Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 SAMRØÐA EG VILDI SLEPPA AT VERA MAMMA LONGRI HALLUR AV RANA T að mundu ikki vera nógv í Føroyum, ið kendust við navnið Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, tá hon á heysti 2015 tók við starvinum sum leiðari fyri framsøkni FarGen verkætlanini, tá ferð av álvara skuldi setast á arbeiðið aftur. Innan føroyska granskingar­ umhvørvið hevði hon tó longu gjørt vart við seg, tá hon fyrr á árinum vardi ph.d. ritgerð sína við Aarhus Universitet. Ritgerðin hevði heitið ”Identification and analyses of genetic risk factors for panic disorder”, og viðgjørdi tær genetisku orsøkirnar handan panikangist, og hvønn týdning ættarbregði hevur í menningini av sjúkuni. Tveir mánaðir eftir, at hon ognaði sær ph.d. heitið, fekk hon starvið at standa á odda fyri einum av mest spennandi verk­ætlanunum í føroyska sam­ felagnum. Í dag kennast flestu føroyingar við navnið Noomi Oddmarsdóttir Gregersen sum leiðara á FarGen og ein av Føroya fremstu kvinnuligum granskarum. Kom óvart á Talan var sostatt um eitt hendinga­ ríkt ár hjá Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, ið setti punktum fyri útbúgvingina, flutti heim til Før­ oya og fekk eitt nýtt starv alt innan eitt ár. Men hjá nýútnevnda leiðar­ anum kundi lívið hava útvikla seg á ein heilt annan hátt. Smá tvey ár frammanundan fekk Noomi Oddmarsdóttir Greger­ sen nevniliga boðini, ið nokk flest øll fólk óttast. Læknakanningar vístu, at hon hevði krabbamein í mjødnini, og tað var óvist, hvussu umfatandi sjúkan var. Í ringasta føri kundi talan standa um lív. Noomi Oddmarsdóttir Greger­ sen var um hetta mundi væl fyri, rann 5-10 kilometrar um dagin, var mamma at trimum børnum og var um at leggja síðstu hond á ph.d. ritgerðina. Seinastu árini hevði hon stríðst við onkra pínu í mjødnini, men tað hevði aldrin fallið henni inn, at talan var um eina lívshóttandi sjúku. – Eg rann nógv, og sjálvt um eg hevði pínu í mjødnini, fekk hetta meg ikki at gevast. Tað var ein pína, ið kom og fór, so eg hugsaði ikki so nógv um tað, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, ið metti at pínan kom av onkrum meira óskyldigum. – Eg gekk bara út frá, at tað antin var tí, at eg rann ov nógv, ella bara ein fylgja av, at eg hevði átt trý børn og var ikki so ung longur, sigur Noomi Oddmarsdóttir Greg­ ersen. Skuldi renna hálvmarathon Tað var tá hon setti sær fyri, at renna eitt hálvmarathon í Aarhus, at hon lurtaði eftir eini vinkonu og lat seg kanna. – Hon segði við meg, at um eg skuldi renna hendan langa teinin, so var best, um eg fyrst kannaði, hvat tað var fyri ein pína, ið eg hevði í mjødnini, tí tað var ikki gott at venja so nógv, um man var í pínu, greiðir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá. Noomi Oddmarsdóttir Greger­ sen fór til læknan, sum í fyrstu atløgu ikki metti, at skaðin hevði – Tá man fær staðfest krabbamein, so fær man kensluna av, at man fer at doyggja. Tá er deyðin bara ein spurningur um tíð. Í mínum huga, so hevði eg eitt sindur av tíð eftir, og ynskti at brúka hana so gott sum gjørligt. Tað sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, ið vann á sjúkuni og er í dag leiðari fyri FarGen. Noomi Oddmarsdóttir Gregersen: At eiga ein drong upp á trý ár, ið fór at missa mammuna. Eg kláraði ikki tankan SOSIALURIN 145 FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016