Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 183 - 25. september 2004 Nr. 183 - 25. september 2004 27 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Århus: Áhugin fyri Norður- londum, at vita, hvussu arbeiðs- lívið er uttan fyri Føroyar og áhugin fyri journalistikki í einum mentanarligum ljósi. Hesar tríggjar høvuðsorsøkir- nar nevnir Birgir Kruse, tá hann verður spurdur um, hví hann av fyrstan tíð søkti um starvi sum rektari á Nordisk Journalistcenter (NJC) í Århus. Í januar í ár tók Birgir Kruse við starvinum sum rektari á NJC. Eitt starv, sum er fylt við avbjóð- ingum. Og júst teimum avbjóð- ingunum, sum hann sjálvur hevur stóra tráðan eftir. Fastlagdar uppgávur Birgir hevur nú flutt bæði seg sjálvan og familjuna til jútska høvuðsstaðin. Ein flyting, sum í fyrsta umfari verður í fýra ár. Starvið á NJC er nevniliga av- markað til fýra ár, tó við møgu- leika at leingja tað í eitt fýra ára skeið afturat. Arbeiðsgevari er Nordisk Ministerråd. Uppgávan er norðurlendsk og russisk. – Mítt starv gongur fyrst og fremst út uppá, at framleiða 11 norðurlendskar skeiðsvikur um árið í Norðanlondum og har- afturat 10-15 støk skeið hvørt ár í Russlandi. Uppgávan hjá mær er at fylla vikurnar. Finna evni, undirvísarar, syrgja fyri innivist til journalistarnar og ikki minst marknaðarføra og halda tey ymisku skeiðini, greiðir Birgir Kruse frá. Skeiðini hava skiftandi longd- ir, og eitt høvuðsskeið er, sum varðar átta vikur. Tað í ár, við heitinum Århus 2004, fór av bakkastokki mánadagin, 6. september. Nordisk Journalistcenter skipar fyri journalistiskum skeiðum, ið hava tann felags- nevnaran, at tey viðgera aktuell norðurlendsk viðurskifti. Tað verið seg øll hugsandi evni, men sett inn í eitt norðurlendskt høpi. Føroyskt íkast At rektarin stavar úr Føroyum merkist eisini aftur á skeiðunum. Millum annað var afturvendandi skeiðið "Verden set ovenfra" í Føroyum í august í ár. Hetta skeiðið viðger nátturu og til- feingi her norðuri hjá okkum, beint nú. Næsta ár verður eitt skeið, við heitinum "Musikjournalistik 2005" eisini í Føroyum. Har verður hugt nærri at, hvat tónleikajournalistikkur er fyri nakað, og so verður eisini hugt nærri at føroyska tónleikalívin- um. Millum annað verður skeiðið tvinnað saman við finaluna í Prix Føroyum 2005. Eisini skulu journalistarnir hitta føroysk tón- leikanøvn, sum eitt nú Sunleif Rasmussen, ið vann Norður- lendsku tónleikavirðislønina. – Hetta starvið gevur mær nógvar nýggjar avbjóðingar. Eg eri av teirri sannføring, at tá tú hevur starvast innan eitt ávíst øki drúgva tíð, so hevur tú tørv á at finna okkurt nýtt fyri ikki at steðga upp, sigur Birgir Kruse. Hann peikar á seg sjálvan og greiðir víðari frá, at eftir at hava gjørt útvarpssendingar í 25 ár, fekst hann við Listastevnuna í fýra ár, áðrenn hann flutti. – Eg skuldi millum annað syrgja fyri stuðlum, og í so av- markaðum samfelag endar tað við, at tú kemur at tosa við tey somu fólkini hvørja ferð. Og tað er ikki stuttligt. Hvørki hjá teim- um ella hjá mær. Mær dámar væl tað, at ein hevur møguleika fyri "umskiftiligheit". Avbjóðingar Birgir dylir ikki fyri, at avbjóð- ing var ein av orsøkunum til, at hann valdi at skifta bæði búðstað og starv. – At koma útum Føroyar og síggja, hvussu arbeiðslívið er aðrastaðni. Og hóast alt ikki vera alt ov langt heimanifrá. Pro- fessionelt er hetta so áhugavert, sum tað kann verða. Tað ber ikki til at fáa eitt slíkt starv við slík- um