leygardagur 25. september 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 25. september 2004
39
Bæði liðini hava sítt
at stríðast fyri, tá
farið verður á vøllin í
Fuglafirði sunnu-
dagin
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað stendur einki til við
fótbóltslagnum í Fuglafirði
fyri tíðina. Tapið fyri B68
seinast bar við sær, at tað
nú bert eru trý stig niður til
botnsessin, og við innan-
hýsis roknskapinum móti
B68 í huga er nú av álvara
farið at stramma í hjá ÍF.
Tí er einki at ivast í, at
fuglfirðingar fara eftir í
øllum førum øðrum stig-
inum, tá B36 vitjar.
- Um vit tapa, so fáa vit
so ikki gjørt nakað sjálvir,
uttan at vóna tað besta. Fáa
vit hinvegin javnleik, so
kunnu vit framvegis bjarga
okkum uttan hjálp frá øðr-
um, so tað er tað, sum vit
fara eftir, sigur Hanus
Eliasen, sum í ár hevur
gjørt nógv um seg hjá ÍF.
Og í øllum førum, so fáa
fuglfirðingarnir sent sterk-
astu manningina á vøllin.
Viggo Johannesen var leik-
bannaður seinast, men hann
er tøkur aftur hesaferð.
Silvurið
Hjá B36 er tað silvurið,
sum nú stendur upp á spæl,
og hetta ætla teir ikki skal
gleppa teimum av hondum.
- Tá tað nú ikki gekk við
gullinum, so mugu vit fara
eftir tí næstbesta, og tað
krevur so fýra stig afturat,
sigur John Petersen, sum
hesa ferð spælir sín næst
seinasta dyst við B36, áðr-
enn kósin verður sett móti
Danmark.
John er annars hálvur
fuglfirðingur sjálvur, men
tað tykist tó ikki, sum
leggur hann ov nógv í hetta,
nú hann kann vera við til at
geva ÍF eitt stórt skump
skeiva vegin.
- Tað kanst tú ikki hugsa
um, tá farið verður á vøllin.
Vit spæla fyri at vinna, og
tað gera teir helst eisini,
heldur hann.
B36 tykist annars vera
væl fyri við fólki til dystin.
Bárður Mortansson er farin
til Onglands í útbúgvingar-
ørindum, men í aðrar mátar
eru allir mans tøkir. Eisini
Allan Mørkøre og Alex dos
Santos, sum vóru leik-
bannaðir seinast.
Teir tríggir føroyingar-
nir, sum spæla við ung-
lingunum hjá Frem,
Bogi Hermansen, Jónas
Tór Næs og Gunnar
Nielsen, vóru miku-
kvøldið
partur
av
steypafinaluni hjá KBU
(Københavns Boldspil
Union) fyri unglingar,
sum stóð millum Frem
og KB.
Frem var á odda 1-0,
men í seinna hálvleiki
eydnaðist KB at javna,
soleiðis at longd leiktíð
skuldi til. Her eydnaðist
KB at skora, tá einans
fimm
minuttir
vóru
eftir, og so máttu Frem
og føroysku leikararnir
taka til takkar við silv-
urmerkjunum.
-jm
Taptu
finaluna
Sum vant byrjar flog-
bóltsárið við stóru FK-
kappingini í Havn Hesa-
ferð hava 36 lið hjá
monnum og kvinnum
teknað seg til kappingina,
har vinnarin eisini tryggj-
ar sær annað plássið í
steypafinalunum,
sum
verða leiktar á vári.
Tað eru aftur í ár Fleyr
og Føroya Keypssamtøka,
sum standa fyri kapping-
ini, sum fer fram í Gunda-
dalshøllini og í Hoyvíkar-
høllini.
-jm
Flogbólturin
aftur í gongd
umboð fyri FK og Fleyr hava júst undirskrivað avtaluna
um ársins útgávu av FK-kappingini
Seinasta vikuskifti
skipaði Flogbólts-
samband Føroya fyri
venjaraskeiði í Hoy-
víkshøllini og skúl-
anum í Hoyvík
VENJARASKEIÐ
tíðindaskriv
Høvuðsvenjari var danin
Jans Pilsmark, sum var í
Føroyum á 7 sinni, í sam-
bandi við venjaraskeið
fyri Flogbóltssambandið.
