leygardagur 25. september 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 183 - 25. september 2004
Nr. 183 - 25. september 2004
35
TINGHELLUKRONIKKIN
Eyðun Andreassen
formaður í Granskingarráðnum
Vitanargrundaður
búskapur
Tá Granskingarráðið varð skip-
að, og við tí Granskingargrunn-
urin, var tað við tí fyri eyga, at
økja innsatsin innan gransking,
menning og nýskapan ikki minst
í sambandi við landsins vinnu-
vegir. Tankin var og er, at tørvur
er á vitan á hægsta stigi fyri at
kunna taka kapping upp í einum
globaliseraðum heimi. Gransk-
ingarráðið hevur tí lagt upp til at
menna ein politikk fyri gransk-
ing, menning og nýskapan, ið
skal tryggja eina effektiva saml-
aða íløgu, ið framleiðir hágóðsku
vitan á altjóða stigi til gagns fyri
samfelagið. Hetta má vera rætta
leiðin, og eg havi ongan hoyrt
vera ósamdan um, at vitan á
hægsta stigi er ein tann mest
grundleggjandi treytin fyri at
uppfylla vinnulig krøv í nútíðini
og, ikki minst, framtíðini.
Í øllum framkomnum londum í
dag er ein vaksandi partur av
búskapinum grundaður á vitan,
og ongastaðni síggjast vakstrar-
møguleikarnir størri enn innan
vitanargrundaðan búskap. Í øll-
um londum og landasamtøkum
er ein væl skipaður, miðvísur
politikkur fyri gransking og
menning er ein avgjørd fortreyt
fyri hesi støðu. Bæði sum hon er,
men ikki minst fyri at halda fast
við og útbyggja henda positiva
veruleika.
Í nøkur ár hevur gransking
verið eitt nógv nýtt orð í al-
menna politiska kjakinum í
Føroyum, og allir politiskir
flokkar hava orðingar um
gransking í sínum politiska
grundarlagi. Men tað tykist ofta
sum eitt slag av gandaorði, ið
sveimar leyst "yvir vøtnunum",
fyri at nýta eina vælkenda mynd,
og tað er trupult at jarðfesta
orðið til eitt konkret innihald, til
ein politiskan føroyskan
veruleika.
Vitan kostar pening
Eingin grund er at dylja at
gransking kostar pening. Fitt av
peningi. Tveysiffraðar millióna-
upphæddir, um nakað skal muna,
og trísiffraðar milliónaupp-hædd-
ir, um Føroyar skula fylgja til-
ráðingini frá OECD (og EU) um,
hvussu nógv í minsta lagið skal
nýtast bert fyri at fylgja við í
menningini og ikki darla aftaná.
Henda tilráðing mælir til 3% av
bruttotjóðarúrtøkuni, sum í
Føroyum er uml. 10 mia. 3%
svara til 300 milliónir til gransk-
ing og menning. Hetta er eitt
samlað tal fyri alla fígging, bæði
almenna og privata, á økinum.
Hetta ljóðar øgiligt, men havið
ongan ótta, tí so stórar upp-
hæddir klára vit valla at granska
fyri í Føroyum enn á sinni. Tað
er ikki nóg mikið til av føroysk-
um granskarum at arbeiða fyri
300 milliónir um árið. Men
verður onkur stór íløga gjørd úr
útlandinum í onkra føroyska
verkætlan, so kunna vit lættliga
nærkast hesum talinum. 300
milliónir eru smápengar í altjóða
gransking, og ikki øgiliga nógvir
pengar, um eitt nú talan skuldi
verið um eina hampiliga stóra
íleguverkætlan.
Men stígur tykist onkursvegna
at vera komin í, síðan núverandi
lóg um gransking var samtykt
við einari intensión um, at
Granskingargrunnurin eftur fáum
árum skuldi hava einar 10 til 15
milliónir at arbeiða við. Ein slík
upphædd kom ongantíð upp á
tal. Tann nógv minna upp-
hæddin, grunnurin fekk, er í
staðin minkað, og ymsar aðrar
játtanir til gransking og menning
eru spjaddar runt í fíggjarlógini
og millum tey ymsu umsit-
ingarøkini - aðalráðini. Eingin
dyggur vilji til gransking hevur
sæst í nakrari politiskari sam-
gongu seinnu árini. Eftir játtan-
unum at meta.
