Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 183 - 25. september 2004 Nr. 183 - 25. september 2004 23 Brúðarvísan er vorðin eitt serføroyskt fyribrigdi. Tá so føroyingur við ansi og áhuga fyri føroyska dansinum, giftist í fremmandum landi, og føroyskt dansifelag er statt í grannalagnum, er sjálvsagt at taka tann partin av okkara mentan við í brúdleypið BRÚÐARVÍSA Edvard Joensen Føryska brúðarvísan varð sungin í brúdleypi á Álandi í summar. Brúðurin var føroysk, og brúð- gómurin álendingur. Brúðurin var fyrrverandi skrivari løgmans, Maiken Poulsen. Dansifólkið var úr føroyskum dansifelag, sum av tilvild vitjaði Áland júst hendan dagin, brúdleypið var. Tað er í dag neyvan nakað fólkaslag uttan føroyingar, sum enn hava tann sið at syngja brúðarvísu í dansi, tá brúdleyp er. Ivaleyst hevur hetta verið kent onkra aðrastaðni eisini, eins og dansur okkara var, men nú »eiga« vit hendan sið burturav. Fyrst var hon bert á donskum. Vísan um Eleazar's Brudefærd úr Kanaan til Mesopotamien. Fyri harra sín at vinna soni hansara brúður, sum kundi góðtakast. Ikki varð heimafólkið hildið at vera nóg guðrøkið til slíkt. Hesi, sum telgdu sær gudar og settu á fjøl og leikaðu um teir við óvitaspøl, sum tað stendur í føroysku brúðarvísuni, sum nú fer at nærkast teimum hundrað árunum. Gamalt er, at brúðarvísan verður sungin. Ikki kvøðin sum annað, ið havt verður á gólvi. Tí brúðarvísan er álvarsligur lær- dómur til teirra, »sum góvu seg inn í hjúnalag«, og við ikki so lítið av andaligum innihaldið var hetta ikki nakað, sum dansað var lætt og spælandi til. Tann part- urin av dansinum kom seinni í veitsluni og ger tað enn. Vinarbýarstevna Norrøna Felagið á Eiði er við í vinarbýarketu, sum fatar um býir og bygdir í øllum Norðurlonlum. Úr Grønlandi í norði og Slesvík í suðri heilt eystur til Finlands. Eisini Áland er við, og har varð stevnan hildin á sumri 2004. Um somu tíð hevði føroysk genta valt at verða gift álendingi, og frætti hon, at júst henda góða dag vóru fólk úr Dansifelagnum á Látrinum stødd á vinarbýarstevnu á Álandi. So fyri at fáa eitt rættiligt serføroyskt íkast í brúdleypið, setti hon seg í samband við felagið á Eiði og spurdi um til bar at dansa brúðarvísuna í brúdleypi teirra. Tað var ikki at spyrja fleiri ferðir. Leyst og liðugt við tað sama, og dansifókini fingu eina heilt serliga uppliving á hesi vinarbýarstevnuni. Sjáldsamt dansikvøld Tað var eitt sjáldsamt og hugna- ligt dansikvøld á eini lítlari álendskari oyggj. Føroyska ferðalagið hevði verið í veitslu saman við hinum norðurlendsku luttakarunum á vinarbýarstevn- uni, men fóru úr hesi í brúdleyp. Eini 50 fólk mundu vera í brúdleypinum, tá dansifólkini komu. Mest álendingar. Men eisini onkur føroyingur. Meira enn so. Borðhaldið líktist ikki nógv frá tí, vit kenna her heima, greiða tey frá, sum við vóru. Brúðurin heitti á føroyingarnar um at syngja onkran føroyskan sang við borðið. Tað gjørdu tey standandi. 37 fólk í føroyskum búnum. Og tað hildu álendingar vera »imponerandi«, at føroy- ingar bara soleiðis uttan víðari reistu seg upp og sungu so væl. Uttan fylgispæl. Og meira gjørdist, tá brúðar- dansurin kom fyri. Men tá vildu álendingar eisini sleppa uppí, siga tey. Dansað varð í somu raðfylgju sum í Føroyum. Eisini prestur var í ringinum. Og tey hildu seg ikki aftur, tá farið varð upp á gólv aftur seinni um náttina. Brúðarvísa undir fremmandum himli Nógv verður gjørt burtur úr at pynta kirkjuna, tá brúðarvígsla er. Ymsir og aðrir siðir, enn vit kenna í Føroyum, eru eisini í samband við brúðarvígslu Føroyska brúðarvísan varð sungin í Álendskum brúdleypi í summar. Sum heimligt íkast til føroyska brúður YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Í Bretlandi eru politikarar á gosi, eftir at bretskir diplomatar hava sagt sína hjartans hugsan um George W. Bush, forseta og uttanríkispolitikk hansara. Hugsanin hjá diplomatunum bleiv avdúkað í einum italskum blaði, sum visti at siga, at teir bretsku diplomatarnir løgdu ikki fingrarnar ímillum, tá teir á einum fundi við italskar starvsbrøður umrøddu ymisk uttanríkispolitisk viðurskifti so sum bardagan ímóti yvirgangi. Ímillum diplomatarnar var bretski sendiharrin í Rom, Sir Ivor Roberts, og hóast hann sum sendiharri eigur at vanda sær um orðini, loyvdi hann sær at siga, hvat hann heldur um