leygardagur 25. september 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 183 - 25. september 2004
Nr. 183 - 25. september 2004
25
Um tú ert millum 50
fólkini, sum av einari ella
aðrari undarligari orsøk
eru farin at dáma elefant-
polo, so er Hua Hin eitt
av bestu støðunum at
vera. Stjórin hjá mær
meldaði meg til heimsins
størstu kapping í elefant-
polo, og hetta er tað sum
hendi
Rógvi Borðoy
bordoy@mail.djh.dk
Bara tí eg vildi finna uppá okk-
urt, sum eg aldrin komi til at
uppliva aftur, fór eg til Hua Hin
sunnaliga í Teilandi at spæla
elefantpolo á 4th King´s Cup
Elephant Polo Competition fyrst
í september. Og sjálvandi eisini
tí stjórin hjá mær segði, at eg
skuldi. Hetta er eitt spæl, sum
mest av øllum líkist einum parti
úr dinosaurfilminum Jurassic
Park við 4-5 tons tungum plantu-
átarum spolandi við 25 kilometra
ferð, og nøkrum uppaftur svak-
ari, geylandi førarum í stuttligum
stilvum og hjálmum.
Við Mike Atkins frá Chiang
Mai Citylife, blaðið sum eg
arbeiði á, og Phnom Penh búgv-
anum og ævintýraranum Antonio
Graceffo, New Yorkaranum og
matjournalistinum Chandler
Berr, og síðst, men ikki minst,
vælgeraranum William E.
Heinecke, ríkasti útlendingur í
Teilandi og liðskipari á okkara
liði Kuoni Team. Hetta kundi
ikki ganga galið. Ikki heilt.
Eg kom til Teiland fyri einum
góðum mánaði síðani, tí eg
skuldi í praktikk sum journalist-
ur. Eg var so heppin ikki at fáa
nakað praktikkpláss í Danmark
ella Føroyum, og hóast eg kendi
meg sum ein tapara beint aftaná
at mestsum øll onnur høvdu
fingið eitt pláss, so gekk tað
rímuliga skjótt upp fyri mær, at
hetta var ikki eitt tap, men ein
møguleiki. So eg søkti allastaðni
á knøttinum, líka frá Meksiko
yvir Tibet til Tansania og
Moskva. Eitt av heldur jaligu
svarunum, eg fekk, var frá
Pattaya Daily sunnast í Teilandi,
og tá eg fór á teirra heimasíðu at
vita hvat eg hevði søkt, var
høvuðssøgan um eina "Wet T-
shirt" kapping, altso gentur í sera
tunnum blusum, sum skvampa
vatn á hvønn annan. Hetta var
altso eitt pornoblað, so eg leitaði
víðari. Inntil eg fann hetta
deiliga blaðið, The Chiang Mai
Citylife.
Ríkmannaítróttur
Elefantpolo varð uppfunnið av
tveimum hálvfullum skotskum
stórbóndum í Sveits í 1982. Teir
eru umleið 70 ára gamlir í dag,
men teir spæla á tí eina liðnum,
St. Andrews, enn tann dag í dag.
Vit skulu spæla ímóti teimum í
okkara fyrsta dysti. Ein av upp-
finnarunum, James Manclarke,
er bláur allastaðni á kroppinum
og andlitinum, tí ein elefantur
bleiv svakur fyrradagin og tveitti
hann einar fimm metrar upp í
luftina. Sìðani tók elefanturin til
at renna aftaná honum og sparka
og trampa hann niður. Hetta
hendir minni enn eina viku
aftaná, at eitt ross leyp á hann og
breyt nøkur av hansara rivja-
beinum. Ein hetja, hesin gamli
knarvurin.
Har eru tvær stórar elefant-
polokappingar í heiminum. Tann
eina er í Nepal, og verður roknað
sum heimsmeistarakappingin,
meðan hendan í Hua Hin mest er
fyri stuttleikar. Fólk flúgva inn
frá Týsklandi, Skotlandi, ja sjálvt
India fyri at vera við, og allir
spælarar búgva á fimmstjørnaða
hotellinum Anantara (sum lið-
skiparin hjá mær William eigur),
og liva í sús og dús í eina góða
viku.
Har eru trý ting, tú skalt hava
fyri at spæla elefantpolo. Tað
fyrsta er ein láturliga stór nøgd
av peningi, tað næsta er nóg
nógv tamarhald á tær sjálvum til
ikki at fnisa, tá ein maður í
strømmum hvítum buksum,
stilvum upp undir knæ og einum
undarligum hatti stendur og spyr
teg, um tú spælir við í fyrsta
"chukkah". Tað triðja er før-
leikan til at raka ein krokettbólt
við einari køllu, sum er yvir
tríggjar metrar lang frá einum 4
tons tungum og rasandi skjótum
plantuátara meðan fimm aðrir
elefantar (altso eini 20 tons
tilsamans) koma spolandi eftir
tær.
