týsdagur 13. desember 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
M
asjenka skundaði sær upp á
kamarið, og har upplivdi hon á
fyrsta sinni ta eyðmýking, sum
serliga fátøk og einsamøll vita
um; menniskju, sum eru noydd at liva av náði
frá múgvandi og frægari fólki, sum teimum
lystir. Rannsakan varð framd í hennara kam
ari.
Frúan, Fedosia Vasiljevna, ein prúð, herða
breið kvinna við lodnum, svørtum eygna
brúm og nælandi yvirskeggi, stóð og rótaði
við sínum stóru, reyðu hondum í hond
arbeiðstaskuni hjá Masjenku. Við sínum
slætta hári, klombrutu rørslum og grefligu
framferð líktist hon mest av øllum einari
ófantaligari bóndakonu. Hon hevði júst lagt
teir seinastu klútarnar, lappar og tógv aftur
í taskuna, tá ið hon sá ta ungu lærarinnuna,
sum var vorðin bleik og stardi við stórum,
bilsnum eygum. Fedosia Vasiljevna gjørdist
ørvitislig og mutlaði: - Pardon, eg … eg var so
óheppin at hvølva tygara tasku … ermagapið
hekk í …
Hon segði okkurt annað, sum Masjenka
ikki skilti, og fór úr kamarinum larmandi
sum hon bæði dragsaði og bar. Masjenka
stardi bilsin og gjørdist køld av angist. Hvat
hevði Fedosia Vasiljevna at gera í hennara
goymslum? Um tað var satt, at hon av einum
óhappi hevði koyrt taskuna um koll, hví sá so
Nikolaj Sergejitj ólukkuligur og ørvitisligur
út? Hví var ein skuffa í kommoduni opin?
Tann lítla bókahillin, borðið, songin – alt var
merkt av kanning. Hon fór yvir og kannaði
sína kurv við línklæðum. Púra rætt! Klæði at
vaska lá, sum tað átti, men ikki soleiðis, sum
hon plagdi at leggja tað.
Ein væl og virðilig húsarannsókn er
framd, men hvat er ætlanin? Hvat er hent?
Masjenka kom at hugsa um tað reyða,
uppøsta andlitið hjá duravørðinum og ta
grátandi stovugentuna – húsið var eftir
øllum at døma í einum ruðuleika – hevði alt
hetta nakað samband við rannsóknina av
hennara privatu goymslum? Var hon so ella
so drigin í brotsverk? Marsjenka gjørdist
uppaftur bleikari og sakk kraftarleys í kurv
ina.
Tá kom ein av stovugentunum inn á kam
arið.
– Liza, kunnu tygum siga mær, hví tey …
hava rannsakað mítt kamar? spurdi tann lítla
lærarinnan.
– Frúan hevur mist eina brosju fyri tvey
túsund rublar … segði Liz.
– Men fyri tað noyðist hon ikki at rann
saka mítt kamar.
– Øll eru rannsakað, lítla frøkun! Meg hava
tey rannsakað á øllum kroppinum frá ovast
til niðast. Vit vórðu øll úrlatin og rannsakað
… Men eg svørji, lítla frøkun, at eg havi ikki
so mikið sum nortið við hasa brosjuna. Eg
tori ikki so mikið sum at koma í nánd av
toilettborðinum hjá frúuni … Tað ætli eg mær
eisini at siga við politiið, um eg verði spurd.
– Men – hví skuldi mítt kamar rannsakast?
spurdi Masjenka, sum einki skilti av øllum.
– Eg sigi jú: Brosjan er stolin! … Frúan
hevur sjálv rótað í øllum. Sjálvt á Mikhajlo
hevur hon lagt sína hond! Den skomm! Og
harrin stendur bara gánandi og kákar sum
ein høna! Tygum skulu ikki vera bangin fyri
nøkrum, lítla frøkun. Harra Gud, sum tygum
skelva! Tey funnu einki hjá tygum! Hóast
tygum kanska hava tikið brosjuna, er einki
at ræðast.
– Men Liza! Hvat er tað, tygum siga! Tað
er … andstyggiligt! Tú sárar meg … segði
Masjenka, tivandi av sinnisrørslu. – Hetta
er lágt, ein beistagerð! Við hvørjum rætti ill
tonkir hon meg og at róta í mínum goymsl
um?
