Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 7 tað stóra uppá seg, men av tí, at hon ikki fekk flutt annað beinið á sama hátt sum hitt og pínan hevði verið har so leingi, sendi hon kortini Noomi Oddmarsdóttir Gregersen til nærri kanningar. – Eg varð send til eina rønt­ genkanning, og har sóu tey okk­ urt. Men av tí, at tað ikki sást so greitt, so varð eg eisini send til MR-skannaran, og fekk at vita, at eg fór at fáa svarið einar tveir til tríggjar dagar seinni, greiðir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá. Tað gekk tó ikki leingi, áðrenn læknin aftur var í telefonini. – Eg var ikki meira enn komin aftur til arbeiðis, tá læknin ringdi og bað meg koma aftur í við­ taluni dagin eftir at taka nakrar blóðroyndir. Har var okkurt á myndunum, ið hon mátti tosa við meg um, sigur Noomi Odd­ marsdóttir Gregersen. Fekk deyðadóm Sjálv var Noomi Oddmarsdóttir Gregersen sannførd um, at talan ikki var um nakað meira enn bruna í vøddunum, ið var komin frá allari renningini, men nú fór hon at ivast. – Eg kom inn í viðtaluna til læknan, ið bað meg seta meg niður. Síðan fortaldi hon mær, at kanningin vísti, at eg hevði metastasis í beininum, minnist Noomi Oddmarsdóttir Gregersen aftur á. Fyri flestu fólk sigur eitt slíkt orð neyvan tað stóra, men hjá einum ph.d lesandi innan í molekylær lívfrøði er einki at taka feil av. – Eg visti beinanvegin hvat tað merkti. Eg hevði krabbamein í mjødnini. Tað var sum at fáa ein deyðadóm. Eg fekk meg ikki at trúgva tí, sigur Noomi Odd­ marsdóttir Gregersen. Tað var Noomi Oddmarsdóttir Gregersen ikki einsamøll um. Læknin var eisini ivasom til úr­ slitið, ið hon metti ikki kundi lesast út frá einari skanning. Men diagnosan kravdi fleiri kanningar. – Av tí at illgruni var um, at eg hevði krabbamein, so varð eg koyrd í krabbameinsbólkin, ið tey hava í Danmark. Tað upplivdi eg sum nakað øgiliga ógvusligt. Frá at halda, at okkurt lítið var á vási, til brádliga at vera partur av hesum krabbameinsbólkinum, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen. Deyðin bara ein spurningur um tíð Tungu boðini frá læknanum settu gongd á tankarnar hjá smá­ barnamammuni. Tað var ikki bara hennara lív, ið varð kollvelt av tíðindunum, men eisini lívini hjá hennara manni og teirra trimum børnum. Allir framtíðardreymar og ynskir vórðu sett á pausu, meðan Noomi Oddmarsdóttir Gregersen stríddist sín lívs kamp móti sjúkuni. – Man missir eitt sindur trúnna uppá, at man hevur eina framtíð og steðgar at leggja ætlanir fyri framtíðina. Man tekur lívið dag fyri dag. Í eini slíkari sjúkralegu stendur tíðin still. Eg hugsaði, at eg eri ikki deyð enn og doyggi nokk ikki innan teir næstu tríggjar mánaðirnar. Men man torir ikki at hugsa longri fram enn tað, greiðir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá. Sjálv upplivdi hon boðini frá læknanum sum ein deyðadóm. – Tá man fær staðfest, at man hevur krabbamein, so fær man kensluna av, at man fer at doyggja. Tá er deyðin bara ein spurningur um tíð. Í mínum huga, so hevði eg eitt sindur av tíð eftir, og ynskti at brúka hana so gott sum gjørligt, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen. Órættvíst fyri børnini Hóast deyðin var ein reellur møguleiki í hennara huga, so lat Noomi Oddmarsdóttir Gregersen aldrin beiskleikan fáa eitt tak yvir hennara lív. – Eg læt aldrin beiskleikan taka ræðið á mær. Eg spurdi aldrin hví hetta skuldi henda fyri meg. Tí slíkt kann líka væl henda fyri meg sum fyri nakran annan, greiðir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá. Men heima við hús vóru børn­ ini, og hjá teimum helt Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, at talan var um eina vanlukkuliga lagnu. – Eg helt tað vera ræðuliga órættvíst fyri mínar dreingir, at teir Eg kom til ta niðurstøðu, at beinið ikki hevði eitt serliga stórt virði, um eg skuldi missa lívið av tí framhald á næstu síðu