avbjóðingum í Føroyum. Stýrið fyri NJC hevur einaferð staðfest, at tann størsti einshátt- aði norðurlendski mentanar- arbeiðarabólkurin eru journal- istar. Hetta er ein setningur, sum Birgir Kruse hevur tikið til sín. – Tað er her, uppgávan hjá Nordisk Journalistcenter byrjar. Arbeiðsøkið hjá mær eru 45.000 norðurlendskir journalistar. Ein mentanar-arbeiðarabólkur, og tað er júst hendan vinklingin mær dámar væl. Fáir føroyingar Síðani Nordisk Journalistcenter byrjaði virksemi sítt fyri 47 árum síðani, hava bert tveir føroyingar luttikið á tí átta vikur langa høvuðsskeiðnum. Torolf Dam fyri Føroyatíðindi í 1960 og Kristianna K. Jespersen fyri Útvarp Føroya í 1979. – Føroyskir journalistar hava lítlan áhuga í skeiðunum. Ein kanning, ið varð gjørd í 2001, vísir, at tað mest eru blaðstjórar og tíðindaleiðarar, ið vísa áhuga, greiðir Birgir Kruse frá. Teir vilja fegnir senda journalistar á skeið, men vanligu journalist- arnir hava ikki áhuga fyri hesum skeiðum. Birgir Kruse vísir eisini á, at skeiðini verða fíggjað av Nordisk Ministerråd, og tí eru tey bíligari enn vanligt. Men journalistarnir skulu tó hava arbeiðsfrí og av við nakrar túsundkrónuseðlar, um teir skulu luttaka. Í so máta eru norsku journalistarnir best fyri. Umframt at fáa alt skeiðið goldið við løn, kunnu teir eisini fáa dagpengar. Føroyar líkjast Russlandi Ein partur av arbeiðnum hjá rektaranum á NJC er at skipa fyri 10-15 árligum skeiðum í Russlandi. Birgir hevur hildið fleiri fyrilestrar har yviri, og hann leggur ikki fingrarnar í millum: – Føroyingar erpa sær av at hava heimsins elsta demokrati. Russar hava eitt av heimsins yngstu. Men hóast hetta, so hava føroysku og russisku miðlarnir nógvar felagsnevnarar. Ikki minst, tá vit meta um aktuellu gongdina í samanleggingini av báðum loftmiðlunum. Hetta er Ein norðurlendsk avbjóðing Fyri góðum hálvum ári síðani byrjaði Birgir Kruse sum rektari á Nordisk Journalistcenter í Århus. Vit hava hitt Birgir til eitt prát um arbeiðið og journalistikkin - bæði í føroyskum og norðurlendskum høpi. Peikifingurin er á lofti, og metingin av føroysku miðlunum er, at teir eru ov lítið nýskapandi Birgir Kruse byrjaði fyri góðum hálvum ári síðani sum rektari á Nordisk Journalistcenter í Århus. Gongst sum hann vil, verður ein norðurlendsk jouranlistvirðisløn veruleiki um 3 ár Mynd: Mette Mørk júst sum at hoyra journalistar í Russlandi, sigur Birgir. – Gert tú vart við teg á ein nýskapandi ella óvæntaðan hátt, so er ikki gott at vita, hvat myndugleikarnir finna uppá. Hann vísir á, at í Russlandi eru fjølmiðlarnir framvegis mál- gagn hjá politiskum flokkum ella áhugabólkum. Og hetta royna teir at bróta seg frá. – Vit eru ikki komin nógv longri enn tað sama í Føroyum. Sjálvt um miðlarnir siga seg vera óheftar, so vita øll, at teir eru á ein ella annan hátt tengdir at ávísum politiskum flokkum og áhugamálum. Birgir heldur, at føroysku bløðini royna at virka sum miðl- ar, men tá tað kemur til menning, ið setir innihaldið í hásætið og tekur brúkaran í álvara, so er tað sjónvarpið, ið er komið longst. – Innan tíðindi, mentan og nýhugsan av sendingum, so hevur sjónvarpið ment seg mest. Eg haldi, at útvarpið, sum tekniskt er perfekt, torir ikki at taka nýggjar avbjóðingar upp, og harvið er útvarpið eisini endað í sínum djúpasta aldudali higartil. Tí hugsað verður mest um tøkni og ikki um innihald. Stirvið í Føroyum Sambært Birgir Kruse, so líða bløðini millum annað undir