– Tygum eru ikki treytaleyst her í hús
inum, frøkun, suffaði Liza. – Tað hjálpir tyg
um einki, at tygum eru frøkun, tygum verða
ikki roknað fyri annað enn … arbeiðskona …
Áh, tað er ikki tað sama sum at búgva hjá
pápa og mammu …
Masjenka tveitti seg á songina og græt
higstrandi. Ongantíð hevði hon kent seg so
vanvirda, so skammiliga viðfarna sum nú …
Hon, ein vøkur, siðilig ung genta, dóttir ein
studentaskúlalærara, var vorðin illkend
og viðfarin sum ein túnateys! Var nøkur
illkennan verri enn hendan? Og so hendan
ræðuliga kenslan av óvissu: Hvat fer nú at
henda? Hon varð fongd av lemjandi tvingsils
tankum. Tá ið tað letur seg gera at illteinkja,
at hon er tjóvur, verður hon so ikki tikin og
sett í fongsul, úrlatin nakin og rannsakað og
við vaktarhaldi beind í skansan og innistongd
í myrkum holi við mýs og øðrum krúpandi.
Og hvør kann hjálpa henni? Hennara
foreldur búgva langa leið burturi í eini lítlari
bygd; tey áttu ongan pening til Pætursborg
og at taka sær av dóttur teirra. Her var hon
einsamøll og hjálparleys! Slept uppá fjall við
óndum fólki.
”Eg fari til allar dómarar og advokatar,”
hugsaði neyðars Masjenka, skelvandi av
ræðslu. ”Eg fari at greiða frá, eg vil svørja …
Tygum mugu trúgva mær, at eg ongantíð
hevði verið før fyri at stjala!”
So kom Masjenka at hugsa um, at hon,
eins og í kostskúlanum, hevði goymt góðgæti
– køkur og annað gott – undir løkini í kurvini.
Hugsanin um, at hennara lítla loyndarmál
nú var komið fyri ein dag, gjørdi hana heita
av skomm, og øllum tí, henni hevði verið fyri,
gav henni hjartabankan og høvuðpínu.
– Frøkun, komið av loftinum til døgurða!
varð rópt.
”Skal eg fara ella ikki?”
Masjenka snøggaði sær hárið, turkaði
andlitið við einum vátum klúti og fór oman
í matstovuna.
Húsbóndafólkið var farið til borðs … Við
annan borðendan sat Fedosia Vasiljevna
við uppblástum andliti, og við hin sat
Nikolaj Sergejitj hokin. Um borðið vóru
gestirnir og børnini. Tveir tænarar i kjóla og
hvítum handskum buðu matin um borðið.
Øll grunaðu, at okkurt fór at henda, sum
kundi órógva friðin, og at frúan var í sera
vánaligum hýri.
Einki ljóð hoyrdist uttan frá áti og frá
knívum og gaffilum.
Frúan var tann fyrsta, sum segði nakað.
– Hvat skulu vit hava sum triðja rætt?
spurdi hon tænaran við dovisligari rødd.
– Styrju à la russe! segði tænarin.
– Tað eri eg, sum havi biðið um hana …
var Nikolaj Sergejitj skjótur at greiða frá. –
Eg hevði hug til fisk í dag. Men um tú ikki
brýggjar teg um tað, ma chère, skalt tú ikki
eta hann … so fer tað út aftur … Tað er bara eg,
sum fekk tað innskotið …
PPGERÐ
Anton Tjekhov
einum heryvirmanni var komin samstundis –
við einum øðrum toki.
*** o***
Anton Tjekhov og Maxim Gorkij (Aleksej
Maksimovitja Peschkov) gjørdist vinmenn.
Vinskapurin byrjaði við einum brævi frá
Maxim Gorkij til Tjekhov í oktober 1898 .
Í hesum brævi skrivar Gorkij….”Eg skrivi
bart út um mín brennandi kærleika, sum
eg havi haft síðani eg var blaðungur; eg vil
greiða frá, hvussu hugtikin eg eri av tygara
sjáldsomu listargávu, sum er full av sorg
og grípur sálina sorgarborið og følið og
allatíðina so vakurt og gløgt. Áh, devilin, eg
má taka í tygara hond, í hondina hjá einum
listamanni, einum hjartans góðum og tó
hvalfullum menniskja, tí tað er soleiðis,
tygum eru, ikki so!
