hósdagur 15. desember 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 145
8
SAMRØÐA
skuldu missa mammu sína. Ikki tí,
at tað var eg, men tí at teir mistu
mammu sína. Tað var tað mest
ræðuliga. At eiga ein drong upp á
trý ár, ið fór at missa mammuna.
Eg kláraði ikki tankan, sigur
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen
og leggur afturat.
– Eg hevði tað gott. Eg var 35 ára
gomul, hevði ferðast, hevði eina
útbúgving, hevði búð uttanlands
og hevði fingið mann og trý børn.
Eg fór kanska at doyggja nakað
tíðliga, men eg hevði havt eitt gott
lív. Men eg kláraði ikki tankan, at
dreingirnir skuldu missa mamm
una.
Fleiri kanningar
Eftir at fyrstu kanningar høvdu
víst, at Noomi Oddmarsdóttir
Gregersen hevði metastasis í
mjødnini, vóru fleiri kanningar
gjørdar fyri at staðfesta hvussu
umfatandi sjúkan var. Upprunaligu
kanningarnar vístu seg at vera
rættar, tó at sjúkan ikki var so
umfatandi sum fyrst mett.
– Kanningarnar vístu, at eg
hevði krabbamein, men at talan
ikki var um metastasis. Metastasis
merkir, at krabbameinið spreiðir
seg, men hjá mær var tað isolera
til einans at vera í mjødnini, greiðir
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Næsta stigið í viðgerðini var at
finna út av, hvat kundi gerast við
krabbameinið, og har fekk Noomi
Oddmarsdóttir Gregersen at vita,
at einans ein møguleiki var.
– Eg mátti leggjast undir skurð,
tí einasti mátin var at skera
sjúkuna burtur. Men teir søgdu
samstundis, at teir bara gjørdu
tað, um teir kundi tryggja sær at
teir fingu skorið alt burtur, greiðir
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen
frá og heldur fram.
– Tað merkti, at teir máttu skera
annað beini av mær. Eg trúði ikki
mínum egnum oyrum. Tað vóru
eini øgiliga tung boð at fáa, sigur
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Ein útvegur
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen
fekk at vita, at hetta var tann
einasti møguleikin, og at fleiri
læknar høgdu hugd eftir hennara
støðu og vóru samdir. Hon slapp tó
at fara heim og hugsa um støðuna.
– Eg kom til ta niðurstøðu,
at beinið ikki hevði eitt serliga
stórt virði, um eg skuldi missa
lívið av tí. So eg ringdi til læknan
og segði, at um hetta var einasti
møguleikin, so var eg klár, sigur
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Men meðan Noomi Oddmars
dóttir Gregersen hevði grundað
yvir sína støðu, høvdu læknarnir
tosað við verkfrøðingarnar, ið
framleiða protesurnar. Teir mettu,
at tað var møguligt, at seta pro
tesuna inn á ein slíkan hátt, at
beinið kundi sparast.
– Tað var ein lætti og tað gav
mær vónina aftur. Tað vísti seg, at
hetta lat seg gera, so eg fekk eina
protesu, ið fer at halda í umleið
tjúgu ár uttan, at tað verður neyð
ugt at skera beinið burtur, sigur
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Stutt eftir varð Noomi Odd
marsdóttir Gregersen lagd undir
skurð og fekk eina nýggja mjødn.
Eftirfylg jandi kanningarnar
hava staðfest, at skurðviðgerðin
eydnaðist væl, og krabbameinið
er nú burtur.
Synirnir vórðu kunnaðir
Tá Noomi Oddmarsdóttir Greger
sen fekk staðfest krabbamein
søktu hon og maðurin serkøna
hjálp í hvussu man skuldi handfara
støðuna sum familja.
– Vit ráðførdu okkum við
ein sálarfrøðing frá Kræftens
Bekæmpelse í Danmark, ið mælti
okkum til, at hava børnini við
í allari tilgongdini. Vit valdu at
fortelja teimum beinanvegin,
hvat var á vási, at mamma teirra
var sjúk av krabbamein og skuldi
leggjast undir skurð, greiðir Noomi
Oddmarsdóttir Gregersen frá.
Serliga metti sálarfrøðingurin,
at tað var týdningarmikið, at
synirnir fingu at vita um støðuna
frá foreldrunum heldur enn, at tað
hoyrdist aðrar vegir.
– Synirnir vóru við í allari til
gongdini og fingu alt at vita. Á
tann hátt, so hoyrdu teir ikki um
sjúkuna frá onkrum í skúlanum
ella í barnagarðinum, sigur Noomi
Oddmarsdóttir Gregersen.