Fyriskipari í Føroyum var
Klæmint Isaksen, sum
hevur
venjaraskeiðini
undir hond fyri FBF.
Talan var um venjara-
skeiðini T1 og T 2, sum
eru grundskeiðini í venj-
araútbúgvingini
hjá
danska
flogbóltssam-
bandinum, og hava nógv
fólk verið ígjøgnum hesi
her heima í Føroyum.
Umhugsað verður tí nú,
at fara at skipa fyri einum
skeiði á hægri støði í vár,
tí tað nú eru so nógv sum
hava tikið grundskeiðini.
Klæmint Iskasen hevur
nú í 3-4 ár skipa fyri
skeiðunum, og hevur lut-
tøkan altíð verið góð, og tí
er ætlanin at halds áfram
við hesum tiltøkum.
Vanligt er at skeiðini T
3 og T 4 eisini kunnu
takast í Føroyum, men
higartil hevur verið neyð-
ugt at farið til Danmarkar
um ein ætlar sær víðari í
útbúgvingini, men miðja
verður ímóti, at fáa so
nógv ígjøgnum T 3 og T 4
eisini, at grundarlag er
fyri at skipa fyri hægru
skeiðunum í Føroyum
eisini.
Grundskeið í
flogbóltsvenjing
Á myndini er Jan Pilsmark, niðast uttast til høgru, saman
við skeiðlutakarunum
1. deild menn
Dagur
Dystur
26.09
Skála-NSÍ
26.09
HB-GÍ
26.09
VB-KÍ
26.09
ÍF-B36
26.09
B68-EB/S
2. deild menn
25.09
LÍF-FSV
25.09
AB-Sumba
25.09
Royn-TB
25.09
VB-B36
25.09
B71-KÍ
3. deild menn
26.09
HB-GÍ
26.09
Skála-NSÍ
26.09
TB-SÍ
26.09
ÍF-Fram
26.09
B68-EB/S
Dystir um
vikuskiftið
ÍF-B36
Silvur og niðurflyting
Bæði ÍF og B36 hava sítt at
stríðast fyri sunnudagin
Ein heldur margáttlig
lógarorðing er atvold-
in til, at kappingar-
nevndin nú skal taka
støðu til oddasessin í
smádreingjadeildini
FÓTBÓLTSLÓGIR
Jákup Mørk
Kappingarnevndin hjá FSF
skal undan vikuskiftinum
taka støðu til ein heldur
løgnan spurning.
Í smádreingjadeildini er
støðan nevnliga tann, at tað
væl er hugsandi, at meist-
arin skal finnast á skrivara-
borðinum, tí ein regla, sum
á sinni er gjørd í kapping-
arreglunum, ger tað iva-
samt, hvussu farast skal
fram.
Reglan er tó ikki at finna
í kappingarskipanini fyri
20040, men hon er heldur
ikki broytt á aðalfundinum,
og so er spurningurin,
hvørt reglurnar frá 2003
framvegis eru galdandi.
Stigini telja ikki
Málið snýr seg í stuttum
um, hvussu farast skal fram
við teimum stigum, sum lið
vinna sær, ið koma úr
økisbólkunum til meistara-
bólkin.
Her hava gomlu reglur-
nar verið, at liðið, sum
vinnu grundspælið í meist-
arabólkinum, fær trý stig
við sær til endaspælið, og
tað gjørdust í ár runavík-
ingar. Samstundis verður
staðfest, at lið, sum vinna
økisbólkarnar og soleiðis
kemur til meistarabólkin,
skal hava eitt stig við sær,
og hetta liðið varð í ár KÍ.
Sum so ein ógvuliga
greið regla. Men tá tað so
kortini verður staðfest, at
hesi stig ikki skulu verða
avgerandi fyri meistara-
heitið, so verður alt meira
fløkt. Hjá smádreingjunum
er støðan nú nevnliga hon,
at NSÍ er tvey stig undan
KÍ, men tá talan er um júst
tey bæði stigini, sum KÍ
hevði meira við byrjan av
endaspælinum, eiga hesi at
detta burtur eftir gomlu
reglunum.