gomlu flokspressuni. Tað er torført at taka tey í álvara, og uppaftur torførari at hava eitt kritiskt útgangsstøði. – Skikkaður kritikkur skal til, fyri at nakað kann mennast. Og her hugsi eg um almennan kritikk. Slíkur finst ikki í Føroy- um, og tað er ein trupulleiki, sum bara versnar, sum árini ganga og eingin kvalifiseraður og óheftur persónur gevur nakað boð uppá, hvussu innihaldið í føroyskum miðlum kundi havt verið. Tá tað kemur til útvarp og sjónvarp, so eru fortreytirnar fyri arbeiðnum øðrvísi har. Føroyski brúkarin kennir bara føroyskt útvarp, og harvið hevur hann onki annað at samanbera við. – Sjónvarpshyggjararnir fáa hinvegin eina rúgvu av útlendsk- um tíðindum og tilfari. Harvið verða krøvini til Sjónvarp Føroya alsamt størri. Hinvegin heldur Birgir Kruse, at bløðini eru tey einastu, ið liva undir marknaðartreytunum. Spurningurin um at yvirliva avhongur allatíðina av søluni av bløðunum, og hetta er ikki ein spurningur, útvarpið og sjón- varpið hava at dragast við. – Sum heild er føroyski fjølmiðla- heimurin ov stirvin, ov lítið nýskapandi og uppsøkjandi. Tað er torført at finna ein "public service" miðil í Føroyum, og har haldi eg, at bløðini eru tættast í og við teirra óloysiliga knýti at marknaðinum. Tey liva meira í fólksins tænastu og eru nærri lokalum viðurskiftum, enn útvarpið og sjónvarpið eru. Og hetta er størsta tvørsøgnin í føroyskari miðlasøgu. Tí tað eigur at verða beint tvørturímóti. --- Men sum er nú, so verður Birgir Kruse verðandi tann kritiski eygleiðarin á síðulinjuni. Hans- ara starv verður komandi fýra árini at syrgja fyri, at norður- lendskir journalistar lata eyguni upp fyri teimum norðurlendsku áhugamálunum og viðurskift- unum. Ein av hansara stóru avbjóð- ingum verður um trý ár, tá Nordisk Journalistcenter skal hátíðarhalda 50 ára føðingar- dagin. Tá skal rektarin syrgja fyri hátíðarhaldi og innihaldi og ikki minst leggja lunnar undir eina nýggja norðurlendska journalist- virðisløn, ájavnt við bókmenta- og tónleikavirðislønina. Enn ein avbjóðing í røðini. Føddur 1957 Útbúgving 1985 læraraútbúgving, Føroya Læraraskúli 2000 pedagogiska diplomútbúgving, Danmarks Pædagogiske Universitet Størv 1979-1981 diskoteksfólk, Útvarp Føroya 1985-2000 lærari, Eysturskúlin 1997-2000 lærugreinaráðgevi, Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð 2000-2001 mentablaðmaður, Sosialurin 2001-2004 marknaðarleiðari, Norðurlandahúsið Annað 1978-2003 free lance, Útvarp Føroya 1984-1992 formaður, Filmsfelagið 1987-1999 skrivari, Norrøna Felagið í Føroyum 1997-1999 næstformaður, Føroya Lærarafelag 1998-2004 limur, Loftmiðlanevndin 2000-2004 umboð Tórshavnar Býráðs í Listastevnu Føroya 2004- rektari, Nordisk Journalistcenter Arbeiðsgevari er Nordisk Ministerråd og starvið er avmarkað til 4 ár við møguleika fyri einum 4 ára skeiði afturat. Birgir Kruse er fimti rektarin á Nordisk Journalistcenter. Hinir eru: Erik-Reske Nielsen, Danmark, Audun Bakke, Noreg, Sigrún Stefansdóttir,Ísland, Stein-Ove Grønsund, Noreg. Útvarp Føroya Heimanífrá hevur Birgir Kruse fyri Útvarp Føroya í fjórðingsøld skapað sendingar og sendirøðir so sum Rokkredaktiónin, Beat Box 328, Náttarravnar, Burtur á heiði, undir Norðstjørnuni, Kuffertið, Opið Hús, Kon-Tiki, Blomsturbørn,Vetrarbreytin, Stýrivolt og seinast Skúlagáttin. Fyri 3 ára sendirøðina Vetrarbreytin fekk Birgir Kruse í 1998 virðslønina Nordbok's Nordisk Journalistpris. Fakta um Birgir Kruse C M Y K 27 26