leygardagur 25. september 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 183 - 25. september 2004
Nr. 183 - 25. september 2004
31
Hávur er eitt av mest
jagstraðu dýrunum á
heimshøvunum. Hann
verður ránsveiddur, og fleiri
hávasløg eru nú á
markinum til oyðing.
Hóttanin stavar ikki bert
frá hatri, men eisini einum
støðugt veksandi áhuga hjá
menniskjum at gera suppu
burtur úr nógv eftirspurdu
hávafinnunum
HÁVUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hávurin skal veiðast, drepast og
oyðast.
Hetta er í stuttum hugburðurin
hjá menniskjum mótvegis einum
av heimsins størstu rovdýrum –
hvíthávinum, sum nú er á mark-
inum til oyðing.
Bara orðið hávur kann fáa tað
at fara kalt niðureftir rygginum á
teimum flestu.
Hávur hevur ta ivasomu æru at
teljast millum teir bólkar av
dýrum, sum menniskjan ræðist
mest.
Sálarfrøðiligar kanningar í
USA og Onglandi hava víst, at
tey trý dýrasløgini, sum elva til
tær størstu kensluligu reaktiónir-
nar hjá menniskjum, eru hávur,
slanga og eiturkoppur.
Tað finnast fólkasløg, serliga
við Kyrrahavið, sum gjøgnum
tíðirnar hava tilbiðið hávin sum
ein guð, men nógv tey flestu
menniskjuni hava ligið honum
eftir lívinum – og ongantíð betur,
enn um tey megnaðu at oyða
hávin.
Stór átøk eru enntá sett í verk
fyri at náa hesum máli.
Ikki minst hevur bókin hjá
amerikanska rithøvundanum,
Peter Benchley – "Dødens gab"
– sum seinni varð gjørd til film,
viðvirkað til, at hávur framvegis
verður mettur at vera tann
blóðtysti dreparin, sum gerast
skal av við á ein og hvønn hátt.
Eftir at filmurin varð vístur
fyrstu ferð í 1975, byrjaði ein
ógvuslig veiða eftir tí stóra
hvíthávinum kring um heimin.
Og tá ið ein ungur maður varð
álopin av einum hvíthávi við
strondina í Kalforniu, kravdu
fólk og politikarar, at átøk vórðu
sett í verk, sum kundu forkoma
hávinum í amerikanskum sjógvi.
Hetta varð kravt, hóast hávur
"bert" drepur 12 fólk í miðal um
árið - ella nógv færri enn tey
sum doyggja av býflugum ella
hundabiti.
Ótrúligir sansir
Hávur telist millum heimsins
mest effektivu rovdýrasløg.
Granskarar siga, at hann hevur
verið til í umleið 350 miljónir ár,
og alla hesa tíð hevur hann so at
siga ikki broytt skap. Tey 375
kendu sløgini finnast á øllum
heimshøvum, og nøkur fá finnast
eisini í áum og vøtnum.
Flestu sløgini eru lutfalsliga
smá; tey minstu eru umleið 20
cm. long, og nógv tey flestu eru
styttri enn tveir metrar. Men tað
eru eisini hávar, sum eru rætti-
liga stórir, eitt nú brugdan og
hvalhávurin, sum kunnu gerast
einar 10-15 metrar long.
Teir smáu hávarnir eru
friðarligir og gera lítið um seg.
Teir liva av krabbadýrum,
botndýrum og smáfiski. Tey
størstu sløgini liva av plankton,
men síðan er eisini eitt stórt tal
av hávi, sum etur fisk, fugl ella
havsúgdýr – og heldur ikki aftrar
seg við at leypa á menniskju!
At hávur er so effektivur í
sínari veiði, kemst ikki minst av
hansara sera vælmentu og
útbygdu sansum. Hann sær væl
og hevur eitt serstakliga gott
royk-og smakkitev sum ger, at
hann kann staðfesta royk í
evarska smáum nøgdum. Somu-
leiðis hevur hann óvanliga góðan
sans fyri øllum, sum flytir seg og
kann merkja rørslur langan veg.
Hávurin fangar veiku elektrisku
streymarnar frá vøddunum á
dýrinum, sum hann lúrir eftir.
Aftrat øllum hesum er hann við
sínum vælmentu finnum ein
serstakliga góður svimjari. Til
tjúgund og seinast er hávurin væl
forsýnaður við hvøssum og
aftureftir vendandi tonnum, sum
gera hann til ein ógvuliga
effektivan veiðimann.
Hávatenn eru í høvuðsheitum
úr emalju, sum er harðasta
biologiska tilfarið, og ein miðal
hávur hevur fleiri hundrað slíkar
Dýrið skal
doyggja
Eftir at filmurin, "Dødens gab", gjørdist kendur, verður hvíthávurin
hildin at vera eitt beist, sum tystir eftir blóði. Tí skal hann veiðast
og oyðast. Hetta hevur ført til, at hávur nú er á listanum yvir hótt
dýrasløg
Fiskimenn skera finnurnar av og blaka hávin livandi fyri borð. Stutt eftir druknar hann – ella bløðir út. Ein syrgilig
sjón. Bæði ryggfinna og búkfinnur eru skornar burtur
tenn í kjaftinum. Tær sita í fleiri
røðum, og nýggjar veksa út alt
lívið. Brotnar ein tonn – ella hon
er slitin, verður hon bara skift út
við ta næstu í røðini aftanfyri.
