 evnini.
Hvørt evni endar við stutt-
um orðaskifti.
Ráðstevnan endar við, at
mentamálaráðharrarnir í Út-
norði hava framløgu um
støðuna og framtíðarætlan-
irnar fyri mentanarsam-
starvinum í Útnorði. For-
maðurin fyri teir norður-
lendsku mentamálaráðharr-
arnar í ráðharraráði Norð-
urlandaráðsins hevur í-
skoytisframløgu um støð-
una og framtíðarætlanirnar
fyri luttøku Útnorðurráðsins
í norðurlendska mentanar-
samstarvinum. Eftir fram-
løgurnar verður felagsorða-
skifti millum ráðharrarnar
og hinar luttakararnar.
Føroysku umboðini í Út-
norðurráðnum, sum luttaka,
eru: Jógvan Durhuus, for-
maður, Lisbeth L. Petersen,
Henrik Old og Eyðun Vid-
erø. Harafturat luttaka Jó-
anis Nielsen fyri mentanar-
nevnd
Løgtingsins,
og
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður í mentamálum.
Útnorðurráðið
Útnorðurráðið fer sunnu-
dagin hin 16. juli at avhenda
teir endurreistu bygningar-
nar í Brøttulíð/Qassiarsuk
til Heimastýrið í Grønlandi
og
Narsaq
kommunu.
Vígslan av bygningunum er
ein partur af hátíðarhaldi-
num í Grønlandi í sambandi
við 1000 ára haldið fyri, at
Leivur Hepni rakti við Am-
erika og fyri fyrstu kristni-
fráboðanini í Grønlandi.
Hugskotið um endurreisn
av garðinum hjá Eirikki
Reyða og Tjóðhildarkirkju
í Brøttulíð/Qassiarsuk varð
lagt fram á ársfundi Útnorð-
urráðsins í 1992. Síðani
hevur ráðið arbeitt miðvíst
við málinum, og longu á
vári 1997 var semja um ar-
beiðshátt og stevnumið.
Hetta hevði við sær, at Út-
norðurráðið og Heimastýrið
í Grønlandi settu eina bygg-
inevnd, sum síðani hevur
havt
ábyrgdina
av
setninginum. Árni Johnsen,
altingslimur, hevur verið
formaður í bygginevndini.
Byggifelagið Ístak hevur
staðið fyri arbeiðinum, sum
byrjaði í mai 1999. Eitt stórt
tal av sponsorum hava veitt
stuðul til endurreisnirnar.
Teir, sum veitt hava størsta
stuðulin, eru: Íslendska
stjórnin og Heimastýrið í
Grønlandi.
Endurreisnin av garði-
num hjá Eirikki Reyða og
Tjóðhildarkirkju skamt frá
staðnum, har garðurin hjá
Eirikki og Tjóðhildarkirkja
Bygningarnir í Brøttulíð verða avhendaðir
Útnorðurráðið avhendar endurreistu bygningarnar i Brøttulíð, garðin hjá Eirikki Reyða og
Tjóðhildarkirkju, til Heimastýrið í Grønlandi og Narsaq kommunu
í síni tíð vórðu bygd, fer at
standa sum ein ævintýra-
kend samanrenning av søgu
norðbúgva og Grønlandi í
dag. Harafturat fara bygn-
ingarnir at hava ein stóran
týdning fyri ferðafólkavinn-
una í Grønlandi og fara at
geva íkast til tað góða sam-
starvið innan ferðafólka-
vinnu, sum longu er millum
tey 3 londini í Útnorði, sigur
Útnorðurráðið
Leygardagin í síðstu viku
høvdu vit eina søgu um
1975 árgangin í Hoydølum,
sum hevði verið saman og
minst gamlar dagar. Í tí
sambandinum søgdu vit, at
Óli Jacobsen hevði hildið
pisurøðuna í 1975. Hetta var
ikki rætt. Tað var Sigvald
Kristiansen,
fyrrverandi
lækni á Skála, sum helt røð-
una tað árið. Vit biðja Óla,
Sigvald og lesararnar orsaka
okkum. Í røðu síni kom Sig-
vald inn á málstríðið, sum
tá var í hæddini. Eitt brot úr
røðuni stendur í bóklingi-
num um málstríðið, sum
kom út á heysti í 1975. Tí-
verri stendur tað ikki undir
røðuni, hvør helt hana.
Tá Sigvald Kristiansen í
1975 helt røðu á pisufundi-
num, vóru tað 25 ár síðani,
at hann leyk stundents-
prógv. Hann og hini, sum
fingu prógv í 1950, vóru tá
saman og mintust aftur á
gamlar dagar. Tíðin flýgur
avstað. Í summar hava Sig-
vald Kristiansen og fleiri av
hinum, sum fingu prógv fyri
einari hálvari øld síðani,
verið saman aftur.
Sambært 50 ára minningar-
ritinum hjá Føroya Student-
askúla vóru studentarnir í
1950 tíggju í tali. Tríggir
málslingar og sjey mate-
matikarar.
Málslingarnir
vóru Ingibjørg Johannesen,
Skáli, Marjun Johannesen,
Skáli og Alex Sólstein,
Klaksvík.
Matematikararnir vóru
Sverri Egholm, Vestmanna,
Jacobina Jona Joensen,
Klaksvík, Ásmundur Vágs-
heyg Johannesen, Klaksvík,
Sigvald Kristiansen, Fugl-
afjørður, Byrgi Petersen,
Klaksvík, Magnus Ólavur
Simonsen, Saltangará og
Ellen Kristian Weihe, Tórs-
havn.
blm.
Sigvald helt røðuna
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Sigvald Kristiansen var ein av studentunum í 1950