Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016 42 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eysturkommuna Vilmund Jacobsen Í eini roynd at tálma ferðini á serliga útsettum vegastrekkjum hevur Klaks­víkar kommuna nú keypt tveir flytbarar ferðmátarar at seta upp fram við vegjaðaranum. Tað er Steinbjørn O. Jacobsen, sum er formaður í ferðslunevndini og tekn­ isku nevnd Klaksvíkar býráðs. Hann sigur, at henda fyrsta royndin við ferðmátarum í Klaksvík verður á ringvegastrekkinum undir Fossum/ Oman Eið, sum tað verður rópt. – Vit ætla seinni eisini at seta ferð­ mátarar upp aðrastaðni í kommununi, og eg vóni, at hetta átak verður við til at bøta um ferðslutrygdina. Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at ferðmátarin vísir ferðina og var­skógv­ ar við blunki, um koyrt verður skjót­ari, enn loyvda hámarksferðin er. Nógvir møguleikar Tað er Reklamuprent í Norðragøtu, sum Marne Berg eigur og rekur, ið hevur selt Klaksvíkar kommunu flytbaru ferðmátararnar. – Vit levera vegaskelti til komm­ unur, og hetta eru skelti, sum vit gera og dekorera her á okkara verkstaði. Tað er í hesum sambandi, at vit eru komin í samband við danskan veitara, ið selur flytbara ferðmátaran. Marne Berg sigur, at danska fyri­ tøkan, sum framleiðir vognarnar, ar­ beiðir í neyvum samstarvi við danska Vejdirektoratet, og teir bæði seta upp og umsita útgerð fyri danska stovnin. – Hesin flytbari ferðmátarin hevur eisini eitt innbygt sim-kort, sum ger, at til ber at fylgja ferðsluni og ferðini umvegis eina teldu. Men, sim-kortið goymir bara teknisk data um ferð, tal av bilum og klokkutíðir. Tað er ikki soleiðis, at nakar bilur ella bilførari verður skrásettur ella eyðmerktur, tí tað er slett ikki loyvt í slíkari skipan. Marni Berg vísir á, at við hesum ferðmátaranum og sim-kortinum ber eitt nú til at siga, hvussu skjótt bilar koyra onkra ávísa klokkutíð á døgn­inum, og hvussu nógvir koyra í tíðarskeiðnum. – Er talan um vegaskelti ella flyt­ barar ferðmátaravognar, eru komm­ unur vælkomnar at spyrja seg fyri hjá okkum, leggur hann aftrat. Eingi mørk Men, hvat kann Reklamuprent í Norðra­gøtu annars gera? – Tað eru faktist eingi mørk fyri, hvat vit kunnu gera og dekorera. Vit kunnu dekorera næstan alt, bæði firmabilar, lastbilar og bussar, um­ framt handlar og skelti við fót­bólts­ vallir. Vit kunnu snøgt sagt gera bæði stórt og smátt, og tað er bara hugflogið, sum setir mørkini. Marni Berg sigur, at Reklamuprent kann gera at kalla alt innan folio- arbeiði sum er klistur, eins og prent á klæðir við máling, sum í løtuni upp­ tekur ein stóran part av orkuni. – Vit hava eisini ein fresara, sum vit kunnu fresa navnabretti við, og hetta er so eisini ein møguleiki, sum Reklamuprent hevur, sigur hann. Fólk, sum vilja vita meira um virk­semið hjá Reklamuprent og teir møguleikar, sum fyritøkan hevur, eru vælkomin at ringja á tlf. 780780 ella senda teldupost á rp@rp.fo Reklamuprent selur nú eisini ferðmátarar – Vit framleiða og levera vegaskelti til kommunur, og tað er í hesum sambandi, at vit eru komin í samband við danskan veitara, ið selur flytbarar ferðmátarar, sigur Marne Berg á Reklamuprent í Norðragøtu Tað er Reklamuprent í Norðragøtu, sum hevur selt Klaksvíkar kommunu ferðmátararnar Reklamuprent Sp/F · við Ánna 70 · FO-512 Norðagøta · tel: 780780 · e-mail:rp@rp.fo Hann var reyður, vit hava tapetiserað hann bláan, men vit angra okkum ikki grønar