Spurningurin, sum tey
bæði í Runavík og í Klaks-
vík í hesum døgum seta
sær, er tí, hví hesi stigini
yvirhøvur verða givin. Iva-
leyst er tað so, at stigini
verða latin vinnaranum í
grundspælinum, soleiðis at
hesi liðini hava nakað at
stríðast fyri í grundspæl-
inum, soleiðis at dystirnir
tá ikki gerast líkasælir.
Samstundis er valt, at
vinnararnir av økiskapp-
ingini fáa eitt stig, fyri at
hesi ikki skulu standa heilt
á berum, og sum so er tað
eisini væl skiljandi.
Stóri trupulleikin hevur
helst verið, at eingin hevur
ímyndað sær, at lið skal
koma úr økiskappingini, og
so yvirhála hini liðini, men
tað er so júst tað, sum KÍ
hevur gjørt. Og so kann
nevnast, at VB í dreingja-
deildini gjørdi tað sama
fyri tveimum árum síðani,
so heilt ókunnugt er tað tó
ikki.
Hvørja støðu kappingar-
nevndin so kemur til, er ilt
at meta um, men sum
skilst, so skuldi tann av-
gerðin altso takast fríggja-
dagin.
Smádreingjadeildin á
skrivaraborðinum
39
38
Nr. 183 - 25. september 2004
Væl upplagda B68 er
illa spert, og teir í
EB/Streymi hava
ikki mist mótið um,
at tað skal eydnast
teimum at vinna
heiðursmerkir
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Báðir partar hava nógv at
spæla fyri, tá ið EB/
Streymur í morgin fer at
vitja á Svangaskarði. Hjá
B68 er einki sum eitur.
Tað er alneyðugt hjá
teimum at fáa stig og
vinna. Tað verður neyvan
minni torført hjá teimum
at fáa stig í síðsta
umfarinum, tá ið teir
skulu spæla í Gundadali
ímóti B36.
Men tað verður ikki
bara sum at siga tað at
spæla móti EB/Streymi.
Sundalagsmenninir eru
væl fyri, og teir stríðast
fyri
at
røkka
bestu
endastøðuni nakrantíð. Í
fjør endaði EB/ Streymur
á sætta plássinum. Nú eru
teir nummar fimm, og tað
er framvegis møguleiki
hjá teimum at røkka
bronsuplássinum.
Tí
møguleikanum
stríðast
teir fyri.
Tá
ið
EB/Streymur
síðsta sunnudag vann 2-0
á
NSÍ,
vóru
allir
spælararnir tøkir. Tað eru
teir eisini hesa ferð. Sonni
L. Petersen hevur í vikuni
boðað frá, at hann eisini
næsta ár ætlar sær at
spæla fótbólt við EB/
Streymi. Álopsspælarin er
saman
við
tveimum
øðrum
ovast
á
skjúttaralistanum, og á
Svangaskarði í morgin og
annan sunnudag, tá ið
EB/Streymur fer at spæla
á heimavølli móti Skála,
fara
liðfelagarnir
hjá
Sonna einki at hava ímóti
at hjálpa honum at lyfta
seg
upp
um
kappingarneytarnar Súna
Olsen, GÍ, og Rógva
Jacobsen, HB. Um tað fer
at eydnast, so verður tað
fyrsta ferðin yvirhøvur, at
EB/Streymur fer at eiga
besta málskjúttan í bestu
deildini.
Einki út at geva
Hóast teir hava fingið fult
tvær tær síðstu ferðirnar,
so
er
tað
framvegis
soleiðis, at toftamenn eru
illa
sperdir
í
botnstríðnum. Men teir
hava gott mót undan vitj-
anini av Eiði. Lagið
verður sagt at hava verið
gott undir venjing, og allir
spælararnir
eru
tøkir.
Eisini
liðformaðurin
Øssur
Hansen,
sum
miðskeiðis í 2. hálvleiki
ímóti ÍF noyddist at taka
seg aftur, tí hann var smá-
skaddur.
