leygardagur 25. september 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 183 - 25. september 2004
Mánadagin 4. oktober
verður spennandi
tónleikatiltak í
Norðurlandahúsinum
undir heitinum »What
does it take?«
TÓNLEIKATILTAK
Vit eiga nógvar evnaríkar tón-
leikarar! Tilfeingið innan tónleik
er stórt og fjølbroytt! Hetta hoyra
vit ofta, tá ið prátað verður um
tónleik. Men er tað nóg mikið?
Hvat meira skal til fyri at gera
tónleikin til ein vinnuveg? Hesir
spurningar og fleiri aðrir verða
viðgjørdir mánadagin 4. oktober,
tá ið eitt spennandi tónleikatiltak
við heitinum "What does it take"
verður í Norðurlandahúsinum. At
heitið er á enskum, er ikki av til-
vild, tí dagurin fer í høvuðsheit-
um at snúgva seg um, hvat krevst
av avvarðandi myndugleikunum,
vinnuni og eisini tónleikarunum
sjálvum fyri at menna tónleika-
umstøðurnar í Føroyum og
møguleikarnar at koma víðari út
í heim við føroyskum tónleiki.
Til hetta endamálið koma
fyrilestrahaldarar úr Svøríki, sum
meira enn nakað annað norður-
land hevur megnað at skapa góð-
ar karmar fyri tónleikamenning-
ini og eisini gera tónleik til eina
stóra útflutningsvøru. Danmark
hevur júst gjørt stórar íløgur inn-
an tónleik og m.a. hetta verður at
hoyra meira um frá danska lut-
takaranum. Stjórin fyri íslendska
plátufelagið 12Tónar, sum gav út
Krákuna við Eivør Pállsdóttir,
kemur eisini at halda fyrilestur.
Hartil verða fyrilestrar úr Før-
oyum, sum í høvuðsheitum
snúgva seg um, hvussu ein kann
bera seg at við at marknaðarføra
sín tónleik í útheiminum. Eftir
framløgurnar er eisini tíð sett av
til spurningar og tjak soleiðis at
høvi er hjá luttakarunum at fáa
okkurt meira ítøkiligt at vita frá
fyrilestrahaldarunum. Uni Arge
verður orðstýrari og kemur at
stýra gongdini. Fyrilestrarnir
verða í Høllini meðan Dansi-
stovan verður karmur um eina
kunningartænastu, har til ber at
fáa meira at vita um útbúgv-
ingarmøguleikar innan tónleik
frá Altjóða Skrivstovuni. Eisini
fer annað áhugavert tilfar at
liggja frammi og atgongd verður
eisini til alnótina. Seminarið
byrjar kl. 10.00 tá ið Vinnumála-
ráðharrin Bjarni Djurholm bjóð-
ar vælkomin.
Eitt sindur um fyri-
lestrahaldararnar
Christer Lundblad hevur verið
stjóri á Export Music Sweden í 4
ár. Export Music Sweden er ein
sølufyritøka við tí endamáli at
hjálpa og betra um marknaðar-
føringina av svenskum tónleiki á
altjóða marknaðinum. Christer
Lundblad hevur drúgvar royndir
innan tónleik, ikki bert innan
umsiting men eisini sum
tónleikari. Hann hevur eisini havt
egnan plátuhandil í Stockholm,
og í nógv ár starvaðist hann sum
tónleikajournalistur á størsta
svenska dagblaðnum, Dagens
Nyheter. Harafturat hevur
Christer arbeitt fyri fleiri týðandi
plátufeløg, m.a. CBS Records,
Sonet Grammofon, Warner
Music, og hevur verið altjóða
stjóri fyri Naxos Jazz og White
Cloud.
Gunnar K. Madsen er stjóri á
ROSA, Dansk Rock Samråd og
hevur eisini fleiri aðrar týðandi
postar innan tónleik, m.a. hevur
hann leiðsluna av SPOT Festi-
valen, er nevndarlimur í Music
Export Denmark, og formaður
fyri spælistaðið VOXHALL í
Århus, fyri LMS, sum stendur
fyri Levende Musik i Skolen.
Hann hevur í nógv ár verið limur
í Statens Musikråd og hevur
annars royndir sum ‘bookari’.
Gunnar K. Madsen hevur havt
tætt samstarv við Kashmir, Mew,
Tina Dickow, Teitur, TV-2, Tim
Christensen og nógv onnur. Á
hvørjum ári luttekur hann á fleiri
tónleikaráðstevnum og messum,
m.a. Midem í Frankaríki, Pop-
komm í Týsklandi, og In the City
í Onglandi.
Elin Hentze er lesandi við
lærda háskúlan í Keypmanna-
havn og skrivar í løtuni høvuðs-
ritgerð um PR av tónleiki í sam-
band við útbúgving sína til
Cand. Mag. í Miðilsvísindi.
Frammanundan er hon útbúgvin
marknaðarfrøðingur við Niels
Brock í Keypmannahavn og B.A.