Ein stórur hávur kann soleiðis
brúka fleiri túsund tenn í sínum
lívi.
Brutalir veiðihættir
Allir hesir eginleikar, sum gera
hávin so fullkomnan til lívið í
havinum, eru orsøkin til, at vit
menniskju bæði hata hann og
samstundis eru so hugtikin av
honum. Hóast dýrið altíð hevur
verið jagstrað, er tað ikki fyrr
enn seinastu árini, at veiðan er
vorðin ein trupulleiki fyri
stovnin. Nútímans tøkni við
sonartólum, troli og rekagørnum
hevur ført til, at hávurin nú er í
einum veruligum vanda fyri at
verða oyddur.
Aftrat tí, at hann verður mettur
sum eitt dýr, ið fyri ein og hvønn
prís skal oyðast, er hann eisini
ein virðismikil fongur. Kjøtið
kann seljast, men eisini skinn,
bein og serliga tenninar eru
eftirspurdar. Kjøtið verður selt
sum serstøk delikatessa – ella til
fish & chips. Tenninar verða
brúktar til prýðislutir og skinnið
til leðurvørur.
Nógv tann størsti parturin av
hávaveiðini verður í løtuni selt til
londini eystanfyri. Har er tað
hvørki kjøtið ella tenninar, sum
hava størsta áhugan – men
hávafinnurnar.
Suppa úr hávafinnum er ógvu-
liga væl umtókt í asiatisku køk-
unum, og hetta er nú av álvara
byrjað at kostað hesum jagstraða
dýraslagi dýrt. Hávurin verður
ikki bert veiddur við stórum
trolum í velduga stórum nøgd-
um. Veiðan er eftirhondini, sum
eftirspurningurin er vaksin, farin
at líkjast ránsveiði, sum er
ógvuliga torfør at verja seg fyri.
Áður varð hávurin skorin upp,
tenninar tiknar út, og kjøtið
skorið sundur. Nú verða finn-
urnar skornar av dýrinum –
oftast, meðan tað enn er á lívi.
Síðan verður kroppurin blakaður
í havið aftur. Tá ið ein trolari
hevur tóvað eina løtu í einum
slíkum øki, er botnurin ofta
fullur av deyðum og doyggjandi
hávum, ið enda sum føði hjá
øðrum hávum og rovfiskum.
Samanbrot lúrir
Tað finst eingin uppgerð yvir,
hvussu stór hávaveiðan er á
altjóða stigi, men talan er helst
um hundraðtúsundir – ja, kanska
um miljónir av dýrum. Eitt slíkt
veiðitrýst heldur eingin stovnur
til í longdini. Er veiðan ríkiliga
hørð og støðug, verður galin endi
– sjálvt hjá tí talríkasta stovnin-
um.
Úrslitið av ovurveiðini er, at
fleiri hávasløg eru í stórari mink-
ing, og summi eru sum áður
nevnt beinleiðis hótt.
Altjóða náttúruverndarfelags-
skapurin, IUNC, hevur nú sam-
tykt ein lista yvir 14 hávasløg,
sum veruliga eru hótt. Millum
hesi er tann stóri hvíthávurin og
brugdan.
Tað er kanska ikki so løgið, at
hvíthávurin er hóttur. Sum tað
avgjørt størsta rovdýrið á heims-
høvunum, hevur hann ongantíð
verið serliga vanligur. Meira
ræðandi er tað, at fleiri vanlig
hávasløg eisini eru í stórari
minking. Framvegis verða hesi
veidd í velduga stórum tali til
tess at nøkta marknaðin fyri
hávafinnum og fisk & chips.
Nógvastaðni er veiðan av
smáum og miðalstórum hávum
minkað við einum helmingi
seinastu tíggju árini, hóast
royndin er vaksin.
Onnur hávasløg eru framvegis
væl fyri og áttu tí at kunnað
bjargast, hóast tað ikki er so lætt,
sum onkur kundi hugsað sær.
Í mun til flestu onnur fiska-
og dýrasløg í havinum, nørist
hávur seint. Hon-fiskurin gerst
ikki kynsbúgvin, fyrr enn hann
er fleiri ára gamal, og avkomið
er fáment í tali. Leggur fiskurin
egg, eru hesi heldur ikki mong í
tali.
Størsti trupulleikin er, at tað er
ógvuliga torført at savna tann
vælvilja, sum skal til fyri at
bjarga og friða hávin. Dýr í
havinum við hvøssum tonnum og
køldum eygum vekja ikki í sama
mun verndartrongd í menniskj-
um, sum dýr við brúnum eygum
og bleytum skinni gera.
Havsins ruskmenn
Onkustaðni er tó vón fyri
framman.
Tann stóri hvíthávurin er
friðaður í teimum trimum
støðunum í heiminum, har hann
er mest vanligur, nevniliga í
USA, Suðurafriku og Avstaliu.