Nú veit eg, at eg havi eina
láturlig nøgd av pengum, tí
hvørja ferð eg fari í bankan at
kanna mína saldo, sigur banka-
daman "hatta er láturligt". Og
eftirsum eg visti, at eg skuldi í
somu klæðir sum øll onnur, var
næsta stigið heldur einki pro-
blem. Men tað triðja, at raka
bóltin, vísti seg at vera serstak-
liga trupult longu mánadagin, tá
vit høvdu eina lítla venjingarløtu.
Tað eydnaðist mær bara at raka
ein klump av elefantlorti, sum
yvirhøvur ikki var nær við
bóltin. Køllan var ikki til at
steðga og eg rakti neyðars
elefantin mitt á snápulin, og
nokkso fitt af elefantmykju varð
hangandi á stakkaladýrinum.
Meðan eg sat og bleiv flovur
sá eg hóast alt, at Mike og
Antonio høvdu umleið sama
tamarhald á bóltinum sum eg, og
tað var tá, eg fann útav tí. Vit
høvdu ein trupulleika.
Gud vælsigni Chivas
Okkara hugur var tó ikki heilt út
av lagi. Sjálvt um tankin um at
raka bóltin ella enntá at skora
eitt mál var púrasta horvin, var
eitt stað, har vit journalistar
kundu vera við. Chivas Regal
hevði sett eitt telt upp, har nakrar
deiliga fittar gentur frá Bangkok
bert høvdu eina uppgávu: at
servera øll hugsandi sløg av
brennivíni gratis. Hetta skuldi
gerast okkara heim næstu vik-
una, og vit lærdu at elska hetta
teltið sum var tað okkara egna
heim.
Eftir eitt sindur av venjingar-
prát í teltinum aftaná venjingina,
varð tað eg, sum mátti offra meg
fyri liðið. Eg var við í vælsign-
ingini av elefantunum, og síðani
tók eg Kuoni flaggið, setti meg á
ein elefant av navni Dodo, og fór
á eina paradu, har allir elefant-
arnir skuldi við. Beint framman
fyri meg sat ein sokallaður
"ladyboy", sum er ein drongur,
sum í veruleikanum skuldi havt
verið ein genta. Hetta er heilt
vanligt í Teilandi. Hann/hon
hevði ein heldur undarligan
klædnastíl, serliga var tað
mangulin av undirbuksum ella
trussum (hvat ein ladyboy nú
letur seg í), sum eg beit merki í.
Nakrar minuttir seinni legði eg
til merkis, at handan dreingja-
diddan faktiskt hevði rakað sær
reyvina, og hevði loyst sær
buksurnar fyri at forstýra
konsentratiónina hjá mær. Hetta
var fyrsta stóra forðingin, eg
upplivdi hesa vikuna.
Til dystin fús
Sparkandi og grátandi blivu vit
nakrar tímar seinni dragsaðir úr
Chivas Regal teltinum fyri at
spæla fyrsta dystin. Tá vit komu
til tornið, har man setir seg á
elefantarnar, blivu vit heilsaðir
av William, eigaranum av 14
hotellum, Pizza Company og
1000 øðrum vælvirkandi
fyritøkum. Og hóast hann heldur
ikki dugir at raka bóltin, er tað
altíð ein møguleiki fyri, at hann
missir ein diamant ella tveir.
Elefantarnir hava ein førara,
ein mahoud, sum situr á hálsin-
um á elefantinum, meðan vit sita
bundnir aftanfyri. Vit hava lagt
eina ætlan. Mike er í álopinum
og fortelur ólekrar søgur so
mótstøðumaðurin fær vaml og
Hua Hin - eitt elefantpolo-para
Frá vinstru William, Mike, Rógvi og Antonio
Barrgenturnar hjá Chivas Regal, Noom og Niki
Eg raki bóltin fyri fyrstu ferð
spýr. William liggur stílfult í
verjuni og tveitir 100-dollar-
seðlar á vøllin, so hinir leypa av
elefantunum, meðan eg, eg siti
og stýri mínum monsturstóra
djóri uppá sera klókar mátar á
miðvøllinum, meðan eg sendi
góðar vibrasjónir móti teirra
máli. Tað heila sær gott út, inntil
mótstøðumenninir, St. Andrews
House úr Skotlandi, koma á
vøllin.
Ein av teirra stóru fyrimunum
er, at teir faktiskt duga at raka
bóltin, og at teir hava spælt hetta
spælið í yvir 20 ár, men sum ein
og hvør veit, eru dugnaligheit og
venjing bert smáting í ítrótti. Tað
er svik og slatur, sum kann føra
okkum til sigurs. Mike situr í
álopinum og fornermar dómaran,
so hann ikki leggur til merkis
hvussu illa vit snýta. Av og á
roynir hann at líkjast einari hetju,
tá Chivasgenturnar hyggja,
meðan eg og William berjast
okkara størsta bardaga nakrantíð.
Líka leggja St. Andrews í, teir
skora í fyrsta minutti, øðrum
minutti og triðja minutti. Hetta er
ótolandi. Mike er í álopinum, og
hann hevur ikki nortið bóltin
eina tí einastu ferð, tá dómarin
floytar fyri hálvleiki.
