Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 4 Birgar Johannesen á Býarsavninum í Havn bjóðar nú skúlanæmingum skeið í at gera modell av húsum. – Seinastu tíðina hevur Býarsavnið havt vitjan av fleiri hundrað skúlanæmingum, og havi eg merkt, hvussu áhugaðir næmingarnir eru í modellinum av gomlu Havnini. Tey hava spurt, hvussu eg geri, hvat tilfar eg brúki o.s.fr. Havið hugsað um hetta og gangi eg út frá at tað eru fleiri ung, sum kundu hugsað sær at byrja okkurt líknandi. Eg havi tí gjørt av at byrja eitt royndarskeið. Tað skrivar Birgar Johannesen á Face­ book. – Av tí at eg ongantíð havi roynt hetta fyrr, haldi eg, at vit kunna kalla fyrsta skeiðið fyri eitt royndarskeið, sigur hann. Og byrjanin verður soleiðis: – Vit hittast í Býarsavninum, har vit taka eitt stutt prát. Síðani taka vit mát av teimum bygningunum, sum vit hava valt okkum sum modell. Tá mátini er tikin, gongur leiðin aftur á Býarsavnið, har arbeiðið byrjar, sigur Birgar Johannsen. Tá fyrsta skeiðið hjá Birgari er liðugt, tað vil siga 4 ferðir 2 tímar, gera tey eina framsýning av tí, sum tey hava gjørt. – Og nakað sum kundi verið heilt stuttligt er, um hvør einkultur persónur gjørdi modell av húsunum hjá teimum sjálvum. Hetta hugskotið, eg her komi við, kann geva íblástur og kanska landið fær ein arkitekt, ein byggimeistara ella eitt lisafólk burtúr, heldur Birgar Johannesen fyri. – Lat okkum siga, at eftir lokið skeið, tað vil siga 4 ferðir 2 tímar, fara næm­ ingarnir hvør til sín og til uppgávu hava teir fingið at gera hvør sítt modell av húsunum, har tey sjálvi búgva í. Tá tað er gjørt, verða modellini, tey sjálvi hava evnað, vístir fram á Býarsavninum, sigur Birgar Johannesen. – Tit sum hava hug, ringið 514647, alt er ókeypis, eisini juice'ið og sodavatnið, sum vit skulla hygga okkum við, tá vit eru saman, sigur Birgar Johanne­sen. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 8-13 m/s 8-13 m/s 8-15 m/s Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8-13 m/s. Skiftandi skýloft við ælaveðri. Hitin fer at liggja millum fimm og nýggju stig. Andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s av útsynningi og suðri. Seinni veksur vindurin upp í 15 m/s. Tað verður skýggjað og regn. Hitin fer at liggja um tíggju stig. Leygardagin Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8-13 m/s. Vindurin minkar út á dagin. Tað verður skýggjað og regn, men seinni út á dagin slítur í. Hitin fer at liggja millum seks og tíggju stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: “Tingviðgerðin....orðaskiftið heldur fram. Nú um ær, sum kunnu verða brundaðar av ikki- mótstøðuførum brundi” Nýggi Public Service sáttmálin var evnið á aðalorðaskifti í tinginum og nógva aðrastaðni við. Semja er stórt sæð um, at hesin nýggi víkir ikki nógv frá tí gamla. Sonni Ragnar Nattestad skiftir felag úr FH í Íslandi til Molde í bestu norsku deildini. Venjarin hjá Molde, fyrrverandi Manchester United spælarin, Ole Gunnar Solskjær, bað um at fáa Sonna til felagið. Í álitinum frá fíggjarnevndini er ein millión sett av til eina ferðavinnuútbúgving. Útbúgvingin verður staðsett á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Suðuroyar Sjúkrahús fær ein nýggjan CT skannara. Ein millión er játtað til endamálið. Funnist hevur verið at avgerðini, tí eingin lækni er á staðnum, ið kann taka sær av skanningunum. Hagstovan upplýsir, at 1. november búðu 49.766 fólk í Føroyum. Fólkatalið er vaksið við 743 fólkum uppá eitt ár. Tað er størsti fólkavøkstur uppá eitt ár seinastu 15 árini. Løgtingið samtykti við aðru viðgerð, at tann parturin av uppisjóvarkvotum, ið er hægri í 2017 enn 2016, skal seljast á uppboðssølu. Viðgerðin í tinginum tók seks tímar. »Public Service« Birgar lærir ung at gera modell av húsum MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Tað bleiv ein sera drúgvur tingfundur, ið bleiv settur kl.10 mikumorgun og helt á inntil kl. 05 hósmorgun 10:00-05:00 MANGT OG HVAT Visti tú? Ikki síðan 1980 hava vit havt so lága fráflyting sum undanfarna árið