20% av 3%
Hyggja vit í fíggjarlógina fyri
2004, sæst at samlaða játtanin á
teimum kontum, ið veita stuðul
til verkætlanir innan gransking,
menning og nýskapan er umleið
18 milliónir krónur hjá Menta-
málaráðnum, Fiskimálaráðnum
og Vinnumálaráðnum. Henda
samgongan hevur skorið hesar
játtanir við umleið 7 milliónum.
Úr 25 í fíggjarárinum 2003. Tað
er ein niðurskurður upp á 28%.
Sjálvur haldi eg ikki, at hasi
3% av BTÚ - 300 milliónir - eru
eitt relevant stavnhald hjá før-
oyska samfelagnum. Tað geri eg
av fleiri grundum. Ein tann
tyngsta er kanska tann, at Føroy-
ar ikki eru eitt heilt ídnaðarland.
T.e. við nógvum ídnaðarligum
vinnugreinum. Vit hava fram-
vegis fiskivinnuna sum domi-
nerandi vinnu. Tí kundi tað verið
meira relevant at sammett okkara
íløgu í % av BTÚ við, hvussu
stóran part av hesum 3% onnur
lond lata til sínar matvøruvinnur.
Tá eg her havi roknað 18
milliónir til gransking og menn-
ing, havi eg ikki roknað stovn-
arnar upp í, ið fáast við gransk-
ing. Legga vit alt saman koma
vit til kanska einar 60 milliónir
krónur. Ella 0,6% av BTÚ.
Í 2003 vóru Føroyar sostatt við
øðrum orðum við at nærkast
20% av teimum 3% av BTÚ, ið
grannalond og kappingarneytar
okkara meta sum minimum fyri
ikki at dragna aftanúr!! So fór at
minka við almennu játtanunum
nú við seinastu fíggjarlóg. Og
hvussu verður í fíggjarlógarupp-
skotinum, sum skal leggjast fram
í næstu viku? Vit bíða í spenn-
ingi.
So er tað vinnan. Av teimum
3% av BTÚ eigur ein góður
munur at koma frá vinnuligum
íløgum í gransking og menning.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsin-
um sæst í dag í sambandi við
sparingarnar í miðfyrisitingini
ein eftirlýsing eftir einum størri
almennum innsatsi fyri júst
gransking, menning og nýskap-
an. Eg vil eisini senda eina eftir-
lýsing út: Eftir størri innsatsi á
økinum frá vinnulívinum. Víst
táttar í har fíggjarliga beint nú
summastaðni, men har tykjast
vissuliga eisini at vera kassar í
vinnulívinum, ið heldur flóta
yvir við pengum við stórum
spektakulerum aktiviteti. Tíverri
ikki av tí mest produktiva
slagnum. Hesi boðini fari eg
biðja leiðaran í vinnuhúsinum
bera víðari.
Uppskot um granskingar-
politikk
Játtanirnar á fíggjarlógini til
gransking og menning eru at
finna á ymsum kontum undir
teimum ymsu aðalráðum. (Nú
rokni eg ikki stovnarnar uppí. Eg
hugsi bara um tær oman fyri
nevndu uml. 18 milliónirnar).
Tað er í lagi, at landsstýrismenn
taka ábyrgd á sínum økjum og
játta pening til hesi endamál.
Soleiðis skal tað vera. Men virk-
semið á økinum eigur at sam-
skipast og fyriskipast eftir einum
samlaðum granskingarpolitikki,
ið Føroya landsstýrið setir út í
kortið.
Eitt høvuðssjónarmið aftan
fyri okkara uppskot er, at við
avmarkaðum fíggjarligum til-
feingi (tað verður altíð støðan) er
neyðugt at gera raðfestingar. Vit
í Granskingarráðnum gera
okkara raðfestingar (tað noyðast
vit, tá vit sum nú hava góðar og
kvalifiseraðar umsóknir fyri
góðar 20 milliónir, men hava
bert 2,7 av býta út!). Í Vinnu-
framagrunninum gera tey sínar
raðfestingar fyri at kunna velja
út, og tað sama fólkini, ið sita
fyri peninginum, Fiskimálastýið
hevur játtað á sínum øki.
