mánadagur 12. desember 2016síða 59
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016
35
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Vilmund Jacobsen
T
á nýtt býráð tekur við í Eystur
kommunu hin 1. januar 2017,
heldur Jóhan Christiansen fram
sum borgarstjóri.
Tað er úrslitið av kommunuvalinum,
sum var hin 8. november og teirri
semju, sum gjørd er í nývalda býráð
num.
– Eg var spentur til valið, og eg eri
fegin um tann stuðul, eg fekk. Hetta
hava verið fýra spennandi ár, og eg
ivist onga løtu í, at tey næstu fýra
árini verða minst líka so spennandi og
gevandi fyri okkara kommunu.
Borgarstjórin sigur, at hann er til
reiðar at taka fýra ár aftrat í fremstu
røð, og hann fer at gera sítt besta fyri
at tæna fólkinum í Eysturkommunu.
– Løtan er góð, og avbjóðingarnar
eru nógvar. Tað ræður um at arbeiða
skilagott, og hóast vit hava sett okk
um fyri at gera stórar íløgur í 2017,
rinda vit alla tíðina niður á lutfalsliga
lítlu nettoskuldina.
Jóhan
Christiansen
sigur,
at
Eysturkommuna er sera væl fyri
fíggjarliga og tá hetta árið, sum nú
nærkast endanum, er liðugt, skyldar
kommunan bert umleið 10 prosent
av einari álíkning, sjálvt um íløgurnar
í 2017 verða á umleið 41 miljónir
krónur.
– Sum samanløgd kommuna, hevur
Eysturkommuna átta ár á baki, og hesi
árini hava vit gjørt íløgur fyri umleið
170 miljónir krónur, tó at vit eingi lán
hava tikið í fleiri ár, sigur hann.
Einmælt samtykt
Borgarstjórin vísir á, at fyri 2017
hevur býráðið samtykt at hækka
barnafrádráttin og lækka ansingar
gjøldini.
– Tað er eitt samt býráð, sum hevur
samtykt fíggjarætlanina fyri 2017, har
barnafrádrátturin verður hækkaður
við 2.500 krónum - úr 5.000 upp í
7.500 krónur, og mánaðargjaldið fyri
at hava børn á stovni lækkar við 200
krónum fyri hvørt barnið. Hinvegin
verður skattaprosentið óbroytt, 21.
Jóhan Christiansen sigur, at Eystur
kommuna er so væl fyri fíggjarliga, at
sjálvt um kreppa skuldi tikið seg upp,
hevur kommunan nógv at standa
ímóti við.
– Vit vilja eisini tryggja okkum, at
rúm verður fyri lættum, um tíðirnar
gerast verri, leggur hann aftrat.
Stórar íløgur
Borgarstjórin sigur, at millum stóru
íløgurnar í 2017 er nýggjur dagstovnur
við Gøtugjógv, nýggj brandstøð í
Leirvík, útstykkingar í Leirvík og
Norðragøtu og spillivatnsætlanin fyri
kommununa. Haraftrat er ætlanin at
gera fleiri smærri íløgur kring um í
kommununi.
– Vit fara eisini at brúka umleið
3,2 miljónir krónur til felagshúsið
og fótbóltsvøllin í Sarpugerði. Hesin
peningur skal brúkast til liðugtgerð av
yvirhæddini, eins og nýggj ljós skulu
setast upp við fótbóltsvøllin.
Jóhan Christiansen sigur, at sam
bært fíggjarætlanini fyri 2017 eru
inntøkurnar mettar til 93,5 miljónir
krónur, harav 15,7 miljónir krónur eru
afturbering frá landinum. Rakstrar
útreiðslurnar verða 76,5 miljónir
krónur í 2017, harav 16,7 miljónir
krónur fara til eldraøkið.
– Í 2017 fara vit at rinda 5,3
miljónir krónur í avdráttum av
lániskuld, og rentuútreiðslurnar verða
1,3 miljónir krónur, sigur hann.
Nýggjur dagstovnur
Spurdur um dagstovnin, sum skal
byggjast við Gøtugjógv, har dag
stovnur frammanundan er, sigur
borgarstjórin, at her verður skrivað
út ein arkitektakapping, og væntandi
verður spakin settu í einaferð í seinnu
hálvu av 2017.
– Verandi dagstovnur við Gøtu
gjógv er upprunaliga bygdur á svimji
hylin, sum var her, og sum í sínari tíð
gjørdist studentaskúli. Hetta er ein
góður stovnur, sum rúmar umleið 64
børnum. Nýggi stovnurin fer hinvegin
at rúma umleið 110 børnum.
Hann sigur, at nýggi dagstovnurin
við Gøtugjógv verður bygdur í tveimum
byggistigum, harav ætlanin er, at
fyrsti partur, sum verður vøggustova,
skal standa liðugur tíðliga í 2018.
– Tað er ikki óhugsandi, at verandi
stovnur við Gøtugjógv kann brúkast
til onkur onnur endamál, tá nýggi
stovnurin stendur liðugur, sigur Jóhan
Christiansen.
Eingin skal bíða
Í Eysturkommunu hava tey tann posi
tiva trupulleika, at tað fer at standa á
við at útvega dagstovnapláss tíðliga í
komandi ári.
– Tað er ikki bíðilisti beint nú, men
longu í januar mánaði verða átta
børn, sum pláss í løtuni ikki er fyri.
Men, her er einki at óttast, tí vit fara
at finna eina loysn, soleiðis at eisini
hesi børnini fáa ansingarmøguleikar í
kommununi.
Jóhan Christiansen sigur, at ymiskir
møguleikar eru, og eitt nú metir hann,
at møguleikar eru í frítíðarskúlanum
í Leirvík.
– Vit fegnast almikið um, at fólk
vilja búgva í okkara kommunu, og
vit fegnast ikki minni um, at barna
talið veksur, sigur borgarstjórin í
Eysturkommunu.
Tað gongur sum eftir ánni
Eysturkommuna er rættiliga væl fyri fíggjarliga, og hóast kommunan fer at gera íløgur í 2017
fyri umleið 41 miljónir krónur, skyldar kommunan einans 10 prosent av einari álíkning
– Vit fegnast almikið um, at fólk vilja búgva í okkara kommunu, og vit fegnast ikki minni
um, at barnatalið veksur, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen