Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 183 - 25. september 2004 Nr. 183 - 25. september 2004 33 TINGHELLUANALYSAN Bogi Eliasen Cand.scient.pol Seinastu árini hevur gransking verið nógv umrødd í Føroyum eins og í meginpartinum av heiminum. Henda samgongan nevndi eisini granskingina sum eitt umráðandi øki at styrkja. Røddir hava eisini verið frammi um at gera ein granskingardepil, serliga við atliti at náttúruvís- indini, á Sundi. Altjóða verður Research & Development (R&D) ella Gransking & Menning (G&M) ofta havt lofti Vit hava ikki nøktandi gransk- ing í Føroyum samanborið við grannalond okkara. Pál Weihe hevur roynt at hugt at, hvussu støða okkara er, men vísir sam- stundis á, at hagtøl vænta, so uppgerðin hevur ein ávísan ótryggleika. Í uppgerðini frá OECD fyri 2002 sæst, at Svøríki brúkar 4%, Finland 3,5% og Danmark 2,5% av BTÚ til gransking, og at almenni parturin er undir 1%, meðan restin er fíggjað privat. Um vit leysliga siga, at føroyska BTÙ er 10 mia., skuldu Føroyar brúkt 400 mio. til gransking fyri at brúka lutfallsliga líka nógv til gransk- ing sum Svøríki. Pál Weihe metir leysliga, at undir 1% av BTÙ verður brúkt til gransking í Føroyum. Tað skal heldur ikki skiljast, sum vit ikki hava gransking á høgum støði, tað hava vit. Vit hava nakrar úrmælingar, sum eisini vekja altjóða ans við sínum arbeiði, og vit hava Fróð- skaparsetrið og nógv samfelags- gransking er gjørd av Gransk- ingardeplinum seinastu árini. Eisini Granskingarráðið hevur ein týðandi leiklut, bæði við at fíggja, men eisini við at seta gransking á dagsskránna í Føroyum. Pál er m.a. komin eftir í sínari kanning av endugeving- um av greinum innan lækna- vísind í tíðarskeiðnum 1993- 2003, at vit liggja á einum sjeynda plássi, um hugt verður eftir endurgevingum lutfallsliga í mun til fólkatalið. Eitt áhugavert í eygleiðingini hjá Pál er tó, at í Føroyum letur tað almenna nakað til gransking, meðan tann privati parturin er serstakliga lítil. Í grannalondum okkara er privati parturin í gransking bróðurparturin. Útfrá hesari kanning kann sigast, at okkum tørvar at styrkja gransk- ingina í Føroyum. Um vit samanbera okkum við granna- lond okkara, skal privati parturin eisini taka sín part av hesi menn- ing. Hinvegin ger henda vitan eisini, at vit eiga at hyggja at, hví støðan er soleiðis. Ein løtt frá- greiðing kann verða, at flestu føroysku virkini eru so lítil, at tey ikki hava styrki til at seta orku av til gransking, og tí er ilt at hugsa sær, at vit skulu hava sama bygnað á hesum øki, sum grannalond okkara hava. Tað kann sigast, at tann parturin, ið privati kapitalurin fíggjar í grannalondum okkara ikki verð- ur brúktur til gransking hjá okkum. Hví gransking? Gransking er menning. Eitt aðalendamál hjá einum samfelag má altíð verða at menna seg. Í dag eru vit, sum partur av heiminum, við í einari alheims- gerð, har kappingin er hørð. Vit eru eitt lítið samfelag, sum ikki kann átaka sær hópframleiðslu í nøgdarkapping, tí vit hava hvørki arbeiðsmegina ella rávøruna, samstundis eru vit eitt hálønar- samfelag, sum ikki kann kappast við láglønarsamfeløg í løn. Vit hava allar dygdir til at verða eitt dynamiskt vitanarsamfelag. Miðalútbúgvingin er høg, sam- felagið er lítið og harvið lætt at umstilla, og vit eru sterk innan m.a. fiskivinnuloysnir. Hyggja vit at okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni, í altjóða ljósi, sæst, at her er hørð kapping. Fiskur verður í stóran mun sendur til Kina at virka á stórum flaka- virkjum við arbeiðsfólki til serstakliga lítla løn. Lond sum. Ísland gera hetta og sjálvt Russland, og tí má hetta metast at verða ein av framtíðarinnar arbeiðshættum. I dag ber til fyri rímiligan kostnað at flyta fiskin langt til framleiðslu. Tí er neyðugt t.d. innan før- oyska fiskivinnu at leggja seg t.d. eftir at framleiða luksus- vørur. Ynskja vit framhaldandi at hava munandi arbeiði innan fiskivinnu á landi í Føroyum, er tað góðskan, ið skal selja. At finna hesar luksusvørur, tvs. gera nýggjar luksusvørur, og finna marknað teirra ella øvugt at finna útav, hvørjar luksusvørur, ið longu hava marknað, har vit hava rávøruna, er eisini gransk- ing. Tí er neyðugt at gera íløgur til gransking í fiskivinnuni. Í alivinnuni er eisini tørvur á gransking fyri at finna útav, hvussu tað ber til at gera hana lønandi í Føroyum. Eisini er brúk fyri gransking á øðrum økjum. Júst við at leggja okkum eftir vitanarsamfelagnum kunnu vit skapa virksemi, sum ikki er beinleiðis tengt at fiski- vinnuni og harvið fáa fleiri bein at standa á. Hetta er samstundis eitt øki, sum lættari ber til at arbeiða altjóða við. Eitt átak sum Bitland arbeiðir við at gera stórar altjóða granskingarverkætlanir innan ymisk økir í Føroyum. Gengransking Eitt øki, sum er nógv frammi er ílegu- ella gengransking. Ílegu- gransking hevur verið nógv umtalað seinni árini, og t.d. í 1998/99 var talan um at hava eitt samstarv við Decode og soleiðis hava ílegugransking í Føroyum. Politiskt var ikki meiriluti fyri at loyva ílegugransking. Hetta kom bæði av óttanum fyri etisku trupulleikunum, átrúnaligari angist fyri hesum øki, og kanska vandanum fyri misnýtslu av slík- ari vitan í okkara lítla samfelag. Í 2004 er heimurin komin nakað longri, hvat gentøkni viðvíkur. Decode er vorðið eitt stórt alheimsfelag innan hetta øki, og arbeitt verður nógv við at menna genetiska sjúkraviðgerð, sum hevur væl minni hjáárin enn vanliga viðgerðin vit kenna ídag. Arbeitt verður somuleiðis polit- iskt við at loyva ílegugransking í framtíðini. Fyri Føroyar verður hetta ein neyðugur leistur, bæði tí at hetta uttan iva verður fram- tíðin innan sjúkraviðgerð á hægsta stigi, og tí at vit í Føroy- um hava livað avbyrgd frá um- heiminum, tí hava vit nakrar serføroyskar arvaligar (genet- iskar) sjúkur og eisini ein øktan títtleika av fleiri sjúkum. Teim serføroysku sjúkunum fer eingin annar enn vit at granska í, og tí er tað okkara egna ábyrgd. Hinvegin ger tað, at vit hava livað avbyrgd frá umheiminum, okkum áhugaverd í alheims granskingarsamhangi og kann hetta verða við til at t.d. fáa altjóða granskingarverkætlanir í Føroyum innnan ílegugransking. Í hesum samanhangi eru ætl- aninar um at gera ein gransk- ingardepil í Føroyum serstakliga áhugaverdir, soleiðis kunna vit gera ein depil við nýggjastu útgerð, sum allir partar í náttúruvísindini kunnu brúka. Landið er ov lítið til, at partarnir hvør sær hava orku til at hava nýggjastu útgerðina, soleiðis at bæði almennir og privatir partar hava møguleika fyri gransking. Eitt slíkt laboratorium kundi rúmað framtíðar føroyskari ílegugransking. Ílegugransking og viðgerð er komin fyri at verða, og vit koma at brúka hesa tøkni í framtíðini. Antin keypa vit hana uttanífrá og kunna sum so ongan etiskan standard seta, ella gera vit tað sjálvi, og innan fyri tey mørk okkara samfelag er til reiðar at góðtaka. Harafturat kann eitt granskingarumhvørvi innan hesa vísind verða við til at gera Føroyar til eitt avbjóðandi stað hjá læknum og ílegugransk- arum at koma at arbeiða. Eiga fleiri granskarar Vit eiga fleiri fólk, sum arbeiða sum granskarar uttanlands. Um vit í framtíðini vilja hava hesi og onnur við granskingaráhuga heimaftur er neyðugt, at vit geva teimun umstøður at granska í Føroyum. Tí er tað kanska eisini eitt gott hugskot at savna alla gransking á einum stað, fyri at skapa eitt granskingarumhvørvi, her verður eisini hugsað um t.d. samfelagsvísind, málvísind osfr.. Møguleikarnir, sum liggja í ílegugransking í Føroyum, eru stórir og altjóða áhugaverdir. Um vit velja at loyva henni, verður hetta okkara granskingarloko- motiv, sum umframt altjóða áhugaverda gransking kann verða við til at fáa útlendingar hendavegin, og harvið bæði skapa okkum eitt altjóða gransk- ingarumhvørvi. Sum hjáágóða eitt altjóða sjúkrahúsumhvørvi, har vit fáa læknar ymsastaðni frá, og kunna styrkja okkara viðgerðarhættir. Hetta krevur, at vit vilja hava gransking. Øll gransking er onkursvegna slóðbrótandi, og tí elvir gransking oftani til sið- semiligar spurningar og ivamál. At satsa uppá gransking krevur tí eisini, at vit, so hvørt, hava dirvi til at taka teir torføru spurn- Ílegugranskingin kann gerast lokomotivið – Møguleikarnir, sum liggja í ílegugransking í Føroyum, eru stórir og altjóða áhugaverdir. Um vit velja at loyva henni, verður hetta okkara granskingarlokomotiv, skrivar Bogi Eliasen í analysuni í dagsins Tinghellu GRANSKING Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Humanbiologisk ella mannalív- frøðilig gransking hevur verið nevnt sum ein møgulig inntøku- kelda fyri tað føroyska samfelag- ið. Eitt nú arvaeindirnar hjá før- oyingum eru somikið spennandi, at tað verður hildið vera sannlíkt, at útlendskar fyritøkur vilja fáa stóran áhuga fyri hesum. Enn hevur ikki tann nógva vinnuliga granskingin stungið seg upp í Føroyum, men í okkara granna- londum síggjast fleiri dømi um, at tað ber til at fáa arvaeindirnar at skapa inntøkur. Eftirlit Tá gransking skal gerast í Føroy- um, ið viðvíkur mannalívfrøði, so er tað Vísindasiðseminevndin, sum skal geva loyvi. Í kunngerð- ini fyri nevndina stendur at lesa, at nevndin skal tryggja at roynd- arpersónurin verður vardur, og at møguleiki verður skaptur fyri nýggjari virðismiklari vitan. Formaðurin fyri Vísindasið- semisnevndini, Høgni Djurhuus, yvirlækni, sigur, at nevndin metir tað sum sína uppgávu, sambært galdandi lóg, at syrgja fyri, at tey, ið verða granskaði, eisini eru væl vard. – Fólk skulu bæði munnliga og skrivliga vera kunnaði um, hvat tey eru við í og skulu hava høvi at siga nei. Tað er ógvuliga um- ráðandi hjá Vísindasiðsemi- nevndini, at fólk ikki verða mis- nýtt, sigur Høgni Djurhuus. Vísindasiðseminevndin hevur til uppgáva at góðkenna verk- ætlanir, áðrenn hesar fara ígongd. Allar granskingarverkætlanir innan mannalívfrøði detta á borði hjá nevndini. Síðani Høgni Djur- huus varð valdur sum formaður í 2000, hevur nevndin gingið øllum umsóknum á møti. Nevndin var fyri hørðum at- finningum, tá táverandi lands- stýrismaðurin, Bill Justinussen, valdi nýggjar nevndarlimir eftir løgtingsvalið í 2002. Men for- maðurin fyri nevndina vísir aftur, at tað hevur broytt grundarlagið undir arbeiðinum hjá nevndini. – Tað eigur ikki at verða nakar munur á avgerðunum hjá nevnd- ini, líkamikið hvør mannar nevndina, sigur Høgni Djurhuus. Avgerðirnar hjá føroysku Vís- indasiðseminevndini kunnu kær- ast til Central Videnskabelig nevndina í Danmark. Biobanki broytt nógv Formaðurin í Vísindasiðsemi- nevndini hevur áður eftirlýst ein- um biobanka. Og tað ger hann framvegis. Ein biobanki er fyrst eitt stað at goyma upplýsingar og royndir. Allar royndirnar kunnu verða savnaðar á einum stað. Vísindasiðseminevndin setir sum treyt, at verða royndir og upp- lýsingar fluttir av landinum, so skulu hesir burturbeinast eftir, at kanningarnar eru lidnar. Royndir og upplýsingar mugu undir ong- um umstøðum goymast uttan- lands. – Fáa vit ein góðan for- svarligan biobanka í Føroyum, so kunnu upplýsingarnir savnast á einum stað. Hetta vil gagna granskingini almikið. Tað kann so lánast úr biobankanum til ymsar verkætlanir, og latast aftur til biobankan, sigur Høgni Djurhuus. Formaðurin í Visindasiðsemi- nevndini heldur, at mann sum er missur myndugleika á royndum og upplýsingum. – Fyrimunurin er eisini, at fólk kunnu vera anonym. Tað ger, at tann einstaki verður vardur - samstundis sum vit jú eisini varðveita vitanina í Føroyum, sigur Høgni Djurhuus. Ein biobanki vildi verið til fyrimuns fyri allar partar, hevur Høgni Djurhuus áður víst á.Ikki minst fyri at skapa eitt gransk- ingaumhvørvi í Føroyum. Men ein biobankin er ikki einasta loysnin. Tað er ikki Vísindasiðseminevndin, sum stendur í vegin fyri, at fleiri