Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen 52 ára gomul valdi systirin hjá Lotte Stig Nørgaard - Gitte - at taka sítt egna lív. Í dag, fimm ár eftir ógvus­ ligu hendingina, er Lotte komin víðari í lívi sínum - uttan at føla skomm ella vreiði yvir avgerðina hjá syst­rini. - Vit finna ikki Gitte! Soleiðis ljóðaði upp­ring­ ingin frá sváginum, Carsten, hin 18. januar í 2011. Tankin um, at Gitte kundi hava tikið sítt egna lív, stóð fremst í huganum hjá Lotte. Og hon fekk rætt. Stutt eftir telefonsam­ røð­una, varð 52 ára gamla systirin funnin deyð. Hon hevði skorið lívæðrar av og lá í einum horni í urtagarðinum hjá sær. Lotte Stig Nørgaard sigur, at Gitte altíð hevði verið nærtikin og sjálvskoðandi. - Hon var eitt lætt offur fyri tíðarinnar gátuføru tulk­ingum og frágreiðingum um, hvussu heimurin hongur sam­an. Byrjaði í tjúgunum Gitte gjørdist fyrstu ferð tunglynd, tá hon var í tjúg­ unum, og tá royndi hon fyrstu ferð at taka sítt egna lív. Hon hevði skrivað eitt skil­naðarbræv og hevði eis­ ini ta ferðina roynt at skorið lív­æðrina av, men varð funnin á lívi. - Vit vistu, at Gitte hevði tað í sær, og tí royndu vit í familjuni at stuðla henni so væl, sum vit megnaðu. Tey næstu 30 árini í lív­ inum hjá Gitte hevði hon tað rímiliga væl. Hon fekk mann og sonin, Marcus, og hon var feg­in um sítt arbeiði sum fri­ sørur. Seinni fóru hon og mað­ ur­in hvør til sítt, men hon fann sær ein nýggjan mann. Bæði Gitte og sonurin høvdu tó góð viðurskifti við fyrr­ verandi mannin og pápa Marcus. Gitte hevði hollar vinir, og eitt sosialt trygdarnet hevði hon eisini. Tí, varð hildið, at lívið hjá henni var í einari góðari legu. Aftur tunglyndi Men, Gitte gjørdist aftur tung­lynd eftir, at fleiri ymisk ting runnu saman í henn­ara tilveru. Marcus var nú í einum aldri, har flestu ung flyta heimanífrá, og hann hevði gjørt av at flyta. Samstund­ is var familjan eisini trýst fíggjarliga. - Gitte kom aftur í sálar­ við­gerð, og tað tók ikki langa tíð, til tað aftur fór at ganga betri, sigur Lotte Stig Nør­ gaard. Um vikuskiftið fram til dagin í januar, tá Gitte gjørdi av at siga lívinum farvæl, var Lotte á vitjan hjá systir síni, tí báðir synir hennara nú skuldu gista um vikuskiftið hjá systrini. - Gitte virkaði so positiv og glað, minnist Lotte, sum kortini hugsar um, at hon kanska ikki dugdi at lesa veruligu støðuna hjá systrini. Men, eg eri givin við at sláa meg sjálvan í høvdið og føla skyld og skomm. Eg eri von at arbeiða við mær sjálvari og visti, at mátin, eg best kom ígjøgnum sorgina, var við at handla. So, eg byrjaði at rudda upp í tingunum hjá Gitte og lærdi nýggjar síður hjá henni at kenna, eitt nú, at hon var ein samlari. Lotte Stig Nørgaard sigur, at Gitte átti ógvuliga nógv klæðir og ikki minst krukkur við sminku. - Tað, sum sló meg, var, at flestu krukkur vóru tómar. Hon hevði goymt vanligar sminkukrukkur og hevði ikki koyrt tær burtur, tá tær vóru tómar. Ynskti frið og ró Gitte hevði eisini skrivað dag­bøkur. - Seinastu tíðina fyri jan­ uar 2011 skrivar hon um, at hon gleðir seg til at fáa meira frið og ró. Tí eri eg ikki í iva um, at hon veruliga hevur lagt til rættis sítt farvæl til lívið. Í dag livir Gitte víðari í Lotte, sum hevur innrættað sær eina lítla minnishill um systrina. - Gitte fer altíð at vera í mínum lívi, og eg havi ongantíð følt vreiði yvir hennara val. Kanska, tí eg faktist haldi, at fólk eiga rættin til at velja lívið frá, um tað er tað, tey ynskja, sigur Lotte Stig Nørgaard, sum sjálv hevur upplivað, hvussu trupult umheimurin hevur tað við at tosa við avvarðandi at fólki, sum velja at taka sítt egna lív. Hon heldur, at sum av­ varð­andi skulu vit leggja upp til at seta orð á tingini um sjálvmorð, tá vinir og onn­ur vilja tøgn í einari mis­ eydnaðari roynd at hjálpa. - Vit vistu, at hon hevði tað í sær, og tí royndu vit í familjuni at stuðla henni so væl, sum vit megnaðu, sigur Lotte Stig Nørgaard og vísir á, at Gitte altíð verður ein partur av hennara lívi Valdi deyðan fram um lívið Góðu ráðini hjá Lotte Stig Nørgaard eru * Set orð á tína sorg - líkamikið, hvussu tikið verður ímóti tí. Nógv stúra fyri at tosa um sorgina og halda, at tey gera tær eina tænastu við ikki at tosa um hendingina * Minst til, at orð kunnu lekja * Tak tað altíð ógvuliga álvarsligt, tá fólk tosa um at gera sjálvmorð - eisini, tá tað verður sagt í “spølni” Vit kunnu leggja aftrat, at Lotte Stig Nørgaard, sum www.helse.dk hevur skift orð við um systrina, sum tók sítt egna lív, er lektari við Institut for Farmaci á Keyp­manna­ havnar Universiteti og er limur í redaktións­bólkinum hjá www.helse.dk vilmmund@sosialurin.fo - Gitte fer altíð at vera í mínum lívi, og eg havi ongantíð følt vreiði yvir hennara val, Lotte Stig Nørgaard - Tak tað altíð ógvuliga álvarsligt, tá fólk tosa um at gera sjálvmorð - eisini, tá tað verður sagt í “spølni”, sigur Lotte Stig Nørgaard