í films- og miðilsvísindi við
hjágrein í mentanarjournalistikki
við lærda háskúlan í Keyp-
mannahavn. Elin Hentze hevur
eisini royndir innan tónleika-
verðina við tað at hon hevur
arbeitt við formidling og PR í
Føroyum og Danmark, seinast í
samband við tónleikatiltakið
Atlantic Music Event í VEGA.
Lárus Jóhannesson er stjóri og
eigur plátufelagið 12Tónar, sum
uttan iva eina mest er kent her
vegna útgávuna av fløguni
Krákan við Eivør Pálsdóttir.
Lárus stovnaði plátufelagið fyri
7 árum síðani, og hevur heilt frá
byrjan havt ein týdningarmiklan
leiklut í íslendska tónleikapall-
inum og gjørdist skjótt eitt væl-
dámt møtistað fyri tónleikara so
sum Bjørk, Sigur Rós, múm, gus
gus, og fleiri. Krákan var fyrsta
fløgan, sum plátufelagið gav út,
og nú er rættilig gongd komin á
útgávuvirksemið hjá felagnum.
12Tónar skulu eisini geva út
komandi solo fløguna hjá Eivør.
Sigrid Dalsgaard er manager
hjá Týr, og fer hon at greiða frá,
hvussu hon hevur marknaðarført
Týr, og hvussu konsertferðirnar
eru komnar í lag. Síðani Sigrid
byrjaði sum manager hjá Týr í
juli 2002, hevur bólkurin nátt
væl út um landoddarnar við
konsertferðum, ummælum og
sølu. Týr hevur verið á konsert-
ferðum í Íslandi, Norra, Dan-
mark, Letlandi, Pólandi, Russ-
landi, og Týsklandi. Í heyst fara
teir at spæla í Finlandi og aftur í
Russlandi. Fløgurnar "Eric the
Red" og "How far to Asgaard"
hava fingið minst 60 ummælir
og eru eisini spældar á útvarps-
støðum kring heimin. Við um-
mælum og konsertferðum hevur
verið møguligt at skapa sølu
uttan fyri Føroyar, og við tíðini
skal hetta gerast vinnuvegurin
hjá Týr-manningini. Framløgan á
tónleikaseminarinum er ein liður
í at vísa øðrum tónleikarum
hvussu teir kunnu koma út um
Føroyar.
Ben Malén er føddur í Fin-
landi, men hevur seinastu árini
búð í Svøríki. Hansara tónleika-
royndir byrjaðu í Finlandi, har
hann spældi trummur í nógvum
bólkum og skrivaði sangir og
fekk fyrsta plátusáttmálan 19 ára
gamal í 1979. Hann hevur út-
givið ørgrynnu av fløgum saman
við ymiskum bólkum, tey síðstu
árini sum sangari. Í 1984 flutti
hann til Svøríki og stovnaði
bólkin Trance Dance, sum fekk
sáttmála við Sony og var ein
tann best dámdi poppbólkurin í
Svøríki síðst í 80’unum við eini
sølu uppá yvir 500.000 plátur og
á alheimsins hittlistum. Fyrst í
90’unum avgjørdi Ben Malén at
gevast sum tónleikari, og eftir
hetta hevur hann starvast innan
ymisk útgávufeløg í tøttum sam-
starvi við Per Gessle frá Roxette.
Eitt av høvuðsendamálunum
hevur verið at finna nýggj
talentir og megnaði hann at fáa
sáttmála í lag fyri 24 ung talentir
meðan hann starvaðist í felag-
num Jimmy Fun Music. Í 1998
stovnaði hann Tom Bone Music,
eitt framleiðslu- og útgávufelag,
sum fekk ein tíðandi leiklut í
útflutninginum av svenskum tón-
leiki og hevði sáttmála við fleiri
av kendastu sangskrivarunum.
Síðsta ári í hesum felagnum var
ikki veggjapláss nokk til allar
tær gull- og platinplátur, sum
felagið fekk úr øllum heiminum.
Tað seinast árið hevur Ben
Malén verið stjóri á kenda
útgávufelagnum Air Chrysalis
Scandinavia, sum m.a. umboðar
kendu svensku sangskrivarnar
Anders Bagge, Paul Rein,
Millencolin, og hartil eisini
altjóða nøvn so sum Blondie,
Billy Idol, David Bowie, Tom
Waits.
What does it take?
Sigrid Dalsgaard, sum er manager hjá Týr, fer at greiða frá, hvussu hon hevur marknaðarført Týr, og
hvussu konsertferðirnar eru komnar í lag. Síðani Sigrid byrjaði sum manager hjá Týr í juli 2002, hevur
bólkurin nátt væl út um landoddarnar við konsertferðum, ummælum og sølu
C
M
Y
K
36
Nr. 183 • leygardagur • 25. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Nú gullið er komið til
høldar, hevur HB-
venjarin valt at lata
aðrar leikarar fáa
møguleikan fram um
seg
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri seinastu ferð í ár skal
HB spæla fyri heimaáskoð-
arum, og stendur tað upp til
leikararnar, so skal hetta
gerast við manér.
