Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juli 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Eyðsýndari mentanar- politikkur – eyðsýndur landsstýrismaður MENTANARPOLITIKKURIN verður nú meira eyðsýndur í føroyskum politikki. Tað var boð- skapurin hjá tí nýggja landsstýrismanninum í mentanarmálum, Torbirni Jacobsen. Hesi stevnu taka flest allir framkomnir føroyingar undir við, tí mentanin hjá eini tjóð er kjølfestið hjá fólkinum og skapar samleikan hjá tjóðini. Mentanin er harafturat ítrivið hjá mongum, og skapar tað, sum mong onnur – føroyingar og útlendingar – kunnu njóta og fegnast um. HIGARTIL hava mentanarmál ikki verið rað- fest so frammarlaga, tá uppskotið til fíggjarlóg verður gjørt. Tað verður kanska øðrvísi nú, tá vit hava tveir landsstýrismenn úr sama flokki. Harafturat tykist eisini, at teir draga somu línu í tí annars tvíbýtta flokkinum eftir hendingarnar við undanfarna landsstýrismanninum, Signari á Brúnni. TAÐ skerst ikki burtur, at Føroyar fáa ein ser- merktan landsstýrismann. Í politiskum høpi hevur Torbjørn Jacobsen gjørt mest vart við seg við mergjandi røðum. Tær hava bæði verið speirekandi, harðligar og hava sam- stundis víst ein breiðan sjónarring, sum er góður at fáa í okkara heimliga mentanarliga dunnuhyl. Hann hevur rópt hart og tað fær hann óivað eisini brúk fyri, um hann skal vinna frama fyri ætlan síni um at gera mentanar- politikkin sjónligari. AFTURÍMÓTI skal helst størri diplomatiskt snildi til, tá umræður føroyskan skúla- og útbúgvingarpolitikk. Á hesum øki hevur verið ófriðarligt seinasta árið, og líkt er ikki til, at øll viðurskifti eru komin upp á pláss innan fólka- skúlan og karmarnar fyri miðnámsútbúgv- ingina í høvuðsstaðnum eru ikki greiðar. Her eru tí stór tøk at taka – ikki minst í arbeiðnum at laga skúlaverkið til eitt føroyskt fullveldi. AT Tjóðveldisflokkurin fór at velja nýggjan landsstýrismann nú, kom óvart á mong, tí frágreiðingin um embætisførsluna hjá Signari á Brúnni verður liðug um stutta tíð. Nú kann so spyrjast, um tað ongantíð var ætlanin at bíða eftir úrslitinum frá kanningini. Signar fór jú frá »fyribils«, meðan ein kanning varð gjørd. Hetta lovaði flokkurin honum. Merkir tað ikki, at flokkurin lovaði honum nakað, sum ein partur í flokkinum kortini ikki ætlaði at halda. Hvat siga viðhaldsmenninir hjá Signari í flokk- inum til hesa avgerðina. Vóru teir og Signar sjálvur ikki í so bláoygdir, tá teir góðtóku at Signar fór frá »fyribils« og lovaðu honum eina kanning. Hevði ikki verið rættari at sagt sum var, at flokkurin var ikki nøgdur við lands- stýrismannin, og tí setti annan mann í staðin? AT enda, tillukku Torbjørn, og góðan byr við vón um ein virknan mentanarpolitikk. Viðmerkingar Hvat sipað verður til, tá skrivað verður, at verka- feløgini ikki standa saman, veit undirritaða ikki. Vit hava í dag eina vælvirkandi fakfelagsrørslu, sum sjáldan fyrr hevur staðið so væl saman. At vit ikki enn hava eitt sokallað LO í Føroyum er rætt, men 7-mannabólk- Viðmerking til oddagrein í Sosialinum 21. juli 2000 urin, sum byrjaði at virka í 1998, arbeiðir fram móti einum tættari og betri skip- aði fakfelagsrørslu í Føroy- um. Tá umræður mál, sum til dømis tað sum kemur fram í ljósmála í hesum døgum, har arbeiðsgevarir ikki virðað starvsfólkið til at tey fáa eina mannsømu- liga løn, og fleiri heldur ikki fáa mannsømulig kor at ar- beiða undir, skal eingin ivast í, at her standa verka- mannafeløgini saman, og veita sín fulla stuðul til avvarandi verkafeløg. Hoyvík, 21. juli 2000 Joan Ziskason, forkvinna Ja, hvør minnist ikki, tá ið hendan annars so praktfulla caféin læt upp. Praktfull? Ja, so sanniliga var hon