Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016 36 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eysturkommuna Vilmund Jacobsen T að eru hjúnini, Steen og Judith Funch, sum eiga og reka fyri­tøk­ una – Funch Bilrøkt – á Skipa­ nesi. Steen Funch hevur fingist við bilar í mong ár og hevur eisini arbeitt í Danmark, áðrenn hjúnini fluttu til Før­ oya at búgva. Undir slagorðinum – Ein reinur bilur ger mun - fevnir virksemið hjá Funch Bilrøkt um alt innan bilrøkt og lakkskaðar. – Vit veita okkara tænastur bæði til vinnu-og privatkundar, og vit hava drúgvar royndir innan økið. Vit fylgja gjølla við menningini av vørum til bilrøkt, og vit brúka bara tað besta tilfarið, sum er á marknaðinum. Kosmetisk bilavælvera Vikublaðið hevur vitjað fyritøkuna á Skipanesi, sum veitir sínar tænastur í einum snotuligum bilhúsi, har pláss er fyri tveimum persónbilum inni á gólvinum í senn. – Okkara tænasta snýr seg í stuttum um kosmetiska bilavælveru. Tá tað er neyðugt, pussa vit lakkið niður og byggja tað uppaftur í fleiri løgum. Tá bilurin hevur fingið sína viðgerð uttan, kann hann halda sær vakur og blankur í hálvt annað ár, um hann síðan verður hildin reinur við voksi, vatni og bilsápu. Eftir viðgerð hjá okkum er í flestu førum bara neyðugt við skoling fyri at halda bilin reinan og blankan. Steen Funch sigur, at tænasturnar hjá Funch Bilrøkt fevna bæði um bilin uttan og innan, og tá bileigarar velja at taka allan bilin, fæst eisini avsláttur í prísinum. Lakkið sum nýtt Endamálið við bilrøktini er fáa lakkið á bilinum at verða sum nýtt og at geva lakkinum betri haldføri, eitt nú sum vernd móti rustálopum. Steen Funch vísir á, at lakkið verður háglanspolerað ella blankpussað, sum vit eisini kunnu rópa tað. – Alt byrjar við, at bilurin verður væl vaskaður við sterkum reinsilúti, tí ein reinur bilur skapar grundarlagið fyri besta úrslitinum. Steen Funch sigur, at lakkið verður reinsað við einum slípipoleringsevni, sum fær upprunaliga litin á lakkinum fram aftur og beinir fyri smáskøvum. – Síðan verður lakkið háglans­ polerað og innseglað, sum vit rópa tað, og alt plast verður vinylviðgjørt, eins og rútarnir verða avreinsaðir, sigur Steen Funch. Kunning á heimasíðu Lesarar eru vælkomnir at hyggja inn á heimasíðuna funchbilroekt.com, har neyvari kunning er um tær tænastur, sum forvitnisliga fyritøkan á Skipanesi veitir bileigarum, bæði privatum og vinnukundum. Funch Bilrøkt – Reinur bilur ger mun! – Tænasturnar hjá Funch Bilrøkt fevna um bilin bæði uttan og innan, og tá bileigarar velja at taka allan bilin, fæst eisini avsláttur í prísinum, siga hjúnini, sum eiga og reka Funch Bilrøkt á Skipanesi Tað eru hjúnini, Edith og Steen Funch, sum eiga og reka Funch Bilrøkt á Skipanesi