týsdagur 13. desember 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fedosia Vasiljevna kundi ikki tola rættir,
hon ikki sjálv hevði biðið um; illa særd, um
at gráta.
– Nú mugu vit ikki øsa okkum, segði hús
læknin, Mamikov doktari, sum sat undir
liðini á henni, við blíðligari rødd og legði
hondina á hennara arm. Hann smíltist vinar
liga.
– Vit mugu eira okkara smáu nervar.
Halda uppat við at hugsa um hasa brosjuna!
Ein góð heilsa hevur meira virði enn hasar
lúsa 2000 rublarnir.
– Hvat leggi eg í hasar 2000! segði frúan
og fekk eitt stórt tár í eygað. – Tað er sjálv
gerðin, sum øsir meg upp! Eg toli ikki ein
tjóv í mínum húsi. Hvat leggi eg í pening, sigi
eg; men at stjala frá mær – tað er svartasta
ótakksemi! Tað er altso tøkkin fyri mína
góðgerð …
Øll hugdu niður á tallerkin; men Masjenka
helt, at øll hugdu at sær. Hálsurin snørdi seg
saman, hon skar útúr at gráta, og goymdi seg
við lummaklæði upp fyri andlitið.
– Pardon, mutlaði hon. – Eg havi tað ikki
gott. Eg havi høvuðpínu. Eg fari upp á mítt
kamar.
Hon rendi stólin frá sær, reisti seg og var
sera kedd av larminum, hetta gjørdi. Hon var
heilt reyð í høvdinum, tá ið hon næstan rann
út úr matstovuni.
– Tað er synd og skomm! Segði Nikolaj
Sergejitj hálvhart og sá ræðuliga keddur út.
– Áttu vit ikki givið hennara kamar frið! Tað
var so … malplacerað.
– Eg sigi ikki, at hon hevur tikið brosjuna,
segði Fedosia Vasiljevna. – Men kann tú lata
hatta um teg ganga? Eg má siga, at eg líti ikki
á tær kloddafínu ungfrúurnar.
– Tað er so malplacerað, tað tú sigur, Fenja
… tú mást orsaka meg, Fenja, men eftir lógini
hevur tú ikki rætt til at fremja húsarannsókn.
– Eg blási uppá tína lóg og rætt! Eg haldi
meg til hetta eina: mín brosja er burtur!
Tað er nóg mikið fyri meg! Og eg skal nokk
finna hana! Hon slóg gaffilin á tallerkin, og
hennara eygu vóru logandi. – Passa tú tín
mat og legg teg ikki uppí míni mál!
Nikolaj Sergejitj hugdi eyðmýkt niður og
suffaði.
Masjenka tveitti seg á seingina, beint sum
hon kom inn á kamarið. Í løtuni kendi hon
hvørki angist ella skomm, einans eina brenn
andi trongd til at fara niðurundir og geva
hasum býtta, hástóra kvendinum nakrar
lúsingar. Men hon tordi ikki.
Hon lá við andlitinum trýst í koddanum
og ímyndaði sær, hvussu hon hevði frøtt
seg við at keypt eina sera virðismikla brosju
og tveitt hana í andlitið á hasari innbilsku
skrindini. Ella at Fedosia Vasiljevna misti
alt, hon átti, og noyddist at bidda mat. Oh,
tá hevði verið stuttligt at givið henni eina
olmussu! Ella hugsa sær, um hon, Masjenka,
óvæntað hevði arvað nógvan pening, so
hon kundi keypt sær afturlatnan vogn við
hestum og koyrt í glansi og dýrd fram við
vindeygunum hjá kvendinum. Sum hon
hevði øvundað sínari fyrrverandi lærarinnu!
Men alt hetta var einans dreymamyndir;
í veruleikanum hevði hon bert eitt at gera –
rýma skjótast gjørligt; hon vildi ikki vera ein
tíma aftrat í hesum húsi! Gaman í ørskaðist
hon við hugsanini um aftur einki arbeiði at
hava og at verða noydd at fara heim til síni
fátøku foreldur; men hvat skuldi hon gera?