praktfull. Og hetta ikki bara, tí hon var tann fyrsta »ordi- liga«, men kanska eina mest, tí hon stendur á allar- besta caféumhvørvi, ein yv- irhøvur kann finna her í Før- oyum. (Her nýtist eingin diskutión, og staðið nýtist ikki eina nærri lýsing – tað kenna vit øll). Men meðan idyllurin valdar uttan fyri og á sjálv- ari húsa »fasaduni«, ger hann tað neyvan longur inn- an fyri (í øllum føri ikki um tú ert ein tilvitaður kundi, t.v.s. kundar við respekt fyri sær sjálvum í tí starvsfólki, sum veitur ta tænastu, sum skal til á slíkum stað). Eg undirritaði havi sjálv- ur javnan vitjað »natúrina« ella »niðurtúrina«, síðan hon av fyrstan tíð læt upp, og var sera fegin um hetta staðið øll tey fyrstu árini, men kann ikki annað siga, enn at eg, sum frá hevur liðið og serliga seinastu 2- 3 árini, eri vorðin alt meira og meira ónøgdur. Tænastan er støðugt lækkandi (er nú umsíðir komin niður á eitt støði, ið tú bert kann finna í teim ringastu vertshúsunum utt- anlands – hetta er ikki skemt, men meint í ramasta álvara) – og av hesum sama er stemningurin frá starvs- fólki til kundan, tann hann er – ófrískur, kantutur og til tíðir ikki sørt gruggutur (ja, hvør skuldi sagt – minnir kanska ikki heilt einki um tað nýmalna kaffi ein kann keypa sær har niðri). Men misskilji meg ikki, tit góðu, nýfarnu starvsfólk, ið gjørdu tað, eitt menniskja við virðing fyri sær sjálv- um, í slíkum føri eigur at gera, nevniliga lótu tykkum siga upp. Flestu tykkara vóru fult út kompetent, lat ikki iva vera um tað. Heldur mundu tað vera vanvirðisligu ar- beiðstreytirnar, ið køvdu tykkara gestahjørtu og inn- aru smíl. Tí sjálvsagt fer ikki ein kompetentur per- sónur at selja sín tænastu- evnir fyri tað, ið liggur beint oman fyri eina øl um tím- an. Ein slíkur persónur er ikki kompetentur, men idiot. At tað so tók tykkum langa tíð at gera upp við tykkara egna idioti, ja lat tað so vera. Tað mest umráð- andi við hesum er, at tit funnu eitt hægri støði at festa tykkara mensku á. Hetta, sum flestu kunnugt, við at krevja eina løn, ið liggur eitt sindur omanfyri depriveraðu prostitutiónina. Tá eg sigi eitt sindur, kemst hetta av, at eg meti eitt lønarkrav uppá 120 kr. um tíman (og er hetta við ella uttan frítíðarløn?) – á ólavsøku við tí hurlivasa og drykkjulevnaði, ið vil verða á slíkum stað, vera so abso- lutt tað allarminsta ein eigur at selja seg fyri. Eg veit (og hetta kann prógvast), at tað finnast ar- beiðsgevarar, ið hava ringt við at skaffa fólk at arbeiða á ólavsøku fyri tímaløn, ið liggur heilt uppi á 200 kr. um tíman. So, Turið Sam- ró, hvat billar tú tær inn! Her til seinast ein lítil heilsan til teir nýkomnu verkfalsbrótararnar: Finnið virðing fyri tykkum sjálv- um, eins og tey undanfarnu, og sigið upp. Um ikki, so góðtakið tit til eina og hvørja tíð at verða kallað »idiotar«. ES: Sum tilvitaður kundi og persónur við virðing fyri mær sjálvum, fari eg, so leingi so mannminkandi kor valda á »caféini«, at siga manga takk fyri meg við vón um, at onnur, ið kenna tað eins, velja hetta sama. Latið so bara hasar »Turist- arnar« har niðri hava tað so gott. Við verkfalssamkenslu og ynski um eina góða ólav- søku. Bárður Persson!!! Café Natúr – ein skomm Jassfestivalurin í ár byrjar mikudagin 9. august og heldur fram vikuna út. Við á jassfestivalinum í ár eru nøvn úr Føroyum, Dan- mark, Íslandi, Grønlandi, Finnlandi og Noreg. Atgongumerkjasølan er byrjað, og fást atgongu- merkini til keyps í Norður- landahúsinum og í Kunn- ingarstovuni. Norðurlandahúsið verður karmur um jassfestivalin Skráin fyri jassfestivalin klár Skráin fyri jass-, fólka- og bluesfestivalin í august er klár, og frá í dag ber til at keypa atgongumerki