Tá ið B68 vann á ÍF var
tað
fyrsta
ferðin
yvirhøvur í ár, at allir
spælararnir hjá B68 vóru
tøkir. Tá spældi Herbert í
Lon Jacobsen við 3.
deildarliðnum, sum við
sigri á ÍF so at siga tryggj-
aði sær plássið í deildini.
Í tveimum teimum sein-
astu umførunum hevur
brasiliumaðurin Anderson
skorað fýra mál fyri B68.
Í morgin fer at fáast at
síggja, hvussu teir í
EB/Streymi fara at taka
sær av honum.
Hjá Skála, sum hevur
trý leikbann, er tað
kærkomið, at Pauli G.
Hansen er um at vera
tøkur aftur, og hjá
NSÍ er ein miðvallari
leikbannaður fyri
triðju ferð
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Tey bæði liðini, sum bresta
saman á Skála í morgin, eru
eyðkend av, at tað tær sein-
astu vikurnar ikki hevur
gingið nakað serligt hjá
teimum, Síðani summar-
steðgin hevur Skála í sjey
dystum fingið tíggju stig.
Fýra tær seinastu ferðirnar
hevr úrtøkan bara verið
fýra stig. Enn er tað upp til
Skála at gera av, um teir
skulu vinna fyrsta settið av
heiðursmerkjum nakrantíð.
Fyritreytirnar eru einki
serligar, áðrenn kommunu-
felagarnir hinumegin fjørð-
in í morgin koma at vitja.
Skálamenn hava síðstu
tíðina verið nógv plágaðir
av leikbannum, og soleiðis
er tað eisini í morgin. Iulian
Florescu er leikbannaður
fyri triðju ferð í ár, og
Nenad Stankovic og Bárður
Danielsen eru eisini leik-
bannaðir.
Hanus Thorleifsson hev-
ur verið so mikið skaða-
plágaður, at hann ikki
hevur vant í vikuni. Í gjár
varð tað kortini roknað
rættuliga sannlíkt, at Hanus
fer at verða førur fyri at
spæla í morgin.
Á positivu síðuni telur
tað nógv, at liðformaðurin,
Pauli G. Hansen, er farin
aftur at venja. Tá ið vit
frættu, var tað ikki greitt,
um hann fer at spæla við í
morgin, men tað er eingin
ivi í, at venjarin heldur enn
fegin fer at geva liðfor-
manninum rúm á liðnum,
um hann verður førur fyri
at spæla.
Síðsta sunnudag var tað
steinur omaná byrðu hjá
NSÍ, at teir taptu 2-0 á
Mølini á Eiði. Tríggir av
teimum, sum hava spælt
nógv í NSÍ í summar, eru
skaddir ella leikbannaðir, tá
ið teir fara yvir á Skála.
Talan er um miðvallararnar
Alexander Jovevic, sum er
skaddur, og Kári Hansen,
sum er leikbannaður fyri
triðju ferð í ár. Dánial
Hansen var hóskvøldið fyri
fyrstu ferð í langa tíð til
venjingar. Tað gekk so tolu-
liga, men í Runavík ivast
teir nógv í, um Dánial verð-
ur førur fyri at spæla á
Skála í morgin, og um hann
yvirhøvur fer at verða tøkur
í teimum báðum umfør-
unum, sum eru eftir at
hesum kappingarárinum.
Vágbingar eru so væl
fyri, sum tað ber til,
tá ið teir í morgin
fara at taka ímóti KÍ,
sum framvegis tevjar
bronsuna
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Í dag fara klaksvíkingar til
Vágs. Á Vágseiði skulu teir
seinnapartin í morgin royna
at halda tørn um møgu-
leikan at vinna bronsu-
krónurnar og harvið at enda
jubileumsárið væl betri,
enn tað mesta partin av
kappingarárinum
hevur
sæð út til, at teir skuldu fara
at gera.
KÍ kundi havt verið betri
fyri við fólki, enn teir eru
hesa ferð. Tveir av lykla-
spælarunum eru burturi frá.
Annar er málverjin, Jákup
Mikkelsen,
og
hin
er
fremsti álopsspælarin, Ovi
Nysted. Ovi er leikbann-
aður, og Jákup er skaddur.