Masjenka orkaði ikki sjónina av sínari frúu,
av sínum lítla kamari; hon hevði so nógva
andstygd fyri Fedosiu Vasiljevna og hennara
heilaspunasjúkum og uppgjørdum stoltleika,
at hon helt, at lívið var ótolandi, einans tí
hendan kvinnan var til. Masjenka leyp niður
frá seingini og fór at pakka fjálturstungin.
– Loyva tygum mær inn? hoyrdi hon
røddina hjá Nikolaj Sergejitj uttanfyri; hann
hevði gingið seg varliga til dyrnar og tosaði
við teskandi og sleikjandi rødd. Kann eg
koma?
– Gerið so væl kom innar.
Hann kom innar, men varð standandi í
durunum. Eyguni vóru dølsk, og hansara
lítla reyða nøs skygdi. Hann hevði drukkið
øl omaná matin, og tað kundi síggjast á
gongulagnum og ristandi hondum.
– Hvat er hetta? spurdi hann og peikaði á
ta hálvfullu kurvina.
– Ájú, eg eri farin at pakka. Tygum
mugu orsaka meg, Nikolaj Sergejitj, men eg
kann ikki búgva í tygara heimi. Tað er sera
ærumeiðandi fyri meg, tað, sum er hent.
– Tað skilji eg … Men hvat nyttar tað? … Ja,
tað var ikki beint at rannsaka tygara ognir …
Men tú átti ikki at lagt í, verður tú minni av
hesum?
Masjenka svaraði ikki og helt fram við at
pakka. Nicolaj Sergejitj dró hugsanarsamur
í tað ótætta yvirskeggið og segði smikrandi:
– Eg skilji tygum so inniliga væl, men tygum
mugu fyrigeva konu mínari. Tygum vita jú,
at hon er nervaveik; hon er spilt og órímilig,
men tygum mugu ikki døma hana ov hart …
Masjenka svaraði framvegis ikki.
– Um tygum kenna tygum so álvarsliga
vanvirdan, sum tygum eru, helt Nikolaj
Sergejitj, – so eri eg til reiðar at biðja tygum
um umbering. Fyrigevið mær.
Masjenka svaraði als ikki og helt fram
við at pakka. Hatta karakterveika, kúgaða
menniskja hevði avgjørt einki at siga í sínum
egna heimi. Hansara leiklutur er neyðarsligur
snultari, sum smokkar burturímillum hús
kallar; hansara umbering hevur onga tyngd.
– Hm … tygum siga einki? Tygum nøktast
ikki? Um so er, biði eg, vegna konu míni
… Eg viðurkenni, at hon hevur borið seg
óumhugsað … Eg má sum aðalsmaður …
Nikolaj Sergejitj suffaði og helt fram:
– Tygum vilja afturat hava, at at eg skal
hava samvitskubit … tygum vilja síggja mítt
hjarta níta seg …
– Eg veit, tygum ikki kunnu gera við tað,
Nikolaj Sergejitj, segði Masjenka grátin. – Hví
skulu tygum plága tygum við hesum?
– Nei … Men góða tygum … farið ikki … Eg
biði tygum …
Men Masjenka risti við høvdinum. Nikolaj
Sergejitj fór til vindeygað og trummaði við
fingrunum á rútin.
– Tygum vita ikki, hvussu slíkar mis
skiljingar pína meg, segði hann. – Vilja tygum
hava, at eg á mínum knøum skal biðja tygum
um fyrigeving? Tygara stoltleiki er sáraður,
tygum hava grátið, tygum vilja flíggja yvir
háls og herðar; men minst til, at eisini eg havi
stoltleika, men tað hugsa tygum eftir øllum
at døma ikki um. Ella vilja tygum hava, at eg
skal siga tygum nakað, sum eg avgjørt ikki
hevði boðað frá í einum skriftamáli? Skal eg
siga tygum tað? Skal eg viðganga nakað, sum
eg á mínum deyðastrá ikki vildi likið?
Masjenka svaraði ikki.
– Tað eri eg, sum havi stolið brosjuna hjá
konu mínari! segði Nikolaj Sergejitj snávandi
skjótt. – Eru tygum nú nøgd? Hava tygum so
fingið nóg mikla uppreising? Ja … tað var
eg … Men eg líti á, at tygum ikki opinbera
loyndarmálið … Í Jesu navni, smetta meg ikki
fyri nakran!
