Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 5 MYND: HEINESEN MYNDIR IMDB má sigast at vera ein hin kend­ asta síðan fyri at lesa um, um­mæla og fáa ummæli av sendi­røðum, filmum og líknandi Heimasíðan hevur nú kannað, hvørjar sendirøðir teirra brúkarar hava havt størstan tokka til í 2016. 1 – Game of Thrones. Í mystiska Westeros berjast fleiri familjur um vald. Meðan menn berjast um valdið í teimum Sjey Ríkjunum, kemur ein aldargamal fíggindi undan kavi til vanda fyri tey øll. 2 – Stranger Things. Í einari lítlari bygd, har øll kenna hvønn annan, er ein røð av løgnum hendingum sum elva til, at eitt barn hvørvur. Tað viðførir konfliktir og ótta í annars friðarliga umhvørvinum. Summi bygdafólk finna fram til, at tað er okkurt yvirnatúrligt, sum gongur fyri seg. Okkurt, sum tey ikki áður hava vitað nakað um. 3 – The Walking Dead. Rick Grimes er ein fyrrverandi løgreglumaður, sum hevur verið í koma í fleiri mánaðir orsaka av, at hann varð skotin til arbeiðis. Tá hann vaknar finnur hann útav, at verðin er blivin álopin av zombium, og tað letur til, at hann er einasti livandi persónurin eftir. Eftir at hava vitjað heima við hús og sæð, at hvørki kona ella sonur vóru í húsinum, fer hann til Atlanta, har hann finnir ein lítlan bólk av fólkum, sum hava yvirlivað zombie álopið. 4 – Westworld. Hetta staðið er ikki eins og vanlig tivoli. Tað er gjørt til tey ferðandi ríku. Ein framtíðar park, sum verður ansað av robott vertum. Parkin loyvir vitjandi at útliva fantasiir gjøgnum tilgjørda tilvitsku. Eingi mørk eru fyri, hvat tú kanst fantasera um í parkini. 5 – American Horror Story. Bæði kropsligir og sálarligir ræðuleikar raka eina familju, arbeiðarar og íbúgvarar á einum psykiatrisku heimi. Eisini heksir og onnur yvir­ natúrlig menniskju eru at finna í sendirøðini, sum varpar ljós á ótrúskap, sálarliga heilsu, niður­ gering av menniskjum, dis­krimina­ tion og avhengigheit. F øroyar eru eitt afturlatið samfelag, sum ein øða, kundu vit sagt. Ella kanska rættari, føroyingar eru aftur­latnir, sum menn, kundu vit sagt. So verður sagt. So er sagt so ofta, at tað er vorðið sannleikin, ein stað­ festing. Føroyar og føroyingar eru eitt lukkað land, sum innlit ikki fæst í, heldur ikki meirinnlit. Men eru Føroyar nú sum ein huldu­steinur, har alt lív er inni? Nei, ikki heilt kortini. Øll hús í Føroyum hava gardinur. Tey hava gluggatjøld, hatta vakra orðið, men tað er íslendskt, hitt er danskt, so vit brúka tað sjálv­andi, gardinur. Gardinur eru í hvørju­m húsi, í hvørjari kroysu, í hvørjum betong­kassa. Eg dragi tær fyri, tá eg komi til arbeiðis, tí tær eru hvítar. Og mær dámar betur hvítt enn svart ella grátt, sum vindeygað er, tá gardinurnar ikki eru fyri. Men heima eru tær altíð frá. Afturlatið, men annars. Hóast gardinur eru við hvørt vindeyga, eru tær ikki fyri um kvøldið og øll ljós eru tendrað, nú eisini jóla­ljós. Tú sært inn til øll, tá tú gongur sum eg geri. Fólka­ligheitin for­ bjóðar tær at hyggja inn. Ikki ov leingi við hvørt vindeyga í øllum førum. Men tað ber altíð til at skeita hjá lúrarum hálvavegna. Føroyar afturlatnar, nei. Kanska eru allar gardinur frá, tí tey, sum innanfyri eru, vilja vita, hvør er har úti. Vilja vita, hvør fer hvagar. Hvør er har. Forvitni er sterkasta girndin hjá menniskjanum. Altíð gott at vita og so gita afturat. Tað er best av øllum. Bara har, sum fólk sova, fara gardinurnar fyri. Fólk vilja ikki síggj­ ast nakin ella hálvnakin. Tey halda, at tann tilstandurin er einki at reypa av. Sum í filminum hjá Hitchcock, minnist ikki, hvussu hann eitur, sama ger, tími ikki at gugla. Filmurin er um ein mann, sum hevur brotið beinið og tí noyðist at vera heima við hús. Hann keðir seg. Men so sær hann yvir á íbúðablokkin, nógv vindeygu, ongar gardinur fyri. Har hendir nógv í íbúðunum har yviri, millum annað eitt dráp, gitir hann og fær rætt, tá avtornar. Spennandi filmur og frálíkt hugskot. Maðurin í filminum er ljósmyndari, sum ferðast um allan heimin at taka myndir. Nú fær hann ikki ferðast, men myndaevnini eru har, beint uttan fyri vindeygað, í hópatali. Fyrr var tjald í leikhúsum, sum var drigið frá, tá leikurin byrjaði, og fyri aftur, tá leikurin endaði. So er ikki longur, tí opinleiki er í samgonguskjølunum. Til ber at síggja alt hjá teimum, sum tað vilja. Viðhvørt, tá væl stendur til og hátíðardagur er, eru Føroyar heimsins nalvi uttan strong. Ann­ ars eru Føroyar ein útjaðari í Keyp­ mannahavn. Ella eru Føroyar heimsins nalvi við ókvettandi strongi í Danmark. Føroyar eru hvørki. Føroyar eru Føroyar. Dáma tær ella far. Tú kanst hyggja út, so lengi tú vilt, dag og nátt, men ikki inn, uttan tú ert lúrari. Annars er ófólkaligt at hyggja inn til fólk, sum eru afturlatin, men ikki draga fyri kortini. Gardinur eru bara til pynt. Tann vakra síðan vendir inneftir. Tey, sum eru inni, skulu hava gleði av gardinunum, ikki hasi úti. Tey siga, at menn eru sum Føroyar, afturlatnir. 2000 færri kvinnur eru enn menn í Føroyum, so pláss skuldi verið fyri nøkrum orðum, um teir gera skjótt av. Menn vilja bara hava frið, siga teir. Menn byrja so at siga øll kríggj, allar bardagar, menn drepa. Næstan bara menn eru yvirgangsmenn. Vildu teir ikki bara hava frið? Yvirgangur, kríggj, bardagi, dráp eru fáorðað. Tað ber eisini til at drepa við orðum. Men tað krevur sín mann. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Hygg út, men skeit inn lúrari Fimm tær best umtóktu sendirøðirnar í 2016