Vit sóknast eftir einum al-
mennum granskingarpolitikki, ið
úttrykkir landstýrisins samlaða
vilja um gransking, menning og
nýskapan, og hvørjar raðfesting-
ar, landsstýrið vil gera. Vit hava
skeitt at granskingarpolitikkinum
í Finlandi og í Íslandi. Serliga tí
seinna. Har hevur verið arbeitt
eftir hesum prinsippi í nógv ár,
og tað má sigast, at íslendski
granskingarpolitikkurin hevur
hepnast serstakliga væl. Eitt
endamál hevur verið, at skapa
alternativ til fiskivinnuna, og
eisini takkað verið granskingar-
strevinum, er Ísland ikki longur
tað, vit vanliga kalla eitt fiski-
vinnusamfelag!
Nógvir føroyingar hava
kunnað seg við, hvussu Ísland og
onnur lond skipa sína gransking,
og hugmyndin um samskipan
hevur eina tíð verið livandi í
orðaskiftinum. Í samgonguskjal-
inum verður eisini sett út í kortið
at gera nakað við hetta. Kortini
tykist tað trupult at fáa viðgjørt
spurningin ítøkiliga. Tí hava vit
sett fram okkara uppskot við tí
sjónarmiði, at høvuðsamboðið til
hesa samskipan er ein yvirskip-
aður granskingarpolitikkur, sum
hevur breiða politiska undirtøku.
Okkara uppskot er í fýra
pørtum:
1. Vísinda- og tøkniráð
Skotið verður upp, at ein tílík
samskipan verður løgd í eitt
Vísinda- og tøkniráð, har løg-
maður er formaður og lands-
stýrismennirnir í vinnumálum,
mentamálum, fiskivinnumálum,
almanna- og heilsumálum og
fíggjarmálum eru limir. Eisini
skulu vinnan, granskingar-
stovnarnir og almenna um-
sitingin at verða umboðað.
Vísinda- og tøkniráðið orðar ein
granskingarpolitikk, sum við
felags hugsjón fevnir um gransk-
ing, menning og nýskapan í
Føroyum. Dentur verður lagdur
á, at tann yvirskipaði gransk-
ingarpolitikkurin ikki fer í smá-
lutir, men er ein karmur, har ser-
lig høvuðsøki verða raðfest fyri
ávíst tíðarskeið, samstundis sum
fíggjarligu íløgurnar fylgja við.
Uppgávan hjá einstaka lands-
stýrismanninum er síðani at
ítøkiliggera yvirskipaða gransk-
ingarpolitikkin, m.a. við at
stuðulsskipanirnar innan teirra
øki virka eftir raðfestingunum
hjá Vísinda- og tøkniráðnum.
Við jøvnum millumbilum eigur
granskingarpolitikkurin at verð a
eftirmettur og rættaður til
nýggjar avbjóðingar.
2. Vísinda- og tøkninevnd
Ístaðin fyri tær tríggjar núver-
andi nevndirnar fyri Vinnuframa-
grunnin, Granskingargrunnin,
Fiskivinnu-royndir og Gransk-
ingarætlanir skjýtur Gransking-
300 milliónir til gransking,
menning og nýskapan!
TINGHELLUVIðMERKINGIN
tórbjørn jacobsen
Tveir norðurkoreanskir búskap-
ir, í útbroti, finnast í norður-
høvum. Í teimum báðum
donsku hjálondunum Grønlandi
og Føroyum. Hvørjar orsøkirnar
eru til, at tann almenni parturin
í hesum báðum samfeløgum
veksur við risafetum, og dyna-
mikkurin dovnar javnsvarandi,
eru tað nógvar meiningar um,
men eyðsýnt er tað í hvussu er,
at í mun til lond, ið vit vanliga
samanbera okkum við, verður
kroppurin partvíst, meira og
minni, hildin á lívið við eftir-
gjørdum andadrátti, av donsk-
um ríkisveitingum.