Masjenka gjørdist forfard og skelkað,
men helt fram við at pakka, eins og hon einki
hevði hoyrt; hon nápaði tingini, krámaði tey
orógvað og stappaði tey við ongum skili í
kuffertið og kurvina. Júst nú, eftir hansara
treytaleysu játtan, var hon ikki før fyri at
verða eina løtu afturat i hesum húsi; hon
skilti ikki, at hon hevði orkað at verið her í
allari hesari tíð.
– Tygum skulu ikki undrast … segði Nikolaj
Sergejitj eftir eini lítlari løtu. – Tað er ein heilt
vanlig søga! Eg krevji pening, men hon gevur
mær ikki ein kopèk. Og tað er mítt hús, og
ríkidømið átti pápi mín. Masjenka, veruliga
eigi eg alt, og brosjuna átti mamma mín,
og alt, sum er her í húsinum, alt er … mítt!
Men hon hevur klórað, gnaddað alt til sín!
… Skal eg so hava rættarmál móti mínari
konu? … Eg biði tygum so inniliga, fyrigevið
mær … og rímið ikki. Tout comprendre, tout
pardonner.
[At skilja alt, er at fyrigeva alt]. Halda
tygum so fram hjá okkum?
– Nei! rópti Masjenka. Hon risti á kroppin
um. Lat meg vera, sigi eg tygum!
– So, Gud eigi teg … suffaði Nikolaj Ser
gejitj og setti seg á ein skammil við síðuna
av kuffertinum. – Eg má siga, at eg havi
veikleika fyri teimum, sum enn eru før fyri
at hava andstygd fyri tí, sum sárar tey. Eg
virði tey, sum kunnu gerast ill. Eg vil hámeta
tygum allar mínar dagar … Tygum ríma altso?
Eg skilji … Tað kann ikki vera … eigur ikki vera
øðrvísi … Sjálvsagt … Tygum eru lukkulig,
tygum kunnu gera tygum fræls, men eg – á
Harra gud! Ikki longri enn boðini røkka!
Eg sleppi ikki eitt fótafet uttanfyri hesum
fongsli! Eg sleppi ikki av landinum at ríma
frá øllum. Og har sita so neytini hjá konu
mínari: góðsstjórnin, virkisleiðarin, Gud viti
hvat … Fanin taki tey! Tey veðseta góðsið yvir
skorsteinarnar! … Eg sleppi ikki so frætt sum
við tráðu oman á ánna ella bara nerta nakað
á mínari ogn.
– Nikolaj Sergejitj! hoyrdist tann vreiða
røddin frá stovuni. – Agnia! Rópa eftir harr
anum!
– Kann eg ikki fáa tygum at vera? Spurdi
Nikolaj Sergejitj, sum skundaði sær yvir
móti hurðini. – Áh, bara um tygum kunnu
vera verandi! Eg skal kom til tygara um
kvøldarnar og … fáa eitt prát við tygum. Áh
hvat? Far ikki. Tá ið tygum eru farin, er einki
menniskja eftir her heima. Tað er ræðuligt at
hugsa!
Hansara andlitið var inniliga, bønandi,
pínt, men Masjenka risti avgjørd á høvdin
um, og fór úr kamarinum við einum undan
førandi handabrái.
Ein hálvan tíma seinni fór hon úr húsin
um.
***ooo***
Í smædni ella ósmædni hevur undirritaði
roynt at umseta úr donskum hesa
hjartanemandi stuttsøguna ”Ein uppgerð,”
sum Tjekhov skrivaði 26 ára gamal.
Heri Mohr
EIN UPPGERÐ
stuttsøga av Anton Tjekhov
Framhald av síðu 20
HEILDARVEITARI
KÓKIPLÁTA IQWF 80
Induktión
(3.700 W med power booster)
Fingra touch
BxHxD: 75x49x47 cm
KÓKIPLÁTA EIP 60
Induktión
Fingra touch
BxHxD: 56x60x56 cm
INNBYGNINGSOVNUR ECO 012 NG
Svartur, fingra touch
11 baki- og steiki programmir, 67 litrar
BxHxD: 56x60x56 cm
Orkuflokkur A
11.699,-
SPAR 6300,-
2899,-
SPAR 2800,-
4999,-
SPAR 4000,-
HVÍTVØRUR