mánadagur 12. desember 2016síða 67
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016
43
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Vilmund Jacobsen
Í
august kom tann fyrsta nýggja
CASE gravmaskinan av sínum slag
til Føroya.
Tað er Maskinkoyring Entrepre
nørar v/ Karl Patursson í Hoyvík, sum
hevur keypt maskinuna frá OK Heil
sølu & Maskinur í Hvalvík.
Karl Patursson sigur, at maskinan
er ein CASE CX 300D, og hetta er ein
rættiliga framkomin maskina á 30
tons.
– Eg havi valt at útvega mær
nýggjastu LEIKA 3D gps-skipanina.
Í maskinuni havi eg ein skíggja við
netsambandi, og her síggi eg alt data
um økið, har eg arbeiði. Er talan um
eina stóra verkætlan, kanska eina
útstykking, kann eg - um eg so kann
siga - taka alla verkætlanina inn í eitt
forrit og fáa alt data, sum eg havi
brúk fyri.
Karl Patursson sigur, at henda
skipan er rættiliga neyv - ja, mest sum
upp á millimeturin, og hon er eisini
brúkaravinarlig.
Besti sølumaður
Samstarvið millum OK Heilsølu &
Maskinur og Karl Patursson røkkur
nógv ár aftur í tíðina, og sum entre
prenørur hevur Karl keypt eitt ótal av
maskinum frá OK Heilsølu & Maskin
um.
Tá Vikublaðið spyr entreprenørin,
um hann hevur talið á maskinum,
sum hann hesi árini hevur keypt, sigur
hann, at tað mugu vit spyrja Óla Karl
Hansen hjá OK Heilsølu & Makinum
um.
Óli Karl Hansen, sum átti og rak
OK Heilsølu & Maskinur í Hvalvík í eina
fjórðingsøld, hevur selt fyritøkuna til
maskinverkstaðin Áway í Norðragøtu,
sum brøðurnir, Álvur og Tollakur Joen
sen, eiga og reka.
Men, Óli Karl Hansen er framvegis í
starvi í fyritøkuni, hann øll hesi ár átti,
og nú er hann ein hollur stuðul hjá
brøðrunum og fyritøkuni hjá teimum.
– Eg havi samstarvað við Óla Karl
heilt síðan 1990, tá hann byrjaði sum
maskinseljari. Óli Karl hevur megnað
sína uppgávu væl, og vit hava øll
hesi ár havt eitt sera gott og gevandi
samstarv. Mín meining er, at Óli Karl
Hansen er besti og dugnaligasti
maskinseljari í Føroyum, sigur Karl
Patursson.
Áway nógvar tænastur
Áway er vælútgjørdur maskinverk
staður í Norðragøtu, sum tekur sær
av øllum vanligum smiðjuarbeiði,
maskinumvælingum og umvælingum
og viðlíkahaldi av motorum, genera
torum, bilum, trukkum og kranum.
Smiðjuverkstaðurin ger eisini alt
vanligt VVS-arbeiði fyri viðskiftafólk.
Áway hevur umboð og sølu av
Hiab kanum og Toyota truckum í
Norðragøtu, og síðan maskinverk
staðurin fyri eini tíð síðan keypti OK
Heilsølu & Maskinur í Hvalvík, eru
umboðini undir hattinum hjá Áway
vorðin nógv fleiri.
– Við keypinum av OK Heilsølu
& Maskinum umboða vit nú eisini
maskinur og lessarar av merkinum,
New Holland, Case og Takeuchi, um
framt at fyritøkan eisini hevur Beta
Marine bátamotar (10-150 HK) undir
sínum hatti.
Við keypinum umboðar Áway eisini
Hanix maskinur, Maxilift kranar og
Kalmar bingjulyftarar.
– Í Hvalvík hava vit bæði bila
verkstað, sum serliga vendir sær til
persónbilar og privatbilamarknaðin,
og vit hava verkstað til maskinur.
Harumframt er eisini rímiliga stór
sølubúð. Ætlanin er, at sølubúðin,
sum tíðin gongur, í fyrsta lagi skal
gerast út við VVS-útbúnaði, sigur
Álvur Joensen.
Áway fevnir nú eisini um
OK Heilsølu & Maskinur
- Mín meining er, at Óli Karl Hansen er besti og dugnaligasti maskinseljari
í Føroyum, sigur Karl Patursson, entreprenørur
Telefon 441018
Sera góðar jólagávur frá SKECHERS
Sera góðar jólagávur frá SKECHERS
Vitja okkum á Facebook
og síggj stóra úrvalið
Nógvir lekrir
damuskógvar
Nógvir lekrir
damuskógvar