- Gullið er sjálvandi
komið til høldar, men fyri
tað ætla vit ikki at gevast
við at spæla. Tað vildi eisini
tikið nakað av glansinum
av tí heila, um vit nú fara
niður í gear til seinastu
dystirnar, so tað hava vit
ongar ætlarnir um, sigur
Jákup á Borg.
Jákup var sjálvur í álop-
inum, tá HB var í Klaksvík
seinast, og tað er ikki
óhugsandi, at hetta eisini
verður leiklutur hansara
hesaferð.
Í øllum førum hevur
Heine Fernandez boðað frá,
at hann ikki fer á vøllin
meira í ár, men at hann
heldur vil geva øðrum leik-
arum møguleika at vísa sítt
virði.
HB hevur annars at kalla
alt fólkið tókt. Undantakið
er Vagnur Mohr Mortensen,
sum fekk reytt kort í dyst-
inum í Klaksvík. Har er
Hallur Danielsen helst upp-
lagdur avloysari, og hóast
hann hevur havt onkrar
smávegis trupulleikar í vik-
uni, so varð roknað fyri
vist, at hann fer at verða
tøkur til dystin.
Nógv frávera
Hjá GÍ stendur hinvegin
einki til. Eitt er, at talan á
pappírinum er um helst
truplasta dystin á árinum,
men hartil er liðið eisini
ógvuliga skert til dystin.
Krzystof
Popczynski,
Poul Henning Jacobsen og
Atli Gregersen eru allir
leikbannaðir, og tað hevur
við sær, at farast má á
triðjudeildarliðið eftir fólki.
Avgjørt ikki ein støða, sum
tey í Gøtu eru so fegin um,
tí næstbesta liðið hevur
sunnudagin sera avgerandi
dyst móti HB. Tvey stig eru
millum tey bæði liðini í
oddinum í triðju deild, so
alt bendir á, at vinnarin av
teirri uppgerðini vinnur sær
rætt til beinleiðis upp-
flyting.
HB-GÍ:
Heini spælir ikki aftur í ár
Ein góður hópur, gott
leikaraumhvørvi og
vón um framhaldandi
framgongd eru
høvuðsorsøkirnar,
sigur Sonni L.
Petersen
Enn er avtalan ikki undir-
skrivað, men tað skuldi
verið heilt víst.
Sonni L. Petersen, sum í
ár hevur fingið sítt veruliga
gjøgnumbrot, hevur tikið
avgerð um, at hann eisini í
komandi ári fer at at spæla í
EB/Streymi.
- Tað er rætt. Eg havi triv-
ist sera væl hetta kapping-
arárið. Bæði á og uttanfyri
vøllin, og tí hevur avgerðin
ikki verið serliga trupul,
heldur Sonni.
Saman við góða árinum
hjá Sonna sjálvum, hevur
EB/Streymur eisini havt
eitt fínt kappingarár, sum
væl kann enda við bestu
endastøðu felagsins nakr-
antíð. Og einki er at ivast í,
at bæði leiðslan í felagnum
og leikararnir sjálvir halda,
at hetta er nakað, sum
byggjast skal víðari uppá.
- Nú er sjálvandi ikki alt
endaliga greitt, men tað er
nógv, sum bendir á, at talan
verður um á leið sama leik-
arahóp til komandi kapp-
ingarár, og tað hevur eisini
vigað nógv hjá mær. Sjálv-
ur haldi eg í øllum førum,
at tilfarið at byggja víðari
við er sera gott, og vit í
hópinum trúgva í øllum
førum upá, at tað kann
gerast enn betri, heldur
Sonni L. Petersen at enda.
Toppskjúttin heldur
fram á Eiði
HB-venjarin hevur tikið
avgerð um, at hann ikki
longur verður at síggja á
vøllinum hetta kappingar-
árið
So er tað greitt, at
toppskjúttin hjá
EB/Streymi eisini
verður í felagnum
komandi
kappingarár
Ójavnt í Vági
Talan hevur ongantíð verið
um javnleik í Vági, tá KÍ
hevur vitjað seinastu tíggju
árini, og so er spurning-
urin, um VB skal javna
støðuna, sum í løtuni sigur
5-4 til KÍ, tá tosast skal um
sigrar um hesi árini.
Anansr siga hagtølini, at
GÍ fær eina sera trupla
uppgávu í Gundadali, eins
og B68 kann hava eina sera
væl grundaða vón um
bjarging, tá EB/Streymur
vitjar. B68 hevur nevnliga
vunnið allar fýra uppgerð-
irnar, sum liðini higartil
hava leikt á Svangaskarði.
Samtundis sær tað trupult
út hjá ÍF, sum ikki hevur
vunnið heimadyst móti
B36 hesi árini, tá at fugl-
firðingar tríggjar ferðir
hava fingið javnleikin, sum
væl kann gerast nóg mikið
hesaferð. Og endaliga hev-
ur tað enn ikki eydnast
Skála at vinna heimadyst
móti NSÍ, sum vitjar
sunnudagin.
Talvan sýnir, hvussu tað
hevur tørnað út, tá mót-
støðuliðini
sunnudagin
hava hitst í tilsvarandi
dystunum seinastu tíggju
árini.
-jm
37