Vælvitandi tíðindakeldur
vildu nú ein dagin vera við, at
despotarnir í Pyongyang høvdu
sprongt eitt fjall í luftina, táið
teir royndarsprongdu eina
kjarnorkubumbu. Stórur partur
av virðisskapanini í landinum
verður nýtt í gransking og
menning av hesum alt oyði-
leggjandi eitri, fyri at eirinda-
leysu valdsharrarnir framhald-
andi skula kunna dusa sær í
marglætinum og fyri at verja
stikaðu mørkini soleiðsni at
fólkið kann tvíhaldast í mátt-
loysinum, svongdini og ideo-
logisku spennitroyggjuni. Hetta
er dømi um politiskt stýrda
gransking, sum tekur støðið í
valdsástøði heldur enn í
landsins frama, menning og
vælferð.
Granskingin hevur ikki sitið í
smørleypi. Í Grønlandi er
granskingin eitt eitið, og í
Føroyum man tað vera lítið
mætari. Onkur hevur eyguni
við, um gongulagið á føroysk-
um seyði er øðrvísið enn á tí
norska ella íslendska, um båts-
firðingar hava nakran sociolog-
iskan skyldskap við egnararnar
í skúrðunum á Stongunum og
um kvívíkingar og hósvíkingur
spæla kryvjass, stýrivolt ella
landastrok um kvøldarnar ella
teir kanska aka sær ein túr til
høvuðsstaðin fyri at uppliva
cafémentanina, Kaggan og
Platform.
Tað er semja í altjóðasam-
felagnum um, at skal vælferðin
mennast í einum landi, so er
neyðugt at brúkt vera umleið
3% av BTÚ í grundgransking,
endamálsgransking og til
menningarætlanir. Býtt javnt
ímillum almenna og privata
partin av samfelagnum. Her
verður hildið, at lokomotivið
liggur goymt, sum skal forða
fyri at vælferðarsamfeløgini
fúna og gerast statisk. Soleiðis
er skilið ikki í Føroyum. Her
hevur politikkurin heldur verið,
at ókeypis veitingarnar uttan-
eftir eru slúsaðar út aftur í
umfar í vinnulívinum og hava
soleiðis kompenserað fyri ta
virðisøking, sum granskingin
og menningin annars kundu
havt lagt afturat frá tí at tosk-
urin verður syftur inn um
stokkin haðartil hann verður
sendur út til keyparalondini.
Úrslitið kenna vit. Tilfeingis-
vinnan gjørdist ein fella og at
kalla ongin menning hevur
verið í øðrum vinnugreinum.
Allir føroyingar, eisini alt hitt
politiska spektrið, ynskir og
ætlar ein sjálvberandi og vaks-
andi búskap. Tí er neyðugt, at
átøk vera gjørd fyri at vaksa um
og samskipa tær játtanir, sum
ídag verða lætnar til gransk-
ingarendamál.
Gransking í føroyskum máli
og bókmentum hevur verið
stuðlað, ikki meira enn rímiligt,
tá ið hetta er sjálvur botnurin í
samfelagnum. Hinvegin hevur
stuðulin til vinnugransking og
menningarætlanir verið meira
smáttfallandi.
Onkursvegna tykist tað, sum
at hetta hugtakið ikki rættiliga
hevur fingið ljóð í politiska
meldrinum. Í mínari tíð í
Mentamálastýrinum royndu vit
at seta eina samskipan og eina
vaksandi játtan á lunn. Allir
partar, ið varaðu av, vóru við í
arbeiðnum tá ið uppskotið um
Granskingargrunnin varð
snikkað til. Tíanverri varð tað
amputerað í nevndarviðgerðini
og kom útaftur í hinum
endanum sum eitt neyðaregg.
Sum hevur havt alt ov trongar
ræsur at virka í síðani. Ein
orsøkin var, at tey ymisku
ráðini ikki vildu sleppa sínum
serstøku játtanum á økinum,
inn í ein felagsgrunn. Í valds-
terminologiini vildu teir ikki
sleppa stýringini, sum teir hildu
seg hava ígjøgnum hesar ymsu
og smábýttu játtaninar. Bóru
kanska ótta fyri, at landsstýris-
maðurin í gransking, sum var
hin sami sum landsstýris-
maðurin í mentamálum, fór at
brúka peningin til alt annað enn
vinnugransking, sjálvt um
upprunauppskotið í stóran mun
snúði seg um júst hendan partin
av granskingini. Sjálvandi var
hesin óttin óviðkomandi, lands-
stýrismaðurin hevði onki annað
at gera við grunnin enn at velja
formannin við ávísum millum-
bilum.
