leygardagur 25. september 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 183 - 25. september 2004
Nr. 183 - 25. september 2004
29
Gamli skúlin í Sørvági er
vorðin atelier. Sørvingur,
sum hevur verið uttanlands
og nomið kunnleika um
málningalist, er heimaftur-
komin og hevur frá
bygdarráðnum fingið loyvi
at brúka skúlan til atelier
LIST
Edvard Joensen
Sørvági: Í gamla skúla í Sørvagi
er aftur komið lív. Eitt er, at
skúlin er vorðin málaður uttan.
Men innan verður eisini málað.
Málað fínt. List, skilir lesarin.
Sørvingur, sum annars er
kendur sum skrivandi maður,
hevur tikið pensil í hond og er
farin at mála. Tó ikki burturav, tí
framvegis eru bøkurnar framm-
arlaga í huganum.
Ólavur í Beiti hevur verið í
Danmark og nomið sær kunn-
leika um málningalistina. Hjá
listamanni í Norðurjútlandi,
greiðir hann frá.
Fyri at kunna fáa nakað burtur
úr málingini, er neyðugt við
góðum arbeiðshølum.
Tey kundu nokk fáast í Dan-
mark, men tað kostaði ikki heilt
einki, so hugsað varð um at fáa
okkurt heima á landi og so royna
seg í heimliga umhvørvinum.
– Tað passar eisini betri til
mín, heldur Ólavur. Tí eg máli
landsløg og slíkt, sum eg síggi,
og í Danmark er einki landslag.
Har er alt líka. Slætt. Øðrvísi er í
Føroyum, har einki líkist øðrum,
og tú alla tíðina fært nýggjar
vinklar og nýtt ljós at arbeiða
við.
Vælvild
Ólavur í Beiti er fegin um ta
vælvild, honum er víst frá
kommunalari síðu, sum hann
tekur til.
Tá hann setti seg í samband
við Sørvágs Kommunu við
fyrispurningi um at fáa gamla
skúlan í Sørvági til arbeiðshøli,
var leyst og liðugt beinanveg,
greiðir hann frá. Og tað er hann
bygdarráðnum ógvuliga
takksamur fyri, sigur Ólavur.
Hann hevur nú allan skúlan
fyri seg sjálvan. Heldur til í
niðaru hæddini, har alt er gjørt
til eitt rúm.
Ljóst og rúmligt er inni. Eitt
staffeli stendur í tí partinum, har
innara stovan var. Málningar
hanga á veggjunum. Summir
lidnir, aðrir ikki. Hann veit ikki
rættiliga. Ilt at siga. Kanska
verður onkur strika gjørd afturat.
Hann tekur eina mynd niður
av vegginum. Heldur, at hon er
ikki heilt liðug. Kundi verið, at
hon skal hava okkurt afturat. Og
skal nú ein fotomynd takast, so
er best, at hon verður tikin,
meðan maðurin arbeiðir, heldur
hann.
Og soleiðis fær hetta grøna
løriftið nakrar svartar strikur her
og har. Nýblandaða máling,
smurda upp á við einum stívum
pensli. Tað gresjar í løriftinum,
tá strokið verður eftir.
Og knappliga hava vit eina
heilt aðra mynd. Køld er hon.
Gamaní. Grøn luft er køld. Men
so er ein strika, sum kann líkjast
havsbrúnni, komin har úti, Og
nærri okkum er sjóvarkletturin
og kanska onkur myrkur
hamarsendi uppi á landi eisini.
Soleiðis fekk myndin aðra
útsjónd, enn listamaðurin kanska
upprunaliga hevði ætlað, tí hann
vil vera fyrikomandi og lata
myndamannin fáa hesa
fotomyndina av sær.
Onnur meta
Ólavur í Beiti sigur, at hann
málar tað, hann sær. Hvussu tað
annars er, letur hann onnur meta
um.
Og tað kunnu fólk nær sum
helst sleppa at gera, sigur hann.
Fólk eru vælkomin inn á gólvið,
meðan hann arbeiðir. Kunnu
síggja, hvussu farið verður fram,
og skoða tað, sum á veggjunum
hongur.
Hann leggur høvdið eitt sindur
á skák. Blundar við øðrum
eyganum og smílist eitt sindur.
–Hava tey hug at keypa ein
málning, eri eg ikki heilt
óvilligur til at lata hann frá mær,
heldur hann.
Hann hevur ikki hug at verða
lagdur undir at eftirgera tað,
onnur hava málað, sigur hann.
So hann má royna at finna sín
egna stíl, hvussu tað so skal
gerast og eydnast?
Men hann leggur einki í at
brúka so øgiliga nógvar litir, sum
nú ofta verður gjørt, hóast hann
kortini hevur onkran litfagran
málning.
Betri dámar honum at finna
dýpið og ljósið. Og tað kann best
gerast við at mála alt í einum,
sigur hann. Ikki við at leggja
litirnar í lagi oman á lag.
Eisini bøkur
Hóast Ólavur í Beiti heldur man
vera kendur millum fólk sum
skrivandi enn sum málandi
maður, eru bøkurnar í løtuni
farnar eitt sindur afturum til
frama fyri málningalistina.