Í seinna hálvleiki senda vit
okkara loyniliga vápn inn á
vøllin. Filmstjørnan og pro-
fessionelli boksarin Antonio
Graceffo fer í álopið, meðan eg
og William skifta um pláss. Vit
blivu avhølvaðir 5-2, men tað
bilti einki, tí tað eydnaðist mær
at skora eitt mál. Dagin eftir var
eg at finna í Bangkokblaðnum
The Nation sum "the world´s
first ever Faroese elephant polo
player put up a good fight,
but..." Vit vóru allir á einum
máli um, at førararnir (ella
elefantarnir) høvdu tikið stoffir,
elefantarnir vóru klárt og
týðuliga skaddir, og dómarin
hevði fingið pengar fyri at lata
okkum tapa.
Sorl
Næsta liðið er Sandalford
Winery, og vit fáa somu elefant-
arnar og tapa 7-0. Forbrendu
australiarar. Síðani spæla vit
móti teilendsku American
Express úr Bangkok. Forbrendu
teilendingar. Teir vinna við alt
for nógvum málum til at nevna,
men hesaferð byrjar tað at líkj-
ast. Mike megnar fyri tað mesta
at halda tonkunum burtur frá
barrgentunum, eg smildri til
bóltin sum eitt trøll av og á, og
nýliga innskifti Chandler (sum
kom fyri William, tí hann mátti
fara til Bangkok í sínum egna
jettflogfari) elskar litin á
blusunum, vit spæla í.
Seinasti dysturin hendan dagin
fangar eina stóra fólkamongd,
antin tí fólk hava hoyrt um
Chivasteltið, ella tí at tey vilja
síggja dreingjadiddurnar úr
liðnum The Screwless Tuskers
spæla ímóti New Zealand All
Blacks. Teir tríggir hava í mong
ár verið við á Ný Sælendska
landsliðnum í rugby, og hava
mangan staðið nøs til nøs við
nøkrum av svakastu monnum á
gongustjørnuni. Hesaferð er
uppgávan ein heilt heilt onnur.
Og meðan teir dansa og syngja
ný sælendska "haka" frá upp-
runafólkinum Maori, standa
dreingadiddurnar, diddarak sum
skallutar likkur, og stara teir
beint í eyguni uppá ein sera
hóttandi máta. Ræðandi, tá man
hugsar um, at teir/tær brúka í
minsta lagi 4 tímar um dagin
uppá at seta sær hárið.
Um All Blacks ikki vinna
hendan dystin, fara teir aldrin til
Ný Sæland aftur, siga teir. Teir
megna at vinna, men bert við 3-
2.
Finalan
So er hann her. Seinasti dagurin,
har vit skulu spæla um at blíva
næstsíðstir ella allarsíðstir. Vit
satsa alt, vit hava. Eg havi greitt
mær hárið í besta Elvis Presley-
stíli, og Antonio mediterar
meðan Chandler hevur fingið
sær sítt "hepna" lummaturriklæði
í lumman. Sjálvt William er
komin aftur fyri at spæla dystin,
og spenningurin í luftini er ikki
til at taka feil av. Vit eru eitt. Har
er einki annað enn Kuoni nú.
Hetta er tíðin fyri hetjur. Eg
blinki í slow motion við vinstra
eyga til barrgentuna Noom, ropi
ein lítlan rop, og so fari eg at
møta framtíð míni sum
elefantpololeikari.
Forbrendu British Army knúsa
okkum sundur. Fyrsta málið
verður torpederað inn aftaná 17
sekund, og tað er nýtt met. Vit
blivu aftastir. Vit vóru verri enn
diddurnar frá Bangkok. Lort. Eg
pilli av áðrenn síðsti dysturin
millum Sandalford og Mobile
Easy verður spældur. Eg leggi
einki í tað longur. Eg, ein
ærumeiddur maður, seti meg á
eitt tok og fari ein túr í býin í
Bangkok í staðin fyri at verða
eyðmýktur á galladøgurðanum á
Anantara Hotel seinni sama
kvøldið.
Nú eri eg so aftur í Chiang
Mai og arbeiði á blaðnum.
Monsunregnið plágar okkum so
gott sum hvønn dag. Eg eri tann
einasti, sum ikki haldi tað vera
so galið, tí tað kølir luftina niður
frá 30 til einar 25 gradir. Eina-
ferð í næsta mánað skal eg gera
okkurt, sum helst verður líka
pínligt sum elefantpolo, men
blaðstjórin Pim hevur enn ikki
gjørt av, hvat tað verður. Eg veit
í hvussu so er, at eg skal út í
frumskógina at fiska á einari á
fyrst í næstu viku, og síðani skal
eg á junglu-matgerðarskeið at
kóka rís og egg í bambus-rørum.
dís
Dodo var nógv tann skjótasti elefanturin, men hann ræddist nokkso illa hinar stóru
Mike Atkins ger seg kláran til fyrsta dystin
C
M
Y
K
25
24