Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 183 - 25. september 2004 Matmøðrafelag ger vart við støðuna í Suðuroynni Vágs Matmøðrafelag hevur havt fund og har gjørt eina samtykt ella niðurstøðu, har framferðin hjá Vágs Býráð í málinum um miðnámsskúla og røktarheim verður átalað. Felagið hevur eisini lagt uppskot fram um eitt heim í Suðuroynni fyri minnisveik - Vágbing- ar, standið saman við øðrum suðuroyning- um tá á stendur, er áheitanin hjá Vágs Matmøðrafelag POLITIKKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Vágs Matmøðrafelag hevði fund 22. september og tosað varð um vánaligu støðuna í Vági, arbeiðsloys- ið í Suðuroynni og eisini nógv umrødda uppskotið, sum landsstýrið herfyri legði fyri Vágs Býráð. Nevndin gjørdi niður- støðu, ið m.a. segði, at Vágs Matmøðrafelag held- ur tað vera stórt spell og beinleiðis átaluvert, at bý- ráðslimir ikki vildu tosa við landsstýrisumboðini um loysnina, sum hevði havt við sær eini 40 ársverk til Suðuroynna. Nevndin metti í niðurstøðuni, at ov skjót avgerð varð tikin í hesum málinum, tá landsstýris- menn vórðu sendir avstað aftur. Meira átti at verið fingið burturúr slíkari vitj- an, metir felagið. Matmøðrafelagið hevur stóran áhuga í málinum, tí júst kvinnur høvdu fingið arbeiði við uppskotinum hjá landsstýrinum, og kvinnnur eru annars hart raktar av arbeiðsloysi í Suðuroynni. Um heilsuskúli og mið- námsskúli kunnu saman- tvinnast í einum skúladepli, so er nógv vunnið og nógv spart, metir Vágs Mat- møðrafelag. – Vágbingar, standið saman við øðrum suðuroy- ningum tá á stendur, er áheitanin hjá Vágs Mat- møðrafelag. Heim fyri minnisveik Hugsanin um eitt heim fyri minnisveik er ikki nýggj. Í augustmánað hevði Vágs Matmøðrafelag fund, har seinasta hond var løgd á ætlanina um at senda bræv til allar kommunur í Suður- oynni fyri at vita, um áhugi er fyri at byggja eitt heim fyri minnisveik mitt í oynni, tað vil siga í Hovi. Vágs Matmøðrafelag hevur spurt seg fyri, og Hovs Bygdafelag hevur grundøki á 1268 fermetrar tókt, sum áhugi er at selja fyri sámuligan prís til enda- málið. Á fundi 22. september varð brævið endaliga orðað og er tað sent øllum kommunum í Suðuroynni. Matmøðrafelagið í Vági átalar Vágs Býráð, tí tað ikki vildi tosa við Landsstýrið um at flyta miðnámsskúlan til Hovs, afturfyri at fáa eittrøktarheim í Vági Í dag, leygardagin, kl 14.00 verður bókar- framløga á Viðareiði. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur henda dagin út heild- arsavn við øllum yrk- ingum og endur- yrkingum Christians Matras BÓKAFRAMLØGA Heildarsavnið, ið fevnir um uppruna yrkingar og týddu yrkingar Christians, er umleið 400 blaðsíður. Anne-Kari Skarðhamar úr Oslo, sum vardi doktara- ritgerð um skaldskap Christians í 2001, hevur í savninum eftirskrift um yrkingarnar og týðingarnar umframt hugleiðingar um skaldið. Anne-Kari er dr.art. og lektari á Lærara- háskúlanum í Oslo. Hon hevur skrivað hópin av tekstum um bókmentir, lærubøkur um bókmenta- frálæru og tvørfakliga frálæru í listalærugreinum. Stuðlað heildarsavninum peningaliga hava Norðoya Sparikassi og Viðareiðis kommuna. Gevur útgávan yvirskot, fer peningurin í Grunn Kristjans á Brekku- mørk, ið veitir sømdargávu til fólk, sum starva til frama fyri okkara móður- mál. Bókarframløgan verður í gamla skúlanum á Við- areiði, har Christian gekk í skúla frá 1907 til 1913. Skúlin er frá 1885, og um tað mundið, tá ið Christian gekk í skúla har, vóru um hálvthundrað næmingar. Húsini á Brekkumørk, hað- ani Christian er ættaður, stóðu úti á bakkatromini ovast í býlinginum Heimi á Bakka. Umframt skúlan, kirkjuna og prestagarðin vóru hetta einastu hús har tá. Tiltakið