Tó hevur hann ikki heilt slept
bókliga virkinum kortini. Men
beint nú eru tað annara verk, ið
standa fyri.
Ólavur greiðir frá, at hann
saman við bygdarmanninum
Sonna Jacobsen arbeiðir við at
geva út verk hjá øðrum
bygdarmanni, Einari Petersen.
– Einar er farin í rúmligari
skaldaheim enn hendan, vit
ganga og tvassa í, og ætlanin er
nú at savna hansara samlaðu
verk, greiðir Ólavur frá.
Einar Petersen var í ferð við at
skriva eina krimisøgu, tá hann
doyði. Hon var ikki liðug, men
Sonni Petersen hevur nú gjørt
hana lidna. Hon verður millum
tað, sum ætlanin er at geva út.
Eisini onkur av hansara fyrru
krimisøgum, sum hevur verið
útseld, verður aftur at síggja í
hesum verkinum, sigur Ólavur í
Beiti, sum vónar, at útgávan
kemur fyri jól.
Her er lív
innanveggja
Ólavur í Beiti hevur fingið
loyvi frá Sørvágs
Kommunu at brúka gamla
skúla í Sørvági til atelier.
Hann trívist væl og er
takksamur fyri ta vælvild,
kommunan vísti honum
Mynd: Edvard Joensen
Ólavi dámar væl
litir, sum ikki
beinanveg loypa á
fólk. Føroyar eru
ofta soleiðis at
síggja, sigur hann
Mynd: Edvard
Joensen
Kortini eru myndir við sterkum litum, tí soleiðis síggja vit eisini
landið av og á
Mynd: Edvard Joensen
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum.
Óruddiligur...nei
bíða nú...tað skal
ikki verða for... Eg
haldi eg eri nokk so
samvitskufullur og
so er tað hvat tað
triðja skal verða...
impulsivur
Hvat orð nýtir tú
oftast?
Tað sum eg havi
brúkt øgiliga nógv í
seinastuni er "í
fínasta lagi"... ja
kanska havi eg
brúkt tað ov nógv
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Ja eygunum hyggur
tú væl altíð eftir, tí
tað er væl tað sum
er mest sigandi hjá
fólki ella hvat?
Hvussu langa tíð nýtir
tú at gera teg kláran
um morgunin?
Tað er øgiliga
ymiskt. Tað má vera
úr hálvum tíma til
ein tíma og fimm
minuttir
Hvat stressar teg?
Smáligheit ella fólk
sum ganga í smáum
skóm. Tey eru
rættiliga stressandi
og ómøgulig at
fáast við
Hvat gleðir teg?
Ja, tað er tað
klassiska við, tá
familjan hevur tað
gott... Annars tað
at vera saman við
positivum fólkum
Nær feldi tú seinast
eitt tár?
Tað var eitt kvøldi
herfyri, tá eg hugdi
at eini sending í
sjónvarpinum. Eg
minnist ikki rætti-
liga, nær tað var.
Eg havi faktiskt
nokk so lætt at
verða ávirkaður.
Nær smakkaði tú tær
seinast á?
Hahaha, ja tað er...
Hugsar tú um
brennivín? Eg havi
ongantíð smakkað
brennivín, og eg
veit faktiskt ikki,
hvussu tað smakk-
ar. Seinast, eg var í
vertskapi, var tá
Sjónvarpið helt 20
ára dagin, og tað
var rættiliga
hugnaligt. Hóast eg
ikki drekki, so
stuttleiki eg mær í
vertskapi
Um tú vart landsstýris-
fólk, hvat málsøkið vildi
tú so umsitið?
Eg hevði vilja um-
sitið Innlendismál
hjá Jógvan við
Keldu, so vit høvdu
fingið skil á hendan
útlendingapolitikkin
. Vit mugu broyta
tónan, tí tónin í
løtuni er óneyð-
ugur.
Hvat er besta
uppfinning?
Tað má verða ljós-
peran
Nær flutti tú
heimanifrá?
Ja, nær gjørdi eg
tað? Tað má verða
fyrst í tjúgunum,
21-22 har á leið, tá
eg einsamallur
flutti til Havnar
Hvat kostar Sitrón-
uppvask frá Kemilux í
Miklagarði ?
Haha.. Uha frá
Kemilux? Eg skjóti
upp á 17 krónur.
Nix Tórur, hann kostar
einans 10.95 krónur
Í farnu viku vórðu
Joachim og Alexandra
sundurlisin. Hvussu
leingi hava tey verið
gift?
Var tað ikki í
níggju ár?
Jú, Tórður, rætt hevur
tú. Tey vóru gift í átta
ár og tíggju mánaðir
Títt besta praktiska
ráð...
Ja, hvat skal tað
verða? Nú dámar
mær so væl rísvell-
ing. Eg vildi sagt,
at tá tú kókur rís-
velling, mást
ongantíð lata tað
brenna í botnin, tí
so smakkar tað av
hundanum til.
Hvør skal næstu ferð
setast í bláa stólin?
Eg hugsaði um eitt
konufólk til næstu
ferð. Tað skal
verða Marjun Kalsø.
TÓRÐUR MIKKELSEN • 46 áR • TÍÐINDAMAÐUR
C
M
Y
K
29
28