Allar royndir undir seinastu
samgongu punkteraðu í hesum
glasbrotunum. Samgongan, ið
nú situr, sigur seg hava ætlanir
um at menna og samskipa
granskingina. Tað er niðurfelt í
samgonguskjalið. Men higartil
er onki annað hent enn tað, at
játtaninar eru skerdar, og alt
liggur líka so sløtt íkring sum
frammanundan. Vit í Tjóð-
veldisflokkinum hava í tveim-
um syftum roynt at leggja upp-
skot fram um at menna
granskingina. Av valdspolit-
iskum orsøkum eru hesar
royndirnar eisini punkteraðar.
Nú bíða vit í spenningi eftir
hvatið fer at koma til sjónar á
fíggjarlógini í so máta.
Aðrastaðni hava teir valt at
satsa í granskingini tá ið
búskapurin er fyri niðurgang-
andi. Tað man vera ymiskt sum
tað hevur hilnast, tó sigst at
finnlendingar vóru sera hepnir
tá ið teir satsaðu stórt, tá ið teir
vóru raktir av kreppu fyri
nøkrum árum síðani.
Granskingin er eitt politikøki
har ið felagsstev eigur at kunna
finnast. Spurningarnir um
høgra ella vinstra, loysing ella
samband eru ikki forðingin.
Hon er eitt jarnbrot, ið øll eiga
at lyfta í felag fyri at koma
fram ímóti felagsmálinum sum
er ein sjálvberandi búskapur.
Játtaninar verða ásettar á
landsins fíggjarlóg. Harfyri
skula politikkararnir halda
fingrarnar burtur frá gransk-
ingini og lata hana liva sítt
frælsa lív. Annars verður endin
tann sami sum hjá Kim Yong Il,
tá ið hann spreingir norðurkore-
ansku fjøllini út í Japanska
Havið ella tá ið Kvívíkar
Kommuna heitir á Økismenn-
ingardepilin um at finna útav
um kvívíkingar spæla kryvjass,
stýrivolt, ganga á møti ella
drekka øl um kvøldarnar og út
á náttina.
Eitt gott hugskot hevði verið,
at landsstýrið tók gamla og
vælhagreidda uppskotið um
Granskingargrunnin framaftur.
Dagførdi tað. Samskipaði
játtaninar í grunninum. Økti um
tær. Og tá ið tær politisku Før-
oyar fara undir at niðurlaga sín
norðurkoreanska búskap kundi
ein partur av tí realiseraða
virðinum verið slúsaður í
hendan sama grunn, ið ivaleyst
hevði ment seg til eina súlu
undir einum framhaldandi væl-
ferðarsamfelagið á fyrstu par-
kett. Líkamikið um tað verður
leyst ella tengt at danska stats-
maskinarínum. Líkamikið um
Jørgen Niclasen ella Jóannes
Eidesgaard, ella fyri tann skuld
Høgni Hoydal ella Kaj Leo
Johannesen sita og tróna úti á
Tinganes-helluni.
arráðið upp at skipa eina felags
Vísinda- og tøkninevnd. Nevndin
vísir til Vinnumálaráðið, Menta-
málaráðið, Fiskimálaráðið og
Amanna- og heilsumálaráðið.
Vísinda- og tøkninevndin skal
ráðgeva landsstýri og vinnu og
hevur m.a. hesar uppgávur:
Gera uppskot til granskingarpoli-
tikk til Vísinda- og tøkniráðið
Taka stig til uppskot um loysn av
aktuellum granskingarpolitiskum
spurningum og evnum
Ráðgeva í sambandi við fyrireik-
ing og skipan av lóggávu
Ovastu leiðsluna yvir stuðuls-
skipanum
Viðgera ítøkiligar verkætlanir og
taka endaliga støðu til, hvørjar
umsóknir verða stuðlaðar
Umboðini í nevndini verða vald
av aðalráðunum og vinnuni.