Gud gávi tygum fáa drúgvt lív russsiskum
bókmentum til frama. Gud gávi tygum hava
heilsu og tol – og hjartans dirvi…”
Í aftursvari skrivar Tjekhov: ”Høgt æraði
Aleksej Maksimovitsj. Tygara bræv og
bøkurnar havi eg fyri langt síðani fingið, og
eg havi leingi ætlað mær at skriva til tygara,
men ymiskt hevur darvað meg. Haldið mær
til góðar. Tá ið eg fái eina løtu, skal eg seta
meg og skriva tygum eitt rættiligt bræv.
Farnu nátt læs eg tygara ”Marknaður í
Goltva” – mær dámdi hana, og eg fekk hug
at send tygum nøkur orð, til tess at tygum
ikki í vreiði hugsa ilt um meg. Eg eri sera,
sera glaður fyri okkara kennskab (…) tygum
frætta frá mær aftur í einari betri løtu, tá ið
stundirnar eru betri. Eg ynski tygum alt tað
besta, og klemmi tygara hond í vinskapi.”
[Vitandi, at Tjekhov var álvarsliga sjúkur,
og at hann ikki við einum orði skrivaði um
sína sjúku, og hvussu ringt hann hevði tað,
og at tað mundi vera orsøkin til, ”tá ið eg
fái eina løtu… ymiskt hevur darvað meg …
haldið mær til hóðar…”, ímynda vit okkum
ein andans aðalsmann við sjáldsamari
sálarstyrki.]
Í einum brævi 22. januar 1900 skrivar
Gorkij til Tjekhov: ”So havi eg altso verið
hjá Tolstoj longu fyri 14 døgum síðani, og
enn havi eg ikki drigið saman mína ávirkan.
Fyrst var eg bilsin av hansara útsjónd, eg
hevði ímyndað mær hann øðrvísi – størri,
breiðari. Og so vísti hann seg at vera ein
lítil, gamalur maður, sum onkursvegna
minti meg um søgurnar hjá tí eyðkenda
flogvitinum… men tá ið hann byrjaði at
tosa, lurtaði eg huggripin. Alt, sum hann
segði, var undursamt vakurt… við at
síggja hann, er man glaður at merkja, at
man er eitt menniskja soleiðis at skilja, at
eitt menniskja kann vera Tolstoj… alt er
heilstoypt og av stórum vakurleika…”
Í einum øðrum brævi til Tjekhov skriv Gorkij:
”Eg havi verið í Jasnaja Poljana [góðsið hjá
Tolstoj].
For fanin! Dett pakk, sum er um Leo
Nikolajevitsj [Tolstoj]. Eg havi verið har ein
heilan dag frá morgun til kvøld og alla
tíðina sæð simpul lygivætti. Eitt av teimum
var ein bankastjóri. Hann roykti ikki, át ikki
flesk, segði seg vera eitt mentað menniskja
og europeara, og tá hann tosaði um
samfelagsins korruptión, tók hann ræðandi
til høvdið. Eg eygleiðið hann, og av onkrari
orsøk haldi eg, hann var brennivínsmaður og
átari…
Eitt annað av slagnum, eitt hálvbýtt av
einum keypmanni… Hvat hava hesi har at
gera… Sum skorpiónir…”
Gorkij dámdi greivinnuna, konu Tolstoi,væl,
men ikki sonin, Leo Ljovovitsj…
Í einum øðrum brævi skrivar Gorkij um
stuttsøguna hjá Tjekhov ”Daman og
Hundurin”: ”Vita tygum hvat, tygum avlíva
realismuna… tað frøðir meg! Av fananum
til!”
Anton Tjekhov doyði á einum heilsubótar
staði í Týsklandi.
Kona hansara, Olga Knipper – tey giftust
í 1901 – greiddi frá kvøldinum, áðrenn
hann doyði: Meðan hann lá og stríddist, gav
læknin honum champagnu. So vendi Tjekhov
sær til konu sína og segði við sínum vakra
smíli: ”Tað er langt síðani eg havi drukkið
champagnu.” Hann tømdi glasið, legði seg
stillisliga á vinstru lið, og løtu seinni var
hann deyður.
Tann lemjandi kvirran helt uppat av einum
stórum náttfirvaldi, sum kom hvirlandi inn
á vindeygað, bresti móti lampuni og fleyg
vilstur inni í stovuni. Læknin gjørdi seg
lidnan og fór.
Í tí stillu, heitu náttini fór óvæntað
proppurin knappliga úr tí hálvtømdu
champagnufløskuni við einum hvøllum
bresti.
***ooo***
Standmynd av Tjekhov í føðibýnum
Taganrog í Suðurrusslandi
framhald á næstu síðu