og meira umfatandi verkætlarnir kunnu byrja. – So leingi verkætlanirnar eru releventar, vísindaliga brúkbarar og fólk kunnu verja seg og eru kunnaði og hava møguleika ikki at vera við, so kann Vísindasið- seminevndin ganga við til at góðkenna hesar, sigur Høgni Djur-huus. Politiskt hevur leingi verið tosað at stovnseta ein tílíkan bio- banka, men hann hevur fram- vegis ikki sæð dagsins ljós. Málið er aftur uppi og vendir í breiðu samgonguni. Etisk råd - ikki neyðugt Enn hevur mannalívfrøðiliga granskingin í Føroyum ikki skapt teir stóru kjakspurningarnir í samfelagnum, men í okkara grannalondum hava tílík evni oftani ligið ovast á breddanum. Í Danmark er eitt etisk råd, sum skal viðgera fløktar etiskar spurningar, sum fara longur enn tað mannalívfrøðiliga. – Etisk råd í Danmark er mannað við seytjan fólkum við ymsum bakgrundum. Vit hava eitt løgting í Føroyum við 32 tingmonnum, og tað eigur at vera nóg mikið at viðgera etiskar spurningar, sigur Høgni Djurhuus. Høgni Djurhuus bíðar í løtuni eftir at verða skiftir út sum formaður. Mannagongdin er tann, at Vísindasiðseminevndin verður mannað av nýggjum eftir hvørt løgtingsval. Val var í januar, men enn er eingin nýggj nevnd sett. Tað er læknafelagið og landsstýrið, sum velja limir- nar í Vísindasiðseminevndina. Biobanki í buktini Vísindasiðseminevndin skal syrgja fyri, at tey, ið verða granskaði, ikki verða misnýtt og alt gongur reiðiliga fyri seg. Formaðurin í nevndini heldur, at ein biobanki kann gerast eitt gjøgnumbrot fyri mannalívfrøðiliga gransking ingarnar til viðgerðar og ikki bara kveistra ivamálini til síðis. Ílegugranskingin er kanska ser- liga torfør, tí hon kann geva okkum vitan, sum kanska fleri ikki ynskja og tí hon, sum við- gerð, fer inn og broytir í okkara grundleggjandi bygnaði, um tað er ein sjúk ílega, sum skal rættast. Framtøk innan lækna- vísindina hava ofta elvt til ákærur um, at læknarnir spæla Guð, og innan ílegutøknina er einki undantak, men í veruleik- anum er talan um eitt menn- ingarstig í okkara vitan um okkara likam. Tað er vanligt, at fólk eru bangin fyri tí nýggja. Men sum sagt áður, velja vit sjálvi at verða við, kunna vit sjálvi seta siðsømiliga markið fyri okkum. Velja vit ikki at verða við, fara vit um nøkur ár at keypa okkum til ílegutøkni, men tá eru tað ikki vit, sum seta mørkini. Sum nevnt í byrjani, er ikki vist, at tann granskingarleistur grannalond okkara hava, riggar til hjá okkum. Vit eru eitt nógv minni samfelag. Í fiskivinnuni kundi eitt hug- skot verið, at ein ávísur prommillupartur av søluni av hvørjum kilo, fer í ein gransk- ingargrunn, har verkætlanir síðan kunna søkja um fígging frá, t.d. til at menna nýggjar vørur ella vørur til nýggjar marknaðir. Leisturin er møguliga tryggari enn við beinleiðis fígging á fíggjarlógini, tí inntøkan í grunninum fer at verða leys av politisku skipanini. Líknandi leistur kundi somu- leiðis verið gjørdur fyri aðrar vinnur. Ein ágóði við einum slíkum leisti er, at tá privatir partar lata pening í ein slíkan grunn, krevja teir úrslit. Tí kann tað, at privata vinnan medfíggjar, eisini skapa ein dynamik, sum vit hava brúk fyri í føroyskari gransking. Tað er ikki nokk at siga, at tað almenna skal syrgja fyri allari gransking, helst fáa vit øll meira burturúr, um tað privata setur pening av til gransking eisini. Samstundis er eisini neyðugt, at vit luttaka í altjóða gransking, bæði við at fáa altjóða granskarar hendaveg, og við at føroyskir granskarar luttaka í gransking uttanlands og altjóða granskingarverkætlanum. Tøkniliga menningin gongur ógvuliga skjótt í dag, og tí er altavgerðandi at vit eru við, bæði heima og úti. Gransking & Menning eru lyklaorð fyri fram- tíðina sum vitanarsamfelag, og sum sæst á upphæddunum, grannalond okkara brúka alment eins og privat, er hetta eitt øki vit ikki eru á hædd við. Høgni Djurhuus er formaður fyri Vísindasiðseminevndina C M Y K 33 32