Landsliðsmálverjin hevur
ikki vant í vikuni, og tað er
rættuliga ivasamt, um hann
verður tøkur, tá ið KÍ í
síðsta umfarinum fer at
spæla á heimavølli ímóti ÍF.
Dreingjaliðsspælarin
Mathias Samuelsen fer at
verja málið. Frammi á vøll-
inum verða onkrar smá-
vegins umskipingar. Eyðun
Klakstein, sum varð tikin út
eftir fyrra umfarið móti
HB, verður aftur á mið-
vøllinum, meðan Jacob
Bymar verður fluttur av
miðvøllinum og fram í
álopið.
Um Jákup Mikkelsen fer
at verða førur fyri at fara
við landsliðnum til Kypros
og Írlands er framvegis ein
opin spurningur, men eing-
in ivi er um, at Jákup ógvu-
liga fegin vil vera við á
síðstu landsliðsferðini í
hesum árinum.
KÍ hevur ikki tapt síðani í
tólvta umfarinum, tá ið teir
taptu stórt á Eiði. Síðani
hava teir í fýra uppgerðum
fingið tíggju stig. So mong
stig hava í fýra teimum
seinastu umførunum hava
bara HB og KÍ fingið.
Nú eru allir tøkir
Hjá VB hevur tað ikki hiln-
ast nakað serligt síðstu
tíðina. Í teimum sjey dyst-
unum síðani summarsteðg-
in hava teir fingið seks stig.
Tey hava teir fingið í
heimasigrum ímóti NSÍ og
EB/Streymi.
Nú er tað greitt, at VB
skal finna sær nýggjan
venjara. Hans Nielsen flytir
aftur til Havnar, og í morg-
in fer hann fyri síðstu ferð
at hava ábyrgdina av VB
liðnum á Vágseiði.
Síðsta sunnudag vóru
Poul N. Poulsen og Eyðun
Jacobsen leikbannaðir. Teir
eru báðir tøkir aftur. Allir
teir, sum síðsta sunnudag
vóru í Gundadali og spældu
ímóti B36, eru eisini tøkir
hesa ferð.
VB fer ikki úr bestu
deildini, og teir hava ongan
møguleika at vinna heið-
ursmerkir. Síðstu tíðina
hava teir í Vági vant
tríggjar ferðir um vikuna,
men tað verður avgjørt ikki
roknað við, at teir fyri tað
eru verri fyri at spæla ímóti
KÍ.
B68-EB/Streymur:
Báðir partar eru
heilt væl fyri
Skála-NSÍ:
Báðir partar er leikbannaðir
VB-KÍ:
Ovi og Jákup ikki við í Vági
1. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/-
stig
1 HB
16
12 - 3 - 1
42
13
29
39
2 B36
16
9 - 3 - 4
29
17
12
30
3 Skála
16
8 - 3 - 5
30
21
9
27
4 KÍ
16
5 - 8 - 3
22
20
2
23
5 EB/Str. 16
6 - 4 - 6
26
22
4
22
6 GÍ
16
6 - 4 - 6
26
28
-2
22
7 NSÍ
16
6 - 3 - 7
24
22
2
21
8 VB
16
5 - 4 - 7
21
22
-1
19
9 ÍF
16
3 - 2 -11
21
46 -25
11
10 B68
16
2 - 2 -12
15
45 -30
8
2. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/-
stig
1 TB
16
10 - 2 - 4
41
22
19
32
2 B71
16
10 - 2 - 4
44
30
14
32
3 AB
16
9 - 2 - 5
27
22
5
29
4 FSV
16
8 - 3 - 5
54
32
22
27
5 Royn
16
8 - 1 - 7
36
35
1
25
6 LÍF
16
7 - 4 - 5
26
28
-2
25
7 Sumba 16
6 - 4 - 6
23
27
-4
22
8 B36
16
4 - 3 - 9
22
43 -21
15
9 KÍ
16
3 - 3 -10
26
35
-9
12
10 VB
16
1 - 4 -11
16
41 -25
7
C
M
Y
K
38