Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 EIN UP stuttsøga av Hann var føddur 29. januar 1860 í havna­ býnum Taganrog í Suðurrusslandi. Frá ungum árum var hann ein nógv skrivandi maður eisini, áðrenn hann fór til Moskva at lesa til lækna. Hansara stuttsøgur í stórum tali vóru væl umtóktar. Samsýningin, hann fekk frá bløðum og forløgum, fór til lesnaðin og at hjálpa sínum systkin. Læknastarvið lærdi hann at kenna tað russiska fólkið. Eisini tað ræðuliga fátækradømi, sum valdaði í tí risastóra landinum. Og so tað harðrenda zardømi. Sum lækni gjørdi hann eina drúgva og strævna ferð í 1890 heilt eystur í Sibiria til fangaoynna Sakhalin. Hon var avdúkandi ræðulig. Umstøðurnar í fangatippunum vóru skelkandi. Í 1895 skrivaði Tjekhov eina frásøgn um fangaoynna. Hendan frásøgnin gjørdist ein almenn gøla, sum broytti eitt og annað til tað betra á oynni. Men drúgva og sera strævna ferðin – eitt hálvt ár – hevði nervað hansara lungnasjúku. Heimafturkomin fór hann til Krim at hvíla seg. Hann hvíldi seg eisini í einum heilsuhúsi í Týsklandi. 38 ára gamal gav hann út sjónleikin ”Másin” – inspireraður av ”Villdunnuni” hjá Henrik Ibsen. ”Másin” varð frumframførdur í Moskva 17. december 1898. Tá ið fyrsti partur var liðugur gekk ein lítil løta. So var tað sum ein bumba brast. Fagnaðurin var endaleysur. Áskoðararnir kravdu at síggja Tjekhov. Men av tí at hann var sjúkur á Krim, varð telegramm sent honum: ”Másin beint nú spældur. Øðilig móttøka. Endaleys framkallan. Vit eru øll so glað.” Hansara svar kom í bløðini: ”Sig við øll, at eg eri hjartaliga takksamur. Eri í Jalta sum Dreyfus á Djevlaoynni. Harmar meg, at eg ikki kann vera hjá tykkum. Tykkara telegramm hevur gjørt meg frískan og eydnusaman.” Í oktober 1899 varð sjónleikurin ”Vanja” framførdur í Moskva. Kona Tjekhov, høgt virdi sjónleikarin Olga Knipper, hevði tann kvinnuliga høvuðsleiklutin. Og 17. januar 1904 var sjónleikurin ”Kirsuber­garðurin” frumframførdur í Moskva. Tjekhov var ikki hjástaddur. Orsakað av tuberklunum var hann heima. Anton Pavlovitj Tjekhov doyði 15. juli 1904 á heilsubótarstaðnum Badenweiler í Schwarzwalds fjøllunum í Týsklandi. Tá hevði hann í 6 ár verið mettur javnt við teir allarstørstu – eitt nú Shakspeare og Ibsen – innan sjónleikarlistini. Og har er hann enn. Meðan Tjekhov stríddist á heilsubótar­ staðnum í Týsklandi, gav læknin honum champagnu. Tjekhov vendi hann sær til konu sína, Olgu Knipper – tey giftust 1901 – og segði við sínum vakra smíli: ”Tað er langt síðani, eg havi drukkið champagnu.” Hann tømdi glasið, leggið seg stillisliga á vinstru lið, og løtu seinni var hann deyður. Kvirran helt uppat av einum stórum náttfirvaldi, sum kom hvirlandi inn á vindeygað, bresti móti lampuni og fleyg vilstur inni í stovuni. Læknin gjørdi seg lidnan og fór. Í tí stillu náttini fór proppurin óvæntað knapp­liga úr tí hálvtømdu champagnu­ fløskuni við einum hørðum smelli. Kistan fór við toki til Moskva. Vinmaðurin Maxim Gorkij greiddi frá: Tey, ið vóru komin á tokstøðina í Moskva at taka ímóti kistuni undraðust yvir, at heryvirmenn við militerorkestri skuldu fylgja Tjekhov. Fløkjan varð greidd. Ein onnur kista við líki av Fyrst eitt sindur um læknan og rithøvundan Anton Pavlovitj Tjekhov Kona Tjekhov Olga Knipper Leo Tolstoy Maxim Gorky