leygardagin byrjar í kirkjuni, har 17 sangarar undir leiðslu av Jógvani við Keldu syngja sangir eftir Christian Matr- as. Síðan verður farið í skúlan til bókarframløg- una. Anne-Kari Skarðham- ar sigur nøkur orð um út- gávuna og Andrias Juste- sen heldur stuttan fyrilest- ur um Christian Matras. Viðareiðis kommuna bjóð- ar kaffi og smákøkur. Bókin verður at fáa í bókabúðunum fyri 350 kr. Høvi verður hjá fólki at keypa bókina fyri 250 kr. útgávudagin. Tiltakið er alment og byrjar klokkan 14.00 í kirkjuni á Viðareiði. Forkunnug bókarframløga Nr. 183 • vikuskiftið 25.–26. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Ílegugranskingin kann gerast lokomotivið Tinghelluanalysan á síðu12 SKÚLAGONGD Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Fyri nærum tríati árum síðani fór Arnfríða úr skúlanum. Hon gavst eftir sjeynda flokk og hevur arbeitt síðani tá. Men í 1999 legðist hon sjúk. Talan gjørdist um langa sjúkralegu, og læknin mælti henni til at fara undir endurútbúgving. Hon fekk tilboðið um at byrja 9. flokk í skúlanum við Áir ein hósdag, sum hon skuldi byrja mánadag. – So man kann gott siga, at eg leyp út í tað, sigur Arnfríða og flennir. Hon tók bæði 9. flokk og FHS við Áir og síðani fór hon á HF, har hon gongur í dag. Dóttirin Anna gongur í 2. e á málsligu deildini á studenta- skúlanum, og sonur Óli á matematisku deildini í 1. u. So hvønn morgun fer bilur úr túninum við heimið hjá teimum á Argjum. Fyrst verður pápin koyrdu til arbeiðis í Hoyvík, og síðani fer restin av familjuni í skúla. Strævið Arnfríða dylir ikki fyri, at tað er strævið at ganga í skúla. – Tað kanst tú ætla, at tað er. Tað er so langt síðani, at eg gekk í skúla, at nógv er farið. Men eg fái góða hjálp, greiðir hon frá. Við trimum "skúlabørnum" í húsinum er mangan rokaligt, tá øll trý skulu gera skúlating. – Mangan er ikki borðpláss, tá vit øll sita við uppgávum, sum skulu loysast, sigur Arnfríða Andrésen. Hon heldur fram, at serliga enskt fellur henni nakað tungt, men leggur afturat, at har er altíð góð hjálp at heinta. – Dótturin er stinn í máli, so tað kemur meira enn so fyri, at hon hjálpir mær. Og sonurin eisini, tá ið ástendur. Men so leggur hon við einum skeivum eygnabrái afturat, at ein er tó mamma at sínum børnum, óansæð hvussu gomul tey so eru. – Ábyrgdarkenslan er altíð har, sigur hon. Búgvin flokkur Hóast hon er nakað eldri enn floksfelagarnir, so trívist Arn- fríða sera væl. Hon sigur, at flokkurin er sera góður, og heldur hon, at hon var heppin at koma í ein flokk, sum er so búgvin. Hon hevur ongantíð merkt nakað til, at hini halda hana vera ov gamla ella nakað. Heldur øvugt. Fleiri halda tað vera kul, at hon er farin undir útbúgving, nú hennara børn eru vorðin vaksin. Framtíðarætlaninar hjá Ar- nfríðu eru ikki endaliga av- gjørdar, men hon hevur hugsað um at fara at lesa føroyskt. Tað passar tó so illa, at Føroya- málsdeildin tók næmingar inn til føroyskt í ár, og tískil ikki aftur fyrr enn í 2006. – Nú er tað soleiðis, at tíðin ikki arbeiðir við mær, so um eg skal fara undir langtíðarslesnað, nái eg tað helst beint áðrenn pensjónsaldurin, sigur Arnfríða Andrésen stórflennandi. Eggið lærir hønuna Arnfríða Andrésen, sum er 42 ára gomul, gongur í øðrum flokki á HF skeiðnum í Hoydølum. Á studentaskúlanum ganga bæði børnini hjá henni. 18 ára gamla Anna og 15 ára gamli Óli. Arnfríða sigur, hon stórtrívist, og hon fær góða hjálp til skúlatingini frá børnunum Arnfríða, Anna og Óli Andrésen avmyndað í teirra dagliga umhvørvi. Øll trý nema sær útbúgving í Hoydølum. Arnfríða á HF og børnini hjá henni á málsligu og matematisku deild í studentaskúlanum Mynd: Jens K. Vang C M Y K 21 20