ameri- kanska forsetan. – Tað fer at koma al-Qaeda væl við, vinnur Bush valið í november. Ja, Osama bin Laden hevði uttan iva atkvøtt fyri Bush, hevði hann havt valrætt í USA, segði Ivor Roberts. Eins og hinir diplomatarnir segði hann seg vera sannførdan um, at tað er betri fyri heimin, at John Kerry vinnur, tí uttanríkispolitikkurin hjá Bush er vandamikil. USA er fíggindin Flestu serfrøðingar eru á einum máli um, at amerikanski bar- dagin ímóti yvirgangi hevur gjørt al-Qaeda veikari sum felagsskap. Men teir vísa samstundis á, at áhugin fyri felagsskapinum hevur ongantíð verið so stórur sum nú. – Amerikanski bardagin hevur gjørt, at nógvir muslimar eru sera misnøgdir, og hetta hevur ivaleyst eisini gjørt, at tær víðgongdu hugsjónirnar hava fingið betri gróðrarlíkindi, sjálvt um nógv er gjørt fyri at forða tí, sigur norðmaðurin Brynjar Lia, sum stendur á odda fyri einari granskingarverkætlan hjá norska verjustovninum. Brynjar Lia vísir á, at álopið á Irak hevur fingið fleiri muslimar at uppfata USA sum eitt áganga- ndi land, ið hevur hjálandaætlan- ir í Miðeystri. At USA ikki vil leggja trýst á Ísrael fyri at fáa tað at taka seg aftur av teimum her- settu palestinsku økjunum upp- fata muslimarnir, sum at USA tekur undir við ísraelsku hersetingini. Hetta hevur gjørt, at fleiri islamistiskir felagsskapir hava gjørt av at ganga í fótaspirum al- Qaeda og at nýta sama fram- ferðarhátt sum felagsskapurin hjá Osama bin Laden, heldur Brynjar Lia. Eisini í Evropa Norski granskarin sigur, at tað er ikki bara í Miðeystri, at ungir menn fella til tær víðgongdu hugsjónirnar. Tað hendir eisini í Evropa. Nógvir muslimar eru farnir úr Evropa til Irak at stríð- ast ímóti hersetingarvaldinum. Hann sigur seg ikki hava frætt, at muslimar eru farnir úr Noregi til Irak, men tað er hugsandi, at svenskir muslimar eru farnir hagar. Eisini í londum sum Fraklandi, Bretlandi og Italia hava tær víð- gongdu hugsjónirnar havt viðrák, og tað finnast eisini prógv fyri, at muslimar úr hesum londunum hava tikið lut í sjálvmorðsatsókn- um ímóti indisku myndugleikun- um í Kashmir, sigur Brynjar Lia. Í Evropa leggja teir víðgongdu felagsskapirnir seg fyrst og fremst eftir at fáa stuðlar ímillum teir muslimarnar, sum regluliga koma í moskurnar, ella sum arbeiða hjá ymsum islamskum hjálparfelagsskapum. Men tað hendir eisini aðrastaðni, eitt nú í fongslum. USA kann tapa Sjálvur hevur Brynjar Lia ikki tær bestu vónirnar um framtíðina. – Sama um vit síggja tað úr einum hugsjónarligum ella einum hernaðarligum sjónar- horni, hevur amerikanska hersetingin av Irak verið eitt framstig fyri al-Qaeda og ta víðgongdu islamistisku rørsluna. Irak er eisini væl egnað sum vígvøllur, tí har ber til at vinna amerikanarunum neisur. Har er ov mikið av vápnum, nógvir ungir menn hava einki arbeiði, men kunnu bera vápn, og teir hava meiri enn 150.000 ameri- kanskar hermenn at gera seg inná. Sambært norska granskaranum er tað ikki óhugsandi, at Iran, Sýrialand og kanska eisini Saudiarabia hava ein ávísan áhuga í, at USA skal tapa kríggið í Irak, og tey eru heldur ikki serliga hugað fyri at hjálpa amerikanarunum, sigur hann. – Spurningurin er, um USA og tess sameindu ikki eru dømd til at tapa kríggið ímóti teimum iraksku mótstøðufelagsskap- unum, sigur Brynjar Lia. Kríggið bjargaði al-Qaeda Stjórin í norska friðargransk- ingarstovninum, Stein Tønnes- son, er samdur við Brynjar Lia. – Í 2001 var al-Qaeda illa fyri orsakað av innanhýsis ósemjum. Felagsskapurin hevði brúk fyri krígnum í Afghanistan, men tað gekst als ikki, sum al-Qaeda hevði væntað og vónað. Kríggið í Irak gjørdist bjargingin fyri al- Qaeda - ikki sum felagsskap, men sum eina hugsjón, og í dag eru fleiri felagsskapir, byggja á somu hugsjónina. Tí er kríggið í Irak ein vinningur fyri al-Qaeda, sigur Stein Tønnesson. Hann er kortini ikki so dapurt- skygdur sum Brynjar Lia. – Støðan í Irak er trupul og kann gerast uppaftur verri. Men tað kann eisini henda, at valið fer at kveikja ein politiskan neista, sum kann enda við, at mótstøðan ímóti USA verður politisk heldur enn yvirgangur, sigur Stein Tønnesson. (Kelda: Aftenposten) Kríggið í Irak bjargaði al-Qaeda Amerikanski bardagin ímóti altjóða yvirgangi hevur elvt til misnøgd ímillum nógvar muslimar, og tað kemur felagsskapinum al- Qaeda væl við C M Y K 23 22