Aftrat hesum er áhugin fyri
hávinum veksandi fleiri staðni í
heiminum.
Ein av bólkunum, sum hevur
víst hávinum stóran áhuga, er
"The Basking Shark Society",
sum hevur sæti á Isle of Man.
Bólkurin hevur serliga áhuga fyri
brugdu-hávinum, sum livir av at
eta plankton. Brugdan er álvars-
liga hótt orsakað av síni livur,
sum inniheldur nógva olju. Oljan
úr brugdulivur verður eitt nú nýtt
til arbeiði við skinnum. Veiðan
er langt síðani steðgað, men
brugdan nørist so seint, at
stovnurin næstan ikki er øktur
seinastu tríati árini.
Aftrat tí, at vit missa dýrasløg
í havinum við ovurveiði, kunnu
vit eisini rokna við álvarsomum
lívfrøðiligum avleiðingum, um
stóra royndin eftir hávi ikki
verður tálmað. Hávur hevur
nevniliga stóran týdning fyri
vistfrøðina í havinum, har hann
virkar sum "ruskmaður" og
góðskueftirlitsmaður. Hávurin
syrgir alla tíðina fyri at fáa
burtur deyð, sjúk og skadd dýr.
Verður eingin hávur á heims-
høvunum, er vandi fyri, at vist-
skipanin koppar.
Annað er, at vit enn ikki vita,
hvørjir medisinskir møguleikar,
hávurin goymir. Krabbamein er
eitt ókent fyribrigdi millum
hávar. Hví hetta er so, veit
eingin. Men møguleikarnir at
finna út av hesum – og møguliga
eisini at finna eina alternativa
viðgerð móti krabbameini – eru
burtur, um veiðan eftir hávi
heldur fram sum higartil.
Kelda og myndir:
Illustrueret Videnskab
tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki?
Óli Johannesen,
landsliðsleikari:
– Eg var vist nokk heima hjá
okkum á Sevmýri. Sat saman
við foreldrunum og hugdi at
dystinum. Tað var heilt
fantastiskt, og sjálvandi fóru
vit út, tá dysturin var liðugur.
Lagið var í topp á øllum.
Vit koyrdu ein túr í býin,
og har var fólk allastaðni.
Nógvir bilar, sum koyrdu
aftur og fram og floytaðu.
Man kann næstan siga, at tað
var óveruligt.
Eg man óivað hava tippað framman undan dystinum, men eg
minnist ikki hvat. Tó er onki at ivast í, at eg havi tippað nógv
til Eysturríki.
Mín leiklutur í føroyskum fótbólti tá var ikki stórur. Eg var
18 ára gamal og hevði júst fingið fótin inn um á fyrstu deild
hjá TB. Hevði spælt onkran dystin. Eisini hevði eg roynt meg á
U 16 landsliðnum.
Úrslitið í Landskrona gjørdi heilt víst sítt til, at hugurin eftir
at sleppa at leika við føroyska fótbóltslandsliðnum gjørdist
størri og betur.
Eg kann ikki siga annað enn, at eg droymi um at uppliva júst
hatta. Hatta er heilt sikkurt tað størsta fótbóltsúrslitið í
Føroyum nakrantíð, so ja, tað kundi eg væl tonkt mær at
verðið við til at endurtikið.
Jógvan Martin Olsen,
hjálparvenjari á
landsliðnum:
– Eg var heima við hús. Vit vóru
eini seks fólk savnað at hyggja
at dystinum. Vit høvdu fyrireik-
að okkum væl og settust í góðari
tíð framman fyri sjónvarpinum.
Tað sum eg serliga minnist er
andlitsbráið á mótstøðuleikarun-
um. Tað tyktiskt sum teir bara
stóðu og hugdu upp á hvønn
annan og yvirlótu tað til síðu-
mannin at átaka sær uppgávuna
at fáa spælið at koyra.
Tá dysturin var liðugur, var alt á gosi. Vit fóru út, og har var
nógv fólk. Øll stóðu bara og hugdu upp á hvønnannan og tos-
aðu um, hvussu ótrúligt tað var. Tað kundi ikki passa.
Eg tippaði ikki undan dystinum, tí eg visti yvirhøvur ikki,
hvat vit kundu vænta. Lat meg bara siga tað soleiðis, at eg
vónaði tað besta, men óttaðist tað ringasta.
Eg spældi sjálvur við fyrstu deildar liðnum hjá B68 tá.
Hevði verið á landsliðnum árið frammanundan, men eg valdi
at gevast, tí eg júst hevði sett búgv og so víðari.
Men tað er ongin ivi um, at hasin dysturin og ikki minst
hatta úrslitið var við til at lyfta fótbóltin upp og áhugan fyri
honum á øllum økjum.
Drívmegin er sjálvandi vónin um at náa eitt so stórt úrslit
aftur. Tað hevur mangan verið nær við seinastu árini, men tað
er ongin ivi um, at hatta er tað størsta avrikið, sum føroyskur
fótbóltur hevur framt.
- sae -
C
M
Y
K
31
30