Vísindaligi og og tøkniligi
førleikin eigur at vera javnt
býttur í nevndini.
3. Stuðulsskipanir
Verandi stuðulsskipanir verða
varðveittar og virka undir
Vísinda- og tøkninevndini.
Umráðandi er, at umsóknar-
freistirnar og mannagongdirnar
fyri viðgerð av umsóknum og
umsiting av stuðli vera sam-
skipaðar.
Tað skal verða heilt greitt, hvørji
øki hvør stuðulsskipan raðfestir,
og hvat slag av verkætlanum
kunnu fáa stuðul. Kompetentar
metingar av umsóknunum skulu
tryggja hægsta góðskustigi.
4. Felags fyrisiting
Ein fortreyt fyri at nýggi bygn-
aðurin skal virka, er ein felags
fyrisiting, ið virkar sum bindilið
millum Vísinda- og tøkniráðið,
Vísinda- og tøkninevndina og
stuðulsskipanirnar.
Fyrisitingin er tænastustovnur
hjá ráðnum og nevndini og
umsitur stuðulsskipanirnar.
Verandi bygnaður
Stuðulsskipanirnar í verandi
bygnaði hoyra til trý ymisk
aðalráð og hava hvør sína nevnd
og fyrisiting. Einki formelt
samstarv er millum ymsu
nevndirnar og fyrisitingarnar.
Nevndirnar taka støðu til
hvørjar verkætlanir fáa stuðul,
antin út frá egnum raðfestingum
ella raðfestingum, sum politiski
mynduleikin í viðkomandi aðal-
ráði hevur ásett. Mannagongdir
fyri viðgerð av umsóknum og
umsiting av stuðli eru gjørdar,
soleiðis sum nevnd og fyrisiting
meta hóska best til teirra skipan.
Vantandi samstarvið í sam-
bandi við umsóknarfreistir,
viðgerð av umsóknum, møgulig
samfígging v.m. førir við sær, at
tað er sera trupult fyri umsøkj-
aran at finna út av, hvar besti
møguleikin er at fáa fígging til
eina verkætlan. Ofta vil um-
søkjarin søkja frá øllum stuð-
ulsskipanunum, og tað gevur
trupulleikar fyri viðgerðina av
umsóknunum, tá ymsu fyrisit-
ingarnar ikki vita av hvørji
aðrari.
Nógv áhugaverd tiltøk innan
gransking, menning og nýskapan
eru sett í verk seinastu árini, men
vegna vantandi samstarv og
manglandi yvirskipaðan gransk-
ingarpolitikk er ilt at meta um,
hvussu tað fer at eydnast at fáa
gagn av teimum íløgum, sum
landið ger innan økið.
Eingin ivi er um, at einstakar
verkætlanir kunnu føra til góð
úrslit, men Granskingarráðið
metir, at nógv meira kundi fing-
ist burtur úr almennu íløgunum,
um arbeiðið var miðvísari. Vit
eiga at leggja dent á øki, har vit
hava serligan førleika og tilfeingi
at gera rannsóknir og veruliga
kunnu gera okkum galdandi á
altjóða støði.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá
Granskingarráðnum er at ráð-
geva landsstýri og vinnu í
granskingarpolitiskum spurning-
um. Í juni 2003 almannakunn-
gjørdi Granskingarráðið eitt
uppskot til ein framskygdan og
málrættaðan granskingarpolitikk
fyri Føroyar. Hugsjónin skil-
greinar innihaldið í føroyskari
gransking, menning og nýskap-
an, og granskingin er býtt í seks
høvuðspartar við ítøkiligum
undirevnum. Aðalhugsanin er, at
gransking fremist best í
samstarvi.
Granskingarráðið metir, at ein
orsøk til, at tað enn ikki er eydn-
ast at fáa ta breiðu politisku
undirtøkuna fyri einum felags
granskingarpolitikki er, at einki
hóskandi lið er í verandi bygn-
aði, sum kann samskipa ein
tílíkan politikk.
Tí hetta uppskot, ið er lagt fyri
Føroya landsstýri.
Granskingin hevur ikki
sitið í smørleypi
C
M
Y
K
35
34