Hóast talan var um tung boð
at fáa hjá børnunum, so heldur
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen,
at teir dugdu væl at handfara
støðuna.
– Tann elsti var eitt sindur
bangin fyri, at eg skuldi doyggja.
Hann spurdi inn til tað, og vit
tosaðu nógv um tað. Men vit
vissaðu hann um, at læknarnir
dugdu væl. Dreingirnir koma sum
heild væl burturúr tí. Eisini í dag
duga teir væl við tí, at eg beri eitt
brek, sigur Noomi Oddmarsdóttir
Gregersen og leggur afturat.
– Tað er vorðið vanligt í okkara
gerandisdegi. Teir hava enntá lyndi
til at gloyma, at eg ikki klári at røra
meg eins væl sum áður.
Var ikki klár at fara
Tað var eisini júst synirnir, ið
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen
nevnir sum høvuðsorsøk til, at
hon megnaði at vinna á sjúkuni
og koma so væl fyri seg aftur.
– Drívmegin var fyrst og fremst,
at eg vildi sleppa at vera mamma
longri enn eg hevði verið. Eg
vildi ikki fara frá mínum synum
og teimum, ið eru rundanum
meg. Eg var bara ikki klár at fara
frá teimum, sigur Noomi Odd
marsdóttir Gregersen.
Harumframt setti hon sær fyri,
at hon skuldi fullføra útbúgvingina,
ið hon var byrjað uppá.
– Eg hevði brúkt so nógv ár upp
á mína útbúgving og manglaði bara
tað síðsta. Eftir átta og eitt hálvt ár
skúlagongd restaði bara eitt hálvt
ár til, eg kundi fáa mítt ph.d. heiti.
Tað var bara ov keðiligt at hugsa
sær, at eg ikki megnaði endan, sigur
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen
og heldur fram.
– So saman við familjuni var tað
eitt slag av drívmegi. Ein treiskleiki
kom í mær, ið segði, at eg skuldi
vinna á sjúkuni, tí eg hevði nøkur
ting eftir at avrika.
Men hóast Noomi Oddmars
dóttir Gregersen var bjartskygd,
so vóru tað eisini truplar tíðir,
har veruleikin tyngdi smábarna
mammuna. Tá fann hon troyst í
trúnni.
– Sjálvandi vóru tíðir har tað
var svárt og ringt. Men tá hevði
eg hesa vónina, ið man hevur sum
trúgvandi, umframt at eg visti,
at fólk bóðu fyri mær. Tað hevur
hildið lív í vónini, so at eg ikki fall
í fátt og misti mótið, sigur Noomi
Oddmarsdóttir Gregersen.
Gongulagið tarnað
Trý ár eftir, at Noomi Oddmars
dóttir Gregersen varð løgd undir
skurð og fekk eina nýggja mjødn,
er gongulagið ikki vorðið tað sama
aftur. Men tað er ein lítil prísur at
rinda, metir Noomi Oddmarsdóttir
Gregersen.
– Eg má nú ganga við stavi, men
í mun til tað, ið man fyrst væntaði,
so eri eg takksom fyri, at eg enn
havi bæði beinini og eri á lívi, sigur
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Tað at gongulagið ikki er tað
sama, ið tað einaferð var, hevur
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen
valt ikki at síggja sum eina forðan,
men hevur lært seg at liva við tí.
– Mítt brek noyðist ikki at vera
eitt størri hindur enn tað, ið eg geri
tað til. Í FarGen fara vit mangan
uttanlands á ráðstevnur, og setist
eg ikki aftur vegna hetta. Eg skal
klára ting sjálv. Fólk eru røsk at
hjálpa, men merkja eisini á meg, at
eg vil royna sjálv og ikki takast av
ræði. Men av tí sama má eg eisini
vera góð at biðja um hjálp, tá tørvur
er á tí, sigur Noomi Oddmarsdóttir
Gregersen og leggur afturat.
– Eg føli ikki, at eg eri sjúk. Eg
havi eitt handikapp, men føli tað
ikki sum eina forðing. Eg kann ikki
hoppa ella renna sum eg einaferð
gjørdi, men havi í staðin lært, at
leggja dagin betri til rættis.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Eg vildi ikki fara
frá mínum synum
og teimum, ið eru
rundanum meg.
Eg var bara ikki
klár at fara frá
teimum
EG VILDI SLEPPA AT VERA MAMMA LONGRI